týsdagur 26. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
9
– Uppi á landi eru øll
møgulig krøv um
trivnað. Vit hava ar-
beiðseftirlit, trygdar-
nevndir o.a., sum
skulu ansa eftir, at
arbeiðsumhvørvið er
í lagi. Men umborð á
okkara fiskiskipum
eru eingi krøv um, at
fiskimenn skulu ar-
beiða undir góðum
umstøðum, segði
Rúna Sivertsen, tá ið
málið um broytingar
í lógini um vinnulig-
an fiskiskap var til
viðgerðar á tingi
fríggjadagin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Løgtingskvinnan í Norð-
oyggjum nam við spurn-
ingin um arbeiðsumstøð-
urnar umborð á okkara
skipum og bátum. Hon
segði seg serliga hava tey
skip í huga, sum royna und-
ir Føroyum, ísfiskaskipini
og útróðrarbátarnar og helt
ikki, at ein betran av um-
støðunum nýtist at merkja,
at veiðitrýstið økist.
– Tað er eingin logikkur í
at halda, at tað er støddin á
toilettunum umborð sum
avger, hvussu nógv skipið
ella báturin fiskar, vísti hon
á.
Slítast upp fyri tíðina
– Øll møgulig krøv eru um
arbeiðsumstøður og trivn-
að, tá ið ræður um arbeiðs-
pláss á landi – og ikki
minst, tá ið nýbyggingar
verða gjørdar. So og so
høgt skal vera millum loft
og gólv, útluftingin skal
vera í lagi, og gjóstur má
ikki vera. Tilfar, sum er
ringt fyri heilsuna, eitt nú
asbest og annað, verður
skift út ella klætt við øðrum
tilfari. Nógv hóvasták verð-
ur gjørt fyri at tryggja ar-
beiðsfólki uppi á landi góð-
ar umstøður og trivnað.
Rúna vísti á, at tá ið ræð-
ur um okkara sjófólk og tá
serliga teir, sum eru í ber-
andi ísfiskavinnuni undir
Føroyum, eru eingi krøv
um arbeiðsumstøður og
rúmligheit umborð á hesum
skipum og bátum.
– Hesir menn eru ringast
fyri. Teir slíta seg upp langt
fyri tíðina, tí umstøðurnar,
teir arbeiða undir, í nógv-
um førum eru so vánaligar.
Løgtingskvinnan segði, at
menn,
sum
ynskja
at
byggja sær størri og betri
skip og bátar, fáa ikki loyvi
til tess, uttan so, at teir
keypa annað skip og koyra
tvey út fyri eitt.
– Men eg haldi ikki, at
støddin á skipum og bátum
eigur at vera nøkur forðing
fyri góðum umstøðum, tí til
ber at stýra veiðini í aðrar
mátar, helt Rúna.
Avmarkaður
reiðskapur
Løgtingskvinnan reisti eis-
ini spurningin, hví so fáir
fiski- og útróðrarmenn tosa
um umstøðurnar umborð.
– Ilt er at siga, hví so er,
men kanska vilja teir ikki
grenja – ella bera teir ótta
fyri at verða koyrdir í land,
um teir gera ov nógv burtur
úr.
Ístaðin fyri at avmarka
skip og bátar í stødd, helt
hon, at tað hevði verið liði-
ligari í størri mun at framt
avmarkingar í reiðskapin-
um heldur.
– Ein bátur, sum er so og
so stórur, hevur ikki pláss
fyri meiri enn einum ávís-
um tali av snellum. Tað er
eisini avmarkað, hvussu
nógvir stampar rúmast um-
borð.
Rúna vísti á, at til ber at
avmarka veiðinøgdina við
t.d.: 1. tali av fiskidøgum,
2. tali av gørnum, 3. tali av
stampum, 4. tali av snellum
og 5. stødd á troli og stødd
av meskum. Veðurlag og
streymviðurskifti er í sjálv-
um sær eisini ein avmark-
ing hjá teimum smærru
skipunum og bátunum
Hon helt, at verða av-
markingar framdar á henda
hátt, átti tað at verið nóg
mikið.
