mánadagur 24. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
a svikin
hava goldið fleiri milliónir
fyri arbeiðið.
– Vit eru mangan nevnd
fyri at bara spæla við børn
ini.
Baka og venja
Ein
mamma
at
einum
tann áringi, sum gekk hjá
okk um, var á fundi við
Almannastovuna, fyri at fáa
játtanina
longda.
Gentan
var ávíst, tí hon var veik og
hennara høgra og vinstra
síða samarbeiddu ikki, so
hon var m.a ikki før fyri at
vinda ein lappa. Á fundinum
spurdi
Almannastovan,
hvat gentan gjørdi, tá hon
var til viðgerð. Mamman
hevði greitt frá tí, sum hon
visti og nevndi so, at gentan
onkuntið eisini hevði bakað
smákøkur í ergoterapiuni.
“Bakað,” rópti sosialráðgevin,
“tey skulu venja”. Mamman
fekk á fundinum at vita, at
Almannastovan ikki vildi
leingja játtanina.
– Tey høvdu ongin for
stá ilsi fyri, at tað at elta
deigg, gevur vøddastyrki, og
at rulla smákakur styrkir
samarbeiði millum høgru
og
vinstru
kropshálvu.
Ergo tera peutar
royna
so
vítt møguligt at inndraga
meinings fullar
aktivitetir
inn í viðgerðina, hettar gev ur
eisini motivatión. Ein tann
áringur tímur betur at baka
smákakur og fáa venjing
av tí enn at flyta ein ellan
annan dims úr høgru hond
yvir í vinstru hond, sigur
Beinta Lassen.
Siga eitt....
Hon hevur sjálv roynt at
trýst á, hevur skrivað til
Aksel. V. Johannesen, sum
ongantíð svaraði aftur.
Eftir eina útvarpssending
í november 2009 ringdi Rósa
Samuelsen, lands stýris kvinna
til hennara og bedýraði, at
eingin broyting fór at verða
gjørd. Tað helt bara ikki, sigur
Beinta Lassen.
Hon vísir annars til ein
fund, har bæði lands stýris
fólkini Aksel V. Johannesen
og Rósa Samuelsen um
framt fleiri fulltrúar vóru
við. Á hesum fundi reisti
Aksel V. Johannesen spurn
ingin, um Rósa Samuelsen
ikki bara kundi flyta pen
ingin til ergoterapi frá Al
mannaráðnum til Heilsu
málaráðið.
– Aksel V. Johannesen
segði eisini, at øll, sum sátt
málin umfataði, fóru at fáa
stuðul. Tað vóru vit fegin
um, tí so kundu vaksin fólk
eisini fáa stuðul, men tá ið
vit komu til samráðingar,
gjørdi
Heilsumálaráðið
greitt, at eingin yvir 18 ár
fór at fáa stuðul, og á sam
ráð ingarfundinum
var
eingin Aksel, sum mánaðir
framm anundan spurdi Ergo
terapeutfelagið,
hvat
tey
søgdu til at fáa sama sáttmála
sum fysioterapeutarnir. Gjørt
varð eisini greitt, at eingin
stuðul fór at verða veittur til
sansamotoriskar venjingar,
bara til fjølbrekað børn og
børn við varandi sjúkum. So
er tað eg spyrji: Hvussu við
eitt nú teimum, sum hava
ADHD? Ella teimum menn
ingartarnaðu?
Eingin sparing
– At bæði Rósa og Aksel í
miðlinum hava sagt, at tað
ikki er talan um eina sparing,
er ein løddrætt lygn. Øll
tey børn, sum ikki fungera
í
skúlanum,
orsakað
av
trupulleikum við sansunum,
eru spard burtur. Hesi fáa
onga hjálp framyvir, hvørki
frá ergo ella fysioterapeuti.
Her er nokk talan um umleið
50 børn um árið, og hettar
hava tey bæði valt at spara
burtur, hóast tey ikki vilja
siga tað alment.
Óneyðugt stríð
– Vit halda tað eisini vera
burturvið, sum Heilsu mála
ráðið ætlar, at ein ávísing
bara skal vera fyri fimm við
gerðir, tí tað ger, at foreldrini
aðru hvørja viku skulu til
lækna at biðja um ávísing.
Tað tykist sum, at tað verður
gjørt so trupult fyri at fólk
ikki skulu orka at søkja, sigur
Beinta Lassen.
