Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Jørgen Petterson og ÍSF forsetin, Petur Elias Petersen Mynd: Jens Kristian Vang Eftir at tað so leingi hjá Neistanum hevði sæð so gott út hendan hálvleikin, var tað hjá Neistafólki sjálvandi sum at fáa eina kalda spann av vatni í høvdið, nú sigurin glapp av hondum allarseinastu løtuna. www.neistin.fo Á aðalfundinum kom fram, at Joseph Bassene, sum í fleiri ár hevur spælt við TB, ikki spælir við TB næsta kappingarár. Joseph Bassene skal í ár spæla við B71. www.sudurras1.com Avrikið »góðkent« hóast vit taptu www.h71.fo Miðlarnir skriva: Heri Simonsen Spurdur um hví vitjanin hjá IGA- forsetanum, Jørgen Petterson er komin í lag, svarar ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen. – Tað er soleiðis, at á seinasta aðalfundinum hjá IGA, tá tosaði eg við Jørgen Petterson um møgu- leikan at fáa oyggjaleikirnar aft- ur til Føroya í 2021. Ùt frá tí helt Jørgen Petterson sjálvur, at tað var best, at hann á vitjan her í Før- oyum, so kundi fáa innlit í hallar- og vallarviðurskiftini, og gistingar- møguleikarnar í Føroyum. Tað er longu nógv broytt síðani Jørgen Petterson var her fyri 10 árum síðani. Endamálið við vitjanini hjá Jørgen Petterson er eisini at koma í tal við teir politisku myndugleikarnar, so Jørgen Petterson fær eina fatan av, um hetta er nakað vit veruliga vilja, ella nakað, sum vit bara ganga og siga, at vit vilja hava oyggjaleikirnar í 2021, slær ÍSF-forsetin fast Ein ábyrgd at hýsa leikunum Petur Elias Petersen heldur, at Før- oyar hava eina ábyrgd at royna at hýsa oyggjaleikunum aftur. – Vit kunnu ikki bara luttaka og njóta gott av øðrum, og krevja góðar gistingarmøguleikar, staðfestir Petur Elias Petersen. Umsóknin um at sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2015 skal verða handað altjóða oyggja leika sam bandinum í sein- asta lagi seks ár áðrenn, also í 2015. Petur Elias undirstrikar, at tað er týdn ingarmikið, at almennu Føroyar spæla við í royndunum at fáa leikirnar henda vegin. Petur Elias vónar, at tað fer at røkka at gera fleiri av okkara bestu skúlum um til góð gistingarstøð. Tað hevði lætt nógv um tað fíggjarliga trýstið, um ein slapp undan at leiga eitt dýrt ferða mannaskip til endamálið. IGA-forsetavitjanin sera týdningarmikil Oyggjaleikir ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen heldur, at tað hevur stóran týdning fyri føroysku royndirnar at sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2021, at IGA-forsetin, Jørgen Petterson hevur vitjað í Føroyum Dmitrije Jankovic til TB Dmitrije Jankovic fer at spæla við TB í 2011. Tað skrivar heimasíðan sudurras1.com. Sámal Ímundarsson, formaður í B36, segði í síðstu viku, at tað var óvist, um serbiski verjuleikarin fór at spæla við árstalsfelagnum í ár. Á aðalfundinum hjá TB var kunngjørt, at felagið hevur knýtt 35 ára gamla verjuleikaran at hópinum. Umframt Dmitrije Jankovic, fer Martin Tausen, sum hevur spælt við FC Suðuroy síðstu árini, helst at spæla við TB, skrivar sudurras1.com.