Hvar er logikkurin?
– Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, Jørgen
Niclasen, sigur, at loyvi
kann ikki gevast til størri
skip, tí hesi eru effektivari
enn tey smærru. Tá ið eg so
skjóti upp at fremja av-
markingar í reiðskapi, sigur
landsstýrismaðurin, at so
missa skipini møguleikan
at effektivisera seg. Tí
spyrji eg: Hvar er logikkur-
in?
Løgtingskvinnan
helt
ikki, at argumentið um, at
størri skip fáa roynt í verri
veðri heldur yvir ein kamb.
– Hugsa vit um útróðrar-
vinnuna og taka ein 40 og
ein 50 tonsara sum dømi,
so fiska hesir bátar í sama
veðri. Munurin er bert tann,
at teir, sum eru á tí størra
bátinum, hava betri um-
støður enn hinir. Hetta veit
eg frá royndum útróðrar-
monnum, segði Rúna Siv-
ertsen, sum annars heitti á
vinnunevnd løgtingsins og
myndugleikarnar
annars
um at taka spurningin um
trivnaðin umborð á skipum
og bátum í størsta álvara.
Ellef Ellefsen sigur, at
fyritøkan, Seiglu ehf. í
Reykjavík hevur hig-
artil bygt 4 bátar.
Virksemið byrjaði
fyri 10 árum síðan, tá
ið fyritøkan átók sær
at broyta bátar fyri
íslendskar útróðrar-
menn. – Her fingu
teir tann kunnleika
og tær royndir, sum
eru grundarlagið fyri
bátaslagnum, teir
byggja í dag, sigur
føroyski umboðs-
maðurin
BÁTASØLA
Vilmund Jacobsen
Ellef Ellefsen, sum er før-
oyingur, men starvast sum
stýrimaður innan íslendsku
loftferðsluna, umboðar eis-
ini íslendskar útróðrarbátar
í Føroyum.
Báturin, sum hann ynskir
at gera vart við í Føroyum,
ber heitið, Seigur 1000.
Hann er 10 metrar langur
og 3 metrar breiður.
Seigur er teknaður og
bygdur
av
fyritøkuni,
Seiglu ehf. Í Reykjavík.
Hetta arbeiði byrjaði fyri
10 árum síðan, tá ið Seiglu
byrjaði at broyta bátar fyri
íslendskar útróðrarmenn.
– Her fingu teir tann
kunnleika og tær royndir,
sum eru grundarlag fyri
bátaslagnum, teir byggja í
dag.
Ellef sigur, at fyritøkan
higartil hevur bygt 4 bátar.
Leveringstíðin er 3 mánað-
ir, eftir at sáttmáli er undir-
skrivaður; tá liggur báturin
í Føroyum.
Skjóttgangandi og
ógvuliga rúmligur
Føroyski umboðsmaðurin
sigur, at tað, sum er koll-
veltandi við júst hesum bát-
inum, er, at hann er skjótt-
gangandi, ógvuliga rúmlig-
ur og sera orkusparandi –
sjálvt við góðari ferð.
– Báturin er soleiðis
bygdur, at honum nýtist
ikki nógva orku til at sigla
skjótt, sigur Ellef, sum tek-
ur eitt dømi fram:
– Tað eru bátar, sum sigla
skjótt. Vit kunnu t.d. taka
ein 33 fóts bát, sum siglir
22 míl tómur, men bert 10
míl við fullari last. Seigur
1000 gongur 26 míl við
fullari last.
Seigur 1000 hevur 450
hk. volvo penta.
