Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Út frá teimum báðum fyrstu sett­ unum í dystinum á Toftum leygar­ dagin, var talan um ein dyst, ið kundi fáa hvat sum helst úrslit. ÍF var omaná, men munurin var ikki størri enn so, at tað saktans kundi bera til hjá Ternuni at koma afturí­ aftur og gera ein vørr í seinna enda á dystinum. Men so skuldi ikki verða. Ternan vann fyrsta bóltin í triðja setti, men so fór Helen á Lakjuni aftur at serva fyri ÍF. Væl lá fyri hjá henni, og áðrenn Ternan aftur vann ein bólt, hevði Helen servað ÍF framum 7­1. Hetta punkteraði fullkomuliga spælið hjá toftakvinnum, ið fingu meira at stríðast við, tá tað vísti seg, at ÍF­kvinnurnar vóru serstakliga óførar at fáa allar bóltar uppaftur. Her vendist ikki aftur, og ÍF vann ein knúsandi sigur í triðja setti og tí eisini ein greiðan 3­0 sigur til­ samans. At hetta ikki var dystur millum tvey av fremstu liðunum, sást aftur, tí spælið var sum heild nokk so tilvildarligt. Men ÍF hevði munin og vann uppiborið, tí hóast tey bæði fyrstu settini vóru jøvn, var mestsum bara eitt lið á vøllinum í triðja og síðsta settinum. Fyri Ternuna merkir ósigurin, at liðið framvegis stríðist í niðara endanum, meðan ÍF við sigrinum stað festi sína støðu í miðjuni. Ov langt er upp til tey fýra liðini, ið kappast um teir báðar FM­finalu­ sess irnar, men hinvegin er frástøðan til botnin tilsvarandi stór. PUNKTERING Eftir tvey jøvn sett, stóð ÍF leygardagin fyri øllum í triðja setti í dystinum á Toftum og vann ein tryggan 3-0 sigur á Ternuni Mynd: Álvur Haraldsen ÍF stendur á miðjuni KvINNUfloGbólTUR Eftir tvey jøvn sett, skramblaði alt saman hjá Ternuni í triðja setti, og tí gjørdist talan um tryggan og greiðan sigur til ÍF Hilmar Jan Hansen Hóast TB­kvinnurnar vóru á heimavølli, vóru tær longu undan dystinum skerdar, tí Sólvá Dimon fær ikki spælt fyri skaða í økslini. Og tað gjørd­ ist uppaftur torførari, tá enn ein landsliðsspælari, Katrin Petersen, í øðrum setti mátti fara av vøllinum við skaða í knænum. Tí gjørdist tað kanska held­ ur lættari hjá SÍ at koma fyri seg aftur, eftir at liðið fyri viku síðani mátti lúta fyri Fleyr, og talan gjørdist eisini um ein 3­1 sigur til sørvágskvinnur, sum í veruleikanum ongantíð vóru veruliga hóttar. – Tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu á TB, so vit aftur komu á slóðina. Ikki minst, tí vit komandi viku skifti skulu spæla tveir dystir, stað­ festir venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu. SÍ vann tey bæði fyrstu sett­ ini, men fór beinanvegin aftur­ um í triðja setti, tá TB fyrst var á odda 7­1 og síðani 10­3. Hetta settið átti TB við húð og hár, og SÍ kom ongantíð tættari enn tvey stig. Tí var ein ávísur spenningur í luftini undan fjórða setti, um TB aftur fór at gera bart og noyða SÍ út í ein fimm settara, ella um SÍ vann settið og dystin. Tað seinna gjørdist beinan­ vegin meira sannlíkt, tá Karin Mikkelsen servaði SÍ eini seks stig framum, og gongdin helt fram alt settið at kalla. Men tá SÍ var komið framum 24­18 og bara skuldi vinna ein bólt aftrat, fór Bára Jacobsen aftur at serva fyri TB, og hon gjørdi ein ordans vørr, so TB kom heilt upp á 23 stig, áðrenn hon var so óheppin at serva í netið, so SÍ vann. – Sjálvt um vit reistu okkum aftur og vunnu, er spælið ikki nóg gott hjá okkum í álopspart­ inum, har ov lítið bit er í. Vit taka væl ímóti, men fáa bara ov lítið burturúr, tá vit skulu hótta frammi við netið, sigur Ragnar í Haraldsstovu, sum tó fegnast um, at SÍ nú aftur er á oddasessinum – bara sett­ munin verri enn Mjølnir. hilmarjan@sosialurin.fo SÍ aftur á fótum KvINNUfloGbólTUR TB megnaði ongantíð av álvara at bjóða av, tá SÍ vitjaði í Trongisvági leygar­ dagin. Sørvágskvinnur reistust eftir tapið fyri viku síðani og eru framvegis í oddanum Hilmar Jan Hansen Ikki hevur ligið væl fyri hjá Drátti í vetur. Liðið er niðast í Eik­liguni hjá kvinnum og hevur bara fingið tvey stig. Dráttur hevur vunnið 15 sett í sínum 12 dystum higartil, men tey hava fordeilt seg soleiðis, at bara tann eini sigurin er komin burturúr. Í farnu viku hevði spældi Dráttur á Giljanesi ímóti KÍF, ið er trið­ niðast, og hóast Dráttur fekk góða byrjan og vann fyrsta sett, fór KÍF avstað við tveimum teimum næstu, áðrenn Dráttur kom afturíaftur og tók fjórða sett. Men í fimta og avgerandi settinum vóru tað kvinn­ urnar úr Kollafirði, ið vóru meira avgjørdar og vunnu. Aftur í gjár skuldi Dráttur so á vøllin, hesa ferð á útivølli á Kambs­ dali ímóti ÍF, men heldur ikki hesa ferð fekst nakað burturúr. ÍF hevði munin øll trý settini og vann trygt 3­0, so støðan hjá Drátti batnaði einki um vikuskiftið, meðan ÍF í sínum lagi liggur trygt í miðjuni. hilmarjan@sosialurin.fo Einki ber til hjá Drátti KvINNUfloGbólTUR Kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági eru framvegis aftastar á stigatalvuni við tveimum stigum, og tað bøtti ikki um støðuna, at liðið tapti tvær ferðir í vikuni, sum fór