mikudagur 26. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
gøtudreingir í knatt spyrnu
leiki, sum hann sjálvur vildi
tikið til. Ein fremmandur
maður var komin til bygdar,
og hann kollvelti øllum við
strongum íslendskum vilja,
aga og óræddari framsøkn.
Hugtakið konditión var eitt
sind ur fremmant í fótbólts
hugnanum, sum hevði verið,
nú tuskaðu menn niðan á
fjøllini og omanaftur, men
úr slitini komu skjótari enn
nakar hevði væntað. Longu
í 1976 og 1977 vunnu nakrir
ungir gøtudreingir føroya
meist ara skapin og steypa
kappingina í unglingadeildini.
Í 1979 vunnu teir aðru deild
og longu í 1983 lógu teir
ovastir í bestu deildini. GÍ
var nú eitt felag, ið hevði
sett seg í respekt í føroyska
fótbóltsheiminum.
Andreas var við í hesum.
Og serliga minnisrík mundi
ferðin til Íslands í 1976 vera
hjá
hesum
tannáringum.
Gisli fór við teimum allan
vegin út í Oyggjarnar. Á
sjálv ari tjóðarhátíðini hjá
frændunum
fyri
vestan
leiktu teir ímóti unglingunum
hjá ÍBV. Sjóverkurin hevði
hertikið fleiri teirra á ferju
ferðini, somikið, at teir spýðu
á vøllinum, tí gekst heldur
striltið
í
fyrra
hálvleki,
men hann makaði í seinra
hálv leiki, og við dystarlok
høvdu teir kneykrað ÍBV
við tveimum málum ímóti
einum. Á hesi ferðini hittu
teir eisini hin blídliga Kolbein,
skyldmann okkara, sum er
búsettur í Oyggjunum. Hann
er sonur hin fyrr nevnda Óla
Poulsen, ofta róptur Óli Prest
ímillum manna.
Seinri gjørdist Andreas
ein kendur linjuverji og
dómari. Íðin tók hann lut í tí
organisatoriska arbeiðnum,
og hann gjørdist seinasti
formaðurin í gitna felagnum
GÍ. Harvið var hann í broddi
fylkingar,
táið
gøtumenn
og leirvíkingar kastaðu fót
bóltspjøkarnar
saman
í
felag num ”Víkingur”, sum
hevur heimavøll á hinum
eftir hondini traditiónsríka
vøllinum í Sarpigerði.
Andreas
hevði
mong
áhuga mál,
men
seinastu
mongu árini hevur hann bygt
upp sítt egna virki. Á ein hátt
var hann rættiliga klassiskur
í valinum, og tó, hann byrjaði
frá botni av, við egnari megi,
og við ómetaliga góðari hjálp
frá konuni Poulu, hevur
hann hesini árini fingið í
lag eina fyritøku, sum hevur
ein stóran flota av bussum
koyrandi eftir føroysku veg
unum og uttanlanda við, táið
tað krevst. Tey hava verið
kend fyri góða tænastu, vin
skipiligheit og laðaligheit.
Við skiftafólk
teirra,
sum
eg havi tosað við, taka til,
hvussu einastandandi servis
an hevur verið, har hava
ongir lepar hingið uppi við
nakra staðni. Andreas var
altíð tøkur hjá øllum, sum
høvdu boð eftir honum, og
tað man mangan hava verið
strævið. Ómetaliga stríggið.
At reka egna fyri tøku í
framsøkn er ikki hvørs
mansføri, tað krevur og
terur. Mannalikamið hevur
eisini síni mørk, men í stóra
ljóshavinum hevur tíðar
málið kanska ikki so stóran
týdning, tað er heldur og
meira ein spurningur um hvør
tín lutur var í menningini
framá, til frama fyri tey ið
eftir koma. Tað má hava verið
eitt spennandi og magnríkt
lív í hálvthundrað ár, at
vera farin ígjøgnum allan
strongin frá fakfelagsbossi
til arbeiðsgevara, og eisini
tað megnaði tú. Við egnari
megi og góðari hjálp frá
fjølskylduni, sum altíð bakk
aði upp og akslaði skinn síni
við tær og tínum áhuga
málum.
Góði Andreas, í so máta
lá tín partur ikki eftir. Tín
ferðmikli fasongur, títt stutta
og lítið ímynta fjús, títt
óvanliga
skemtingarsama
lyndi og títt sjarmerandi
vesin hevur verið av slíkum
slagi, at tað rúmaði einum
yvirskoti, sum var øðrum til
fjálganar og nyttu. Ei dáni í, at
tað fór ein ísakaldur gjóstur
ígjøgnum bygdina, hendan
dagin, táið feigdin gjørdi um
seg og deyðsboðini komu úr
Keypmannahavn. Tey eru
so fá, hesi menniskjuni, veg
ararnir, sum brúka orkuna
á tamb, í ríkiligt mát, til
ann að enn bara sín egna
eksistens. Uppdriftin var so
øgilig. Kærleikin til bygdina,
samfelagið og tjóðina logaði
so bjartur uppi við hjarta og
heila tínum. Gapandi tóma
gjógvin, sum nú stendur eftir
tær í bygdasamfelagnum
í Gøtu, fyllist ikki aftur í
bræði. Meinast rakar tín
bráði deyði Poulu og børnini
og mammu tína Margith,
sum hevur verið mær so góð
í ávikum í mínum politiska
starvi, á sama hátt sum
pápi tín, fyri tað. Og tað var
nú løgið, táið tað nú skuldi
henda, at tú alt ov ungur var
tikin frá okkum, at tú lát lívið
á degnum – 21. januar – júst
átta ár eftir at pápi tín fór
higani. Mátti hin góði Guð
hjálpt og staðið tær við lið
á ferðini heim til fedrarnar,
ið undan eru farnir, og mátti
Hann á sama hátt troysta og
styðja tykkum uppi í Tungu,
ið eftir sita í ovurstóra sakn
inum. Soleiðis er tá deyðin
virksamur í okkum, men lívið
í tykkum.
Hvíl í friði og farvæl kæri
frændi.
Tórbjørn Jacobsen
Gøtu kommuna keypti ein bil í 1926. Poul Kristoffur Poulsen var bilstjóri. Sjálvur keypti
hann sín fyrsta bil í 1932. Bilurin á myndini kom til Gøtu í 1936. Hann hevði onga last,
táið hann kom til bygdina, og var settur oman fyri húsini í Úti Guttastovu, har hann
varð rustviðgjørdur og málaður og eftir tað gjørdi hin kendi handverkarin og yrkjarin
Jákup Hansen – vanliga róptur Havna Jákup – hús á hann. Á myndini situr Poul
Kristoffur við róðrið, meðan kona hansara – Kunoyar Jóhanna – situr á baksetrinum.