Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 16 Sosialurin Oyggjablaðið Eg mátti bara skriv SANGUR – Eg havi faktiskt altíð havt áhuga fyri tónleiki. Eg elskaði at syngja sum barn, og eg elskaði at ganga í kirkju, tí har var so nógvur sangur. Og í dag, nú eg eri 63 ár, fyllir sangurin framvegis nógv í mínum lívi, sigur Fríðgerð Kjærbo, sum er ættað frá Gjógv, men býr í Skopun. – Ja, tað er so sum onkur hevur sagt, at sangur hevur ongar fíggindar. Har sangur er, har eru glað fólk. Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Skopun: – Eg havi skrivað einar 20 sangir, og við øllum teirra hevur tað verið so, at tað eru umstøður og góð følilsir sum hava skapt hesar sangir, greiðir Fríðgerð frá. Í mannalívinum er tað so mangt sum kann broytast, og hjá eini kvinnu ið elskar tónleik og elskar Jesus, er sangurin altíð eitt ið farast kann aftur til, bæði tá ið gongur við og tá tað gongur ímóti. – Eg havi so mangan upplivað, at um ein hevur ein truplan dag, so er bara at fara eftir guittaranum og tríva í ein sang. Tað er fantastiskt við sangi, at hann koyrir óttan burtur. – Fyri meg er sangurin sum medisin, og sum ger, at tað trista og keðiliga hvørvur. Tað er stutt sagt heilsubót í sangi, slær Fríðgerð fast. Nøkur greb Sangur hevur altíð havt stóran týdning fyri Fríðgerð, men tað skuldu kortini ganga 15 ár, áðrenn hon lærdi seg at spæla uppá eitt ljóðføri. – Ja, og so gingu næstan 40 ár, áðrenn eg skrivaði mín fyrsta sang og mítt fyrsta lag, greiðir Fríðgerð íðin frá. Fyrsta ljóðførið sítt, guittaran, fekk hon sum 15 ára gomul, og tá hon seinni flutti suður til Skopunar í húspláss, hevði hon sjálvandi guitt arin við sær sum viðføri. Hon hevði sera góðan hug at læra seg at spæla uppá hetta ljóðførið. Men hvat ger man, tá eingin er at undirvísa einum í hesum? – Eg veit ikki. Eg byrjaði bara at læra meg sjálva at spæla, og tí kundi eg sjálvandi dugað betri at spælt. Eg dugdi at spæla nøkur greb, og út frá teimum sang og spældi eg sangirnar. – Vit vóru nakrar vinkonur sum komu saman at spæla og syngja, so tað var sera stuttligt og gevandi. Eg hugdi eftir teimum og tær eftir mær, og soleiðis hugnaðu vit bara okkum saman, minnist hon aftur á. So líðandi kom hon á lagið við spælingini. Meðan Fríðgerð var í Skopun byrjaði hon haraftrat at ganga á møti í samkomuni Betania, og har gongur hon enn. – Eg tók ímóti Jesusi sum mín­ um persónliga frelsara tá eg var 21 ára gomul. Og tað var skjótt, at eg kom við í sunnudagsskúlan, úti­ fund irnar og møtini, sum vórðu hild in í oynni. Hoyrdi kallið At taka eina slíka avgerð, hevur sjálvandi ávísar avleiðingar við sær. Ein teirra var, at hugurin at festa reglur á blað vaknaði av álvara. – Eg var bara so glað, tí eg hevði møtt Jesusi, og vildi so fegin skriva ein sang um tað. Og ein dagin í mai mánaði 1986 skrivaði eg orð og lag til sangin, sum eitur Kallið. – Hann snýr seg stutt sagt um tað, at eg hoyrdi Jesus kalla á meg, men at eg vildi ikki binda meg til nøkur møtir ella slíkt. Men Hann helt ikki uppat at kalla á meg, og tí tók eg avgerð um at fylgja Honum eftir, greiðir Fríðgerð álvarsom frá. Ein dagin setti hon seg stillisliga niður at spæla uppá guittara sín, og so hendi brádliga tað, at “andin kom yvir meg“, sum hon tekur til. Hon byrjaði bara at syngja ein sang, og so ráddi bert um at fáa hann skrivaðan niður beinanvegin. – Tað bleiv so til hesi fimm vers ini. Tá eg so hevði skrivað tey, Fløga Fríðgerð Kjærbo hevur fyri tað mesta sungið á kristiligum møtum, innanveggja og úti. Higartil er eingin av sangum hennara spældur inn á fløgu. Men nú skal tað vera. – Ja, tað er í stoypiskeiðini at syngja nakrar sangir inn og geva teir út á eini fløgu. – Eg eri longu 63 ár, so tað má helst gerast nokkso skjótt, áðrenn eg blívi ov gomul og røddin kanska fer, sigur Fríðgerð. Eg byrjaði bara at læra meg sjálva at spæla, og tí kundi eg sjálvandi dug að betri at spælt. Eg dugdi at spæla nøk ur greb, og út frá teim­ um sang og spældi eg sang ir nar Fyri meg er sangurin sum medisin, og sum ger, at tað trista og keðiliga hvørvur. Tað er stutt sagt heilsubót í sangi