Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Talan var ikki um nakran stórdyst í Sørvági leygardagin, tá menninir hjá TB vitjaðu. Enn hevur TB ikki vunnið annað enn tvey sett, og líkindini vóru heldur ikki fyri, at tað skuldi gerast stórt øðrvísi, nú SÍ stóð hinu megin netið. Tað skuldi eisini vísa seg, at hesin dysturin gjørdist júst, sum roknast kundi við, tí SÍ vann 3-0 – uttan at vera undir stórvegis trýsti heldur. – Nú taptu vit fyri Fleyr síðst, so vit vóru sera uppsettir at stríðast fyri sakini, tí tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu. Spælið var á góðari leið, tí móttøkurnar riggaðu væl, umframt at vit fingu tað burturúr í álopsspælinum, sum vit skuldu, sigur hevarin hjá SÍ, Ólavur Jensen. – Sovorðnir dystir kunnu skjótt blíva eitt sindur »lala«, men tíbetur fingu vit spælið at koyra, so vit vunnu trygt. Hetta var í øllum før- um tað frægasta, vit hava spælt ímóti TB í vetur. Ólavur og liðfelagarnir liggja framvegis á næstfremsta pláss- inum, og nú stigini í Eik-liguni hjá monnum eru koyrd niður í helvt, er SÍ bara eitt stig aftan fyri odda- liðið, ÍF. Samstundis er SÍ trý stig framman fyri Mjølnir og fimm framm an fyri Fleyr, so á pappírinum sær tað ikki so galið út. Alt kappingarárið hava tað verið ÍF og SÍ, sum hava verið tey bæði fremstu liðini, men umstøðurnar hjá SÍ eru broyttar munandi í síðstuni, tí mannfallið hevur verið so stórt. Frá at hava havt kanska tann breiðasta hópin í deildini, hev- ur SÍ nú ikki meira enn tað, brúk er fyri. Trúgva upp á tað Jón Joensen, Jón Falkvard og Jón Nielsen, ið allir teljast millum ber- andi kreftirnar, verða neyvan við meira í ár, og haraftrat eru tveir av yngru spælarunum farnir niður á ítróttarskúla, og tá so er, bæði sæst og merkist tað. Teir nevndu plagdu at fáa nógva spælitíð, men nú mugu aðrir inn at royna seg í teirra stað, so eisini bonkurin er heldur tómligari, enn hann plagdi at vera. Leygardagin fall ein av teimum frægu fyribils frá, tí longu tá støðan í fyrsta setti var 1-0 til TB, koykti Emil Mikkelsen fótin, so hann ikki fekk spælt meira í tí dystinum. Ikki er greitt, nær hann fær spælt aftur, men henda dystin kom so ein 14 ára gamal inn at spæla sín fyrsta dyst, so kanska teir skaðar, ið kunnu koma nú, noyða sørvingar at seta skjótari við, enn teir annars høvdu ætlað sær. – Vit hava havt ein øgiliga breið- an hóp, men av tí at fleiri eru farnir burturav, eru nakrir heilt ungir komnir inn í myndina. Enn eru vit nummar tvey, men tað verður torført hjá okkum at vinna okkum heilt í FM-finaluna við skerdum hópi, heldur Ólavur Jensen. – Umráðandi er, at vit fáa Ragnar í Haraldsstovu við, tá tað ber honum til. Hann venur kvinnurnar, so tað er ikki altíð, at hann fær spælt, men onkuntíð liggur fyri. Enn trúgva vit upp á tað og vita, at kjansurin fyri einum finaluplássi er har. Men tað verður tungt, sum tað sær út nú. hilmarjan@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 Mjølnir 12 10 2 33 9 24 20 2 SÍ 12 10 2 30 14 16 20 3 Fleyr 12 9 3 30 16 14 18 4 TB 12 7 5 25 22 3 14 5 ÍF 12 6 6 23 20 3 12 6 KÍF 12 3 9 13 32 -19 6 7 Ternan 12 2 10 10 32 -22 4 8 Dráttur 12 1 11 15 34 -19 2 20/01: Dráttur - KÍF 2-3 (25-22, 12-25, 11-25, 25-15, 12-15) 22/01: Ternan - ÍF 0-3 (22-25, 24-26, 9-25) 22/01: TB - SÍ 1-3 (21-25, 19-25, 25-21, 22-25) 23/01: ÍF - Dráttur 3-0 (25-15, 25-17, 25-13) 23/01: Mjølnir - Fleyr 3-1 (25-23, 27-25, 20-25, 25-18) 24/01 Dráttur-Ternan (kl. 20.15) 22/01: SÍ - TB 3-0 (25-18, 25-18, 25-12) 23/01: ÍF - Mjølnir 3-1 (25-18, 26-28, 25-18, 25-21) Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 13 11 2 35 11 24 12 2 SÍ 13 9 4 31 13 18 10 3 Mjølnir 13 7 6 24 21 3 7 4 Fleyr 12 5 7 17 25 -8 5 5 TB 13 0 13 2 39 -37 0 TÓMLIGT Fyri fáum vikum síðani var fullsett á bonkinum hjá SÍ hvønn dyst, men nú fleiri eru farnir burturav, er breiddin hjá sørvingum ikki tann sama, sum hon hevur