týsdagur 26. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
7
Fríggjakvøldið varð
fyri fyrstu ferð eitt
tónleikafelag sett á
stovn í Klaksvík.
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Meðan kavin
leikaði á uttanfyri, sótu
umleið 30 tónleikaáhugaðir
klaksvíkingar inni í fjálgu
býráðshøllini. Orsøkin var,
at júst hetta kvøld skuldi
eitt tónleikafelag fyri fyrstu
ferð setast á stovn í Klaks-
vík.
Endamálið við hesum
felagi er fyrst og fremst at
fáa eitt meiri virkið tón-
leikaumhvørvi. Tað merkir
at skipa fyri fleiri tiltøkum,
fleiri konsertum og fjøl-
broyttari tónleikavirksemi
annars.
Fyribils nevnd sett
Ì byrjanini av fundinum
fingu fólk høvi til at tekna
seg sum lim hjá felagnum,
og vísti seg at vera stórur
áhugi fyri hesum. Heili 27
fólk teknaðu seg sum lim,
og var hetta nærum alt
fólki, ið var til staðar.
Síðani skuldi ein fyribils
nevnd setast.
10 uppskot til val av
nevnd vóru skotin upp, og
av hesum 10 skuldu 5
veljast. Atkvøðuseðlar vóru
býttir út til limirnar, og eftir
uppteljingina varð greitt, at
Gulli Johannesen, Hans
Juul Nystrøm, Leivur Vital-
is, Jan Gardar og Òlavur
Simonsen skuldu manna
hesa
nevnd.
Eykalimir
gjørdust Oddur Olsen og
Lois Poulsen.
Uppgávan hjá nevndini
er so at seta eina fyribils
endamálsorðing, eina fyri-
bils reglugerð og at finna
eitt navn til felagið. Hetta
skal síðan verða lýst á
einum aðalfundi skjótast
gjørligt.
Tørvur á slíkum felagi
Ì seinastu viku skipaðu
fyrireikararnir fyri einum
kunnandi fundi viðvíkjandi
stovnan av einum tónleika-
felag í Klaksvík.
À hesum fundi gjørdist
greitt, at tónleikarar í Norð-
oyggjum uttan iva hava
brúk fyri einum slíkum
felag.
Sum er, hevur tónleikurin
alt ov vánaligar karmar,
venjingarhølini eru ov fá,
og møguleikarnir fyri at
framføra sín egna tónleik
eru so at siga ikki til staðar.
Endamálið hjá felagnum
er at broyta hetta, og annars
verða við til at menna um-
støðurnar her norðuri.
Samstarv við Grót
Tað var tónleikasamtakið
Grót, ið saman við øðrum
skipaði fyri hesum fundum.
Grót varð sett á stovn í
Eysturoynni í 1998, og
hevur samtakið gjøgnum
tíðina havt stór árin á tón-
leikalívið har um leiðir.
- Eitt tónleikafelag ger
lívið so øgiliga nógv lættari
hjá einum tónleikara, sam-
stundis sum felagið eisini
ger, at tónleikurin mennist
og gerst fjølbroyttari.
Og eftir fundin í kvøld
meti eg avjørt, at fortreyt-
irnar eru til staðar fyri at
fáa eitt virkið felag her
norðuri. Fólk vístu stóran
áhuga fyri felagnum, og
eisini býráðið sýntist vilja
hava eitt felag sett á stovn,
greiddi Jón Tyril, formaður
í Grót frá.
- Vit í Grót eru sera
fegnir um, at enn eitt felag
er sett á stovn. Vit høvdu
ikki orku til eisini at taka
okkum av Klaksvíkini, men
hildu at klaksvíkinginar
ístaðin áttu at havt sítt egna
felag. Og vit eru heilt væl
nøgdir við úrslitið í kvøld;
vit vænta okkum nógv at
hesum felagi, segði Jón at
enda.