Hon skilir ikki, hví Heilsu
málaráðið skal gera mun á
fysioterapi og ergoterapi.
Tørvur er á báðum, men ilt er
at skilja, hví tað almenna vil
rinda minni fyri ergoterapi
enn fysioterapi.
Og hví er neyðugt hjá
ein ari mammu at einum
fjølbrekaðum barnið í koyri
stóli at renna til lækna í
tið og ótíð at biða um eina
nýggja ávísing? Eitt slíkt
barn verður fjølbrekað, so
leingi tað livir, og fer altíð
at hava tørv á viðgerð, tey
skuldi sjálvsagt fingið eina
langa játtan, hitt er alt ov
strævið, og kostnaðarmikið
at umseta. Hvør læknaváttan
kostar eisini, sigur Beinta
Lassen.
Randi Jacobsen
Beinta Lassen í Ergo veit um
fleiri børn og ung, sum eru
komin í ringa støðu orsakað
av sáttmálaloysinum.
Her er ein lagna:
Í farnu viku vóru av
varð andi at einari 14 ára
gaml ari
gentu
á
fundi
við Almannastovuni. Tey
ynsktu, at gentan kundi fáa
ergoterapeut heim til at
venja reinføri. Gentan er
lamin í báðum ørmum og
beinum og kann ikki ganga
uttan rollator. Hon hevur
orsakað av lamni niðursettan
førleika í báðum armum.
Nú gentan er vorðin
tann áringur, er neyðugt, at
reinføri er í lagi. Omman,
sum er tann, sum vaskar
henni nú, ynskti, at gentan
kundi fáa venjing, so at hon
kann klára reinførið sjálv.
Almannastovan
hevði
forstáilsi fyri trupul leik
an um, men segði seg ikki
kunna hjálpa, orsakað av
vant andi sáttmála. Tey bjóð
aðu familjuni ístaðin heima
hjálp.
– Heimahjálp er sum
orð ið sigur ein hjálp og als
eingin venjing, sum ikki
hjálp ir gentuni at verða
sjálv hjálpin, sigur Beinta
Lass en.
Hvussu leingi Heilsu
mála ráðið letur hesa gentu
og onnur í líknandi støðu
bíða eftir ergoterapi er
óvist.
Fundur verður aftur í
morgin millum Ergo tera
peutfelagið og Heilsu mála
ráðið.
Fekk heimahjálp
heldur enn venjing
Ein 14 ára gomul genta fekk í seinastu viku noktað
ergoterapi. Hon kundi í staðin fáa heimahjálp
Randi Jacobsen
Nøkur børn hava tað trupl
ari enn onnur. Tey eru
klombrut, ótrygg og tora
ikki at vera við í felagsspæli.
Tey kunnu blíva í øðini ella
djúpt ólukkulig yvir nak
að, sum onnur halda eru
smáttaríir.
Nøkur
hava
inn læringartrupulleikar,
talu trupul leikar ella hava
trupult við at sita still og
konsentrera seg.
Summi av hesum børn
um blíva stemplað fyri at
vera
ósosial,
hyperaktiv,
"DAMPbørn", kontaktveik
ella bara óuppdrigin. Men
í veruleikanum er tað ein
einføld frágreiðing upp á
teirra trupulleikar, vána
lig sansaintegratión, sigur
Beinta Lassen.
Umleið 10 prosent av øll
um børnum líða av sansa
inte gratións trupulleikum.
Hesir trupulleikar kunnu
vísa seg á ymiskan hátt.
Nøkur tekin kunnu vera
ovurviðkvæmi fyri ljósi, ljóði
ella lukti, hava ringa balansu,
ørilsi
ella
hæddaræðslu,
vilja heldur vera áskoðarar
enn luttakarar i spæli, rea
gera ógvusligt upp á rørslu
og t.d. um klæðir stramma,
eru vill og óolig ella eisini
aft urhaldandi
og
still,
antin halda seg burtur frá
spæliplássinum ella fáa ikki
nóg mikið av villu rørsl
unum, orka illa at sita upp
reist o.a.
Børn við sansa
trupulleikum
Summi børn, sum verða stemplað fyri at vera ósosial, yvirvirkin, at hava
DAMP, kontaktveik ella bara óuppdrigin hava vánaliga sansaintegrasjón,
sum tað eitur á ergoterapimáli, og hetta fæst góð hjálp fyri
Ein venjing er at blása. Tað styrkir vøddarnar í hálsinum
Mynd: Jens Kristian Vang