Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Eirikur Lindenskov Sunnudagin 30. januar klokk­ an 16 verður stórfingin kon­ sert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda blokk floytu­ spælaranum Michalu Petri, ið fer at spæla saman við føroysku tónleikarunum Jó­ hannes Andreasen á cembalo, Nikolaos Kapnas á bratsj og Jens Christian Guttesen á cello. Spæld verða verk eftir Handel, Telemann, Tartini, Vivaldi, W. Heinesen, og Petri. Konsertin verður hildin til frama fyri nýggja urgu í kirkjuni, væntandi um nøkur ár. Michala Petri hevur spælt konsertir í øllum heims­ pørtum, frá tí hon var tann­ áringur. Hon hevur eisini spælt fleiri ferðir í Føroyum, har hon hevur familju. Jóhannes Andreasen, Niko laos Kapnas og Jens Christian Guttesen eru allir musikklærarar og útynn­ andi tónleikarar. Teir hava medvirkað sum solistar, kór­ leiðarar, kamar­ og sym fon­ iskir tónleikarar í mong ár. Konsertin er ókeypis. Tón­ leikararnir spæla allir utt an samsýning, men høvi verður hjá fólki at geva eina gávu. Inn savnaði peningurin fer óskerdur í ein nýggjan orgul­ grunn hjá kirkjuni. eirikur@sosialurin.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Útbjóðing Við hesum verður elektriska viðlíkahaldið av norðskálatunlinum, Leyna- tunlinum og Hovstunlinum boðið út í almenna lisitatión. Viðlíkahaldsavtalan er galdandi í trý ár. Møguleiki er at bjóða upp á við- líkahaldið av tunlunum samlað og av hvørjum tunli sær. Fyritøkur, ið vilja bjóða, skulu kunna vísa á neyðugan førleika til at gera arbeiðið til lítar. Metingarstøðið verður greinað í útbjóðingarskrivinum til tilboðsgevararnar. Lisitatión verður á Landsverki, tinghúsvegi 5, tórshavn, mánadagin 14. mars 2011 kl. 13.00. talgilt útbjóðingartilfar kann bíleggjast frá Landsverki frá mánadegnum 24. januar 2011 á dila@lv.fo og á 340 800. Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. Elektriskt viðlíkahald LærLingur Søkt verður eftir HVS Lærlingi til Box 182 · FO-110 Tórshavn Vit vænta at tú ert raskur/røsk og Fyrikomandi. Koyrikort er Eitt krav. Ert tú tann rætti persónurin, ert tú vælkomin at senda eina umsókn. Til ap@mp.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 14.02.2011 P/F Maria Poulsen Smyrilsvegur 8 Postboks 182 FO 110 Tórshavn Meiri fæst at vita við at ringja til Arthur Poulsen á tlf. 312 000 Ella send ein mail á ap@mp.fo P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við handli,verkstaði og búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu. Stuðulskonsert við Michalu Petri Tann verandi pípu urgan í kirkjuni varð keypt brúkt, fasadupípurnar eru tó nýggjar. Elstu lutirnir í urguni eru meir enn hálvfems ára gamlir, og sjálvt »vindhúsið« er frá 1942. Urgan virkar og ljóðar væl, men hevur einans 8 røddir og eittans manual. Í longdini er hetta ov lítið, við tað at meginparturin av orgullitteraturinum er skrivaður fyri í minsta lagi tvey manual. Fakta Heimskendi blokkfloytuspælarin, Michala Petri, fer at spæla til stuðuls konerstina í Hoyvíkar kirkju Oddvør Johansen við urguna í Hoyvíkar kirkju. Elstu lutirnir í urguni eru 90 ára gamlir