mikudagur 26. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Skarvanes: Tann sum koyrir oman
í bygdina og ikki steðgar á, kann
skjótt staðfesta, at her á Skarvanesi
kann ikki vera nakað lív:
Her kann av sonnum einki
menniskja búgva og enn minni
trívast. Her er so myrkt, fjarskotið
og so langt frá umheiminum, at
hetta neyvan er eitt stað, har ein vil
búseta seg for good. Soleiðis hugsar
helst tann ókunnugi.
Men Anna Olsen, ið er bachelor
bæði í søgu og stjórnmálafrøði,
hevur tó valt at ganga ímóti streym
inum. Og tað hevur hon eisini alla
orsøk til:
Hiðani er omma hennara ættað.
Her leikti hon mangan sum barn.
Hetta er hvørki eitt ov friðarligt,
fremmant ella fjarskotið stað fyri
hana. Samstundis er Skarvanes
tiltikið gott kornpláss, og man hava
besta sólargangin í landinum.
Men einsligt, – tað er tað í øllum
førum ikki:
– Tað kemur sjálvandi ann
uppá, hvat ein leggur í tað at vera
einsligur. Sjálvandi er tað einsligt
at búgva her, um man liggur
innikavaður í tríggjar dagar og ikki
sær eitt einasta menniskja.
– Men spyrt tú meg, um eg føli
meg einsamalla her í hesi lítlu
bygdini, so er svarið avgjørt nei.
Her á Skarvanesi hava vit bæði
huldufólk og Jesupápan, sigur
Anna Olsen við einum brosi.
Í tí nærum 400 ára gamla barna
heiminum hjá ommu hennara, legg
ur hon í dag grundarlag undir eitt
heim, har trý hjørtu sláa í løtuni
hon sjálv og tveir synir hennara,
Hans Kristjan 14 ára gamal og
Arn bjørn sum skjótt verður tveir
mánaðir. Í mars verður familjan
savnað aftur.
– Vit leigaðu eina tíð í Havn, men
tá maðurin Sjúrður Arnbjarnarson
fór niður at lesa til fangavørð, av
gjørdu vit at flyta suður higar. Her
hava vit ráð til at liva og til at lesa,
hóast vit bert hava eina inntøku.
Skarvanes – har
einsemi ikki finst
BYGDARLÍV – Veitst tú hvat, – tú spyrt faktiskt akkurát sama spurning sum so mong onnur hava
spurt: “Er tað ikki øgiliga einsligt at búgva á Skarvanesi?” Men nei, tað er tað ikki, tí einsemi
er ein mentalur tilstandur, og er ikki treytað av, hvussu nógv fólk tú hevur rundan um teg, slær
Anna Olsen fast. Lív er aftur í bygdini, og pálmasunnudag hendir tað sjáldsama, at ein unglingi
verður fermdur og eitt barn av Skarvanesi verður doypt undir einu og somu gudstænastu.
HEIMLIGT
– Sonurin, Arnbjørn sum eitur
eftir abbanum í Havn (við
eftirnavninum R. Thomsen), varð
føddur ov tíðliga, men vit hava tað
sera gott saman her á Skarvanesi,
sigur Anna Olsen, sum síðani
2007 hevur búð í lítlu bygdini
á vestursíðuni á Sandoynni