mánadagur 24. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
24
Sosialurin
Kjak
Frank Davidsen
Sørvágur
Burtursæð
frá
skilagóðu
avgerðini hjá Anfinni Kalls
berg, um at lata næsta mann
á listanum koma á ting – helst
orsakað av væntandi nývali
– so var restin av tíðinda
fundinum hjá Fólkaflokki
num mikudagin 19. januar
ein stórur glantrileikur.
Nú skuldi Fólkaflokkurin
knappliga
vera
meira
ábyrgdafullur
samanborið
við hinar flokkarnar í sam
gonguni
og
sýna
sanna
ábyrgdarkenslu við teimun,
ið vórðu rakt av skerjingum
samgongunar, við at flokkur
in "hokus pokus" bara nýtist
at hava tvey fólk í lands
stýrinum.
Tí sum formaðurin segði
eftirfylgjandi: ”Vit í Fólka
flokkinum hava bert tvey sett
av klæðum, tað eru arbeiðs
klæðir og seingjaklæðir”.
Sera skemtiligt. Maka til
orðavavstur og sjóforklár
ingar,
sum
fólkafloksfor
maðurin kom við fyri at
rættvísgera
eitt
politiskt
bluffnummar, tað skal ein
leita leingi eftir. Harra gud,
hesin sami maður, sum fyri
nøkrum
krákumánaðum
síðan undir miklum miðla
rokið setti ein aðalstjóra í
starv, vísir seg nú við enn
einum bluffnummari.
Og ein kann í dag spyrja,
hví hann partú skuldi seta
ein aðalstjóra, um hann
nú hevur ætlanir um, at
niðurleggja sítt egna starv
og leggja Uttanríkisráðið
undir
Fiskimálaráðið.
Tí,
um so er, er ikki tørvur á
nøkrum aðalstjóra í Uttan
ríkisráðnum. Og er tað ikki
tað,
Jørgen
Niclasen
og
Fólkaflokkurin ætla, so er
bluffnummarið
bara
tað
størri. Tí alt hansara tos um
rasjonaliseringar gevur onga
meining, um tað bara er EITT
fólk, landsstýrismaðurin, sum
skal úr Uttanríkisráðnum.
Og vit hava longu hoyrt
í
miðlunum,
at
hann
framhaldandi fer at fáa løn
sum landsstýrismaður.
Men sjálvandi, hvat sakar
tað, um hann sum táverandi
varaløgmaður stovnaði eitt
aðalstjórastarv, sum í minsta
lagi kostar skattgjaldarunum
50.000 krónir um mánaðin?
Og hvat sakar tað, um sami
skattgjaldari skal gjalda fyri
tað, um aðalstjórin verður
uppsagdur, men sum tæn
astumaður fær løn í 3 ár
– kanska útvið tvær milliónir
krónur? Og hvat sakar tað,
um sami skattgjaldari kemur
at
gjalda
fólkaflokksfor
manninum bæði løgtings og
landsstyrisløn, minst 80.000
krónir um mánaðin, megin
partin av hesum árinum?
Og havt sakar tað, at Javn
aðarflokkurin
telefoniskt
fekk boð um tíðindafundin
bert
nakrar
minuttir,
áðrenn hann byrjaði? Og
hvat sakar tað, at Jørgen
Niclasen dregur okkara løg
mann uppá tráð, soleiðis at
løgmaður, sjálvt um hann
hevur styrisskipanarlógina
at ganga eftir, av fólka
floksformanninum
verður
brúktur sum jarnbrot í einum
heilt óhugnaligum politisk
um spæli um at vinna sær
atkvøður, samstundis sum
Jørgen Niclasen kalt og kyn
iskt leggur upp til nýval?.
Við hesi avgerð løgmans
er alt álit veljarans á poltiska
systemið fokið, tí nú kunnu
flokkarnir í samgongu bara
hvør sær heita á løgmann,
um at til dømis tvey lands
styrisfólk í einum flokki
leggja størvini niður, soleiðis
at eitt triðja landsstyrisfólki
kann taka sær av teirra
málsøkjum. Eg veit ikki, um
ein kann kalla tað anarki,
men tað er tætt við.
Kanska er tað næsta, vit
frætta, at løgtings og lands
stýrisfólk Fólkafloksins lata
helvtina av lønini aftur í
landskassan, tí so fara tey
heilt vist at fáa nakrar at
kvøður til høldar. Men um
tey vænta tað sama við
hesum bluffnummarinum, so
munnu tey halda, at føroyski
veljarin er skítbýttur.
Showtime í Fólkaflokkinum
Nú skal aftur eitt atlas
gerast. Aftur verður spurt,
hvussu lond skulu stavast
og aftur eru miðlarnir farnir
at skriva um "alfabetmálið".
