fríggjadagur 21. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
17
VIKUSKIFTI
Um tú vigar ov nógv er einki annað
at gera enn at fara uppá ein
“slankikur”. Ein slankikurur er
eitt avmarkað tíðarskeið, har
tú etur minni enn tú brennur.
Men tað skal gerast á ein
hátt, soleiðis at tarmarnir
ikki skríggja av svongd
og fáa teg til at bukka
undir. Tað snýr seg um at
eta
meiri protein, grovari, oftari
og
spakuligari, men eisini um at
dyrka tann góða smakkin og at
savna teg um matin, meðan tú etur.
Royn at hugsa um slankikurin sum
byrjanina til nakað betri - ein sunnari lívsstíl.
Fylgjandi ráð virkað fyri tey flestu – um tú
heldur tey!
Et mEiri protEin
Nýggj gransking hevur víst, at matur við
einum lágum kolhydratinnihaldi, har hvítt
breyð, pasta og epli verða skift um við
protein og sunnari feitt, gevur eitt størri
vekttap, enn tann vanligi feittfátæki
slankikururin. Proteinir, tvs. fiskur, kjøt,
egg, mjólkarvørur og bjølgfruktir, økja meiri
um brenningina enn kolhydratir og feitt. Tí
kanst tú við fyrimuni økja um nøgdina av
proteinum og minka um kolhydratini.
Et grovt og
fiburríkt
Jú meiri tú má tyggja eina matvøru, jú
fleiri tekin um mettu verða send til heilan.
Samstundis tekur tað longri tíð at eta
mál tíðina, soleiðis at tú í størri mun fær
tíð at merkja, at tú ert við at vera mett/ur,
áðrenn tú etur ov nógv. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað er av stórum týdningi,
at tad er góðs í matinum. Groft grønmeti
og fullkornsvørur egna seg framúr væl til
hetta, tí tey hava stóra nøgd av fibrum. Tað
eru nógvar orsøkir til at fibrar metta. Tað
skal tyggjast eyka hvørja fer tú fær upp í
munnin, og hetta frígevur mettufremjandi
hormonir. Harumframt binda fibrar vatn
at sær og bólgna upp, soleiðis at tær fylla
væl í búkinum. Fiburríkar matvørur eru
td. havragrýn, rugbreyð, brún rís og full-
kornspasta. Gularøtur og ertrar eru “grønar”
fiburbumbur.
Sunnari
munnbitar
Søtir og feitir munnbitar sum søtmeti,
sodavatn og køkur kunnu oyðileggja
slankikurin. Jú minni tú letur teg freista,
tess meiri og skjótari lætnar tú. Et sunnari
munnbitar og helst við fullkorni, frukt
og grønmeti, td. groft knekkbreyð við
súltitoyi, ristað rugbreyð við hunangi ella
bananskivum. Alt hetta mettar og tekur
trongdina til tað søta.
tak burtur
frEiStingarnar
Tað er týdningarmikið, at tú fært tær matin
á tallerkin, áðrenn tú setur teg við borðið.
Ein vælangandi grýta á borðinum ger tað
torført at standa ímóti freistingini at fáa
sær eina ella tvær ferðir afturat. Tað sama
ger seg galdandi fyri kaloriubumbur sum
søtmeti, køkur, sodavatn o.a. Jú størri
nøgdir tú tekur fram, jú meiri etur tú. Keyp
tí smáar nøgdir, sjálvt um tað ikki er tað
mest økonomiska. Syrg samstundis fyri ikki
at fylla køksskápini við góðgæti, sum tú
ikki í fyrstu atløgu ætlar tær at eta. Tá ið tú
fyrr ella seinni fert at brellast eftir onkrum
søtum, er tað lættari at vera støðufastur,
um tú fyrst skal frá húsum fyri at keypa
góðgæti.
anSa Eftir
nøgdunum
Portiónsstøddirnar hava víst seg at hava
stóra ávirkan á, hvussu nógv ið tú etur.
Stórar portiónir freista til at eta nógv meiri,
enn um portiónin er lítil. Og tú kanst koma
langt við rætt og slætt at eta minni. Minst
eisini til, at tað er stórur munur á ikki at
kenna teg svangan longur, og so at kenna
teg proppmettan. Um tú steðgar meðan tíð
er, kanst tú spara nógvar kaloriur við hvørja
máltíð.
Et ofta
Tað ljóðar freistandi at leypa nakrar
máltíðir um, tá tú skalt lætna. Tað er tó
ikki eitt gott hugskot. Et 3 høvuðsmáltíðir
og 2-3 millummáltíðir til dømis av frukt,
grønmeti, nøtum ella grovum breyði við
soltnum viðskera. Tad rættar blóðskukrið
upp aftur og tryggjar kroppinum eina javna
orkuveiting.
heIlsU
síðan
Jórun Klein, dietistur
Et teg lættari
dyrka tann
góða Smakkin
Tú kennir teg ikki ordiliga mettan, fyrr
enn máltíðin hevur nøktað teir fimm
grundsmakkirnar. Tí ræður um at
matgera soleiðis, at máltíðin nøktar
hesar fimm grundsmakkir.
Tá maturin skal smakka væl, kanst tú
til dømis velja hetta tilfarið:
súrt: sitrón, lime, súrnaðar
mjólkarvørur og balsamicoedikk.
salt: oljuber, kapers, saltar nøtur ella
sojasós.
søtt: frukt, ber, gularøtur, hunang,
vanilju, mangochutney ella siropp.
Beiskt: kaffi, grønt te, myrk
sjokolátu, rucolasalat, karry, grape
ella kál.
Umami: kjøt, fisk, skeljadjór, egg,
mjólk, ost, búnar tomatir og soppar.
Teir fimm grundsmakkirnir skulu
síðani smakkast til við tí sterka.
sterkt: ingifer, hvítleykur, piparrót,
chili og sinnopur.
Hesar vørurnar og ymsu smakkirnir
hava ymiskar nøgdir av kalorium, men
um tú brúkar teir í smáum nøgdum, er
tað ikki nøkur hóttan ímóti tínari vekt.
rør tEg
Vit eru ikki skapt til
at sita still, so royn
at røra teg ein tíma
um dagin . Rørsla
er sera týðandi
fyri stýringina av
matarlystinum
og fyri ein
vælvirkandi,
smidligan kropp.
NæstaN helmingurin av øllum vaksNum føroyiNgum viga ov nógv. Hetta kaNN Hava álvarsligar
heilsuligar avleiðiNgar. tað er tí eiN góð grund til at Halda vektiNa innan tað normala – tó uttaN
at blíva trongskygdur. eiN ávís variatióN í vektiNi er Heilt natúrlig, og vit Hava eisiNi Nakrar Høgtíðir
sum jól umframt summarfrítíð, Har fleiri av okkum eta og drekka eitt siNdur meiri eNN vanligt. og
tí skal tað eisini vera pláss fyri. tað er tó týdningarmikið at Hugsa seg um meðaN tíð eNN er og ikki
eta seg størri eNN neyðugt. tað er altíð lætt at útseta tað sunna lívið til í morgiN, meN tú snýtir
teg sjálvan fyri vælveru, meiri sjálvsvirðing og gleði – og ikki miNst eitt longri og sunnari lív.