Nógv ferð, brennur
lítið
– Báturin er »testaður« við
fullum tanga av olju, 1300
litrum (1050 kg.), 16 kass-
um í lastini (480 kg.) og
800 kg. av gørnum. Við
hesi last sigldi hann 26 míl
og brúkti 2, 4 litrar av olju
fyri hvørja míl ella 62,4
litrar um tíman. Síðan varð
hann lastaður við 2 tonsum
aftrat. Við tyngri last og 26
míla ferð, var oljunýtslan
3,2 litrar fyri hvørja míl
ella 83,2 litrar um tíman,
sigur føroyski umboðsmað-
urin.
Sum dømi um ferðina,
sigur Ellef, at Seigur 1000
hevur hálvan triðja tíma út
á Føroya Banka.
Spurdur, hvat báturin
kostar, nevnir umboðsmað-
urin ikki nakað tal, men
vísir á, at eingin bátur av
somu stødd, er bíligari enn
Seigur 1000.
Umborð á útróðrarbátin-
um eru tvær koyggjur, wc,
bonkur, borð og gasskom-
fýrur.
Íslendski útróðrarbáturin
fæst eisini 11 metrar langur
og 3,2 metrar breiður.
– Fiskurin heldur sær
væl, nú tað er so kalt.
Tí er tað eingin trup-
ulleiki, um fiskur
liggur niðurfyri í
vikuskiftinum, siga
tey í Vestmanna
Vilmund Jacobsen
Hóast vestmeningar ikki
vænta sær nakra landing
fyrr enn í fyrsta lagi hós-
dagin, verða gólvini ikki
turr á virkinum kortini, tí
so nógvur fiskur lá niður-
fyri frá seinastu viku. Og
soleiðis var eisini í vikuni
undan hesari.
Tveir trolarar landaðu í
Vestmanna í síðstu viku;
teir vóru Vesturbúgvin og
Grønanes,
sum
høvdu
umleið 150.000 pund av
upsa í part. Teir høvdu eis-
ini nakað av toski, sum
onnur virki keyptu.
Fram og Vesturbúgvin
landaðu ávikavist í Mið-
vági og á Tvøroyri í síðstu
viku og ein partur av ups-
anum, sum varð landaður í
Miðvági, endaði í Vest-
manna.
-– So, vit høvdu nógvan
fisk í síðstu viku, og nógv-
ur fiskur lá niðurfyri í viku-
skiftinum, sum vit arbeiða í
hesi vikuni.
Heldur sær væl
Í Vestmanna siga tey, at nú
tað er so kalt í veðrinum,
heldur fiskurin sær væl, og
tað er eingin trupulleiki at
arbeiða fiskin í vikuni eftir.
Teir fyrstu dagarnar í
hesi vikuni hevur eingin
landing verið í Vestmanna,
mená virkinum vænta tey,
at okkurt skip kemur inn at
landa seinni í vikuni, tó
neyvan fyrr enn hósdagin.
Upsin, sum trolararnir
fáa, er framvegis smáur.
Fiskimenn slítast upp
langt fyri tíðina
Føroyskur flogskipari í Íslandi:
Umboðar íslendskar
útróðrarbátar í Føroyum
Føroyski umboðsmaðurin, Ellef Ellefsen, sigur, at tað, sum er kollveltandi við Seigur 1000, er, at
báturin er skjóttgangandi, ógvuliga rúmligur og sera orkusparandi – sjálvt við góðari ferð
Vestmeningar vænta skip
seinni í vikuni
Tað er einki, sum
forðar Føroya Tele í at
senda sjónvarpsrásir,
men so leingi Føroya
Tele er alment parta-
felag, sleppur fyritøk-
an ikki sjálv at fram-
leiða sjónvarp og so-
leiðis kappast bein-
leiðis við Sjónvarp
Føroya. Tað sigur Óli
Holm, mentamála-
ráðharri, nú Føroya
Tele ætlar at fara
undir at varpa út
sjónvarp
MIÐLAR
Rúnar Reistrup
Sjónvarp Føroya er einasti
almenni
føroyski
sjón-
varpsmiðilin, og ta støðuna
eiga vit at varðveita og
menna. Tað er greiða støð-
an, ið Óli Holm, menta-
málaráðharri, hevur ført
fram nógvar ferðir síðan
tað kom fram, at Føroya
Tele arbeiðir við einari ætl-
an um at fara undir at senda
sjónvarpsrásir
út
til
landsins borgarar.
