mánadagur 24. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Jan Ottesen kundi endiliga lata seg
fagna, tá Gert Hansen fór í skjót
álop í síðsta álopinum. Hann sendi
framvið Eli Muller. 2725 til KÍF.
– Eg eri errin av mínum spæl ar
um, sigur Jan Ottesen.
Eftir eitt langt, drúgt og taktiskt
kortspæl millum venjararnar, hava
kollfirðingar beina kós í finaluna.
Jan Ottesen hevði betri kort á
hond ini, tá kortspælið byrjaði. Venj
arin hjá KÍF hevur ein breiðari hóp,
og fleiri fólk at velja ímillum, enn
Dia Midjord, venjari hjá VÍF. Hin
vegin hevði ovastin hjá vestmenn
ingum eitt ess í hondini, sum hann
kom langt við. Ein stórspælandi Eli
Muller millum stengurnar. Eitt slíkt
kort hevði Jan Ottesen ikki.
Ottesen var taktiskur
Dia Midjord legði bragdliga fyri.
Tað kom illa við hjá Jan Ottesen,
at Arnbjørn Hansen fekk reytt kort
eftir 10 minuttum. Hansen steðgaði
Sámal Jákupi Djurhuus, sum var á
veg í skjótálop, og dómararnir vístu
kollfirðinginum av vøllinum.
VÍF fór framum við fýra málum
í fyrra hálvleiki, og KÍF rann bara
aftaná. Eli Muller vardi meistarliga
fyri í fleiri førum, meðan Dia
Midjord fekk eisini nógv burtur úr
Áka G. Olsen, sum var toppskjútti
hjá VÍF.
Jan Ottesen skifti nógv út. Tað
tóktist sum, at venjarin visti ikki,
hvat loysti seg best. Samstundis
fóru Dia Midjord og VÍF frá kollfirð
ingum.
Goymdi orkuna
Jan Ottesen gagnnýtti hinvegin sín
fyri mun at hava breiðari hóp. Um
framt tað, var hann heppin í kort
spæl inum. Essið hjá Dia Midjord
vikn aði í seinna hálvleiki.
– Munurin á fyrra hálvleiki og
seinna hálvleiki er fremst av øll um
Eli Muller. Hann stendur ikki eins
væl eftir steðgin. Tað skal eis ini
sigast, at tað er meira veiggj í okk
ara álopsspæli eftir steðgin, sigur
Jan Ottesen.
Tað kom illa við hjá Dia Midjord,
at orkan hjá vestmenningum gekk
spakuliga undan. Hann hevði ikki
somu kort, ella eins breiðan hóp, at
velja millum sum mótstøðumaðurin.
Tað visti Jan Ottesen.
– Eg spældi kortini rætt, tí vit
høvdu fleiri kreftir seinastu løtuna.
Vit spæla ikki væl, og dysturin er
rót utur, heldur venjarin hjá KÍF.
Kollfirðingar fóru framum, tá
fimm minuttir restaðu í. VÍF royndi
at trýsta, men KÍF tóktist hava
tamar hald á støðuni. Kollfirðingar
vunnu 2725, og Jan Ottesen vann
tak tiska kortspælið móti Dia Mid
jord. Venjarin hjá VÍF kundi ikki
spæla síni kort stórvegis øðrvísi,
enn hann gjørdi.
Nærkast finaluni
KÍF er nú fimm stig framman fyri
VÍF, sum er nummar trý. Koll firð ing
ar hava eisini spælt ein dyst færri.
KÍF hevur beina kós í finaluna, og
gamla og slitna vendingin, at – nú
taka vit bara ein dyst í senn og
síggja, hvussu langt tað røkkur, –
ligg ur ikki til Jan Ottesen.
Hann veit, at líkindini er stór
fyri, at KÍF verður í finaluni.
– Nú sær sera ljós út, og vit tóku
eitt risa fet nærri finaluplássinum
í dag. Vit kunnu bara takka okkum
sjálvum, um tað gongur galið, slær
Jan Ottesen fast.
uni@sosialurin.fo
Taktiskur Ottesen vann kortspælið
Hondbóltur Dia Midjord, venjari hjá
VÍF, kom langt við sínum essi, men hann
var ov stuttur tá avtornaði. – Eg spældi
kortini rætt, tí vit høvdu fleiri kreftir
seinastu løtuna, sigur Jan Ottesen
dagsins maður
Eli Muller. Málverjin hjá VÍF var stórspælandi í fyrra hálvleiki, og hann hevði
eisini fleiri bjargingar eftir steðgin. Tað var hinvegin ikki nógmikið.
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF – KÍF 25-27 (15-11)
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen
10 min.: 6-4
20 min.: 11-6
40 min.: 19-17
50 min.: 23-21
VÍF: Áki G. Olsen 7, Sámal Joensen 5, Joen Pauli Høgnesen 3, Rúni Fossdal 3, Bjarti Hansen 3,
Magnus Muller 2, Holgar Durhuus 1, Sámal Jákup Djurhuus 1.
