Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Jørgen Petterson, forseti í IGA – Internation Island Games Association – vitjaði í Føroyum í farnu viku. Endamálið við vitjanini var at kunna seg við umstøðurnar og viður skiftini í Føroyum, nú ÍSF fer at streingja á at fáa oyggjaleik­ irnar til Føroya í 2021. Oyggja­ leikirnir hava ikki verið í Føroyum síðani 1989. Á Føroya­vitjanini sá Jørgen Petterson vallar­ og hallar­ umstøðurnar í Føroyum, umframt at møta ítróttarleiðarum, løgmann Kaj Leo Johannesen, borgarstjórum kring landið, umframt onnur, sum varða av viðurskiftunum innan ítrótt. Entusiasman í Føroyum er stór Spurdur um hvat kvalifiserar Før oyar, og hvat diskvalifiserar Føroyar at hýsa oyggjaleikunum í 2021, er Jørgen Petterson ógvuliga av gjørdur. – Tað er einki, sum diskvali­ fiserar Føroyar at hýsa oyggja­ leik unum! Her í Føroyum er ein ógv uliga stór entusiasma, og eitt ógvuliga stórt hjartalag, tá um ítrótt ræður. Kunnleikin um ítrótt, og um ítróttarlig viðurskifti er eis ini framúr í Føroyum, tað hev­ ur tað altíð verið í Føroyum, hvat eg minnist, staðfestir Jørgen Petterson. Golfvøllurin fattast Jørgen Petterson kemur tó inn á tað, sum manglar í, fyri at fáa oyggja­ leikirnar heim til Føroya aftur. – Føroyingar duga sín ítrótt. Tað skuldi tó verið ein fyrimunur, at ein eisini hevði ein golfvøll her í Føroyum, tí golf er ein ítrótt, sum hevur ein ógvuliga sterka støðu á oyggjaleikunum. Síðani golf gjørd­ ist partur av oyggjaleikunum í 1991, so hevur golf altíð verið ein ítróttar­ grein á Nat West Island Games, og hevur tí vunnið sær eina sterka støðu, greiðir Jørgen Petterson frá, og letur ongan iva verða um, at ein golfvøllur hevði kunnað koppað føroysku vónunum tann rætta vegin. Aðrar umstøður eru í lagi Burtursæð frá einum altjóða golf­ vølli, sum hevur 18 hol, so letur Jørgen Petterson væl at umstøð­ unum í Føroyum annars. – Umstøðurnar í Føroyum eru góðar annars. Her eru nógvir góðir fótbóltsvallir og hallir, og tit hava eina fantastiska fimleikahøll. Í Tórs havn eru eisini nógvar hallir og vall ir, har tað er stutt frástøða mill um hesar hallir og vallir, sum av gjørt er ein fyrimunir, staðfestir Jørgen Petterson. Spurdur um tað, sum manglar í eigur at kunna røkk ast innan 10 ár, svarar Jørgen Petterson avgjørdur. – Ja so langa tíð kann tað neyv an taka at byggja ein golfvøll, undir­ strikar Jørgen Petterson. Fólkið má verða við Oyggjaleikirnir í Àlandi í 2009 hava havt stóran týdning fyri álendska samfelagið. Fólkið gav leikunum sín fulla uppbakkning, og meir enn 1.000 sjálvbodnir álendingar, og enntá sjálvboðin frá øðrum lond um gjørdu sítt til, at leikirnir eydnaðist so væl. Jørgen Petterson heldur, at talan er um góð minnir, sum tað álendska fólkið kann liva uppá leingi. – Almenningurin má spæla við, um ein skal hýsa oyggjaleikunum, slær Jørgen Petterson fast. Væntar góðar oyggjaleikir í summar Hóast Isle of Wight upplivir ring­ ar búskaparligar tíðir, og hóast oyggin ikki hevur eitt ov nýmótans undir støðukervi, so væntar Jørgen Petterson, at oyggjaleikirnir í summ ar verða væleydnaðir. Meir enn 3.000 íðkarar fara at taka lut á leikunum, og tað verður ikki so ræðuliga langt ímillum kapp ingar­ økini, og Jørgen Petterson heldur, at fyrireikarnir á Isle of Wight hava tamarhald á støðuni. IGA­forsetin vónar ikki, at ov nógvar av teimum europeisku oyggjunum fara at senda eitt fátal av ítróttarfólki til oyggjaleikirnar á fjarskotnu oynni, Bermuda í 2013. – Nú hava Bermuda og hinar fjarskotnu oyggjarnar ferðast langt til oyggjaleikirnar hvørja ferð, nú mugu vit so tola at skula ferðast langt í 2013, slær IGA­forsetin fast. Tað manglar bert golf- vøllurin í oyggja leikunum Oyggjaleikir Ein golfvøllur er tað, sum skilir ÍSF frá at sleppa at hýsa oyggjaleikunum innan 10 ár. Onnur hallar- og vallarviðurskifti eru í lagi, sambært altjóða oyggjaleikaforsetanum, Jørgen Petterson úr Álandi Heri Simonsen Lykilin til at fullføra oyggja­ leika dreymin liggur úti á Glyvurs nesi. Jógvan Amonson, formaður í Tórshavnar Golf­ klubba vónar, at teirra dreymur um ein nýggjan, altjóða golf­ vøll, og dreymurin um at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2021 kunnu ganga upp í eina hægri eind. Formaðurin í Dansk Golf Union var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hann lat ongan iva verða um, at golf fer altíð at standa frammaliga hjá bretskum ítróttarleiðarum, og tí eisini teimum mongu bretsku oyggjunum, ið kappast á oyggjaleikunum. Krevur stórt økið Ein altjóða golfvøllur krevur tó eitt stórt økið. Jógvan Amonson greiðir frá, at ein golf vøllur fer at krevja eitt økið, sum liggur millum 600.000 og 700.000 fermetrar. Talan er um eina stóra íløgu, men íløgan kann vinna seg aftur. Føroyska ferðavinnan fer at hava eitt eyka kort á hondini, og eldri og tilkomin ítróttarfólk, og onnur við fáa møguleikan at íðka eina ítrótt, sum ein kann íðka langt upp í árini. – Golf er einasta ítrótt, har tú kanst byrja íðka, tá tú ert farin upp um 50 ára aldur, staðfestir Jógvan Amonson. Tórshavnar Golfklubbi hev­ ur eitt jaligt samskiftið við Tórs havnar Býráð, men hev ur sum er ræðisrætt yvir 320.000 fermetrum, sum ikki er nóg mikið av lendi, um ein fullfíggj­ aður altjóða golfvøllur við 18 holum skal standa liðugur í 2015, tá ÍSF skal leggja boð inn uppá oyggjaleikirnar í 2021. Tað fer ikki at verða nóg mikið, at ein altjóða golfvøllurin er í stoypiskeiðini ella »á tekni­ borðinum« í 2015. ÍSF má hava trumfin í hondini tá. Trumfkortið liggur úti á Glyv­ urs nesi! heris@sosialurin.fo Golf dreym­ urin og oyggja leika­ dreymurin gOlf Nú vóna føroysku golfíðkarnir, at tað brestir fyri nev, og at tey kunnu fáa sín golfvøll, og Føroyar samstundis kunnu fáa sínar oyggjaleikir Jógvan Amonson, formaður í Tórshavnar Golf klubba Savnsmynd Jørgen Petterson, oyggjaleikaforseti, í Rás2 Mynd: Jens Kristian Vang