Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 8 Sosialurin Randi Jacobsen Umleiðis hundrað børn við ymiskum brekum ella sjúkum fingu ergoterapi-viðgerð í Ergo terapiini hjá Beintu Lassen í Havn. Børnini komu úr øll um landinum. Men aftaná 31. juli noydd- ist hon at venda teimum í hurðini, tí nýggj kunngerð segði, at Almannastovan ikki longur skuldi gjalda alla rokningina. Heilsutrygd skuldi gjalda helvtina, men tað var treytað av, at sátt- máli var gjørdur mill um Heilsumálaráðið og Ergo- tera peutfelagið, og sáttmáli var framvegis eingin. Beinta Lassen vildi tó ikki vísa øllum børnunum frá sær. Henni tókti synd í børnunum og valdi 32 børn burturúr. Foreldrini fingu at vita, at tey skuldu bara koma við børnunum, og rokningin mátti bíða. Ber ikki til – Men nú havi eg ikki ráð longur at fíggja uppgávuna fyri tað almenna, sigur Beint Lassen. Ei heldur hava for eldrini ráð, sum í fleiri førum arbeiða niðursetta tíð, at leggja út fyri so nógv- ar mánadir, sum hettar mál tekur, og av tí at eingin sátt- máli er, veit eingin hvørji brek sáttmálin fer at dekka. So tað at Aksel sigur, at øll fáa endurrindað afturvirkandi, kann ikki brúkast til nakað, tí samstundis sigur hann, at tey fara at endurrinda til teirra, sum verða fevnd av sáttmálanum. Ótryggleikin ger, at børnini líða, sigur Beinta Lassen. Hon heldur tað vera skelk andi, at Heilsu mála- ráð ið er so trekt við at gera ein sáttmála, sum ergo tera- peut ar nir kunnu góð taka. Sáttmálin, sum ergo tera peut- arnir vilja hava, skal vera á leið sum sáttmálin hjá fysio- terapeutunum, sigur Beinta Lassen. Ávíst av lækna Hon var skakað av at lesa og hoyra Aksel V.Johannesen, landsstýrismann siga, at ergo terapeutarnir, sum eru privatir, sjálvir meta um tørvin, sum børnini hava á ergoterapi. Eingin er komin til henn- ara uttan ávísing frá lækna. Nakað annað er, at bara terapeutar hava vitan at kanna børn fyri SI- trupul- leikar. Heldur ikki allir ergo- terapeutar hava hesa vitan, sum krevur eyka útbúgving. Beinta Lassen byrjaði fyri tøku sína í 2000, og bein- anvegin vísti Lands sjúkra- húsið tveimum børnum við føroysku sjúkuni til henn- ara. Fleiri børn komu aftrat við alsins sjúkum og brekum, so hon setti ein ergoterapeut aftrat í starv, og áðrenn skip- anin broyttist vóru tær fýra, sum arbeiddu við at hjálpa børnunum. Nógv ymist bagir børnum, sum hava tørv á egoterapi. Kunnu hjálpast Ein bólkur eru børn, sum væl eru før fyri at standa uppi, men ófriður er á teimum, tí tey klára ikki at standa still, og tey órógva allan skúla flokkin. Tey kunnu tykj ast at hava DAMP, men ergoterapeutarnir síggja, at tað, sum bagi,r er veikir vøddar. Hettar ger at grund, spenningurin er ov veikur, og at tað at standa ella sita still er ógjørligt. Onnur børn eru øvugt ov still og ov bangin, tí tey hava eina ov sensitiva sansaskipan, og kenna alt nógv ógvusligari enn vanligt. – Um tey børnini sum hava trupulleikar við sansa- skipanini, antin hon virkar ov væl ella ov illa, fáa ergoterapi, kunnu tey eftir einum ári koma fyri seg og virka væl millum onnur børn, og fylgja við innlæringini, sigur Beinta Lassen. Ymiskar diagnosur Tá ið mest var at gera, vóru umleið 100 børn í ergoterapi- viðgerð við nógvum ymiskum diagnosum, vøddasvinni, før oyska sjúkan, Down Syn dromi, autisme, ADHD, asberg er, blóðtøppi eftir skurð viðgerð, cerebral paresu o.a. Børnini høvdu ávísing frá antin Sernámsdeplinum, barnavernd, heilsusystur, komm unulæknum, ser- lækn um og øðrum, men øll skuldi hóast tað var viðmælt ergoterapi av fakfólki, um- vegis læknan eftir einari læknaváttan uppá, at tey høvdu tørv. – Tað er rætt, at vit hava kannað børn fyri, hvønn tørv tey hava. Men tað kem- ur bara av, at bíðitíð til at sleppa til kanningar á Ser- námsdeplinum hevur verið hálvt annað ár, og tí eru foreldur komin við børnum til okkara, og tey hava sjálv goldið fyri kanningina. Nógvar broytingar Beinta Lassen sigur, at alt rigg aði væl, til Rósa Sam - uel sen í mars 2009 broytti kunngerðina, so leið is at Heilsutrygd (tá sjúkra kass- arnir) skuldi lata stuðul, men treyt að av sáttmála við Ergo- tera peut felagið. Sjúkrakassarnir kundu ikki fara í samráðingar um at gera sáttmála, tí teir skuldu takast av, og so varð alt útsett. Kunngerðin skuldi koma í gildi 1. januar 2010, so var tað 1. apríl, og tað endaði við, at kunngerðin kom í gildi 1. august í fjør. – At HMR ella AMR kriti- sera okkum privatu fyri at gera kanningar og viðmæla ergoterapi hongur ikki sam- an, tí so seint sum í 2009 bað Almannastovan okk- um gera eina meting av øll- um børnunum, sum fingu viðgerð her, sigur Beinta Lassen. Almannastovuni vantar innlit Hon heldur lítið um vantandi forstáilsi hjá Almannastovuni fyri trupulleikunum hjá hesum børnum og mátanum, sum ergoterapeutarnir við- gera uppá. – Vit hava fleiri ferð- ir í hesi 10 árini, vit hava veitt ergoterapi til børn ini í Føroyum, bjóða Almanna- stovuni á vitjan, so tey fingu innlit í okkara arbeiði, men í 10 ár er eingin komin frá Almannastovuni, hóast tey Veikastu børnini verð Um eingin sáttmáli nú verður gjørdur millum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið verður einki sum eitur at geva børnum við breki ella varandi sjúku nakra ergoterapi Rebekka Kirke er eitt av børnunum, sum framvegis gongur til venjingar hjá Beintu Lassen og starvsfelaga hennara Mariu Svabo Hansen. Henda venjingin styrkir armarnar, og hon venur konsentrasjón við at kasta ringarnar beint Mynd: Jens Kristian Vang