KÍF: Gert Hansen 10, Ási Dam 4, Jákup Trygvason 4, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 3, Regin Petersen 2,
Niklas Reginsson 1.
Útvísingar: VÍF 6, KÍF 2.
Reytt kort: Arnbjørn Hansen, KÍF
Kyndil – Team Klaksvík 37-27 (18-13)
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Magnus í Króki
10 min.: 6-4
20 min.: 11-6
40 min.: 25-18
50 min.: 31-23
Kyndil: Andrias Sólsker 7, Bárður Johannesen 7, Rúni Johansen 6, Høgni Klein-Olsen 5, Randi Ellingsgaard 4,
Ludvík Súnason 2, Gunnar Wardum 2, Kristoffur Kristoffersen 2, Torvald Abrahamsen 1, Hans A. Thomsen 1.
Team Klaksvík: Hanus Norðberg 10, Zarko Pejovic 6, Steffan Kalsø 3, Sámal T. Olsen 2, Beinur Heðinsson 2,
Jens Pauli Mohr 2, Dánjal Kjærbo 1, Fríðin Ziskason 1.
Útvísingar: Kyndil 3, Team Klaksvík 2.
H71 – Neistin 21-28 (11-16)
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
10 min.: 3-3
20 min.: 5-9
40 min.: 15-18
50 min.: 17-24
H71: Rógvi Sørensen 4, Dánjal Tórgarð 4, Esbern Patursson 4, Rúni V. Højgaard 2, Bogdan Florea 2,
Bogi Krossteig 1, Poul Kjartan Dam 1, Hans Kári Hansen 1, Magnus á Rógvi 1.
Neistin: Áki Mørk 7, Karl Herup Olsen 6, Finnur Hansson 5, David Edvardsen 5, Rósing Rasmussen 2,
Jugoslav Djumic 2, Heini Ragnarsson 1.
Útvísingar: H71 4, Neistin 5
Atlantic Airways Deildin Menn
Nr. Lið
DysTir
VuNNiN máL
TapT máL
muNur
sTig
1 Neistin
16
559
428
131
31
2 KÍF
15
429
386
43
21
3 Kyndil
16
413
411
2
17
4 VÍF
16
444
409
35
16
5 H71
14
360
372
-12
12
6 StÍF
15
371
385
-14
9
7 Team Klaksvík
14
318
503
-185
0
Uni Holm Johannesen
Carl Herup Olsen, David Edvardsen,
Áki Mørk og Finnur Hansson býttu
hesa ferð málini millum sín.
Neistin hevur ikki havt nakran
stórskjútta í hesum kappingar
ár inum. Og tað vísir seg at vera
ein stórur fyrimunir, tí allir taka
ábyrgd í álopsspælinum. Verður Áki
Mørk mansvardur, skýtur ein annar
málini. Verður Finnur Hansson
mans verður, skýtur ein annar mál
ini. Soleiðis er tað hvørjaferð.
Hoyvíkingarnir
vistu
ikki,
hvussu teir skuldu verja fyri Neist
anum í gjár. Oddaliðið vann greitt
við sjey málum, 2821.
Ingi Olsen og Heini Hanusarsson
vóru ikki við hjá Neistanum, men
tað gjørdi ikki petti. Styrkin og
breiddin á liðnum er ræðandi, og
sig urin var enn ein staðfesting av,
at eingin steðgar Neistanum.
H71 varð bumbað niður
Hondbóltur Neistin hevur ongan stórskjútta, men fleiri
skjúttar. Tað dugdu hoyvíkingarnir ikki at handfara
Uni Holm Johannesen
Kyndil vann 3727 á Team Klaksvík í
gjár. Tað var mest sum tað.
Grønlittu havnarmenninir fyri
reika seg nú til seinastu royndina
at bjóða av í stríðnum um finalu
pláss.
Kyndil er fýra stig aftan fyri KÍF,
sum hevur spælt ein dyst minni.
Lið ini hittast í høllini í Kollafirði
næsta vikuskifti, og tá hevur Kyndil
sín seinasta møguleika.
Avgreiðsluspurningur
Team Klaksvík er ein avgreiðslu
spurningur hjá hinum liðunum í
bestu mansdeildini. Tað ráddi eisini
bara um hjá Kyndil at greiða sín
setn ing og fáa tvey stig í gjár.
Heimaliðið fór undan klaks
víking unum í smáum, og munurin
var 10 mál tá avtornaði.
Andrias
Sólsker
og
Bárður
Johannesen, Kyndil, vóru topp
skjútt ar við sjey málum hvør.
uni@sosialurin.fo
Kyndil livir í vónini
Hondbóltur Tað var bara ein avgreiðsluspurningur
í høllini á Hálsi í gjár. Kyndil er numm trý og
skal á vitjan hjá KÍF næsta vikuskiftið