týsdagur 26. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
5
TÍÐINDASKRIV
Netto rentuinntøkurnar
øktust úr 44,9 mió.kr. til
49,2 mió.kr. Vøksturin
stavar frá, at sparikassin
hevur havt betri gjaldføri,
og hevur økt um láns-
brævagoymsluna.
Kostnaðarinntøkurnar
eru øktar eitt lítið vet í
2001. Tað tykist sum
alsamt fleiri velja at
gjalda
afturvendandi
gjøld sum fasta flyting,
ið samstundis er ókeypis
og tessvegna økjast hesar
inntøkur bert smávegis.
Netto rentu- og kost-
naðarinntøkurnar
eru
sostatt 51,6 mió.kr. í
2001 móti 46,8 mió.kr. í
2000, ein vøkstur uppá
4,8 mió.kr. svarandi til
10,1 %.
Sparikassin hevði aftur
í 2001 ein vinning av
virðisjavnan av lánsbrøv-
um og gjaldoyra, og var
hesin 2,3 mió.kr., ið er
eitt vet meiri enn í 2000,
tá hann var 1,9 mió.kr.
Skakandi hendingin í
USA
11.
september
hevði við sær, at tjóð-
bankar kring allan heim-
in lækkaðu renturnar í
heyst, og gav hetta ein
kursvinning av lánsbrøv-
um.
Í 2001 hevði spari-
kassin ætlanir um at gera
íløgur í partabrøv, men
valdi at bíða. Hetta var
heppið, tá partabræva-
marknaðurin í fjør fall
munandi í virði. Spari-
kassin hevur enn ikki
avgjørt, nær hann skal
gera íløgur í partabrøv.
Útreiðslur til starvs-
fólk, umsiting og aðrar
vanligar útreiðslur øktust
við 1,8 mió.kr. úr 23,5 í
2000 upp í 25,3 mió.kr. í
2001, sum svarar til ein
vøkstur upp á 7,6%.
Vøksturin stavar frá, at
sparikassin hevði fleiri
serlig átøk, harav hitt
størsta
var
nýggja
Silvakontoin til børn.
Netto avskrivingar og
burturleggingar av útlán-
um vóru 4,2 mió.kr. í
2001 móti 5,6 mió.kr. í
2000. Sparikassin merk-
ir, at tíðirnar í dag eru
góðar, og at mong hava
tað meiri rúmsátt fíggj-
arliga.
Gjaldførið hjá Norð-
oya Sparikassa er sera
gott. Við árslok var
gjaldførið 330 mió.kr.
móti 289 mió.kr. í 2000.
Hetta er 127% av stutt-
freistaðu skyldum spari-
kassans - lógin krevur
15%. Av samlaðu skyld-
um sparikassans er hetta
38%. Lógin krevur her
10%. Solvensur spari-
kassans er framvegis
góður, 32,5% móti 31% í
bæði 2000 og 1999. Her
krevur lógin 8%.
Á
aðalfundinum
fríggjakvøldið,
stóðu
tveir nevndarlimir fyri
vali. Hesir vóru Óli
Marner Christiansen og
Finn Kjølbro, ið báðir
vóru afturvaldir.
Nevndin skipaði seg
eftir fundin við Óla
Marneri
Christiansen
sum formanni og Finni
Kjølbro sum næstfor-
manni. Hinir nevndar-
limirnir
eru
Jógvan
Joensen, Álvur Klakk,
Páll Klettskarð, Erling
Petersen, Kristian Martin
Eliasen, Elmar Poulsen
og Sigrun Skálagarð
19,8 milliónir í reiðum
peningi
lógu
eftir
á
kistubotninum hjá Norð-
oyar Sparikassa í fjør og
bjartskygni er yvir vinnu-
lívinum í Klaksvík. Alla-
staðni í býnum er stórt
virksemi og við bryggju-
kant verða dagliga milli-
ónavirði løgd upp á land.
- Eg haldi tó, at vit ríða á
aldutindinum nú. Hetta
kann ikki blíva við. Árið í
fjør var ein sonn gáva til
fiskivinnuna í Klaksvík.
