Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 26 Sosialurin Randi Jacobsen Fleiri handlar og fyri tøk­ ur í Havn hava postboks í miðbýnum, og dagurin hjá fleiri handilsfólkum og starvsfólkum byrjar við at fara eftir posti í postsmoguni í húsinum, sum áður var posthús. Men nú noyðast hesi fólk at broyta sínar van­ ar. Posta boðar frá, at fyrst í februar verða post smogurnar í mið bý­ num og á Argjum allar fluttar á Óðinshædd. Annars kunnu fyri­ tøkurnar við postsmogu tekna vinnuhald, ið er útkoyring og heinting av posti. Posta átekur sær at tøma postsmogurnar og koyra postin út fyrrapart ella seinnapart alt eftir tørvi. Samstundis tekur Posta ímóti postinum frá teimum fyritøkunum og avgreiðir hann. Randi Jacobsen Ein maður var í rættinum í seinastu viku ákærdur fyri at hava hótt onnur fólk og fyri herverk. Hann hevði í tríggjar mánaðir í fjør hótt tvey fólk fleiri ferðir við lív­ inum. Annar per són­ urin varð hóttur bæði við sms­um, í telefon og andlit til andlits, og boðini vóru “tú eigur at vera bangin”, “tú livir ikki árið út”, “hann skal hava jarn í øllum kroppinum, eg havi keypt fólk til upp gávuna, ein, sum eitur NN við sjefara, “eg buki og knúsi teg sundur í fleiri petti”. Við hitt fólkið segði tann ákærdi “nú er kríggj, eg buki (tann fyrr nevnda), so hann ikki er at kenna aftur, “eg havi tikið øll vápn í nýtslu og sett øll fólk til reiðar til kríggj. Hesar hóttarnir fingu tey bæi hóttu fólkini til at bera ótta fyri lívi og heilsu. Tann ákærdi noktaði seg sekan, men tvær tele ­ fonsamrøður við hótt­ anum vóru band aðar. Tí hjálpti tí ákærda litið at nokta seg sekan. Rætturin dømdi mann in sekan í hótt an­ unum. Hann varð eisini dømdur fyri herverk. Líkt er til, at tann ákærdi síðan hevur lagt sítt lív um, tí maðurin slal við 30 daga treytaðari fongsulsrevsing. Hann má bara ikki gera nakað revsivert tvey tey næstu árini. Treytað revsing fyri hóttanir Ein maður varð í Føroya rætti í seinastu viku dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava hótt tvey fólk við lívinum Post smogurnar hvørva í miðbýnum Fyrst í februar verða ongar postboksir longur í miðbýnum í Havn og á Argjum. Allar verða fluttar á Óðinsdeild Bjørt Samuelsen løgtingskvinna At keypa eini hús ella íbúð er hjá flestum okkara størsta fíggjarliga íløgan vit gera í lívinum. Í sendingini Skann­ arin hoyrdu vit um staka mammu, sum var komin sera illa fyri, tá hon keypti hús, og um hvussu átrokandi tað er at fáa lóggávu, sum skipar keyp og sølu av fastari ogn. Rættarhjálpin viðgerð á hvørjum ári á leið 50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av fastari ogn. Og hetta er øðiliga nógv, hugsa vit um av­ markaðu stødd ina á føroyska húsamarknaðinum. Í fjør vár legði Tjóðveldi saman við Sjálvstýrinum fram uppskot til samtyktar at fáa landsstýrið sum skjótast at smíða og leggja fyri tingið alla neyðuga lóggávu kring keyp og sølu av fastari ogn og húsameklaravirksemi. Slík lóggáva skal lýsa øll rættindi og allar skyldur hjá seljara, og skal soleiðis verja keyparar, so teir ikki koma út í slíkar støður, sum ræðusøguna vit hoyrdu um í Skannaranum. Lógin skal eisini staðfesta, hvørjar skyldur liggja á keyparanum sjálvum. Følsk trygd Húsakeyp fara sum kunnugt í alsamt størri mun fram ígjøgnum meklarafyritøkur. Hetta átti at borga fyri størri brúkaratrygd, men ger tað ikki vegna væntandi lógarkrøv. Tvørturímóti kann keyparin fáa falska trygd, eitt nú við at hann fær ta fatan, at støðulýsing er gjørd av ognini, hóast lýs ingin bert byggir á upplýsingar frá seljar anum sjálvum. Slík ar støðu lýsingar kunnu vera verri enn einki. Til ber van­ liga at keypa meira fak liga grund aðar støðu lýsing ar av ognini, men greið krøv eru heldur ikki til hesar støðu­ lýsingar og ógreitt er, hvør ábyrgd fylgir slíkari. Við lógini um fastognar­ keyp kann verða ásett krav um trygg ing. Tað ber í sær, at selj­ ari hjá einum tryggingarfelag stovnar trygging uppá, at húsini eru í