mikudagur 26. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
10
Sosialurin
In memoriam
Nicodemus Rasmussen andaðist á Tjarnargarði
mánadagin 17. januar 92 ára gamal. Hann var ættaður
av Strondum, og sum blaðungur fór hann til Havnar
og fekk starv á skrivstovuni hjá Skipafelagnum
Føroyar.
Í Havn læt upp ein nýggjur danskur almennur
stovnur 1. apríl 1939, sum fekk heitið Færøernes
Oppebørselskontor, og har fekk Rasmussen
fast starv 1.mars 1940. Tá starvaðust fylgjandi fólk
á Uppibørselskontórinum ella Gjaldstovuni, sum
stovnurin vanliga varð kallaðu millum fólk: Niels
Mortensen, skrivstovustjóri, Sigfried Skaale, høvuðs
bókhaldari, Hans Pauli Hansen, kassa meistari,
Joen Heini Hansen, bókhaldari, Elisa M. Harald
sen, skrivstovukvinna og Joen Peter Johansen,
skrivstovumaður.
Rasmussen varð støðufastur á Færøernes Oppe
børselskontor, sum gjørdist landsstovnur 1.apríl
1948
við lógfestum navni Føroya Gjaldstova. Har var
hann skrivstovumaður í 8 ár, høvuðsbókhaldari Í 8
ár, fulltrúi í 5 ár og skrivstovustjóri í 27 ár. Hann var
riddari av Dannebrog.
Hann, ið hetta skrivar, hevði tað lukku og gleði at
starvast saman við Rasmussen í 31 ár. Hann var ein
sera siðiligur, dámligur og skilagóður embætisbróðir.
Altíð góður í ráðum. Hansara arbeiðssemi var stórt
og góða minni hansar ótrúligt.
Tað er honum nógv fyri at takka, at Føroya
Gjaldstova gjørdist ein virðiligur og vælvirkandi
almennur stovnur, sum umsat landskassan, ríkis
kassan, skatt, toll og onnur almenn gjøld v.m.
Allar málsviðgerðir lógu trygt og professionelt
í hansara hondum. Hansara loyalitetur mótvegis
teimum politisku myndugleikunum í Tinganesi var
ósvikaligur.
Avvarðandi hava mist ein góðan pápa, abba og
langabba.
Heri Mohr
Nøvn
Vit vita, at deyðin áhaldandi
er í hølunum á okkum, og at
foldarlívið er avmált. At vit
hvør í sær ikki eru annað
enn eitt lítið ljósblunk í
gigant iska kosmiska ljós
hav inum, ein løðarsteinur
av mongum, sum slektirnar
skulu ganga um, men ofta
tykist tað okkum sum, at
rationaliteturin svíkur hjá
Honum, ið øllum valdar.
Sum at ólag er á sjuntinum,
ið stjórnar lívi og deyða.
Tað kennist í øllum førum
ørkemlandi fyri okkum van
ligu deyðiligu, at deyðin so
brádliga skal taka jarðiska
lívið frá einum hálvthundrað
ára gomlum manni, júst
sum hann stendur í sínum
blomstrandi gerandis gern
ingi og yrki.
Deyðsboðini
av
skyld
mann inum Andreasi komu
í hvussu er sum snarljós av
heiðum himni. Ikki so frætt
at eg vitsti, at nakað var
áfatt, hóast bara fáir dagar
eru gingnir síðan vit seinast
tosaðu saman í telefonini.
Tann dagin var hann hin
sami bragdligi og fryntligi
maðurin, sum vit kendu, og
ørindini vóru at spyrja fyri
onkadóttrina Marjuna, um
eg kundi hjálpa henni við eini
samrøðu, nú hon skuldi gera
søguliga
høvuðsuppgávu
á miðnámsskúlanum, um
politikk, við serligum atliti
til tjóðskaparrørsluna og
Tjóð veldisflokkin. Vit hittust
á Havnarskrivstovuni, og
ríðin av spurningum avdúk
aði beinanvegin, at hon var
væl kálvfødd í evninum. Havi
skilt, at tað gekst henni heilt
væl, tað frætti eg frá ommuni,
men tað kann kanska tykjast
lítisvert í hesum døgum, nú
pápin er farin um sýnuna alt
ov ungur.
Nær er slektað. Eri trí
menn ingur við tey bæði,
Andreas og Poulu, úr hvør
síni ætt. Hetta kemst av, at
mamma er systkinabarn við
pápar teirra Páll og Reinhold.
Hóast strongurin er ymiskur,
gongur leiðin aftur til eitt
samankók í jørðildinum mill
um Áirnar í Syðrugøtu. Fyri
oman Oyruna og í Úti Gutta
stovu.
Andreas var sonur Mar
gith og Páll Poulsen. Hon
er av Toftum og Páll var
undan Gøtueiði. Tey settust
niður undir Eiðinum, og
har traðkaði Andreas sínar
barnaskógvar. Hann mundi
vera um fýra ára aldur, táið
foreldrini keyptu húsini hjá
Einari Tróndargjógv, oman
fyri Toftina og fram við
Júksnará. Har byrjaði av
álvara eitt margfalt og lit
fagurt lív. Eitt lív í støðugari
framsøkn, ein ferð, har tað
altíð varð miðað eftir ítøki
ligum málum.