Norðoyar Sparikassi er
tann fyrsti peningastovn-
urin í landinum til at
merkja, tá tað gongur gott í
fiskivinnuni, men sannliga
eisini, tá tað gongur illa,
sigur Eyðfinn Reyðberg,
stjóri í Norðoyar Spari-
kassa.
- Hóast prísurin er nakað
lægri í ár í mun til í fjør, so
hevur ligið stak væl fyri við
fiskiskapinum og úrtøkan
man vera tann sama sum í
fjør og vinna klaksvíkingar
penging, so vinnir bankin
eisini. Tað eru útróðrarbátar
har
manningarparturin
longu nú liggur uppi á
150.000 krónur og hetta var
tað sama sum teir vunnu
fyri eitt heilt ár í fyrru helvt
av nítiárunum, sigur Eyð-
finn Reyðberg.
Og tað er eitt flott úrslit
sparikassin kann vísa á í ár.
Úrslitið er undan skatti er
24,1 milliónir krónum og
eftir skatt 19,8 milliónir
krónur. Hetta eru 25 pro-
sent meira enn í fjør. Hetta
er fjórða árið á rað, at
sparikassin setir egið met
tann rætta vegin.
Endurnýggja flotan
Eyðfinn Reyðberg sigur, at
tað hevur gingið so gott
seinastu árini hjá fiski-
vinnuni í Klaksvík, at vinn-
an hevur fingið dirvi at
endurnýggja
flotan.
Sparikassin er við í fýra
nýbygningum, sum hava
heimstað í økinum, har
Norðoyar Sparikassi virkar.
- Ikki færri enn fýra trol-
bátar til landleiðina verða
bygdir í løtuni til okkara
økið, og teir liggja frá 6-10
milliónir hvør. Bátarnir
verða bygdir í Íslandi. Tveir
skulu til Leivvíkar, ein til
Haraldsunds og ein til
Viðareiðis. Eg rokni eisini
við, at eigararnir á teim
allarbestu útróðrarbátunum
fara at umhugsa at byggja
nýggjar stálútróðrarbátar
um eini tvey ár. Gongdin
hjá hesum bátum hevur
verið so góð seinastu árini,
at teir eru førir fyri tíð og er
tað
nakað
partur
av
fiskiflotanum, sum treingir
til endurnýggjan, so er tað
júst teir størru útróðrar-
bátarnir, sigur Eyðfinn
Reyðberg, sparikassastjóri.
- Vit rokna árið 1994 sum
ár null, tá vit fóru upp í
vinnulívið. Vit hava í dag
nógvar vinnuligar kundar
og rokna eisini við at fáa
fleiri í framtíðini.
Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri:
Nú ríða vit á aldutindinum
Tølini tala hjá
Norðoyar Sparikassa
Herverk er framt á
trettan reklamuskelti,
ið eru á stóra skýlin-
um í Havn. Fleiri
onnur smærri
herverk eru eisini
framd í Havn um
vikuskiftið
HERVERK
Stefan í Skorini
Aftur
hetta
vikuskiftið
hevur løgreglan fingið
fleiri fráboðanir um her-
verk í Gundadali, eftir at
konsert hevur verið har um
vikuskiftið. Heili trettan
reklamuskelti
á
stóra
skýlinum í Gundadali hava
fingið skaða. Tilsamans
liggja eini tjúgu metrar av
skeltum við vøllin. Løg-
reglan sigur, at slík skelti
kosta 500 krónur fyri met-
urin. Harumframt er her-
verk framt á ein bil, ið stóð
parkeraður nærhendis.
Fleiri onnur herverk eru
eisini meldað til løgregl-
una. Eitt nú kann nevnast,
at ein stórur steinur varð
tveittur í stóra sýnis-
gluggan í Samvinnufelag-
num
á
Bryggjubakka.
Felags fyri øll herverkini
er, at løgreglan ikki veit,
hvørjir gerningsmenninir
eru.
Annars verður sagt frá
einum sera friðarligum
vikuskifti kring landið.
