Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Liverpool Dimitar Berbatov og Robin Van Persie skoraðu hvør sítt hattrick fyri ávíkavist Manchester United og Arsenal, og nú tykjast tey bæði verða bestu boðini upp á meistara­ heitið. Dimitar Berbatov skeyt trý av málunum í 5­0 sigrinum á Birmingham á Old Trafford. Ryan Giggs og Nani skutu hini bæði málini. Dimitar Berbatov hevur nú skotið trý hattrick í hesum kapp­ ingarárinum. Hann skoraði øll málini fyri Manchester United, tá teir vunnu 3­2 á Liverpool, umframt at hann skoraði trý av málinum, tá Manchetser United vann heili 7­1 á Blackburn. Tað eru bara Dimitar Barbatov, Alan Shearer og Ruud van Nistelrooy, ið hava megnað at skorað trý hattrick í einum og sama kappingarári í Premier League. Arsenal bjóðar av Robin van Persie skoraði øll trý mál ini fyri Arsenal í 3­0 sigrinum á Wigan á Emirates. Hann brendi har­ umframt eitt brotsspark, og hann hevði fleiri aðrar møguleikar í dyst­ inum. Arsenal burdi vunnið dystin við fleiri málum. Manchester City tapti fyri Aston Villa og tí hevur Arsenal lagt seg á annað plássið og tykist vera størsta hóttanin hjá Manchester United í ár. Fyrrverandi Arsenal­miðvallarin, Paul Merson, sum eisini er SkySports viðmerkjari, segði í sending um vikuskiftið, at hann metir Arsenal vera favorittar at vinna Premier League í ár. Hann helt fyri, at Arsenal hevur lættari dystir enn Manchester United tað, ið eftir er av kappingarárinum. SkySport ger grin við kvinnuligum linjuverja Tað er heldur sjáldsamt, at kvinn­ ur eru á vøllinum í Premier League, men um vikuskiftið var 25­ára gamla Sian Massey annar av linju­ verj unum, tá Liverpool vitjaði Wolver hampton. Richard Keys og Andy Gray, sum eru frásøgu menn hjá SkySports, hildu lítið um tað avgerðina hjá enska fótbólts sam­ bandinum. Teir hildu at ongin hoyrdi teir, tá samrøðan niðanfyri fór fram undan dystinum: – Kann onkur fara oman á vøllin og læra hana reglarnar um rang­ støðu, er Richard Keys ákærdur fyri at siga. – Hevði tú trúð tí? Ein kvinn­ uligur linjuverji. Kvinnur duga ikki regl una um rangstøðu, svaraði Andy Gray eitt sindur seinni. – Sjálvandi gera tær ikki tað. Eg ivist ikki í, at hon ger eit stórt mistak í dag, og Kenny Dalglish (venjarin hjá Liveprool, blðm.) verður í øðini. Høvdu vit ikki ein kvinnuligan linju verja herfyri?, svaraði Richard Keys aftur, og vísti til, at ein kvinn­ uligur linjuverji hevur verið á vøll­ inum í Premier League fyrr í hesum kappingarárinum. Hendan samrøðan hevur skapt øsing í enskum miðlum. The Mail on Sunday hevur sett seg í samband við Richard Keys og spurt hann um samrøðuna. Richard Keys segði seg ikki minnast nakað til samrøðuna. Hon dugur rangstøðu regluna Tá Liverpool legði seg á odda í dystinum, vildu Wolver hampon­ leikarnir vera við, at ein Liver­ pool­leikari var rang staddur í uppspælinum. Sjónvarpsupp tøkur­ nar vístu tó, at Sian Massey gjørdi púra rætt í ikki at koyra flaggið upp fyri rangstøðu, og vísti har við Richard Keys og Andy Gray, at hon ong ar trupulleikar hevur av regluni um rangstøðu. Fleiri miðlar hava víst sín stuðul til Sian Massey og millum annað enski liðskiparin, Rio Ferdinand, hev ur á síni Twitter­síðu skrivað, at hann ongar trupulleikar hevur av at kvinnur døma í Premier League. Hetta er ikki fyrstu ferð Richard Keys spilti í 2007 Svanga­ skarð út, tá hann helt at mikro­ fonin var sløkt. Tað var undan heimadystinum hjá føroyska lands­ liðnum ímóti Skotlandi, at Sky Sport verturin segði ov nógv. – Silly ground, stupid game, f*** off, segði Richard Keys í mikro­ fonina, ið hann helt verða sløkta. Hann segði eisini ov nógv, tá Arsenal fyri nøkrum árum síðani spældi móti Barcelona í Champions League. – Reist teg upp tín tápuligi smá­ drongur. Tú hevur einki nyttað í tínum tápuligu ljósareyðu fótbólts­ skóm – fullkomuliga hopuleysur, segði hann um avrikið hjá Theo Walcott í dystinum ­ óvitandi um at mikrofonin var tendrað. John »Faxe« dugur at skjóta John »Faxe« Jensen er nýggjur hjálp ar venjari hjá Blackburn, sum fyrr í hesum kappingarárinum varð keypt av indiskum ríkfólki. Eftir, at Danmark vann EM í 1992 var John »Faxe« seldur til Arsenal frá Brøndby. Danski miðvallarin spældi 97 dystir og gjørdist kendur fyri IKKI at raka málið tá hann skjeyt. Tað gekk so illa hjá honum, at Arsenal viðhaldsfólkini gjørdu til vana, at rópa »SKJÓT« hvørja ferð John »Faxe« fekk bóltin. Í fýra ár megnaði hann bara at skora eitt mál fyri Arsenal. Tað var við frálíkum skoti móti QPR 31. desembur 1994. Arsenal tapti dystin 3­1, men søgan sigur at aldrin hevur lagið verið so gott millum Arsenal viðhaldsfólk og eftir dystin kundi tú keypa T­Shirtir við áskriftini: »Eg var har tá John Jensen skoraði!« Tí hava viðmerkjarar í Onglandi gjørt eitt sindur grin við John »Faxe«, nú hann er settur sum hjálpar venjari hjá Blackburn. Skemt iligu viðmerkingarnar ganga út upp á, at hann er settur til at taka sær av skot venjing. Tað sum bretar kanska hava gloymt er, at John »Faxe« Jensen faktist skoraði í EM finaluni í 1992 móti Týsklandi, og tað var enntá við einum dundur skoti! Ongin breti hevur nakrantíð skorað í eini EM finalu, tí so langt eru teir ongantíð komnir! trondur@sosialurin.fo Jú, John »Faxe« kann raka málið Premier League Manchester United og Arsenal tykjast vera bestu boðini upp á ein komandi meistara, ein kvinnuligur linjuverji kom í fokus orsaka av viðmerkingum hjá frásøgumonnum og bretar hava gloymt, at John »Faxe« Jensen faktist kann skjótt mál á hægsta stigi John »Faxe« Jensen, hjálparvenjari hjá Blackburn Robin van Persie Dimitar Berbatov skeyt enn eitt hattrick í stórsigrinum móti Birmingham Eg var har tá John Jensen skoraði! Kann onkur fara oman á vøllin og læra hana reglarnar um rang støðu