Men tað, sum verður sagt, er
ikki heilt rætt.
Næstsíðsta
fríggjadag
skrivaði Heini Gaard t.d.
í Dimmu, at mítt uppskot
um at autorisera latínska
alfabetið í fullum líki "fall á
løgtingi". Tað er ikki beint.
Og
síðsta
fríggjadag
skrivaði Bjarni Djurholm í
Sosialinum, at løgtingið "sam
tykti... at c,q,w,x og z aftur
fáa síni sjálvsøgdu pláss í
alfabetinum". Tað er heldur
ikki beint.
Veruleikin er einastaðni
mitt ímillum. Hann er hesin:
Undir
báðum
orða
skiftunum á løgtingi um
uppskotið gjørdist greitt,
at tað á løgtingi var stórur
meiriluti fyri teirri hugsan,
at vit skulu nýta latínska
alfabetið í fullum líki.
Undir viðgerðini í menta
narnevndini gjørdist greitt,
at har var full semja um
hetta sama.
Ein
meiningarkanning
varð eisini gjørd meðan málið
var til viðgerðar, og hon
vísti, at ein stórur meiriluti
av føroyingum heldur, at
føroyingar skulu hava sama
alfabet sum onnur.
Alt bendi sostatt á, at upp
skotið fór at verða samtykt.
Atfinning tikin
til eftirtektar
Nakrir
málfrøðingar
og
nakrir kjakarar hildu kortini,
at vit skulu varðveita tað
skerda alfabetið. Eg helt ikki,
at argumentini hjá hesum
fólkum
sum
heild
vóru
sannførandi. Men tey høvdu
eina atfinning, sum eg tók til
mín: Nevniliga at løgtingið
ikki skal lóggeva um málsligar
spurningar. Tey vístu á, at
tingfólk ikki eru serfrøðingar
í máli, og spurdu hvat næsta
málsliga stríðsmál verður,
sum endar á tingborði.
Hesin viðkomandi kritikk
ur varð tikin til eftirtektar.
Tí varð uppskotið um at
áseta alfabetið við lóg aldrin
lagt til atkvøðugreiðslu. Eg
broytti tað sjálvur til eitt upp
skot um at "skipa eitt málráð,
har ymiskar málpolitiskar
fatanir verða umboðaðar, og
sum skal hava myndugleika
at gera av spurningar av
málsligum slagi."
Uppskotið
varð
8.
oktober 2009 samtykt við
21 atkvøðum fyri, trimum
blonkum og ongari ímóti.
Tá atkvøtt verður um eitt
uppskot, tekur løgtingið bert
støðu til uppskotið sjálvt og
ikki til viðmerkingarnar til
uppskotið. Men ein fullsamd
mentanarnevnd hevði kortini
í viðmerkingunum eitt greitt
tilmæli til tað komandi mál
ráði um, at tað fulla alfabetið
skal autoriserast í Føroyum.
Seinni tók Málnevndin
á Føroyamálsdeildini spurn
ingin til viðgerðar, og eisini
har var full semja um, at
allir latínsku stavirnir skulu
hýsast í okkara alfabeti.
Uppskotið
varð
altso
hvørki felt ella samtykt men
Løgtingið gav sína greiðu
støðu til kennar.
Fullur amboðskassi
Síðani hevur Helena Dam
á Neystabø, í samsvari við
løgtingsins vilja, snikkað til
eitt uppskot um eitt breitt
samansett Málráð.
Málráðið verður suverent.
Men tað mest sannlíka man
kortini vera, at støða ráðsins
til alfabetið verður í samsvari
við tað, sum meirilutin av
føroyingum
heldur.
Sum
meirilutin av løgtinginum
heldur.
Sum
ein
samd
málnevnd heldur. Og sum
ein samd mentanarnevnd
hevur mælt til.
Hendir tað, verður ikki
neyðugt at skáksigla uttan
um
ávísar
bókstavir,
tá
nýggja atlassið verður gjørt.
Alfabetið
er
málsins
grundleggjandi amboðskassi.
Fyri nøkrum árum síðani
vórðu fimm amboð tikin
úr kassanum. Tað hevur
órógvað føroyska málrøkt,
og gjørt málið meira stirvið
enn neyðugt.
Nú er at vóna, at tey fimm
amboðini verða løgd upp
á pláss aftur. Tí tá verður
munandi lættari at smíða
eitt atlas, sum øll taka til sín.
Sjúrður Skaale
Atlas, alfabet og málráð
Heini Gaard sigur, at uppskotið um alfabetið varð felt. Bjarni Djurholm sigur, at tað varð samtykt.
Hvørgin hevur rætt. Men Bjarni fer minni skeivur enn Heini. Málið gongur sum tað skal