Reklamuskelti brotin
Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri
Vágs Býráð ætlar at
fáa avtalu í lag við
hagarnar um at keypa
alla mølina á norðara
armi
VÁGUR
Áki Bertholdsen
Vágs Býráð fer nú at taka
upp samráðingar við hag-
arnar í býnum um at keypa
mølina.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri, sigur,at endamálið er
at keypa alla mølina fram-
við øllum Vágs Firði, heilt
frá Marknoyri, uttast í
bygdini norðanfyri, líka
suður í Ónavík í Lopra á
syðra armirnum á fjørðin-
um.
Hetta er í veruleikanum
eitt stórmál, tí talan er um
nógvar hagar.
Annars er støðan tann, at
hvørja ferð, kommunan
skal byggja út niðri við
sjóvarmálum, er tað neyð-
ugt at taka upp samráðinar
við hagarnar um gjald fyri
tann partin av mølini, ið
byggingin fevnir um. Hetta
førir nógv roks við sær,
bæði fyri hagarnar og fyri
kommunurnar
Mølin, sum her er talan
um, er tann mølin, sum er
munurin ímillum flóð og
fjørðu, og tað er tí ymiskt,
hvussu nógv talan er um,
alt eftir, hvar í mølini, tú ert
staddur, summastaðni er at
kanna ongin munur, men
har sandstrond er, er mun-
urin heldur størri.
Hagarnir hava fyrrvenst
sær til kommuna fyri at fáa
eina
heildaravtalu
um
fjørðina.
Á býráðsfundi herfyri
samtykti Vágs Býráð at
taka upp samráðingar við
hagarnar um at keypa
mølina. Býráið hugsar sær
at semjast við hagarnar um
ein samlaðan prís, sum so
verður avdrigin yvir eini 10
ár.
Hetta fer at bera í sær, at
hvørja ferð, kommunan
skal byggja út, verður tað
óneyðugt at samráðast um
tann partin av fjørðini, sum
byggingin fevnir um.
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
Tey bæði kommunufe-
løgini, sum eru Føroya
Kommunufelag
og
Kommunusamskipan
Føroya, eru nú farin
undir at skipa eitt felags
arbeiðsgevarafelag.
Í løtuni hava tey bæði
feløgini hvør sítt ar-
beiðsgevarafelag og tað
verður mett at vera sera
óheppið, tá ið samráð-
ingar um kommunal mál
eru fyri.
Og sum fleiri og fleiri
málsøki verða løgd út til
kommunurnar, er ikki
annnað væntandi, enn at
kommunurnar
verða
størri og størri partur av
arbeiðsmarknaðinum og
tí ræður um hjá teimum
at vera væl skipaðar.
Higartil hevur Føroya
Kommunufelag havt eitt
arbeiðsgevarafelag, ið
nevnist Føroya Komm-
unala
Arbeiðsgevara-
felag og Kommunu-
samskipan Føroya hevur
havt eitt felag, ið nevn-
ist. Kommunala Ar-
beiðsgevarafelagið.
Men nú hevur verið
arbeitt við eitt stovna eitt
felag, ið skal umfata
allar kommunurnar.
Ein bólkur við um-
boðum fyri Kommunu-
felagið og kommunu-
samskipanini
hevur
arbeitt í eina tíð við
málinum og nú er eitt
uppskot til reglugerð
send kommununum til
góðkenningar.
Samstundis skal áset-
ast, hvussu útreiðslurnar
til felagið skuldi býtast,
og tað verður so, at hvør
kommuna betalir áleið
eftir fólkatalinum.
Eftir ætlanini skal
nýggja felagið eita KAF,
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Kommufelagið
og
Kommunusamskipan
Føroya skulu so velja
hvør
síni
umboð
í
nevndina í KAF, men
hvussu býtið verður, er
ikki endaliga greitt.
Bæði
kommunufe-
løgini hava áður sam-
ráðst saman, men nú
verður samstarvið so-
statt formliga skipað.
