mikudagur 26. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
12
Sosialurin
Kjak
Mikudagin í farnu viku hevði
kirkjuráðið kallað inn til ein
sokallaðan borgarafund á
Argjum um bygging av nýggj
ari kirkju við Sandá.
Orsøkin til fundin var
helst tann, at býráðið á
fundi 24. juni 2010 ikki hevði
samtykt uppskotið um byggi
loyvi til nýggja kirkju við
Sandá, men hevði í staðin
samtykt at lata tað fara aftur
til nýggja viðgerð í byggi og
býarskipanarnevndini.
Støðutakanin hjá býráðn
um komst av, at mótmæli vóru
komin til býráðið við tilsam
ans 245 undirskriftum móti
bygging á (higartil) friðaða
økinum við Sandá. Leggjast
skal aftrat, at flestu mótmæli
vórðu savnaði ein leygardag
fyrrapart við Sandá.
Víst verður á í grundgeving
unum fyri mótmælini, at talan
er um sera náttúruvakurt øki,
sum eigur at varðveitast, sum
eitt stað av nærum óspiltari
náttúru mitt í býnum.
Eisini verður víst á, at sam
bært útstykkingarætlanini
fyri Müllerstrøð á Argjum
skuldi økið millum Sandá og
Støðlagøtu vera fríøki.
At mótmælistiltakið fekk
stóra undirtøku er helst, tí
fólk mótmæla bygging á
friðaðum øki fram við einum
av stóru áum í Tórshavnar
kommunu, og vilja í staðin
nýta økið óspilt til ymiskt
frítíðarítriv.
Leiðslan
í
Tórshavnar
Býráð var væl umboðað á
fundinum, men tók annars
ikki orðið.
Borgarafundurin
12. januar 2011
Áðrenn fundin hevði for
maðurin
í
kirkjuráðnum
Bjartur Dalsgarð gjøgnum út
varpið boðað frá, at mótmæl
ini móti kirkjubyggingini
ikki fóru at verða viðgjørd á
fundinum. Við øðrum orðum,
tey, sum ikki vóru samd í, at
kirkja skuldi byggjast við
Sandá, skuldu bert halda seg
burtur frá fundinum.
Sami Bjartur Dalsgarð
hevði orðið meginpartin av
fundinum. Hann greiddi frá,
hví neyðugt var at byggja
nýggja kirkju á Argjum. Tað
var ikki tí at plásstrot var
í verandi kirkju á Argjum.
Nei, trupulleikin var tann, at
verandi kirkja ikki var nóg
tignarlig helst sammett við
grannakirkjurnar í økinum.
Millum onnur hevði Kári
á Rógvi eitt frálíkt innlegg
um kirkju og kirkjunýtslu í
breiðari meining, og tað inn
leggið var ikki fyri at byggja
við Sandá. Hann hevði upp
skot um aðrar loysnir, t.d.
at nýta verandi skúlaøki til
kirkju. Hetta økið verður
jú tømt, nú skúlin helst
eftir summarfrítíðina flytir
niðan á Hamaran. Hetta
varð als ikki viðgjørt á
fundinum, og verður als
ikki nevnt í blaðsamrøðuni
í Sosialinum 14, januar 2011
frá fundinum.
Hesa samrøðu hevði Sosi
alurin við Bjarta Dalsgarð,
sum segði, at yvirhøvur tóku
fólk undir við ætlanini á
fundinum. Hetta er torført
at ásanna, tí av teimum, sum
tóku orðið, var eingin, sum
beinleiðis mælti til, at kirkja
skal byggjast við Sandá.
Heldur tvørturímóti.
Fólk høvdu lyndi til á fundi
num at fílast á, at tað ikki
framgekk av økisyvirlitinum,
sum varð víst á fundinum,
hvar og hvussu stórt øki
skuldi leggjast undir asfalt til
tess at nøkta tørvin á parker
ingsplássum
við
nýggju
kirkjuna. Hetta var eingin,
hvørki frá uppskotsstillarun
um ella býráðsumsitingini,
førur fyri at lýsa til fulnar.
Hetta var kanska eisini ætlað
at skula vera loyniligt?
Bjartur Dalsgarð sigur
í greinini í Sosialinum, at
kirkjuráðið hevur einki størri
ynski enn at koma á tal við
tey, ið hava mótmælt, men
samstundis hóttir hann við
at leggja frá sær, um ætlanin
ikki verður framd. Hetta er
torført at skilja.
Politikarin yvir
borgarunum
Samrøðan
í
Sosialinum
við Jan Christiansen er
skelkandi. Hann sigur, at
tað er ótrygt at vera borgari
í Havn, tí býráðslimir eru
ov veikir, Tað vil siga, at
koma býráðslimir til aðra
niðurstøðu,
eru
teir
ov
veikir.
Sambært
honum
er tað eitt veikleikatekin
fyri fólkaræðið at koma til
eina aðra niðurstøðu, tá
okkurt nýtt kemur fram
í einum máli. Við øðrum
orðum hevur tann almenna
meiningin ongan týdning
fyri støðutakanini hjá Jan
Christiansen. Sannleikin er,
at borgarar hava onki høvi
havt at siga hugsan sína.
Upplýst var á fundinum, at
kirkjuráðið hevur arbeitt
við ætlanini í fleiri ár. Men
hetta er hent uttan nakra
almenna kunning. Soleiðis
er kirkjuráðsval stutt síðani
hildið uttan at upplýst var
fyri fólki, at nýggj kirkja var í
umbúna, uttan at kjakast var
um tørv og staðseting.
Bjóðið til fundar!
Tey mótmælandi fara her
við at heita á friðingar
myndugleikar,
býráð
og
aðrar um at bjóða sær til
fundar og at fáa høvi at um
mæla málið, samsvarandi
fyristingarlógini,
áðrenn
nøkur avgerð verður tikin.
Hetta málið sýnir til fulnar,
hvussu týðandi tað er, at
mál verða upplýst áðrenn
støðutakan,
heldur
enn
at verða kunnaði aftaná
støðutakan.
Vegna áhugabólkin fyri
bjarging av Sandá
Nýggja kirkjan á Argjum
Steen Juul Pedersen
Borgarafundur á Argjum vísti, at Kirkjuráðið ikki vil hoyra mótmæli um nýggju kirkjuna
við Sandá. Og býráðslimur sær tað sum ein veikleika at lurta eftir borgarunum
Í sendingini er samrøða við Terkel
Spangsbo og Suzanne Zabava frá danska
fakblaðnum Motormagasinet, sum
fyrireika ein túr til Føroya fyri fólk frá
donsku bilbransjuni.
Eisini verður hybridbilurin Toyota
Auris HSD royndarkoyrdur saman við
Høgna Háberg Hansen, sølumanni
hjá Reyni Service. Jákup á Borg frá
Bilrøkt fortelur um nýggja bilportalin
Bilrokt.fo.
Eisini er ein samrøða við Baldvin
Harðarson frá felagnum Hitamyndir.
Hósdagin 27. januar kl. 16.10
Vinnu- & bilradio á
Høgni
Háberg
Hansen
Jákup á Borg
Suzanne
Zabava