Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 Sosialurin Oyggjablaðið Fleiri Tunnilin MÁ koma Eins og aðrir sandoyingar dugir Jákup Martin Sørensen illa at ímynda sær eina framtíð fyri Sandoynna, uttan so at ein undirsjóvartunnil verður gjørdur. – Ja, tunnil, hann má bara koma, staðfestir borgarstjórin í Húsavík. Enn er kortini einki sum bendir á, at hann verður framdur í verki tey fyrstu árini. Men ein tunnil hevur skund, tí hetta er nærum ein treyt fyri at ungfólk vilja búseta seg her í bygdini ella í oynni. – Eg vil siga, at vit kunnu bíða eftir tunlinum í 10 ár. Men ikki longur enn tað. – Kemur hann seinni enn tað, er tað ein spurningur um hann ikki kemur ovseint. Hetta er í øllum førum eitt mál sum hevur skund. Okkara vón er, at hesar ungu familjurnar fara at gera sítt til, at uppaftur fleiri fara at velja Húsavík sum heimstað sín hjá Jákupi Martin, og tann fyrsta har hann er borgarstjóri. Hann má við sorg ásanna, at bygdin er minkað, men kann sam­ stundis gleða seg um, at støðan kundi verið nógvar ferðir verri. Ein sannleiki og eini gleðiboð eru tey, at fólk hóast alt eru flutt til Húsavíkar at búgva tey seinastu árini. – Ja, tað góða er, at tvey nýggj sethús eru bygd og einar 3 familjur eru fluttar higar. Tað er ikki einki í hesum tíðum, slær Jákup Martin fast. Onkur vil kanska seta spurnar­ tekin við, hví fólk velja at búseta seg í einari av eysturbygdunum á Sandoynni. Her er einki arbeiðs­ pláss, eingin skúli ella barnagarður, og kanska ikki so nógv, at fara til hjá teimum ungu. – Men okkara vón er, at hesar ungu familjurnar fara at gera sítt til, at uppaftur fleiri fara at velja Húsavík sum heimstað sín. – Vit hava so í øllum førum stykkjað út til fleiri, ið hava áhuga at ger sum hini, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen. snorri@sosialurin.fo VÓN Hóast fólkatalið í Húsavík er minkað tey seinnu árini, eru kortini vónir um at tað fer at vaksa aftur. - Fleiri ungar familjur hava búsett her, og aðrar fara at koma, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen ÍSENN - Tað vísti seg, at alt tað unga fólkið fór av bygdini mestsum ísenn, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen