mánadagur 24. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
6
Sosialurin
KIRKJURÁÐ: Á ólavsøku
í ár eru liðin fýra ár síðani
kirkjan varð yvirtikin. Á
aðalfundinum hjá felagnum
fyri
Kirkju ráðs limir
um
vikuskiftið var spurningurin
settur, um mál ið við hesi
yvirtøkuni var rokkið.
Til at meta um hetta
høvdu tvær kvinnur við
royndum innan kirkjuligt
arbeiði, fingið til uppgávu at
siga sína hugsan um málið -
Gunvør Dam Jensen og Ása
Justinussen.
Báðar vóru samdar um,
at tað var rætt at yvirtaka
kirkjuna, men um ein hyggur
eftir kirkjuni uttanífrá, eru
ikki tær stóru broytingarnar
at hóma.
– Men tey sum arbeiða
inni í kirkjuni, tey merkja at
alt lógarverkið ikki er komið
uppá pláss enn. Og tað er ikki
nóg gott, nú skjótt fýra ár eru
liðin síðani yvirtøkuna, vísti
Ása Justinussen á.
Gunvør Dam Jensen helt
eisini tað vera ótíðar hósk-
andi, at kirkjuni vantaði
lógir, og at hon tí í ávísum
før um varð rikin eftir goml-
um mannagongdum. Men
hóast hetta, høvdu tær báð ar
góðar vónir fyri fram tíð ina
hjá kirkjuni, og høvdu mál-
setningar í hesum sam bandi.
Eitt av málunum í fram-
tíðini eigur at verða, at gud-
frøði aftur verður partur av
útbúgvingartilboðnum
á
Setrinum, og at kirkjan eisini
ger sítt til, at kirkjufólkið er
upplýst um týðandi gud-
frøðiligar spurningar.
Báðar nevndu fíggjar-
støð una hjá kirkjuni sum eitt
mál, sum ein eigur at taka við
størsta álvara. Í ár er játtan
lækkað rættiliga nógv.
– Avbjóðingin er, hvussu
ein fær játtanina á fíggjar-
lóg ini at røkka, ella hvussu
vit fáa sum mest burtur úr
hesi játtan, vísti Ása á.
Ein avleiðing av minkaðu
játtanini er, at fleiri kirkjur
ikki fáa tær neyðugu um-
væl ingarnar gjørdar, ella at
nýggjar verða bygdar, har
tørvur er á tí.
Heitt varð tí á landsins
myndugleikar um at fáa
játt anina til fólkakirkjuna
hækk aða sum skjótast.
Her
vísti
kirkju mála-
ráð harrin, Helena Dam á
Neysta bø á, at eftir hennara
meting er breiður politiskur
vilji at rætta hetta upp aftur.
– Hetta skal helst gerast
so skjótt sum tilber - kanska
longu á komandi fíggjarlóg,
vísti landsstýriskvinnan á.
Snorri Brend
– Um hesi bæði valini vórðu
hildin
samstundis,
hevði
hetta uttan iva gjørt sítt til, at
so nógvir limir í fólkakirkjuni
sum gjørligt kundu atkvøtt,
sigur Jórun Johannesen.
Um vikuskiftið helt hon
sín fyrstu frágreiðing sum
forkvinna í felagnum fyri
Kirkjuráðslimir, sum hevur
ársfund sín í leguhúsinum í
Nesvík.
Tey kirkjuráðini sum sita
nú eru tey seinastu, sum ikki
verða vald av kirkjufólkinum
við eitt demokratiskt val.
Støðan
hevur
manga-
staðni verið hon, at bert
tann eini listin er komin inn
til valið, og at tað tí ikki hev-
ur verið neyðugt við vali.
Men nú verður skipanin so
broytt.
Tey ungu
Við næsta val, sum verður í
2013, verður kravt kirkju ráðs-
val í teimum størru bygd-
unum og býunum.
Á teimum støðum har val
hevur verið, hevur tað víst
seg, at valluttøkan kundi
verið munandi størri. Og tí
hevur forkvinnan í felagnum
gjørt sær sína støðu greiða.
– Hetta fer helst at geva
okkum nýggjar avbjóðingar,
vísir Jórun á. - Eitt uppskot
kundi tí verið, at hildið valið
samstundis sum komm unu-
valið.
Við hetta høvið er eis ini
møguleiki at fáa “sam svar”
millum tann unga miðal-
ald urin á teimum nýggju
prest unum og á kirkju ráðs-
limunum. Sum heild er miðal-
aldurin á kirkju ráðslimunum
sum held hægri.
Eisini í hesum sambandi
kom forkvinnan í felagnum
við einum hugskoti ella ynski,
sum kanska kann fremj ast
longu við komandi val.
– Tað hevði helst skap
størri fjølbroytni, um vit
løgdu okkum eftir, at minst
ein kirkjuráðslimur í hvørj-
um kirkjuráði var fólk í
tjúgunum ella tríatiárunum,
vísir Jórun Johannesen á.
Velja kanska kommunu
og kirkjuráð ísenn
Gongur tað so sum forkvinnan í felagnum fyri Kirkjuráðslimir vónar, so
kann komandi kirkjuráðsval haldast samstundis sum kommunuvalið.
Langt eftir á mál
– Nógvir nýggir og yngri prestar eru settir í starv hetta seinasta árið.
Hugaligt hevði verið, um eisini fleiri ung komu við í kirkjuráðini, sigur
Jórun Johannesen, forkvinna í felagnum fyri Kirkjuráðslimir
Mynd: Dávur Winther
ALDUR
Játtan til føroysku fólkakirkjuna er lækkað í ár, men ætlanin
er at fáa hesa “uppá pláss aftur” á næstu fíggjarlóg
Mynd: Dávur Winther
JÁTTAN
Sandoy
í fokus
Mikudagin setur Oyggjablaðið
fokus á viðurskifti á Sandoynni.
Lesið um:
Hava bæði huldufólk og
Jesu-pápan á Skarvanesi
Ungar familjur búseta
seg í Húsavík
Fríðgerð syngur um Jesus
Depilin í Skálavík liðugur í vár
Kann verða ov seint um 10 ár