mikudagur 26. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
Oyggjablaðið
Kallið
Fyrsti sangurin hjá Fríðgerð var
sangurin Kallið, ið hon yrkti í
mai mánaði fyri skjótt 25 árum
síðani.
– Teksturin kom bara til mín, og
hann var liðugur her og nú, sum
hon greiðir frá.
Eg hoyrdi teg kalla, men eg hevði ei tíð,
eg hugsaði bert um tað verðsliga lív.
Eg vildi ei sleppa tí ið heimur mær beyð,
eg sá ei at tað kundi blíva mín deyð.
Eg gekk mína leið. Eg gekk mína leið.
Eg søkti ei Jesus, men gekk mína leið.
Men Jesus, hav takk at tú gloymdi ei meg,
tú sá at eg eisini tørvaði teg.
Tú kallaði aftur, eg kendi við mær,
tú bað meg koma og fylgjast við tær.
At fylgjast við tær. At fylgjast við tær,
tú bað meg tá koma og fylgjast við tær.
Og Jesus, eg komi, eg leingist til tín,
tú reinsa meg, Jesus. Eg vil verða tín.
Og leiða tú skalt meg á vegnum so væl,
til ein dag eg náa skal himmalsins sal.
Ja, himmalsins sal. Ja, himmalsins sal,
til ein dag eg náa skal himmalsins sal.
Ja, Jesus, tann besti er í hesi verð,
Hann vegurin, lívið og sannleikin er.
Lat heimin bert lokka og draga til sín,
men Jesus eg alla tíð verða vil tín.
Eg vil verða tín. Eg vil verða tín,
mín Jesus, eg alla tíð verða vil tín.
Og kom kæri vinur, sum leitandi ert,
kom tak móti Jesusi og frelstur tú gerst.
Ein bústað til reiðar, hann gjørt hevur tær,
Hann bíðar nú eftir at fáa títt svar.
Kom, sig honum ja. Kom, sig honum ja.
Kom tak móti Jesus. Kom sig honum ja.
Orð/lag: Fríðgerð (mai 1986)
va ein sang
TÓNLEIKUR
- Eg elski tónleik, sigur 63
ára gamla Fríðgerð Kjærbo.
Øll børnini spæla uppá
okkurt ljóðføri, og sonurin,
Ásbjørn Fríðálv Kjærbo
hevur eisini givið okkurt út
INNANFYRI
– Tað var kendi sangurin
“Indenfor eller udenfor, hvor
skal du stå engang?”, sum vakti
meg til frelsu. Eg vildi so gjarna
standa innanfyri dyrnar, sigur
Fríðgerð Kjærbo úr Skopun. Nú
skrivar hon sínar egnu sangir
føldist tað sera gott, og nú ynskti
eg bara at sleppa út at syngja hann
fyri øðrum.
– Hetta gjørdi eg í Betania, og
vóru tey sera fegin um sangin.
Tvær reglur vanta
Higartil til dags hevur Fríðgerð
skrivað einar 20 sangir og umsett
nakrar. Teir flestu eru vorðnir til,
eftir at hon hevur hoyrt eina góða
talu á møti ella í sjónvarpi.
– Men teir koma eisini, tá eg søki
Jesus, og hann verður mær stórur.
Tað er bara so fantastiskt, at ein
kann koma til Hann við øllum og
so kann ein bara takka honum fyri
alt tað sum hann hevur gjørt fyri
meg.
Seinasti liðugt skrivaði sangur
hennara er skrivaður fyri júst ein
um ári síðani – sangurin “Sum eg
ferðist á vegnum til himmals”, ið er
dagfestur 29. januar 2010.
– Kanska er tað nakað langt
síðani eg skrivaði ein sang, men eg
havi ein sang liggjandi her. Hetta er
ein sangur til heimbygdina, Gjógv.
– Her mangla bert tvær reglur,
so tað kundi verið so skjótt. Eg havi
ikki skrivað hann til nakað serligt
høvi, men ætli hann bara sum eina
gávu til heimbygdina.
(PS: Eftir samrøðuna við Oyggja
blaðið setti Fríðgerð seg aftur við
bygdarsanginum. Og løtu seinni var
hann liðugur!)
snorri@sosialurin.fo
Kanska er tað nakað langt
síðani eg skrivaði ein sang,
men eg havi ein sang liggjandi
her. Hetta er ein sangur til
heimbygdina, Gjógv