mánadagur 24. januar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
Á stýrisfundi í Kommunusamskipan
Føroya í dag 21. januar, hevur Gunvá
við Keldu tikið við sum nýggjur
formaður eftir Heðin Mortensen
Tá ið sitandi stýrið í Kommunu
samskipan Føroya tók við í januar
2009, var Heðin Mortensen aftur
valdur formaður fyri Kommunu
samskipan Føroya, og Gunvá við
Keldu varð vald sum næstformaður.
Samstundis varð avtalað, at næst
formaðurin, tá skeiðið varð hálv
runnið, skuldi taka við formans
sessinum.
Nú
valskeiðið
hjá
kommununum er hálvrunnið, er
hetta skiftið í dag farið fram.
Heðin Mortensen hevur, nú
hann fer frá, sitið sum formaður í
KSF í nærum 5 ár, og er sostatt tann
formaðurin, sum hevur sitið longst
í formanssessinum.
Tað vóru Tórshavnar, Klaksvíkar,
Runavíkar Tvøroyrar, Fuglafjarðar
og Vágs kommuna, sum stovnaðu
Kommunusamskipan
Føroya
á
aðalfundi 10. juni 1999. Í íbúgvara
umboðan er Kommunsamskipan
Føroya vaksið nógv hesi árini
fyrst og fremst gjøgnum komm
unusamanleggingar, og 1 januar
2007 gjørdist Sands kommuna
tann sjeynda limakommunan í
felagnum.
Hesi seinastu árini er virksemið
hjá Kommunsamskipanini vaksið
nógv. Aðalmálið hjá Kommunu
samskipanin er at verja og virka fyri
felags áhugamál hjá kommununum
og at styrkja kommunala sjálv
ræðið. Kommunusamskipan Før
oya hevur verið við til at stovna
og
fíggja
millumkommunalu
stovnarnarnar Kommunala Arbeið
gevarfelag Føroya og Barnavernda
stovu Føroya, eins og Kommunu
samskipanin í dag er við til at reka
og fíggja samstørv og verkætlanir,
sum til dømis undirvísngarportalin,
Listaleypin, eins og felagið ný
liga var við til at stovna SSP
samstarvið.
Í løtuni fyrireikar Kommunu
samskipan
Føroyar
seg
til
limaskap í “Council of European
Municipalities and Regions”, ið er
størsti felagsskapurin í heiminum
fyri regionalar og kommunalar
myndugleikar.
Kommunusamskipan
Føroya
heldur til í KSF húsinum í Tórs
havn,
saman
við
Kommunala
Arbeiðgevarafelag Føroya, Barna
verndarstovu
Føroya
og
SSP
samstarvinum.
Nú Gunnvá við Keldu tekur við,
verður hon fimti formaður í søgu
felagsins. Teir, ið hava sitið undan
henni eru
Formenn
Jákup Lamhauge 19992000
Jógvan Krosslá 20012004
Rodmundur Nielsen 20052006
Heðin Mortensen 20062011
Gunvá við Keldu 2011
Gunvá við Keldu hevur verið
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
hetta valskeiðið. Gunvá varð fyrstu
ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð
fyri valskeiðið 20042008. Hon er
útbúgvin grafonom og hevði í eitt
áramál rikið sína egnu fyritøku,
tá hon frá ársbyrjan 2009 tók við
sum
borgarstjóri
í
Klaksvíkar
kommunu.
Nú Gunvá við Keldu verður for
maður í Kommunsamskipan Føroya,
verður hon samstundis eisini við
í leiðsluni av Barnaverndarstovu
Føroya. Heðin Mortensen verður
frameftir
næstformaður
í
Kommunasamskipanini og heldur
áfram sum formaður fyri Kommu
nala Arbeiðgevarafelagið.
Formansskifti í Kommunusamskipan Føroya
Sum avtalað í byrjanini av hesum valskeiðinum hevur í dag verið formansskifti
í Kommunsamskipan Føroya. Komandi tvey árini verður Gunnvá við
Keldu formaður og Heðin Mortensen næstformaður í felagnum
Jógvan Arge,
Formaður í mentamálanevndini í Havn
Álendingurin Jan Pettersson
hevur allastaðni møtt áhuga
og vælvild, so hann ivast ikki
í, at í Føroyum er undirtøka
fyri ynskinum hjá ÍSF at
standa fyri Oyggjaleikum
aftur.
