mánadagur 24. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
12
Sosialurin
Orð og myndir:
Dávur Winther
Veðrið var av tí besta, og
flestu hús í Fugafirði, sum
høvdu eina flaggstong, høvdu
vundið flaggið á stong. Hópin
av fólki úr grannabygdunum
vóru eisini komin í kirkju í
Fuglafirði sunnudagin.
Kirkjan var meir enn full
sett og eisini síðuskipið var
fullsett – við urguna sat í
dag Ragnhard Petersen, sum
legði fyri við preludium. Síð
ani var ein blásitrio, kór og
solosangur. Vinkona Anne
Mette, Eyðbjørg Hansen, ið
eisini hevur sungið saman
við henni í Mpiri, sang solu
uppi við orglið.
Undangongumaður Anne
Mette, dómprósturin, Uni
Næs, skipaði nýggja prest
in í embætið við at lesa upp
skriv frá bispi og lands stýris
kvinnuni
í
menta málum,
Helenu Dam á Neystabø.
Anne Mette er dani, men
hon las prædikutekstin ræð
ið á føroyskum – sjálva præd
ik una helt hon á donskum.
Anne Metta hevur gingið
á Før oya Fólkaháskúla fyri
árum síðan og hevur eisini
sungið við kenda útiseta
kórin um Mpiri, sum setur
stór krøv til kórlimirnar.
Helst tí dugdi Anne Metta
so sera væl at tosa – ella sum
hon segði aftaná, at lesa og
úttala føroyskt. Hetta vegna
føroysku
tekstirnar,
sum
hon hevði sungið við Mpiri.
Maðurin man ivaleyst eisini
hava lagt lag á.
Nýggi presturin í Fugla
fjarðar prestagjaldi hevur
før oyskan mann, Leif Han
sen, ið er ættaður úr Nólsoy.
Leif er kendur urguleikari
í
høvuðsstaðnum,
har
hann mangan hevur ver
ið feriuavloysari. Í Keyp
manna havn hevur hann lisið
tónleik, og var urguleikari
við Samuels kirkjuna, har
før oyingar savnast til guðs
tæn astu.
Saman
við
børnunum
Beintu, fødd í 2004 og Helga,
føddur í 2006, fara tey at
búgva í prestagarðinum á
Mørkini 10 í Fuglafirði.
Eftir
innsetanina
og
prædikuna beyð kirkjuráðið
øllum, sum vóru komin til
hátíðarligu innsetanina til ein
døgurða í krikjukjallaranum.
Her var orðið eisini frítt, har
m.o. Marin Thomsen vegna
kirkjuráðið, Dánjal Vang vegna
Fuglafjarðar Býráð, Ingi bjørn
Eldevig vegna Missi ónshúsið
Tabor
og
Magnus
Brahe
Jørgensen vegna Christ ians
kirkjuna buðu Anne Metta
vælkom nari.
Síðani tók Uni Næs, dóm
próstur orðið og vissaði Anne
Mette, nýggja prestin, um, at
her í Fuglafirði og granna
økinum annars er gott at
vera – Tað kundi hann eisini
siga av royndum sum prestur
í Fuglafjarðar Prestagjaldi í
10 ár.
Ein tignarlig løta í Fugla
firði, har tú millum manna
eisini skilti, at útyvir presta
gerningin, mundi eisini fara
at spretta eitt spennandi
sang og tónleikalív við hes
um nýggja prestaparinum –
hesum, sum Fuglafjørður er
so kendur fyri.
Anne Mette fekk tignarliga móttøku
PRESTAINNSETAN Við gudstænastuna í Fuglafirði sunnumorgunin varð Anne Mette
Greve Klemmesen innsett í kallið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Fuglafjarðar kirkja var fullsett, tá ið Anne Mette Greve Klemmesen varð innsett