verið Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Undan hesum umfarinum vóru Mjølnir og Fleyr ávikavist numm ar eitt og tvey, men av tí at SÍ leygar- dagin hevði vunnið sín dyst, kundi bara annað av liðunum í dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík varð- veita sítt pláss á stigatalvuni. Her var við øðrum orðum nógv at spæla um, og beinanvegin sást, at tað høvdu báðir partar skilt til fulnar, tí dysturin byrjaði við nógv ari ferð og góðum spæli. Lítil ivi mundi vera um, at hetta var besti dysturin í hesum kappingar- árinum. Eingin spælari datt niður ímill- um, men allir ofraðu seg fyri sakini. Kortini skaraðu Sofía Purkhús hjá Mjølnir og Anja Danielsen hjá Fleyr burturúr, tá tað kom til álopsspælið, tí tær avgjørdu hvør í sínum lagi eina rúgvu av bóltum. Góða og livandi spælið helt fram allan dystin, men serliga tey bæði fyrstu settini hendi nógv á vøll inum. Talan var um nógvar og góðar duellir, har spælarar løgdu lív og sál í smasjini, samstundis sum spæl arar tveittu seg runt á gólv- inum fyri at fáa bóltarnar upp aftur. Áskoð ararnir sótu sum á nálum, tí her kundi alt henda. Eingin skuldi tapt Mjølnir tók tey bæði fyrstu settini, men so svaraði Fleyr aftur og vann triðja sett. Men í fjórða settið hevði Mjølnir onkursvegna meira av tí, ið skuldi til, og millum annað hjálpti væl til, at Birgit Guttesen hevði fleiri góðar servur á rað, og tá av- tornaði fór Mjølnir avstað við sett- inum og sigrinum. Tað var ikki óuppiborið, at Mjølnir vann, men hetta var ein av teim um dystunum, har bæði lið gjørdu sítt til at halda bæði spenn ing og undirhald við líka, so tað allar besta hevði helst verið, at eingin tapari var. Men hóast ósigurin kost aði Fleyr oddastøðuna, er mun urin millum trý tey fremstu bara tvey stig. Eftir stendur, at bæði Mjølnir og Fleyr vístu spæl, ið kann geva finalu pláss, samstundis sum SÍ liggur mill um teirra á stigatalvuni. Tí kann rokn ast við, at kappingin mill um hesi trý um tvey finalupláss bara fer at harðnað, sum tíðin gongur. Besti dystur í vetur KvInnufLoGbÓLTur Hvørki kvinnurnar hjá Mjølnir ella Fleyr spardu seg, tá tær spældu oddadyst í Klaksvík í gjár. Dysturin hevði alt, sum skal til – og Mjølnir hevði eitt sindur aftrat Skerdir sørvingar MansfLoGbÓLTur SÍ hevur havt góða breidd, men í síðstuni hevur mannfallið á liðnum verið so mikið stórt, at breiddin ikki er tann sama longur. Kortini halda sørvingar fast í vónina um FM-finalu Hilmar Jan Hansen Hóast tað kanska onkuntíð hev ur sæð meira sannførandi út hjá fuglfirðingum, var avrik- ið á Kambsdali í gjár í øllum før um nóg mikið til at vinna á Mjølnir. Fyri ÍF ræður bara um at halda seg framman fyri hini, tí so er finalusessurin vísur um tveir mánaðir, men fyri klaks víkingar merkti tapið, at eitt petti framvegis er upp til oddaliðið. ÍF vann síni sett rímiliga trygt, og serliga var Rúni Weihe eyð sýndur servunum og ikki minst álopsspælinum, har tað ongan tíð eydnaðist blokkinum hjá Mjølnir at fáa fatur í hon- um. Somuleiðis spældi ungi Bárður Jacobsen ein sera góðan dyst á ÍF-liðnum. Í øðrum setti, tá Mjølnir endaði omaná, komu klaks- víkingar væl frá byrjan, so ÍF alla tíðina mátti taka til takkar við at renna aftaná. Avgerðin fall seint, men Mjølnir hevði munin og hevði í hesum sett- inum sína bestu løtu í dyst- inum. Júst hesi bæði liðini møtast í steypafinaluni, so hetta var eitt slag av aðalroynd, hóast nakrar vikur eru enn, til stóri finalu dagurin verður. Men hesin dysturin vísti í øllum før um, at Mjølnir helst skal fáa bæði eitt og annað upp á pláss, skal tað tá eydnast at taka ÍF, sum í sínum lagi ferð eftir ferð sær út til at hava tamarhald á mót støðuni. ÍF heldur stílin MansfLoGbÓLTur Fuglfirðingar verða ringir at taka hjá hinum. Tað fekk Mjølnir at kenna í gjár, og nógv bendir á, at hini fáa somu lagnu, so hvørt sum tey møta ÍF, ið tykist sita trygt á oddasessinum