– Eg havi ongantíð
havt serligar ætlanir
um at gerast
politikari, og tað er
langt síðani, at eg
gjørdi av, at eg fór
ikki at stilla upp til
løgtingsvalið, sigur
Óli Holm, lands-
stýrismaður
LØGTINGSVAL
Áki Bertholdsen
Nú teir politisku flokkarnir
so smátt eru farnir at leggja
seinastu hond á valevnis-
listarnar til løgtingsvalið í
apríl, er tað í hvussu so er
greitt, at ein av landsstýris-
monnunum ikki verður at
síggja í løgtinginum eftir
valið.
Tað er Óli Holm í Vági,
sum er landsstýrismaður í
mentamálum fyri tjóð-
veldisflokkin.
Suðuroyar
Tjóðveldis-
felag gjørdi sín lista til
løgtingsvalið lidnan sunnu-
kvøldið og Óli Holm er ikki
á listanum yvir tey sjey
valevnini, sum skulu royna
at endurvinna tjóðveldinum
umboð
í
Løgtinginum
næsta valskeið.
Upprunaliga
var
Óli
Holm skotin upp at vera
valevni, men hann tók ikki
av.
–Tað er langt síðani, at eg
tók avgerð um, at eg ikki
skuldi stilla upp til løg-
tingsvalið, sigur hann.
Hann sigur, at í Suður-
oynni hevur tjóðveldis-
flokkurin tað skipan, at
tvey valevni skuldi finnast í
Vági.
– Og tá ið so bæði
valevnini, sum stillaðu upp
seinast, eisini høvdu hug at
stilla upp aftur hesuferð,
dugi eg ikki at síggja nakra
sum helst orsøk til broyta
tað, sigur Óli Holm.
Tey bæði valevnini eru
Hergeir Nielsen, løgtings-
maður og Jógvan Krosslá,
borgarstjóri.
Ongin treyt
Annars vóru tað mong sum
mettu, at tá ið Óli Holm
varð landsstýrismaður í
mentamálum, var tað við tí
fyri eyga, at hann skuldi
halda fram í politikki og at
landsstýrissessurin mest at
rokna sum ein fyrireiking
til at hann eisini skuldi
stilla til løgtingsvalið. Tað
er nevniliga ikki ókent, at
ein av orsøkunum, sum
viga, tá ið flokkar velja sær
ávís fólk í Landsstýrinum,
er júst, at í Landsstýrinum
skulu tey fáa høvi at styrkja
støðu sína til eitt komandi
løgtingsval.
Men so er ikki í hesum
føri, sigur Óli Holm.
– Tá ið flokkurin heitti á
meg um at gerast lands-
stýrismaður, var onki tosað
um løgtingsval. Tað var
ongin treyt frá flokkinum
um, at eg skuldi stilla upp
til løgtingsval. Og tá ið eg
tók av, var tað ongantíð við
tí fyri eyga at eg skuldi
halda fram í politikki.
Óli Holm leggur afturat,
at tá ið hann heldur ikki
havt serstakan hug til at
koma upp í politikk, var
avgerðin um ikki at stilla
upp, ikki tann truplasta,
hann hevur tikið.
Tá ið Óli Holm ikki
hevur serstakan áhuga fyri
at gerast politikari, er tað
ikki tí, at hann ikki hevur
áhuga fyri politikki annars,
tí tað hevur hann. Men tað
eru nógvir mátar at útinna
politikk uppá og Óli Holm
hevur hevur arbeitt innan-
floks í tjóðveldisflokkinum
í eini 10 ár í aðalstjórn
floksins og hevur tí verið
tætt uppat, og kennir tt í til
politiskt arbeiði innan í frá.
Óli Holm fær sostatt ikki
meiri enn snøgt sagt eitt ár
í landspolitikki.
Men at umsita mentamál
hevur verið eitt spennandi
starv við stórum avbjóðing-
um. Hann sigur, at størsta
málið, sum er avgreitt í
hansara stjórnartíð, var, at
útbúgvingarverkið
var
yvirtikið.
– Tíverri eydnaðist ikki
at yvirtaka fólkakirkjuna í
hesum umfari, men tað
arbeiðið
heldur
fram.