Ætlanir eru eisini um at
seta á stovn eitt tónleika-
felag í Havn, og skulu hesi
trý feløg samstava um
ymisk viðurskifti. Hetta
verið seg at skipa fyri
skeiðvirksemi, senda bólk-
ar úr einum øki í annað og
eisini at fáa nakrar virknar
tónleikapallar í Føroyum.
Tónleikafelag sett á stovn í Klaksvík
Leygarkvøldið fór
fyrsta umfarið av
Ársins Songrødd 2002
av bakkastokki í
Badmintonhøllini í
Havn Vinnarir av
hesum umfarinum
gjørdust 20 ára gamla
Krsitley Hansen og 16
ára gamla Lena Maria
Ellingsgaard
ÁRSINS SONGRØDD
Ragnhild Ellingsgaard
Yvir 500 fólk høvdu leitað
sær inn í Badmintonhøllina
leygarkvøldið fyri vita,
hvørjir fyrstu finalistarnir
til Ársins Songrødd í 2002
fóru at verða.
Luttakarnir vóru 9 í tali,
og skuldu 2 finalistar finn-
ast. Hesir skulu saman við
øðrum kappast um heitið
sum Ársins Songrødd 2002
í finaluni, sum verður hild-
in tann 29. juni. Navnframi
James Olsen er ein av fyri-
reikarunum aftanfyri tiltak-
ið, og hevur hann eisini
leiklut sum frásøgumaður.
Við øðrum orðum greiðir
hann frá, hvat hendir á
pallinum, og meðan stigini
verða tald upp, gevur hann
eisini sítt ískoyti á pall-
inum.
Fyrstu finalistarnir
funnir
Kappingin er skipað á tann
hátt, at 4 dómarar eru til
staðar, sum meta um sang,
framførslu og eisini sereyð-
kenni hjá luttakarinum. Teir
geva so stig fyri hetta, men
áðrenn uppteljingin gerst
endalig, sleppa áhoyrarnir
eisini at siga sína meining.
Atkvøðuseðlar verða býttir
út millum áhoyrarnar, og
telja hesar atkvøður tilsam-
an eins nógv og ein dóm-
araatkvøða.
Tá øll hesi stig eru tald
upp, gerst greitt, hvør
sleppur víðari til finaluna.
Á fyrsta plássi leygar-
kvøldið legðist 20 ára
gamla Kristley Hansen,
meðan 16 ára gamla Lena
Maria Ellingsgaard lá á
einum øðrum plássi. Hesar
báðar sleppa sostatt víðari
til finaluna.
Fleiri umfør
Skipað verður fyri fleiri
umførum í øllum landinum,
og er longu nærum fult
teknað til øll umførini.
Ì Havn kom luttakaratalið
so langt upp, at fyrireikar-
arnir valdu at skipa fyri
tveimum umførum einans í
Havn.
Annars
verður
eisini
skipað fyri umførum í
Klaksvík, á Kambsdali, í
Vági og í Hvalba.
Næsta umfarið verður
longu tann 2. mars, og
verður tað í Hvalba.
Vinnarin 10.000
krónur
Tann 29. juni í ár verður
finalan skipað í Badmin-
tonhøllini í Havn, og skulu
tveir finalistar frá hvørjum
umfari tá kappast um heitið
sum
Ársins
Songrødd
2002.
Vinnarin av øllum hesum
umførinum fær, umframt
heiðurin, eisini handað eitt
gávukort áljóðandi 10.000
krónur,
meðan
Føroya
Banki letur nummar tvey
eitt gávukort á 5.000 krón-
ur.
Stórur áhugi
Frá fyrireikarunum frætta
vit, at stórur áhugi er fyri
tiltakinum í ár. Miðalald-
urin á luttakarunum er
hækkaður í mun til seinasta
ár, og teir flestu hava vant
nógv, áðrenn teir traðka á
pallin. Hetta er ein stór
broyting í mun til undan-
farin ár, tá Ársins Songrødd
meir
hevur
verið
eitt
stuttligt upplivilsi heldur
enn ein verulig kapping.
