týsdagur 26. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
3
Hósdagin 21. februar
2002 andaðist Dánjal
Magnussen, advokatur
78 ára gamal.
Dánjal Magnussen var
sonur Magnus Fr. Magn-
ussen og Nicolinu, f.
Jensen í Kvívík.
Tey
vóru
tveyeini
systkin, Dánjal og syst-
urin Bina, sum doyði
seinasta summar. Nú
kom so túrurin til Dánj-
al, so stutt kom at verða
millum systkini.
Dánjal var giftur Astu,
dóttir Jákup Haraldsen
og Annu, f. Olsen í
Fuglafirði og høvdu tey
børnini Jákup, Magna
og Anniku.
Sum lívsstarv valdi
Dánjal sær advokatvirk-
semið og starvaðist hann
í hesum arbeiði í 40 ár.
Dánjal var vitandi
maður, nærlagdur í ar-
beiði sínum og hevði
hann í sær eginleikar,
sum gjørdu, at hann
royndist hollur í ráðum
hetta ikki bert, tá ið tað
snúi seg um faklig við-
urskifti, men í lívsins
viðurskiftum yvirhøvur.
Fyri hann vóru øll mál
hjartamál,
hann
gav
orðinum ans og tók sær
altíð stundir til at lurta.
Advokatarbeiðið
er
fjølbroytt starv og kom
Dánjal í longu starvstíð
síni at hava við nógv
viðurskifti at gera hetta
ikki minst, hvat vinnu-
lívsmálum viðvíkur, ið
høvdu hansara stóra
áhuga og fóru við nógv-
ari arbeiðsorku. Harvið
gjørdist arbeiðsdagurin
ofta langur. Eisini er at
nevna tryggingarviður-
skifti, sum hann hevði
hollan kunnleika til og
sum hann kom at ar-
beiða nógv við.
Dánjal
hevði
gott
hegni til at føra sakir, og
var tað helst í rættar-
salinum, at hann føldi
seg best.
Hann kom at arbeiða
undir nógvum dómarum
og góvu teir honum allir
tað
besta
skoðsmál.
Hann var høgt virðis-
mettur av starvsfeløgum
sínum, ið vistu, at her
stóð tú yvirfyri einum
manni, har eitt orð var
eitt orð og ein maður ein
maður.
Dánjal var eitt livandi
fólk, fryntligur og fyri-
komandi og bygdi hann
sær saman við Astu og
børnunum í Heiðaskák-
inum 10 eitt heim, har tú
sat væl og hugnaligt var
at vitja. Áhugin fyri
samfelagsviðurskiftum
var stórur og fekst tú har
mangt áhugavert orða-
skiftið.
Dánjal hevði sítt kjøl-
festi í teirri gomlu før-
oysku mentanini, eitt lið
av føroyingum sum er
við at fækka.
Dánjal kom at vera
fyri hørðum andróðri í
privatlívi sínum. Fyrst
misti hann Astu 53 ára
gomul, harnæst Magna
33 ára gamal og síðani
abbasonin Rúna bert 17
ára gamal, í øllum
førum aftaná drúgvar
sjúkralegur. Hetta setti
síni spor, men ikki
hoyrdi tú hann gremja
seg, og bar hann mót-
gangin við stórari sálar-
ligari styrki.
Um 60 ára aldur rann
saman millum hann og
Sinnivu Kallsberg, sum
sat einkja aftaná Einar
Kallsberg, og settu tey
búgv fyrst á Mýruni 3 í
Hoyvík og síðani í
barnaheiminum
hjá
Dánjali í Kvívík.
Tað rann væl saman
millum familjurnar og
fingu Dánjal og Sunniva
góð ár saman við børn-
um sínum frá báðum
hjúnaløgum.
Eg kom at kenna
Dánjal, tá ið vit lósu
saman í Keypmanna-
havn í fimmtiárunum og
komu vit seinri at starv-
ast saman her í Føroyum
í 30 ár. Hetta hava verið
hendingarrík ár og eri eg
takksamur fyri, at hava
lært Dánjal at kenna og
tað samskifti vit hava
haft hesi nógvu ár.
Við hesum orðum lýsi
eg frið yvir minnið
Dánjals og má Harrain
styrkja tykkum, sum
eftir sita, kona, børn,
hjúnafelagar og abba-
børn.
Tormóður Djurhuus
Dánjal Magnussen
farin
Leygardagin lat lista-
maðurin, Eyðun av
Reyni, upp málninga-
framsýning í Gallarí
Ribarhúsi í Fuglafirði
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Á framsýningini eru 24
oljumálningar, ið allir eru
til sølu.
