Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Góði mammubeiggi, nøkur fá orð til minnis um teg. Eg eri so sera hørm, um at eg ikki kundi verða við til tína jarðarferð, men tað hevði tú jú skilst best sjálvur. Minnist teg sum ein góðan mammubeiggja, og ein góðan vin, eg vitjaði teg og tú vitjaði meg, mangan uggaðu vit hvønn annan, minnist eitt kvøldi, tú hevði vitja meg úti á Hamranesi, tú ringdi tá tú vart komin heim, og spurdi um tú ikki kundi sleppa at singja ein sang fyri mær í telifonuni, tú vildi at alt skuldi verða gott, takk fyri eg gloymi tað ongantíð, tað var so gott. Tú plagdi altíð at takað til,"Tú fart lønuna í Himli", Nú ert tú í Himli, og far lønina fyri alt tað góða, ið tú gjørdi her, tað tú tænti Harranum, í samkomuni, í Vitninum í Hvalba, og tað arbeiði tú gjørdi í Zarepta, og nógv annað. Vit vórðu mangan saman í Zarepta, góðar løtur, tú í náttarvakt og eg í køkinum, gamla gardan passaðu væl uppá, at náttarvaktirnar fingu mat, tá tær vaknaðu aft ur um dagin. Nú er ikki nógv eftir av gomlu gardu, tit lærdu okkum so nógv. Tú fekst ikki tað lætt astu lagnuna her í lívinum, misti mamm­ una bert 9 mánaðir gam al, sum ynsktir av 5 syskjum, mamma mín var elst, 9 ára gomul, konuna misti tú tá hon bert var 52 ára gomul, tað vórðu tungar tíðir, men nú er alt gott, nú eru tit øll saman, tú og konan, syskini og foreldruni, og nú fart tú svar uppá øll hví??. Góði Dávur og góða Jóna, má Harrin verða hjá tykkum og styrkir tykkum, nú tit eru kom­ in í fremstu røð, tit fingu eina góða barlast í tykk­ ara foreldrum, sum tit nú kunna geva av, tað hevur altíð verið so gott, at verið saman við tykkum. Í kærleika systirdótturin Katrin Til minnis um Johannes Holm Jacobsen Her eru nøkur orð um eina góða ommu og langommu, sum altíð fer at liva í minni okkara, so leingi sum vit liva. Eg var ikki meira enn trý ára gomul, tá íð eg og hundur mín Gæsa komu til ommu at búgva. Her var ongantíð keðiligt at vera, dagurin var fyltur við innihaldi. Um summarið hoyggjaðu vit, og djórini skuldi fóðrast hvønn dag. Hetta er nokk tað, ið flestu børn elska at fáast við, men ikki øll hava møguleikan. Vit høvdu stóran dunnugarð, har eg altíð skuldi ansa eftir, at einki hol var í netinum, tí skjótar vóru likkurnar at taka ungarnir, nógvur seyður var eisini, og nógv heimalomb hevði eg sum skuldu hava fløsku fleiri ferðir um dagin! Hundarnir skuldi leinkjast úti á bønum, og rossini flytast ella fórast, og nógvar kaninur hevði eg. Omma var dóttur Olevinu og Andrias Djurhus. Tey vóru trý systkin, omma, Jan us og Júst. Minnist at omma fortaldi, at Janus var musekalskur, spældi klarinet og dámdi væl at lesa. Júst harafturímóti skuldi vera bóndi á Húsagarði eftir for­ eldrini, men so bleiv ikki. Júst doyði ungur, tá hann datt av rossi, hann var við at venja. Omma kom nokk aldrin heilt yvir hetta, var altíð eitt sindur bangin um okkum, tá vit riðu í haganum, vildi altíð vita, hvar leiðin gekk, og at man ikki reið einsamallur, altíð skuldi vit brúka hjelm og ansa okkum, um vit narkaðust rossinum aftanifrá, altíð tosa við tey, so tey ikki blivu kløkk og kundu sparka okkum.. Omma bleiv gift við Thommas Rubeksen, so heilt undan rossum slapp hon ikki. Abbi reið hvønn sunnudag, og tá ið eg var heilt lítil, sat eg frammanfyri hjá honum, síðan aftan, seinni hevði hann ein hest við á sleip, sum eg onkuntíð sat á. Minnist at abbi keypti ommu eina fína ryssu úr Íslandi, Stjørnan. Vit stóðu á keiini í Tórshavn, tá hestar í hópataæli blivu heisaðir í land, summir í kassum, summir hingu og sprellaðu í einum sela. Hetta eru nú nógv ár síðani. Men Stjørnan bleiv ikki nógv brúkt, stóð mest og át... Minnist tey vóru og riðu í Íslandi í eina viku ella 14 dagar! Hettar var áðrenn Ríðiferiurnar vóru so vanligar, sum tær eru ídag. Hvønn einasta morgunn, tá ið eg var smágenta, fór eg at svimja við ommu mínari, hon svam 1 km hvøn morgun, tað mesta av sínum lívi, eisini gekk hon til fimleik sum hon dámdi sera val og dans. Vit gingu langar túrar og høvdu mat við okkum, oftast vóru vit í Húsareyni, har kendi omma hvønn stein og hvørja keldu, serliga ein kelda langt inni í haganum, skuldi hava serliga gott kelduvatn! Har fraktaðu vit nógvar litrar av vatni við okkum. Omma bleiv 88 ára gom­ ul, og tey seinastu árini vóru merkt av aldirdómi og sjúku, men aldrin læt omma illa at ella segði seg ikki hava tað gott, hon fylgdi væl við, hvat hendi í lív­ inum hjá ommubørninum og langommubørninum. Eis ini tosaði hon nógv um abba í seinastuni, tá ið vit vitjaðu hana, hvussu góður inløgumaður hann hevði verið, tey veltu eplir, røtur osv. Eisini minnist eg, at tey royndu at fáa jarðber at vaksa, men tað gekk ikki so væl. Omma og abbi vóru sjálvforsýnandi við tí mesta! so tey nýttist ikki at keypa nógv sum so. Tá omma fór til tannlækna minnist eg hon betaldi við einum lambi, vær nógv at gera hjá tanlæknanum, fekk hann tvey lomb! Kanska ikki so nógvir tannlæknar meira sum taka ímóti slíkari betaling. Síðst vit sóu ommu var lítlajólaaftan, hon var við gott mót, gleddi seg til at fáa gás frá Júst á jólum, ikki tonktu vit tá, at hettar var seinastu ferðina vit sóðu ommu á lívi. Langommubørnini Guðr­ un og Bjartur fara altíð at minnast eina góða langommu og allar pakkarnar, hon sendi til tey, tá ið vit búðu í Danmark. Altíð var omma so uppfinsom at pakka alt inn til tey, bundnar hosur, eitt oyra, bomm, cokoladafingrar, blábersuppu, toroproduktir, tað man ikki fekk keypt í Danmark. Guðrun spurdi ofta, eftir at vit vóru flutt uppaftur til Føroyar at búgva, hví omma ikki sendi pakkar meira. Eg veit, at Laila og Tanja eisini minnast aftur á hesar pakkarnar frá ommu í Føroyum. Góða mamma (omma), tú sum lívið gav mær, afturkoma barndómsdagar ei, men tey ljósu minni eg fekk frá tær vilja fylgja mær á lívsins leið. Turid Gudrun Rubeksen til minnis Fødd 2. januar 1922, deyð 27 desember 2010 Nøvn