mánadagur 24. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
Kjak
Óli Mikkelsen
lækni
Í bløðunum 19. og 20.
januar hevur Aksel Johanne
sen eina grein við heitinum:
sjúklingurin í fokus.
Tá tú hevur lisið nakrar
reglur stendur:
“Sum landsstýrismaður
í heilsumálum skal eg sláa
fast, at eingin ivi skal verða
um, at okkara heilsuverk
altíð strembar eftir at fylgja
fakligum
tilmælum
frá
danska Heilsustýrinum”.
Longu í næstu reglunum
sigur hann, at vit ikki kunnu
brúka tilmælið frá heilsu
stýrinum. Ført verður fram,
at tá vit við 50.000 fólkum
ikki hava upptøkugrundarlag
fyri einum sjúkrahúsi, skulu
vit útbyggja trý sjúkrahús.
Gamla føroyska sjúkrahús
lógin sigur trý sjúkrahús. Nú
skal lógin fylgjast, trý sjúkra
hús á trimum matriklum.
Við hjálp frá Hans Paula
Strøm hevur Aksel fingið
játtan
til
landsumfatandi
endurvenjingardeild og rygg
ambulatorium á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, játtað eftir krøv
um frá lokalpolitikarum.
Nú skal urologisk serdeild
skipast í Klaksvík. Ráðgeving
er frá føroyskum urologi
sum arbeiðir í Aalborg. – Lat
okkum síggja hesa tilráðing!
Sjálvur arbeiddi eg á
narkosudeildini á Aalborg
Sygehus Nord hálvtfjórða
ár frá 1969 til 1973. Urologisk
deild fyri Aalborg og økið
rundanum var har, so stórur
partur
av
arbeiðnum
á
skurðdeildini var urologi.
Sjúkrahúsini í Danmark
komu í ræsshaft.
Í nógv ár vóru tvey sløg av
sjúkrahúsum: Amtsygehus
og Kommunehospital, tey
vóru ofta stutt frá hvørjum
øðrum.
Í Aalborg vóru nakrir
hundrað metrar millum hesi
sjúkrahús.
Tá vitanin um sjúkur og
sjúkuviðgerð øktist í stórum,
riggar hetta ikki longur, og
sjúkrahúsini
vórðu
løgd
undir sama “reiðarí”.
Tá eg arbeiddi í Aalborg,
var eg mitt í hesum rembing
um. Sjúkhúsini høvdu skift
navn til Aalborg Sygehus
Nord og Aalborg Sygehus
Syd.
Nú stinga serdeildirnar
seg upp, og verða býttar
millum sjúkrahúsini. Meðan
eg arbeiddi har, fingu vit
hjartadeild og lungakirurgi.
Aðrar deildar fóru á Aalborg
Sygehus Syd.
Nú er sperðil í. Serdeild
irnar verða býttar sundur
á tvey øki, sum lógu nær
saman; men ov langt var
ímillum, til at samstarvið
millum
deildirnar
kundi
verða nøktandi.
Longu tá vóru ætlanir
frammi um at samla ser
deildirnar á Aalborg Sygehus
Syd.
Í Aarhus varð skorið
ígjøgnum, nýtt sjúkrahús
bygt: Skeiby Sygehus.
Fara vit nú at leggja
serdeildirnar í Føroyum út
á trý sjúkrahús, koyra vit
sjúkrahúsverkið eini 40 ár
aftur í tíðina og spurningurin
verður, um vit makta at
arbeiða okkum uppaftur.
Útbyggið
Landssjúkra
húsið, tí tað er betri fyri
sjúklingarnar og bíligari fyri
samfelagið, enn at senda
ov nógvar sjúklingar av
landinum.
Hetta segði ríkisumboðs
maðurin Niels Bendzen fyri
meira enn 30 árum síðani.
Niels Bendzen var júst
komin úr danska ministeri
inum og hevði arbeitt við
SJÚKRAHÚSMÁLUM
Í
TØTTUM SAMSTARVI VIÐ
DANSKA HEILSUSTÝRIÐ.
Eg sigi ikki, at einki
framstig er hent á Lands
sjúkrahúsinum; men kostnað
urin av at senda sjúklingar av
landinum veksur við rúkandi
ferð, er nú langt omanfyri 100
milliónir um árið.
Hava
vit
ikki
gjørt
ov lítið við at útbyggja
Landssjúkrahúsið?
Hvat sigur ráðgevin hjá
Aksel Johannesen um fíggjar
stýring. Hans Pauli Strøm
helt fyrilestur í læknafelagn
um, tá hann var heilsumála
ráðharri. Hans Pauli hevði
lisið ritgerð frá búskapar
frøðingi um penganýtslu í
heilsuverkinum. Niðurstøðan
varð, at tað er púra ógjørligt
at gera øllum til vildar, og at
neyðugt er at stýra játtanum
við skili og fastari hond.
Við at útbyggja trý sjúkra
hús í Føroyum verður ringt
at fáa nakað at rigga. Sjálvt
føroyskir læknar koma ikki
heimaftur.
Manningin verður konsu
lentar við høgari løn, og fyri
føroyska samfelagið er tað,
at tveita pengar út í annan
heim.
Sjúkhúsverkið má ikki
sindrast av lokalpolitikki.
Latið
okkum
royna
at
fylgja
við
tíðini
og
eftir førimuni fjálga um
Landssjúkrahúsið, tí tað er
tað besta og bíligasta fyri
okkum øll.