Í hesari støðu menta-
málaráðharrans liggur, at
Føroya Tele sum alment
partafelag hvørki sleppur at
framleiða sjónvarpstilfar
ella at gera sína egnu sjón-
varpsrás, uttan at politiski
myndugleikin blandar seg
uppí.
– Eg eri av teirri áskoðan,
at Sjónvarp Føroya, og bert
Sjónvarp Føroya, eigur at
reka sjónvarpsrás í Føroy-
um. Man skal sjálvandi ikki
forða privatum í at gera
sína egnu rás, men frá al-
mennari síðu eigur man
ikki at stuðla øðrum enn
Sjónvarpi Føroya. Um eitt
alment partafelag sum Før-
oya Tele ætlar sær at fara
undir egna sjónvarpsrás,
eigur tað tískil at verða tik-
ið upp politiskt, sigur Óli
Holm, mentamálaráðharri,
ið hevur miðlamál um
hendi.
Digitalt sjónvarp
Sambært stjóranum á Før-
oya Tele, Andras Róin,
liggur tó ongin ætlan á
borðinum í løtuni, sum
kann fáa politiska myndug-
leikan at ressast.
– Í fyrstu atløgu snúgva
okkara ætlanir á sjónvarps-
økinum seg bert um at
senda útlendskar sjónvarps-
rásir, slær stjórin á Føroya
Tele fast, men viðgongur at
fyritøkan sjálvsagt hevur
ymsar framtíðarmøguleikar
í huganum.
– Tað liggja øgiliga nógv-
ir møguleikar í hesum. Dig-
italt sjónvarp liggur úti í
framtíðini og har er tað
nokkso upplagt at vit kunnu
gera okkum galdandi, til
dømis við at kombinera
sjónvarp og internet, men
alt hetta eru óítøkilig hug-
skot, sum ikki gerast aktuel
í bræði.
Sjónvarp loysir seg
ikki
Síðan hann fór frá sum
sjónvarpsstjóri, hevur ein
royndur
maður
innan
miðlaframleiðslu, Tróndur
Djurhuus, verið leiðari á
deildini fyri strategi og
virkismenning á Føroya
Tele. Spurdur um tað
kribblar í fingrunum nú
Føroya Tele fær ræðið á
einum sjónvarpssendineti,
er svarið greitt. Tað ger tað
ikki.
– Sum gamal sjónvarps-
stjóri veit eg hvussu tungt
tað er at reka sjónvarp, og
eg veit at her er eingin ætl-
an upp á tal um at kappast
við
Sjónvarp
Føroya.
Møguliga fer Føroya Tele at
seta eina rás av til info-kan-
al, har vit kunnu upplýsa
brúkarunum um tænastur
og tílíkt, men at gera send-
ingar verður ikki aktuelt,
sigur fyrrverandi sjón-
varpsstjórin avgjørdur.
Stjórin á Føroya Tele er
samdur í at sjónvarpsfram-
leiðsla ikki er attraktiv fyri
fyritøkuna.
– Fyri mær at síggja er
Føroya Tele ein fjarskiftis-
veitari, og okkara uppgáva
liggur soleiðis innan veitan
og ikki framleiðslu. Hartil
kemur at tað neyvan hevði
verið nøkur góð forrætning
at gjørt sjónvarp. Tað lata
vit Sjónvarp Føroya um,
sigur Andras Róin, sjón-
varpsstjóri.
Tað tykist soleiðis ikki
sum at tað fer at elva til
stórvegis trupulleikar, at
Føroya Tele ikki sleppur at
gera sína egnu sjónvarps-
rás.
