mikudagur 26. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
Oyggjablaðið
kur visittur
Fyri gyklaðir
silvur dálar
úr Havn
Sum útbúgvin stjórnmála
frøð ingur fylgir Anna væl
við tí politiska orða skift
inum, bæði tí lokala og lands
politiska.
Eitt evni sum kann øsa
Annu upp er tosið ídag um
at leggja kommunur saman,
í hesum føri, at Sandoyggin
skal upp í ta stóru Tórshavnar
Kommunu.
Tað sjáldsama var, at tá
Føroyar skuldu gerast til
eitt einstakt valdømi var
fólkið í Sandoynni tey, ið
vóru einamest ímóti tí. Tey
hugsaðu helst sum so, at um
so verður, er vandi fyri at tey
mistu alla politiska ávirkan.
Men hygg nú. Nú vilja
fleiri av teimum leggja sam
an við Havnini, og har við
sjálvboðið lata alla polit
iska ávirkan upp í hend ur
nar á øðrum. Ja, tað er ein
spurningur, um ávísir bygda
ráðs formenn veruliga vilja
selja nærdemokrati’ið fyri
nakrar fyrigyklaðar silvur
dálar úr Havnini, spyr hon
íðin á málinum.
At Heðin Mortensen er
óførur at asfaltera vegir í
Havn, tað vita tey flestu sum
koyra har. Men eg loyvi mær
stórliga at ivast í, um hann fer
at brúka eins nógvar pengar
her suðuri.
Hinvegin eru sandoyingar
tiltiknir fyri at duga væl
at taka til. Tað var kanska
sum ein teirra segði um ætl
anina ella fríggjarí’ið hjá
skúvoyingum at leypa upp
um Sandoynna og leggja
beinleiðis saman við Tórs
havnar kommunu.
Tað góða var, at tað vóru
so nógv eldri fólk í Skúvoy,
at fóru neyvan at koma
nøkur børn undan hasum
fríggjarí’inum.
Skarvanes versus stórbýin
Anna hevur búð bæði í Keypmannahavn, Tórshavn,
Reykjavík, Skopun og í Skarvanesi.
– Um tað er nakar munur? Tja, tað kemur ikki ann uppá staðið, men
uppá persónin. Eg trúgvi, at óansæð hvar í heiminum tú ert, so kemur
heimurin ikki til tín, men tað er tú sum má út eftir heiminum.
– Fyri mær er ikki øðrvísi at búgva á Skarvanesi, enn aðrastaðni á
Sandoynni. Tað einasta set-back’ið sum so er, at tað rennur kelduvatn
í kranan og at vegirnir kundu verið betri asfalteraðir, sigur Anna sum
er íðin brigde-spælari og er í Havn í hesum ørindum hvørt hóskvøld.
Hjá húskinum hjá Annu og Sjúrða er langt til næsta handil, um okkurt
var sum vantaði til matgerðina. Men tað hava tey vant seg við:
– Ja, tað kann onkutíð henda, at vit ikki hava nakra
mjólk eftir um kvøldið. Men tað gerst ikki við. So verður
bara eingin mjólk til havagreytin morgunin eftir.