mikudagur 26. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Orð: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skálavík: – Vit ætlaðu at byggingin
skuldi taka eitt ár, so tað líður væl.
Tað skuldi verið løgið um vit ikki
halda tíðarætlanina, sigur hann.
Tórur starvast hjá byggisam taki
num Jón Nielsen í Vági, og hevur
verið við heilt frá byrjan av.
Tá vit vitjaðu í skeiðsdeplinum
mikudagin arbeiddu menn bæði
inni og úti. Millum teir mongu
hand verkararnar vóru blikksmiðir,
timburmenn og aðrir við ávísum
uppgávum uttanfyri.
Innanfyri sæst væl farvegurin
eftir tí sum handverkarar longu
hava gjørt, og framvegis eru í ferð
við. Eitt av arbeiðunum er inn
rætting av kømrunum.
Ætlanin er, at hvørt einstakt av
teimum 12 kømrunum skal verða
út gjørd við tí nýggjasta innan
samskifti. Soleiðis fer hvørt kamar
at hava sjónvarp og netsamband,
eins og høvið verður at lurtað eftir
teimum trimum útvarpsrásunum
og at hoyra tað, sum gongur fyri
seg í høllini.
– Her skulu nógvir kaðalar drag
ast, sigur Tórur Strøm, og vísir til
menninar hjá LjóðTøkni sum taka
sær av hesum arbeiðinum.
Tá teir fóru undir arbeiðið á vári
í fjør var økið planerað, og hava
teir síðani monterað elementini ið
komu úr Danmark, og annars gjørt
alt hitt arbeiðið.
Og tað er ikki hissini ætlan sum
teir eru farnir undir: Bygningurin
er 1500 fermetrar stórur, og hevur
stóra høll, spísisal, køk, kømur og
alt ið hoyrir við til ein slíkan skeið
depil.
– Eg havi hoyrt teir tosa um, at
tað kanska skal gerast eitt camp
ingpláss her aftanfyri. Men tað
veit eg ikki nærri um, sigur Tórur
Strøm.
snorri@sosialurin.fo
Tekur eitt ár
SKEIÐSDEPIL - Vit byrjaðu arbeiðið í apríl mánaði í fjør, og higartil
hevur tíðarætlanin hildið. Í hesi vikuni koma málararnir, so tú
sært, at her er gongd í, sigur arbeiðsformaðurin Tórur Strøm.
Saman við øðrum er hann í ferð við at gera skeiðsdepilin Immanuel
í Skálavík til veruleika. Arbeiðið verður liðugt um tríggjar
mánaðir og verður depilin tikin í nýtslu fyrst í mai mánaði í ár.
Mvg’ið
endur
goldið
Stuðulin
frá
tí
almenna
verður nú broyttur, tá talan
er um at byggja til ítróttar og
frítíðarvirksemi.
Beinleiðis
stuðulin á fíggjarlógini er
strikaður, og í staðin verð ur
MVGlógin broytt, so meir
virðisgjaldið
verður
aft
urgoldið.
Tvær byggiætlanir, sum
verð fevndar av nýggju lógini,
er Saltsiloin á Drelnesi og
hesin skeiðsdepilin í Skálavík,
sum reiðarin, Eiler Jacobsen,
sáli gav bygdini.
Higartil hevur bygging til
frítíðar og ítróttarvirksemi
verið stuðlað við árligari
játtan á fíggjarlógini, men
trupulleikin hevur mangan
verið, at játtanin var ov lítil til
stóra talið av umsóknum.
Lógarbroytingin
verður
galdandi frá 1. januar 2010,
tí tá varð byggistuðulin til
ungdómshús, bygdarhús og
til ítróttaranlegg strikaður
av fíggjarlógini, og MVG
endurgjaldið kemur í staðin.
(kelda: kringvarp.fo)
Vilja leiga húsið
Tað er grunnurin Imm an uel ið stendur aftan fyri byggingina av
skeiðs depl in um í Skálavík.
Ein nevnd er vald at taka sær av arbeiðinum, og í hesi nevndini
sita: Birgir Nielsen, Hjørdis Háberg Petersen, Beinta Jacobsen og
Heðin Lamhauge.
Sum skilst er stórur áhugi fyri at leiga húsið. Í øllum førum ein
samkoma hevur ynskt at leiga skeiðsdepilin eitt vikuskifti.
KLÁRT
- Vit verða lidnir við arbeiðið í apríl mánaði, sigur arbeiðsformaðurin, Tórur Strøm. Skeiðsdepilin
í Skálavík er 1500 fermetrar stórur og fer at venda sær til vinnulív, feløg, samkomur og onnur