mikudagur 26. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skarvanes: Í einum lágum og
sterktlitaðum húsum á Skarva
nesvegi 6 hevur Anna skipað sín
gerandisdag. Ein gerandisdagur
sum varð kollveltur tann 6.
desember, tá Arnbjørn varð bor
in í heim, nakað væl fyrri enn
ætlað.
Tað einasta regluliga í ger
and isdegnum er at Hans Kristj
an hvønn dag skal koyrast í
Meginskúlan og verður heint
aður seinni um dagin, og leggur tá
leiðina saman við vinmonnunum
til Skopunar.
Hann hevur eisini onkutíð
vinmenn við sær til Skarvanesar.
Og tá mugu teir bara finna útav
at spæla saman allan dagin, tí
tað er ikki bara so sum at siga
tað, um ein brádliga ætlar sær
til hús aftur.
– Ja, her er ikki annað at gera
hjá mær enn at koyra hann í
skúlan inni í Dal, tí higar koyrir
eingin skúlabussur, staðfestir
Anna, sum í løtuni hevur farloyvi
frá starvi sínum sum lærari við
sama skúla.
– So eg má bara avstað við
honum, óansæð hvussu veðrið
skikkar sær. Hetta ger sjálvandi
sítt til, at eg hóast alt havi ein
vanligan gerandisdag.
– Tað verður sjálvandi ikki
altíð grivið higar um morgunin,
og tá so er, sleppa vit ikki av
bygdini. Men tað eru júst slíkir
morgnar, sum honum dámar
best, tí tá er eingin skúlagongd.
Aftaná skúlatíð fer Hans
Kristj an sum oftast til ommuna í
Skopun, og har plagar eisini sum
oftast at vera ein døgurðabiti at
fáa.
– Jú, hetta er í fínasta slag,
serliga hjá mær, sum tími so illa
at gera mat.
Um fjørðin
Anna er bachelorur bæði í søgu
og stjórnmálafrøði, og kundi tí
saktans havt funnið sær starv í
høvuðsstaðnum, soleiðis at hon
kundi brúka sína útbúgving.
– Onkur vildi sagt, at um ein
skal arbeiða í Havn, so er eisini
neyðugt at búgva har. Men
tað haldi eg ikki, tí tað ber jú
saktans til at ferðast ímillum
við Teistanum. Eg vil tó siga, at
nógvir metrar um sekundið av
landsynningi ikki akkurát eru
so tiltrekkjandi í Skopunarfirði.
– Hinvegin trúgvi eg neyvan,
at nakar arbeiðsgevari hevði
gjørt seg so tvørligan, at hann
ikki gav loyvi til nakrar arbeiðs
dagar heima við hús, orsakað av
veðri.
Ferðasambandið til meginøkið
er eitt. Annað er kostnaðarstøðið
í Havn, har ein, sambært hús
móð urini á Skarvanesi, ikki
fær so nógv fyri pengarnar, og
haraftrat má læna seg til milli
ónir um ein ætlar at keypa sær
hús har.
– Úrslitið er bara, at ein verður
trælbundin restina av lívinum.
Spurningurin er allatíðina, hvat
ein vil hava fyri pengarnar. Er
tað alt stríðið vert, bara fyri at
búgva 10 minuttir frá arbeiðs
pláss inum?
– Nei, so taki eg heldur Skop
unar fjørð. Eg meini, hann er
ikki sooo drúgvur, og báturin
siglir fleiri ferðir um dagin. Tað
er einki problem fyri meg, slær
Anna fast.
Franskur visittur
Av Sandi og vestur til Skarva
nesar eru bert átta kilometrar.
Men hetta er ikki longur burtur
enn so, enn at fólk javnan koma
á gátt hjá Annu.
Gerandisdagurin í bygdini er
heldur ikki so nógv øðrvísi enn
aðrastaðni kring oyggjarnar.
Spurningur er heldur, hvussu ein
hevur tað saman sosialt.
Í bygdini hevur Heilbrigdi
skipað fyri ávísum skeiðum, eins
og ráðgevin Poul Jákup Thomsen
og konan, Claire hava síni hús
her.
Tað serstaka er, at tá fólk
kom á gátt á Skarvanesvegi 6,
er talan ikki um ein franskan
visitt, har tey bert fara úr øðrum
skónum, meðan tey fáa sær ein
drekkamunn og síðani sleppa
sær aftur á dyr sum skjótast.
– Nei, tey plaga at ringja
áðrenn – júst sum í Danmark –
fyri at vita um eg eri í bygdini.
Eingin tímir at koyra higar, uttan
at fyrst at vita, um eg eri inni.
– Og tá tey so koma, er tað
bæði við pakka og sekki, tí tey
steðga allan dagin, greiðir Anna
frá.
snorri@sosialurin.fo
GERANDISDAGUR Fyri tann ókunnuga og tann skundmikla
er ikki nógv sum bendir á lív í lítlu og fjarskotnu bygdini á
vestursíðuni á Sandoynni. Nógv venda bara niðri í bygdini,
og hava als ikki sæð tað lív sum hóast alt er her.
Fakta
Skarvanes er ein bygd í Húsavíkar komm
una á Sandoy, vestan fyri Dalur.
Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í
hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum
bestu kornpláss í landinum, við sera góðum
sólargangi, har hagin er rættiliga góður, so
livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar
fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er.
Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði
seinasta fólkið á Skarvanesi. Frá 2005 eru tey
5 fastbúgvandi, og í Djúpadali, tveir kilometrar
norðanfyri býr eitt húski.
Húsini í bygdini, verða mest nýtt sum
summarhús, men sum víst er á í greinini er lív
og enntá nýtt lív aftur komið í Skarvanes.
400 ÁR
– Tá maðurin, Sjúrður, fór niður at lesa høvdu vit bert eina inntøku,
mína. Ístaðin fyri at leiga dýrt í Havn, avgjørdu vit at flyta suður
higar í 2007. Og skuldi tað komið til tað, so kann ein saktans arbeiða í
Havn ella aðrastaðni, og búgva her á Skarvanesi, sigur Anna Olsen
Eingin fransk
á skarvanEsi