Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 22 Sosialurin Oyggjablaðið Orð: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang Húsavík: Veðrinum bilar einki, men tað eru ikki nógv fólk at síggja. Flestu eru helst farin til arbeiðis, summi í oynni, onkur kanska av oynni, aðrir eru til skips og onkur er givin at arbeiða. Einastu fólkini sum eru at síggja hesa løtuna, er eitt par sum er farið á bingjuplássi við onkrum óruddi. Men munur er á lívinum í bygdini ein mikudag í januar og einum mikudegi á hásumri. Tá er Húsavík sum eitt paradís hjá familjunum og børnum teirra, sum velja at halda frí í bygdini við tí stóra sandinum, slættlendinum og summarveðrinum. Fyri borgarstjóran og fólk í bygdini er tað helst eitt ynski, at hetta sama lívið eisini var hin partin av árinum. Men um hugt verður eftir hagtølunum, so hevur gongdin ikki verið serliga hugalig tey seinnu árini. Tá tey vóru flest, búðu 188 fólk í Húsavík. Hetta var fyri 20 árum síðani, men síðani er talið farið niður um helvtina, tí fyrr í hesum mánaðinum vóru tey einans 79 fólk í bygdini. – Tað er harmiligt, at bygdin skal vera minkað soleiðis. Tja, eg veit ikki, hetta er bara nakað sum vit hava vant okkum við, sigur Jákup Martin Sørensen, harmur á málinum. Árgangurin ið hvarv Tá tann nú 38 ára gamli borgar stjórin í Húsavík, Jákup Martin gekk í barnaskúlanum vóru rætti liga nógvir næmingar í lítla bygdar skúlanum. – Ja, hetta talið er minkað so líðandi, eins og tað er við fólka­ talinum. Vit vóru eini 15 børn í skúlanum, men nú eru bara tvey børn í skúlanum, sigur hann álvar­ samur. Orsøkin er sjálvandi hon, at fólkatalið í bygdini og í oynni í heila taki hevur verið í afturgongd tey seinnu árini. Tað sum kanska ger støðuna uppaftur meiri álvarsama í Sand­ oynni er, at tað í mangar mátar er ein heilur árgangur sum er burtur. – Eg má bara staðfesta, at mín árgangur er burtur, og at tey næstu eru eini 10 ár eldri enn eg. – Tíverri er ov lítið sett við, og ov nógv farið av oynni, staðfestir Jákup Martin. Ungar familjur Hetta er triðja setan í bygdaráðnum Fyrst ein – so BYGDAMENNING Ein vanligan mikudag í januar mánaði 2011 er ikki nógv lív á bygdargøtuni. Men vónir eru kortini um, at bygdin fer at mennast aftur. - Ja, tað eru familjur ið hava búsett seg her, og aðrar ið helst fara at gera tað sama, sigur borgarstjórin í Húsavík, Jákup Martin Sørensen. Fóru ísenn Jákup Martin Sørensen er føddur og uppvaksin her í Húsavík. Skuldi hann gjørt sum javnaldrar hansara, hevði hann uttan iva búð onkra aðrastaðni enn her. - Tað vísti seg, at alt tað unga fólkið fór av bygdini mestsum ísenn, greiðir hann frá. At Jákup Martin framvegis býr í heimbygdini kemur fyrst og fremst av, at hann var so mikið heppin at fáa lærupláss sum timburmaður í Sandoynni. Og nú hevur hann egna handverkarafyritøku. Eg vil siga, at vit kunnu bíða eftir tunlinum í 10 ár. Men ikki longur enn tað