einum ávísum standi. Trygg ingarfelagið fer tá at seta ítøkilig krøv til støðu lýs ingarnar. Og sum vit vístu á í viðmerkingunum til okk ara uppskot, so er keyp og søla av fastari ogn og meklara virksemi væl skipað í okkara granna londum. Tí átti at borið til væl og kvikliga at smíða líkn andi føroyska lóggávu. Væl móttikið Málið fekk eina sera góða viðgerð í Vinnunevndini. Uttan undantak vístu øll, sum komu í nevndina á, at hetta var sera harðliga til trongd lóg gáva, og tey fegnað ust um, at málið var komið til viðgerðar í Løg­ tingi num. Kortini valdi sam ­ gongan at fella hetta and­ støðu uppskot. Helst tí at lands stýris maðurin segði, at hann var farin undir slíka lóg gávu og fór at koma við lóg unum sama heyst. Hetta frøddust vit sjálvandi um, men eru farin at ótolnast, nú skjótt eitt ár er runnið. Vónandi kann tað fokus, sum Skannarin hevur sett á málið, fáa ferð á, so lógin loksins kemur fyri tingið. Húsakeyp og vantandi lóggáva Heri Mohr Í 1993 fingu vit føroyskt heimsatlas, og nú 17 ár eru liðin, ger Føroya Skúla­ bókagrunnur fyrireikingar til nýtt atlas. Ætlandi er talan um dagføring av tí fyrra, tí so nógv hava hesi 17 árini hóast alt ikki broytt heimin. Hetta átti at verið góð tíðindi, men so tykist ikki at vera. Nú er komið alment fram, at tað nýggja atlassið verður í somu leistum, sum brúktir vórðu til heimsatlassið, sum í roynd og veru er óskikkað til undirvísing í skúlunum. Tað hevur longu gjørt meira skaða enn gagn. Tann størsta miseran við atlassinum er, at altjóða landa­ og staðar nøvn eru broytt til ”føroyska tungu.” Dømi úr rúgv uni: New Zealand til Nýsæland, New Foundland til Nýfundland, men hví New York ikki er broytt til Nýjork og New Delhi ikkki til Nýdeli er ikki lætt at skilja; Stokkhólmur við Stockholm í parentes, um onkur skuldi ivast o.s.fr. Í skúlunum lærdu vit, at tað stóra havið í Fjarðeystri æt Stillahav. Ikki so løgið, tí á enskum eitur havið Pacific (Ocean), sum merkir stilli, kvirra. Men í Føroyum tykist navnið nú at vera broytt til Kyrrahavið. Tá ið vit siga, at sjógvur kyrrar, hugsa vit vanliga um havið inni við land. Stilli ella kvirra hevu einki við kyrru at gera. Nógv er skrivað og nógv er tosað um atlassið, eisini á tí polit iska pallinum. Í sein­ astu viku skrivaði Bjarni Djur­ holm, løgtingsmaður, eina sera áhuga verda grein í bløð u num júst um hetta álvarsmál. Tá tað kann lata seg gera hjá einum almennum stovn (við almennum peningi) at órógva so álvarsligt í okkara skúlum, hvat verður so tað næsta, má vera loyvt at spyrja. Vit kunnu ímynda okk­ um, at um nøkur ár fara vit at fáa eina glæstribók, út­ givin av sama stóvni, um føroysk mentafólk og teirra lív: Vensil Hammarheim, Sveinur Gruntvík, Jákup í Dali, Gudmundur Brúni, Lúi Sakariasson, Niklái Mor, Janus Krisjan Svaba (Konto/Konta – heppið, at fyrra o´ið ikki broyttist til u), Páll F, Martin Jóannesarson, Rikar Langi, Jóan Heinrik Vetur Pálsson, Karl Jóan Janusarson o.fl. Gamalt er, at navn spillur ongan mann. Men maður kann spilla navn – sum í hesum føri og í atlassinum. Slíkar fløkjur og broyt ingar í landa­ og staðar nøvnum, sum varð framt við okkara fyrsta heimsatlassi, má haldast at vera heilt burt ur við. Vónandi tekur lands stýrið neyðug stig til tess, at serkøn hjálp við heim ild um verður útvegað Skúla bóka grunninum í sam­ bandi við útgávu av nýggjum atlassi, so at tað, sum hendi við heimsatlassinum, ikki kemur fyri í tí nýggja atlassinum. Rolf Guttesen er serkønur í geografi og geologi. Hann átti at verið sjálvskrivaður til hetta arbeiðið. Tað er ikki meira enn rími ligt, at skúlarnir (næm­ ingarnir) fáa tað nýggja atlassið, framleitt við ser­ kønari leiðslu, ókeypis treyt­ að av, at heimsatlassið sam­ stundis verður inndrigið og makulerað. Tá Perestroika tók seg upp í Russlandi fyri 20 árum síðani, vórðu allar tær ónýtiligu skúlabøkurnar burturbeindar, og aðrar komu í staðin fyri. Nýtt atlas Kjak Her verða nú ongar postsmogur longur