Samstundis er skjøtil settur
á arbeiðið at gera eina
nýggja læraraútbúgving, so
at hon verður ein hægri
útbúgving á BA-støði. Hesi
bæði málini verða tvær
stórar
avbjóðingar
hjá
næsta
landsstýrismann-
inum í mentamálum.
–
Tíverrið
eydnaðist
heldur ikki at loysa trætuna
um skúlan í Trøllanesi, men
í tí málinum er lands-
stýrismaðurin í teirri støðu,
at hann hevur heilt einfalt
ikki heimild at skera ígjøg-
num, tí hetta er eitt mál, ið
liggur hjá kommununum.
Aftur í skúla
Eftir summarfítíðina fer Óli
Holm
sostatt
aftur
í
borgarliga starv sítt, sum er
at vera varaskúlastjóri í
Vági.
Men hevði hann so sagt,
um
tjóðveldisflokkurin
einaferð enn heitti á hann
um at taka við landsstýris-
sessi.
– Skuldi tað hent, at
flokkurin heitir á meg
einaferð afturat, fari eg
sjálvsagt at umhugsa tað,
sigur Óli Holm.
Ætla at semjast
um eitt felag
Óli Holm tekur
seg úr politikki
SUÐUROY
Áki Bertholdsen
Tjóðveldisflokkurin
í
Suðuroy er liðugur við
uppstillingina til løg-
tingsvalið í apríl. Á
listanum eru sjey val-
evni. Tey, sum fara at
stilla upp fyri tjóðveld-
isflokkin í Suðuroy, eru:
Gestur Hovgaard,
samfelagsfrøðingur,
Klaksvík
Maibritt í Hørg,
húsmóður, Sumba
Jógvan Krosslá,
borgarstjóri, Vágur
Martin í Nesi,
málarameistari, Hvalba
Hergeir Nielsen,
løgtingsmaður, Vágur
Rúni Nielsen,
sølumaður, Tvøroyri
Ólavur Rasmussen,
prestur, Tvøroyri
Lesarin hevur ivaleyst
lagt til merkis, at Óli
Holm, landsstýrismaður
tjóðveldisfloksins
í
mentamálum, er ikki á
listanum, hóast hann er
vágbingur. Tað hava vit
tosað við landsstýris-
mannin við aðrastaðni
her á síðuni. Vert er
eisini at leggja til merk-
is, at tað eina valevni,
Gestur Hovgaard, býr í
Klaksvík, men hann
hevur røtur í Suðuroy, tí
hann er hovbingar.
Av hesum valevnun-
um, eru tey trý nýggj á
listanum,
tí
hvørki
Gestur Hovgaard, Mart-
in í Nesi, ella Rúni
Nielsen, hava stillað upp
áður.
Tjóðveldið í Suðuroy
til reiðar
Ætla at keypa alla mølina
Tað er langt síðani at Óli
Holm, landsstýriusmaðurtók
avgerð um, at hann fór ikki
at stilla upp til løgtingsvalið í
apríl Og tað er ikki truplasta
avgerð, hann hevur tikið
Vágs Býráð ætlar nú at keypa alla mølina framvið Vágs Firði
C
M
Y
K
5
4
fráferð: 22. ella 29. mars
Íroknað prísin er:
Ferðin fram og
aftur við Norrönu
í 4-koyggjukamari
og uppihald
á staðnum í 7 nætur.
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
Frítíðaríbúðir/Summarhús:
Hotel:
úr
5.595,-
- Ålborg
úr
3.795,-
úr
3.350,-
Hotel Excelsior
- Keypmannahavn
fyri hvønn,
við
2 ferðandi
í bilinum
PÁSKATILBOÐ
PÁSKATILBOÐ
E-mail: booking@smyril-line.fo
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
Dansk Folkeferie
Park Hotel
2
fyri1
ferðist tvey
gjaldið fyri ein!
2.990,-
2.990,-
galdandi
til og við
3. mai 2002
bara
Tilboðið er
fyri túrin
fram & aftur
við bili
í 2-koyggjukamari
v. WC/bað
Danland
&
2 vaksin
2 børn í bili
Frítíðaríbúðir/Summarhús:
&
2 vaksin
2 børn í bili
úr
4.495,-
team85