– Polariseringin í
føroyskum politikki
hevur elvt til ein
keðiligan mistrivna
millum føroyingar,
bæði heima og úti.
Tað heldur yngsti
tingmaður nakrantíð,
Jákup Sverri Kass,
sum ikki stillar upp
aftur til komandi val
VAL
Rúnar Reistrup
Yngsti maður á tingi nak-
rantíð, sjálvstýrispolitikar-
in Jákup Sverri Kass, verð-
ur ikki at finna á uppstill-
ingarlista Sjálvstýrisfloks-
ins til komandi løgtingsval.
Jákup Sverri Kass fekk
næstflestar atkvøður fyri
Sjálvstýrisflokkin í Suður-
streymoyar valdømi, og tá
fyrstvalda Helena Dam á
Neystabø fór í landsstýrið
sum Almanna- og Heilsu-
málaráðharri, tók Jákup
Sverri Kass við sum umboð
á tingi. Her sat hann tey
fyrstu trý árini av val-
skeiðnum, til Helena Dam
á Nestabø noyddist at taka
seg aftur sum landsstýris-
maður og tók við tingsessi
sínum aftur í fjør.
Orsøkin til at ungi sjálv-
stýrispolitikarin hevur valt
at leggja sína politisku lívs-
farleið á ís fyribils, er at
hann í fyrstu syftu hevur
valt at taka útbúgvinga
framum politikkin og er
fluttur til Danmarkar, har
hann tekur útbúgving á
Handilsháskúlanum
í
Århus.
Skuffaður av
formanninum
At rættiligt rok hevur verið
innanhýsis í Sjálvstýris-
flokkinum er øllum kunn-
ugt, og síðan formansvalið,
hevur fyrrverandi formað-
urin í flokkinum og stóri at-
kvøðuslúkarin,
Helena
Dam á Neystabø, mestsum
rikið fyri vág og vind.
Hetta dámar hennara eyka-
manni lítið.
– Eg eri rættiliga skuff-
aður persónliga av at for-
maðurin bar seg soleiðis at,
og eg skilji satt at siga ikki
avgerð hennara um at taka
seg úr flokkinum, sigur
Jákup Sverri Kass, sum
sigur seg ikki ætla stilla
upp fyri annan flokk enn
Sjálvstýrisflokkin, um so er
at hann vendir aftur til før-
oyskan politik.
Kom lítið burturúr
Nú hann lítur aftur á trý ár
sum tingmaður og sam-
gongupartur, heldur hann,
at sitandi samgonga hevur
fingið heldur lítið burturúr.
– Eg upplivdi, at konfr-
ontatiónspolitikkurin, sum
varð førdur fyrstu árini,
blokeraði fyri nógvum av tí
konstruktiva politikki, sum
burdi verið førdur. Alt bleiv
gjørt upp í loysing og ikki
loysing og tað forðaði mill-
um annað effektivt fyri øll-
um slag av samstarvi við
andstøðuna. Vit síggja nú at
hesin politikkur ikki hevur
ført til nakað stórvegis, og
tað er harmiligt, sigur Ják-
up Sverri Kass.
Hann viðgongur at hann
ikki altíð hevur verið heilt
samdur við tí politikki, sum
tann samgongan, hann var
ein partur av, førdi.
– Spurningurin um loys-
ing og samband upptekur
meg ikki so nógv. Eg havi
hóvlig sjónarmið á hasum
økinum. Sjálvandi skulu vit
gerast sjálvbjargin, men eg
haldi at vit hava gingið alt
ov skjótt og harðliga fram.
Úrslitið vit síggja nú er at
polariseringin sum er farin
fram í føroyskum politikki
hevur elvt til ein keðiligan
mistrivnað millum føroy-
ingar, bæði heima og úti.