Andreas gekk barnaskúlan
yviri við Gjógv – Gøtugjógv
– og síðani fór hann ta meiri
ella
minni
obligatorisku
leiðina til Fuglafjarðar fyri at
røkka framhaldsprógvi. Eftir
tað hevur hann roynt hvørt
av sínum. M.a. var hann
kranaførari á Skála, var til
skips við ”Sjúrði Tollakssyni”,
táið gøtumenn royndu seg í
uppsjóvarvinnuni í Senegal,
og ílegutreytað, hevði eg
nær sagt, hevur hann sjálv
sagt roynt seg í broytum,
bull dozarum og gravkúm.
Tað kjálk aðist líka sum uppi
á hon um, at akfør skuldu
gerast ein týðandi partur av
lívi han sara.
Langabbi
okkara
Poul
Kristoffur
Poulsen,
sum
gekk burtur undir krígnum,
suður
úr
Borðoyarnesi,
var fyrsti bilstjórin í Gøtu.
Komm unan keypti ein bil í
1926, og seinri átti hann bilar
sjálvur. Hann fekst m.a. við
at flyta post ímillum bygdir.
Sonurin Andreas, ið búsettist
hinumegin Eiði, legði á sama
bógvin við egnum bil um, og
sonurin Páll tók yvir, táið
hann var komin til mans.
Viðurskiftini
í
post verk
in um broyttust sum vera
mann,
flutningurin
varð
um skipaður, og stovnurin
tók sjálvur yvir, á sama hátt
sum eitt nú Strandferðslan,
áðrenn aftur varð farið undir
at liberali sera ella útlisitera,
sum tað so flott eitur á nú
tíðar máli.
Áðrenn
Andreas
fór
und ir egið virki, var hann
virkin á ymsan hátt. At
vera álitismaður í vinnu var
honum ikki nóg mikið, fram
fýsni og samfelags med vit
gjørdu hann eisini áhugaðan
í politikki og ikki minst
fakfelagspolitikki. Sum slíkur
gjørdist hann lands kendur,
táið stóra verk fallið var í
áttatiárunum. Øll minnast
myndirnar á skíggjanum, tá
sýslumaðurin í Eysturoynni,
Frimod Joen sen, troppaði
upp
á
havnar lagnum
í
Norðragøtu, og vildi hitta
formannin í Gøtu Arbeið
arafelag. Tá trein ein bræsin
ung lingi fram úr rúgvuni,
jarpur í hárferðini, og hann
lá ikki omaná, hvør ið hann
var, og hvør ið hansara
støða
var
í
konfliktini.
Hann
vardi
áhuga málini
hjá arbeiðara fjøldini. Hann
brendi ígjøgnum skíggj an.
Í eftir sjónini má sig ast, at
júst hendan myndin avdúk
aði hvussu paradoksal hin
politiska støðan er í Føroyum.
Har stóðu tveir tjóðveldis
menn andlit til andlits. Í
hvør sínari professión, annar
í løgreglubúna umboðandi
danska politivaldið í Før oy
um, og hin verji hjá øðrum
partinum í eini ósemju á
føroyska arbeiðs markn að in
um. Hendan partin av lívinum
hevði hann heldur ikki frá
fremmandum. Ommubeiggi
mín og abbabeiggi hansara,
Óli Poulsen, sum gekk burtur
undir seinru stríðsárunum,
varð tikin av sosialistisku
hugsjónini og var íðin fak
felagsmaður. Mær er annars
sagt, at Andreas var ein sera
konstruktivur
fakfelags
bossur.
Táið
gøtumenn
royndu at fóta sær aftur í
upp sjóvar vinnuni, legði ar
beiðara felagið, undir hansara
leiðslu, rygg til. Fíggjar
liga. Tað er eisini ein partur
av søguni um upp á seg
fremstu vinnu lívs bygd ina í
Føroyum.
Tað ber næstan ikki til
at beskriva, at lýsa út í æsir,
hvønn kolossalan týdn ing
ítrótturin, serliga fót bólturin,
hevur havt fyri bygda sam
felagið í Gøtu. Í mínum
uppvøkstri í fimmti og fyrra
partin av sekstiárunum var
kappróðurin alfa og omega.
Hondbólturin mentist, með
an fótbólturin at kalla var
ein viðfáningur, á sama hátt
sum aðrar staðir í oynni.
Um hetta mótið verður far
ið undir hitt nú so kenda
stadion í Sarpigerði, og tey
flestu kenna søguna haðani.
Andreas var so heppin,
at hann gjørdist partur av
hesi flóðaldu, sum í avger
andi mun hevur verið savn
ingarmegin hjá gøtufólki.
Veru liga grundstøðið varð
lagt í sjeytiárunum, tá hin
legendariski vestmanna oy
ing urin, Gisli, við militerari
disiplin og presisión fór
und ir at venja nakrar ung ar
Minning um Andreas Poulsen
Ein vanlig sjón framvið síðulinjuni í Sarpigerði, táið annaðhvørt GÍ
ella Víkingur spældu sínar heimadystir í fremstu deildini.