Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú heimaflotin liggur, tí reiðarar ikki fáa mann ing­ ar feløg ini at luttaka í olju­ út reiðsl u num hjá øll um skipabólkum yvir ein kamb, hava vit hugt á heima síðu na www.oilnergy.com, har talva er, sum vísir brent olju prísir­ nar árini 1988 til 2010. Talvan vísir, at olju prís­ ir nir eru rættiliga høgir og hava verið hækkandi mest sum út í eitt síðan í 2009. Men tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at prísirnir í dag eru teir hægstu nakran­ tíð. Talvan vísir nevniliga, at prís urin fyri hvørja tunnu av olju eitt skifti í 2008 var væl hægri, enn hann er í dag. Tá brentoljuprísurin var hægst ur í 2008, var prísurin fyri hvørja tunnu omanfyri 130 krónur. Í dag liggur hann sambært hesi talvu um 85 krón ur fyri tunnuna. Talvan vísir eisini, at tað ser liga er síðan ár 2000, at veru ligur røringur er komin í oljuprísirnar. Onnur ár í tíðar skeiðnum frá 1988 til ár 2000 hava eisini sveiggj verið í prísunum, men hesi hava ikki verið nær til so stór, sum eftir ár 2000. Vit minnast, at tá olju prís­ irnir vóru hægstir fram ímóti sumri 2008, løgdu pelagisku skip ini stilt, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini. Tá sá rættiliga svart út hjá øðr um skipabólkum eisini og serliga hjá trolarum, sum brúka nógva olju. Stúrt varð fyri, at allur trolaraflotin fór at liggja bundin við bryggju. Men tá farið varð um hálv árið 2008, lækkaðu prísir nir aftur, og við ársenda 2008 var prísurin fyri hvørja tun nu sambært viðheftu tal­ vu aftur niðri á umleið 45 krón um. Í 2009 byrjaðu prísirnir aftur at hækka, og í 2010 lógu teir støðugt um einar 75­85 krón ur fyri tunnuna, sum eisi­ ni er brentoljuprísurin í dag. Meiri um oljuprísir kann les ast á heimasíðuni www.oil nergy.com vilmund@sosialurin.fo Oljuprísirnir hava verið væl hægri Ein talva á heimasíðuni www.oilnergy.com yvir brentoljuprísir vísir, at oljuprísirnir vóru væl hægri eitt skifti í 2008, enn teir eru í dag ...tá oljuprísirnir vóru hægstir fram ímóti sumri 2008 løgdu pelagisku skipini stilt, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini... Talvan vísir prísir á brentolju fyri hvørja tunnu í tíðarskeiðnum 1988 til 2010 Kelda: www.oilnergy.com Á sumri í 2008 var brentoljuprísurin fyri hvørja tunnu omanfyri 130 krónur. Í dag liggur hann um slakar 90 krónur og er uppeftir gangandi