Roynir at halda
skansan
Uppstillingarlistin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum í Suð-
urstreymoy er enn ikki al-
mannakunngjørdur, og ein
ávísur spenningur valdar
um framtíðina hjá flokkin-
um, nú hvørki fyrst valdi og
næst valdi á suðurstreym-
oyarlistanum á valinum fyri
fýra árum síðan stillar upp-
aftur og tann rokmikla
støðan, sum var í flokkin-
um, uttan iva fer at ávirka
valúrslitið.
Jákup Sverri Kass stúrir
tó ikki fyri framtíðini hjá
flokkinum, tí sum hann sær
støðuna nú, er rættiliga
sannlíkt at Sjálvstýrisflokk-
urin fær í minsta lagi eitt
umboð inn á ting eftir val-
ið. Men hann viðgongur, at
flokkurin má stríðast fyri at
halda skansan.
– At vit fara fram í ting-
mannatali man vera ógvu-
liga ósannlíkt, sigur Jákup
Sverri Kass.
Sjálvstýrisflokkurin
er í einari torførari
støðu nú tað stundar
til val. Maðurin í
Suðurstreymoy er i
vanda, og ein ávísur
ivi er eisini um
mannin í Eystur-
oynni. Sambært
floksformanninum er
ein maður ov lítið
fyri flokkin
VAL
Rúnar Reistrup
Nú hvørki stóri atkvøðu-
slúkarin hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Suðurstreymoy
við seinasta val, Helena
Dam á Neystabø, ella næst-
valdi í valdøminum, Jákup
Sverri Kass, stilla upp aftur
til komandi løgtingsval, er
eitt vakum á uppstillingar-
listanum í Suðurstreymoy.
Ronald Poulsen, ið var
nummar trý á listanum hjá
Sjálstýrisflokkinum í Suð-
urstreymoy við seinasta
val, ásannar, at tað verður
torført at savna eins nógvar
atkvøður í Suðurstreymoy
við komandi val.
– Men vit hava nøkur
nýggj fólk á listanum, sum
vónandi kunnu vera við til
at lyfta byrðuna, sigur Ron-
ald Poulsen, ið ikki kennir
seg vísan í at tað fer at
eydnast at fáa ein mann inn
í Suðurstreymoy. Talan er
um fólk, ið ikki hava gjørt
vart við seg í politikki fyrr,
men onkur er kendur frá
ítrótti og frá vinnulívinum
er tað tættasta vit koma
uppá eina avdúking frá
Ronald Poulsen.
Hann setir sína vón til at
flokkurin fer at klára seg
væl í Norðoyggjum og í
Eysturoynni.
– Gongur tað væl fáa vit
kanska tríggjar valdar, men
gongur tað illa vera vit
helst ov stuttir bæði í Norð-
oyggjum
og
í
Suður-
streymoy, og so fáa vit
kanska bara ein, sigur Ron-
ald Poulsen, ið ikki vil
meta um møguleikan fyri
at flokkurin als ikki verður
umboðaður á tingi eftir
komandi val.
Formaður
Sjálvstýris-
floksins,
Eyðun
Eltør,
verður ikki nøgdur, um
flokkurin bert fær ein mann
á ting.
– Vit fara á val við tí fyri
eyga at varðveita støðuna
við tveimum tingmonnum.
Ein er ov lítið, sigur Eyðun
Eltør.
Uppstillingarlistin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum
í
Suðurstreymoy
verður
klárur seinni í vikuni, og tá
fæst at vita hvør skal royna
at endurvinna tær atkvøð-
urnar, sum Helena Dam á
Neystabø fekk við seinasta
val. Men alt avhongur av
teimum, ið velja.
– Nú mugu sjálvstýris-
fólk reisa seg og fara á val
fyri at tryggja hesum søgu-
liga flokki eina framtíð,
sigur Ronald Poulsen áheit-
andi.
Føroya Tele sleppur ikki at framleiða sjónvarp
Polariseringin hevur elvt til mistrivna Ein er ov lítið
C
M
Y
K
9
8