Sjúklingurin í fokus ella lokalpolitikkur!
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Næmingar
skulu
skriva
nógvar
føroyskar
stílar
ígjøgnum
skúlaárið
í
framhaldsdeildini. Bæði í
áttanda og níggjunda flokki.
Viðhvørt
leita
lærararnir
fram til tey gomlu stílheftini,
tí úrvalið av stílheftum
er heldur fátækt. Evnini í
teimum gomlu stílheftunum
eru ikki altíð viðkomandi
fyri
ungdóm
í
dag,
og
møguleikarnir at skriva ein
góðan stíl eru tí ofta skerdir.
Í skrivligum royndum verða
gomul stílhefti tíbetur ikki
nýtt. Ja, tíbetur er kanska
skeiva orðið, tí tað so at siga
góða, nýggja og viðkomandi
stílheftið er alt annað enn
á rættari kós, og brádliga
leingist einum aftur til tað
svart/hvíta
stílheftið
frá
90‘unum.
Nógvir spurningar verða
settir um føroyska skúlan,
skúlaskipanina
og
Pisa
úrslitini.
Mentamálaráðið
sigur, at vánaligi fakleikin hjá
føroyskum næmingum ikki
skal skapa ótta, men heldur
takast sum eina avbjóðing.
Skúlaskipanin
broytist,
kanningar verða gjørdar, og
alsamt roynir mann at finna
orsøkina til, hví føroyskir
næmingar klára seg so illa.
Men kann tað vera, at ein
partur av orsøkini situr í
Mentamálaráðnum sjálvum?
Hvussu kann verða sagt við
okkum ungu, at vit eru ov
dovin, eru ov lítið málrættað
og ikki taka skúlan í álvara,
tá MMR ikki tekur okkum í
álvara?
“Nýggju og
spennandi” stílevnini
Hesa vikuna hevur fram
haldsdeildin og NámX í
Eysturskúlanum í Havn verið
til skrivligar royndir. Eg gangi
í 9. flokki, og týsdagin, tá ið
vit skuldu skriva føroyskan
stíl, kom brádliga ein kend
kensla fram. Tað var sama
kenslan, sum eg fekk, tá ið vit
í 6. flokki vóru í landsroynd í
føroyskum. Tað var kenslan
av, at onkur helt okkum fyri
gjøldur.
Skriva um títt frítíðarítriv,
skriva um tín yndisfilm og
skriva um talentkappingar?
Hvat eru tað fyri evni at
koyra í eitt stílhefti til 9.
flokk? Ja, at skriva føroyskan
stíl týsdagin var ein sonn
avbjóðing. Ikki tí at evnini
vóru torfør, men tí at tey
vóru so heilt av leið vánalig.
Eitt stílhefti skal hava
evni, ið raka allar málbólkar
í einum vanligum føroyskum
9. flokki. Evni til teir fakliga
veiku næmingarnar, evni
til miðal næmingin og evni
til tann sterka næmingin.
Her skal sigast, at einasti
málbólkur, ið var raktur, var
lægsti felagsnevnarin. T.v.s.
tey, ið altíð leypa upp um
garðin, har hann er lægstur.
Tey, ið aldri gera sær ómak
við skúlan og ikki leggja petti
í, um stílurin verður góður
ella vánaligur.
Vantandi
hugflog
og
vitan innan fyri, hvat er
viðkomandi fyri ungdóm er
orsøkin til hetta. Tað er lítil
nýhugsan í stílevnunum og
einki nýfunnið tilfar. Tekst
urin til eitt stílevni er antin
úr eini bók, eini blaðgrein
ella onkrum øðrum líknandi.
Tá ið tað er so einfalt at seta
eitt stílhefti saman við tilfari,
mann so at siga fær givið upp
í hendurnar, hví eru tey so so
heilt ótrúliga vánalig?
Vanliga eru tey ensku og
donsku stílheftini betri enn
tey føroysku. Men til hesa
royndina vóru møguleikarnir
at skriva ein góðan stíl
ógvuliga skerdir, og tað var
ringt at finna eitt hóskandi
evni at skriva um.
Føroyskir næmingar
troyttir av at skriva
um happing
Happing er ein stórur og
afturvendandi trupulleiki í
fólkaskúlanum. Nógvir eru
teir næmingarnir, ið líða
undir hørðu avleiðingunum
av happing. Nógv verður
tosað um happing í skúlanum
fyri at fyribyrgja tí og koma tí
til lívs. Eisini er happing eitt
heitt og afturvendandi evni í
stílheftum, so afturvendandi,
at tað er í nærum hvørjum
einasta stílhefti. Er hetta
rætti máti at fyribyrgja
happing? Eg ivist, tí á henda
hátt at trútta happing niður
í næmingar, ger, at teir lata
oyruni aftur, bara teir hoyra
orðið happing. Tað geri eg í
øllum førum.
Hvat vænta tit
av okkum?
Vánaligu
stílevnini
vísa,
at
einki
verður
væntað
av
okkum
næmingum
í
framhaldsdeildini. Gloppið
er bara alt ov stórt frá
vánaligum
stílevnum
í
framhaldsdeildini til miðnám,
har mann skal viðgera og
grein tekstir. Einasta, vit
næmingar vilja, er at fáa góð,
tíðarhóskandi og spennandi
stílevni. Tað skuldi ikki verið
ov nógv at biðja um!
Tekur MMR okkum ungu í álvara?