- Tey flestu, sum hava
meldað seg til, eru við fyri
at vinna, og tað merkja vit
eisini, siga fyrireikararnir.
Kappingin um Ársins Songrødd 2002 byrjað
Hesi vóru millum tey fyrstu at tekna seg sum lim hjá nýggja
felagnum
Um 30 tónleikaáhugað vóru
til staðar hetta kvøldið
Ísraelski sendiharrin í
Danmark, Carmi
Gillon, kemur møgu-
liga til Føroya á vitjan
eins og sendiharrin,
ið sat undan honum
SENDIHARRAVITJAN
Stefan í Skorini
Felagið »Vinir Ísraels í Før-
oyum« hevur havt samband
við nógv umrødda ísraelska
sendiharran í Danmark,
Carmi Gillon.
Formaðurin í felagnum,
Dánjal Poulsen, væntar, at
sendiharrin møguliga fer at
leggja leiðina til Føroya.
Enn er eingin almenn
innbjóðing send Carmi
Gillon, men felagið hevur
havt samband við hann, og
eingin ivi er um, at hann er
hugaður at koma henda-
vegin.
Rok í Danmark
Mikið rok stóðst, tá Carmi
Gillon tók við starvinum í
Danmark í september í fjør.
Orsøkin var, at hann hevði
sagt, at hann tók undir við
at leggja trýst á fangar
undir avhoyringum.
Hann varð ein einum
politikara meldaður til løg-
regluna, sum tó einki gjørdi
við málið.
Carmi Gillon starvaðist í
fleiri ár innan GSS (Gene-
ral Security Service), ið
eisini er kent sum SHA-
BAK. Hetta er trygdartæn-
astan í Ísrael og hevur anti-
yvirgangsvirksemi
í
fremstu røð. Hann var
leiðari í GSS í árunum
1995-96.
Í 2000 varð hann settur
sum leiðari fyri Peres-
miðstøðini fyri Friði, og
síðani er hann vorðin sendi-
harri í Danmark.
Carmi Gillon áhuga at koma til Føroya
29 ára gamli maður-
in, ið hósdagin fekk
eitt ára treytaleysa
fongsulsrevsing fyri
at hava smuglað hassj
og kokain, starvaðist
sum flogtænari hjá
Atlantic Airways.
Stjórin í flogfelagnum
sigur, at hann og tey í
felagnum kenna seg
misnýtt í óreiðiligum
virksemi
SMUGLING
Stefan í Skorini
Tá ákæruritið móti mann-
inum, ið var ákærdur fyri
smugling, varð lisið upp í
Føroya Rætti hósdagin,
legði ákærin dent á, at
smuglingin var farin fram
við flogfari.
Orsøkin til tað var, at
maðurin í hesum tíðar-
skeiðnum starvaðist sum
flogtænari hjá Atlantic Air-
ways, tí almenna føroyska
flogfelagnum.
Tann ákærdi játtaði at
hava smuglað tvey kilo av
hassji og 54 gramm av
kokaini og varð dømdur til
eitt ár handan rimar.
Ákæruritið hevði tríggjar
ákærur. Tann fyrsta var, at
maðurin einaferð í 2000
hevur smuglað eitt kilo av
hassji. Tann næsta var, at
hann á vári ella á sumri í
2001 hevur smuglað hálvt-
annað kilo av hassji. Mað-
urin játtaði bara at hava ført
eitt kilo til Føroya í hesum
førinum. Triðja ákæran var,
at maðurin hevur smuglað
63 gramm av kokaini í ein-
um tíðarskeiði frá mið-
skeiðis í 2000 til september
2001. Maðurin játtaði bara
at hava smuglað 54 gramm
av kokaini, og dómarin tók
frágreiðingina hjá tí ákærda
til eftirtektar.
Maðurin tók við dómin-
um og fór beinanvegin inn
at sita.
Kennir seg misnýttan
Sosialurin fekk fatur í
Magna Arge, stjóra í Atlan-
tic Airways, og setti honum
spurningin, um hann kennir
seg misnýttan.