Náttúran
hevur
altíð
givið Eyðuni íblástur til
málningarnar. Á hesi fram-
sýningini eru myndevnini
náttúrulýsingar, har Eyðun
hevur latið veðrið í sínum
stórbæri og ymiskleika
ávirkað penslastrokini.
Framsýningin
verður
hangandi uppi til 13. mars
Høvi er at síggja fram-
sýningina
mánadag
til
fríggjadag frá kl. 15.00 til
17.30 og leygardag frá kl.
11.00 til 13.00
Sunnudag er stongt.
Trý fólk eru sett í
starv í nýggju kol-
vetnisskattadeildini í
Klaksvík, og trý fólk
eru sett í starv á
økisskrivstovuni hjá
Toll og Skatt á Tvør-
oyri
STØRV
Eirikur Lindenskov
Í heyst boðaði lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um frá, at fyrisitingin av
kolvetnisskattinum
var
løgd uttan fyri miðstaðar-
økið. Eisini var boðað frá,
at umsitingin av Frítíðar-
lønarskipanini,
Frítíðar-
grunninum,
Arbeiðs-
marknaðareftirlønargrunn-
inum og innkrevjingin av
gjaldinum til barsilsskip-
anina var løgd á Tvøroyri
Landsstýrið hevur keypt
umsitingarbygning
til
landsumsitingina í Klaks-
vík. Har er ætlanin, at tann
parturin av kolvetnisskatta-
fyrisitingini, sum skal vera
í Klaksvík, skal húsast.
Arbeitt verður eisini við at
finna egnað høli á Tvør-
oyri.
Í hesum sambandi hevur
Toll- og Skattstovan sett trý
fólk í starv á nýggju
kolvetnisskattadeildini
í
Klaksvík frá 1. apríl í ár.
Sum Fyrisitingarstjóri er
settur
Jóhan
Danbjørg
Heinesen,
ættaður
úr
Klaksvík Hann starvast í
dag sum fíggjar- og fyri-
sitingarleiðari
á
P/F
Electron.
Sum
Deildarstjóri
í
Eftirlitsdeildini er settur
Tummas
Pauli
Mýri,
ættaður úr Klaksvík. Hann
starvast í løtuni hjá BP í
Aberdeen.
Sum Deildarstjóri í Um-
sitingar-, álíkningar- og
innheintingardeildini er sett
Jóhanna í Ólavstovu, ættað
úr Øravík. Hon starvast í
løtuni á Toll- og Skatt-
stovuni á Tvøroyri. Í um-
leið eitt ár hevur hon sjálv
onnur tikið sær av umsit-
ingini av tí virkseminum,
sum higartil hevur verið á
kolvetnisskattaøkinum.
Omanfyri nevndu grunn-
ar eru lagdir saman við
økisskrivstovuni hjá Toll-
og Skattstovuni á Tvøroyri.
Í tí sambandinum hevur
Toll- og Skattstovan sett trý
fólk í starv á Tvøroyri:
Karolinu Enni av Tvøroyri,
ið hevur røkt bókhalds- og
roknskaparuppgávur
hjá
privatum
vinnuvirkjum,
Onnu Kathrinu Danielsson
úr Hvalba, ið hevur arbeitt
sum
skrivistovukvinna
bæði hjá almennum og
privatum virkjum og Berit
Strøm av Tvøroyri, ið hevur
árbeitt sum bókhaldari á
bókhaldsstovu.
Eyðun av Reyni sýnir fram
í Ribarhúsi
Toll og Skatt sett fólk í starv
í Klaksvík og á Tvøroyri
Javnaðarflokkurin
liðugur við uppstill-
ingina í Eysturoynni
UPPSTILLING
Eirikur Lindenskov
Javnaðarflokkurin í Eystur-
oynni hevði síðsta upp-
stillingarfund sunnukvøld-
ið. Á listanum eru átta
valevni, har av fimm teirra
eru nýggj evni, sum ikki
hava stillað upp fyrr.
Við seinasta val varð Dan
R. Petersen í Fuglafirði
valdur á ting fyri Javn-
aðarflokkin, sum hevur
havt umboðan í Eystur-
oynni síðani 1936 burtur-
sæð frá valskeiðnum frá
1994-98.
Valevnini eru:
William Max Hansen,
skipsførari, Eiði
Sunleiv Højgaard,
fakfelagsleiðari, Runavik
Sylverius Jacobsen,
maskinsmiður, Skála
Artur Johansen,
grannskoðari, Strendur
Randi í Jógvanstovu,
landformaður, Leirvík
Katrin Jønsson,
sjúkrasystir, Nes
Andreas Petersen,
kommunulækni, Gøtu
Dan Reinert Petersen,
løgtingsmaður, Fuglafjørð
Javnaðarlistin í Eysturoynni
C
M
Y
K
3
2