Tað eru góð tíðindi, at
Ítróttasamband Føroya aftur
liggur framvið at skipa fyri
Oyggjaleikunum. Ikki minst
eftir, at Føroyar fyri fyrstu
ferð vóru bestar av øllum á
seinastu oyggjaleikum.
Tað er onki dulsmál, at
undir summum av teimum
byggingum, sum eru gjørdar
í
Havnar
Kommunu
á
ítróttarøkinum
seinastu
árini, hevur eisini ligið hugs
anin at gera Føroyar og
Havnina før fyri at verða
vertur fyri Oyggjaleikum.
Í so máta hava vit tikið
risafet við nýggju og væl
umtóktu breytini til frælsan
ítrótt á Hálsi og nýggju
stásiligu fimleikhallunum í
Gundadali.
Golfvøllur neyðugur
Harvið er ikki sagt, at vit
lúka allar treytir í dag, men
byrðan er ikki so tung at
lyfta, sum hon var fyri bara
fáum árum síðani.
Vit mugu gera okkum
greitt,
at
golfvøllur
má
og skal koma. Tað verður
trupult hjá okkum at fáa
undirtøku
millum
hini
oyggjasamfeløgini
uttan
golfvøll. Her er also høvið at
taka takið fyri golfvøllinum,
sum eina ferð skal takast.
Skilji
á
lagnum,
at
raksturin av golfvølli nýtist
ikki at verða trupulleikin,
men fleiri góðar kreftir,
hvørjar tær so verða, eiga at
samstarva um íløguna.
Innan summar greinar
í skjóting og tennis og t.d.
squash verða vit ikki hildin
at standa frammarlaga, men
tað eru eisini umstøður, sum
tað ber til at bøta væl og
virðiliga um við tí skotbrái,
sum er til leikirnir kunna
verða í Føroyum.
Gistingin hevur ofta verið
søgd at vera grundin til, at vit
ikki kundu bjóða okkum fram
aftur til Oyggjaleikirnar. Nú
eru boðini, at okkum nýtist
ikki at hava hotellsong til
hvønn luttakara. Tey kunna
saktans klára seg, fáa tey
fyri mestapartin skilagott
innivist á teimum stóru
skúlum, sum nú eru.
Kappast um leikirnar
Hugurin
at
skipa
fyri
Oyggjaleikum
er
stórur.
Bermuda hevur fingið leikir
nar í 2013, men kappingin
var hørð um OYL 2015. Jersey
vann við einari atkvøðu
á Gotlandi, eftir at báðir
partar høvdu brúkt hópin av
peningi at tala fyri seg.
Hetta ørkymlar í altjóða
oyggjaleikanevndini. Verður
hetta lagið frameftir, kann
tað elva til spjaðing. Tí hevur
formaðurin hug til at leggja
leikirnar fastar longur fram
í tíðina.
Her er tað, Føroyar hava
fingið møguleikan at koma
ítøkiliga á skránna. Ætlanin
er at arbeiða fyri, at Gotland
fær leikirnar í 2017. Menorka
í Miðjarðarhavinum verður
hildið at liggja væl fyri í 2019,
men í 2021 skuldi góður møgu
leiki verið fyri, at leikirnar
verða aftur í Føroyum.
Tað eiga vit at taka væl
ímóti. Vit eiga ikki bara
at frøast um at sleppa av
landinum at kappast. Vit
mugu eisini taka upp á okkum
at skipa fyri á heimavølli. Tað
er ein sjálvsagdur partur av
altjóða luttøkuni.
Og tað er ein stór upp
living fyri øll í Føroyum!
Til reiðar til Oyggjaleikir
Formaðurin í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA hevur verið í Føroyum og kannað eftir, um Ítróttasamband
Føroya og føroyskir myndugleikar eru sinnað at taka Oyggjaleikirnar upp á seg aftur