– Ja, tað kann eg siga, at
vit kenna okkum misnýtt í
hesum málinum. Starvs-
fólkið hjá okkum fær eitt
stórt álit litið uppí hendi.
Tað er tí greitt, at vit kenna
okkum misnýtt, so tað
stendur eftir í. Viðkomandi
hevur forbrotið seg móti ar-
beiðsplássinum og ímóti
sínum starvsfeløgum, sigur
Magni Arge.
Hann sigur annars, at tey
í felagnum taka hetta málið
sera álvarsamt, tí tað er um-
ráðandi hjá teimum at hava
gott samstarv við allar
myndugleikar á økinum.
Felagið væntar av teirra
starvsfólki, at tey halda all-
ar galdandi reglur.
Flogtænarin var í starvi
hjá Atlantic Airways til
summarflúgvingin endaði á
sumri 2001. Magni Arge
sigur, at orsøkin til upp-
søgnina als einki samband
hevði við smuglingina, tí
hetta var hann ikki vitandi
um tá.
Tað var ikki fyrr enn 16.
januar, tá maðurin varð
tikin eftir umfatandi húsa-
rannsóknir, at tey í felagn-
um fingu frænir um tað iva-
sama virksemið.
Øll verða kannað
Elsa Brimvík, leiðari á toll-
eftirlitinum á flogvøllinum,
sigur, at øll koma undir
sama eftirlit í tollinum á
flogvøllinum.
– Starvsfólk á flogførun-
um verða kannað eins og
øll onnur vanlig ferðafólk,
sigur Elsa Brimvík og legg-
ur afturat, at tað ikki liggur
betur fyri hjá einum slíkum
starvsfólki at smugla enn
hjá øðrum.
Tað skerst tó ikki burtur,
at eitt starvsfólk á einum
flogfari hevur góðar for-
treytir at leggja slíkt virk-
semi til rættis.
Magni Arge sigur, at av-
leiðingin av hesum er, at
tey kanska vera eitt sindur
meira varin við slíkum í
framtíðini. Hann leggur
annars afturat, at hann hev-
ur fult álit á núverandi
starvsfólki, og hann er
sannførdur um, at hetta
bara hendir einaferð.
Flogtænari nýtti Atlantsflog
til narkosmugling
Ein flogtænari hjá Atlantic Airways nýtti arbeiðsplássið til at smugla hassj og kokain til Føroyar. Maðurin játtaði seg sekan og
tók við dóminum. Magni Arge, stjóri, sigur, at felagið kennir seg misnýtt
Carmi Gillon hevur áhuga at koma til Føroyar. Enn er tó
eingin innbjóðing send honum
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
OG FLEIRI AÐRAR
BRÚKTAR BILAR SO
HYGG INN Á GÓLVIÐ OG
FÁ EITT GOTT TILBOÐ
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 100.000, árg.sept. 1999
158.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 20.000, árg. sept. 1999
153.000,-
Citroen Xantia
Exclusive 3,0 V6
km. 62.500, árg. juni 1998
165.000,-
Seat Cordoba 1,9 SDi
STC. 5H
km. 35.500, árg. Aug. 1999
125.000,-
VW LT31
vøruvognur
km. 148.000, árg. okt. 1993
55.000,-
Peugeot 306 D
4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
Ford Escort 1,8D
CLX 4H
km. 187.000, árg. nov. 1995
45.000,-
Hyundai Accent 1,3
LS 5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Ford Escort
1,8i 16V 5H
km. 80.000, árg. juli 1996
70.000,-
Mazda E2200
Vøruvognur
km. 91.500, árg. mar. 1997
95.000,-
Sýnaður 06'01
Sýnaður 06'01
v/ mvg
Mitsubishi Lancer
1,5GLXi 5H
km. 118.000, árg. juni 1992
Sýnaður 12'01
Mitsubishi L300
2,5D Vøruvognur
km. 161.000, árg.juni 1994
75.000,-