Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Eyðfinnur Jacobsen, sum bæði er bústjóri í trota bú­ num eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, væntar, at freistin at bjóða upp á ognir­ nar fer at verða longd nakr­ ar dagar. Freistin er sett til 31. januar, men bústjórin vænt­ ar, at freistin helst verður longd einar 10 dagar ella so. Orsøkin er, at tað tekur longri tíð enn væntað at virðis meta virkini, sum eru í trotabúnum. Tað er Skifti­ rætt urin, ið hevur sett fólk til at virðismeta ognirnar kring landið. Hinvegin eru tey seks skip ini í Faroe Fish 2, Heykur, Falk ur, Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur virðismett til 170 miljó nir krónur. Umframt tey seks skip­ ini í Faroe Fish 2, eigur trota búgvið umleið 2/3 av ís fiska trolar unum, Jaspis og Ametyst og helmingin í felag num sum eigur djúp­ vatns trolaran, Ednu. Alt kann seljast Eyðfinnur Jacobsen sigur, at Jaspis og Ametyst eru lýstir til at verða seldir á tvingsil­ ssølu hin 12. apríl, og í hesum førinum er tað ein kreditt or­ ur, sum hevur kravt skipini seld. Ognirnar hjá Faroe Fish 2, sum altso eru teir seks nevn du ísfiskatrolararnir, eru lýstar at verða seldar á tvingsilssølu hin 11. apríl. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at allar ognirnar kunnu keyp ast, um avtalur eru gjørd ar um sølu, áðrenn freist ir nar renna út, men er eing in avtala, sum partarnir eru nøgdir við, fara ognirnar á tvingsilssølu. Stórur áhugi Eyðfinnur Jacobsen sigur, at stór ur áhugi er fyri ognunum hjá trotabúnum, bæði fyri skip um og virkjum. Nógv hava spurt seg fyri, bæði úr Før oyum og uttanlands, og onk ur boð eru longu komin. ­ Málið hjá okkum sum bú stjór um er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – uttan mun til, um tær verða seld ar undir einum ella í fleiri pørtum. Hann sigur, at ognirnar skulu seljast innan hálvan trið ja mánaða, men eydn ast tað ikki, fara tær á tvingsils­ sølu, sigur Eyð finn ur Jacob­ sen, bústjóri. vilmund@sosialurin.fo Tekur tíð at virðismeta fiskavirkini FREIST Freistin at bjóða upp á ognirnar í búnum eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, sum annars er úti 31. januar, verður helst longd í einar 10 dagar, tí virðismetingin av fiskavirkjunum hevur tikið longri tíð enn væntað Vilmund Jacobsen ­ Vártíðin er tann tíðin, sum vanliga roynist best hjá heima flotanum, og hetta er eisini tíðin, tá skipini eystan fyri plaga at hava bestu veiði. Tað sigur Mortan Jo han­ ne sen, reiðari á flaka trolar­ a num, Ennibergi. Hann heldur, at sam ráð­ ing ar nar millum reiðarar og manningarfeløg heldur skul du ligið, tá vártíðin er av, og summ arið stundar til. ­ Tað hevur verið vánaligt við upsa í seinnu hálvu av 2010. Nú fingu skipini endi liga nakrar fiskar aftur, og sam stund is endaðu vit í sátt mála loys i, og flotin ligg ur. Hann vísir á, at tað er veturin og vártíðin, sum heimaflotin skal liva av, samstundis sum hetta er besta tíðin hjá flaka trolar u­ num eystanfyri. Mortan Johannesen held ur, at samráðingar og sátt mála loysi rundan um árs skift ið er galopperandi ør skap ur, sum hann tekur til. Ikki klárir ­Vit eru ikki raktir av verk­ banni num enn, tí vit hava ikki verið klárir at loysa. Ym iskt er gjørt umborð, nú skip ið hevur ligið. Alt skipið er vaskað, ymiskar ábøtur eru gjørdar, og vit hava eisini fing ið ein nýggjan ljósmotor. Mortan Johannesen sig­ ur, at Enniberg helst verð ur klárur at loysa um mánað­ ar skift ið januar/ februar. ­ Vit plagdu at fara vár­ túr in beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ym iskt við skipið. Viberg Sørensen, for mað­ ur í Føroya Reiðarafelag, hev ur ikki valt at kalla skip­ ini heim, sum eru á lang­ fara veiði, men bara tey, sum royna undir Føroyum. Tískil eru eitt nú Gadus hjá JFK­Troli og Vesturvón hjá Framherja til fiskiskap, eins og rækjuskip, sum eisini fiska á fjarleiðum, heldur ikki eru biðin um at koma heim. Nú tvey skip í sama bólki sum Enniberg longu eru til fiski skap, spurdi vit Mortan J o han ne s­ en, hvat teir fara at gera, tá Enniberg er klárur at loysa. ­ Tað havi eg ikki hugsað ítøki liga um enn. So, tað veit eg faktiskt ikki í løtuni, er svar ið hjá reiðaranum. vilmund@sosialurin.fo Ørskapur at samráðast um sáttmálar í bestu tíð - Eg haldi, at tað er galopperandi ørskapur at samráðast um sáttmálar rundan um ársskiftið, ið er besta fiskitíð, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi - Vit plagdu at fara vártúrin beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ymiskt við skipið, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi ... allar ognirnar kunnu keypast, um avtalur eru gjørdar, áðrenn freistirnar renna út... EYÐFINNUR JACOBSEN Tað tekur longri tíð enn væntað at virðismeta virkini í trotabúnum, men tey seks skipini í Faroe Fish 2, eru virðismett til 170 miljónir krónur Mynd: Vilmund Jacobsen - Málið hjá okkum sum bústjórum er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – antin tær verða seldar undir einum ella í fleiri pørtum, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri