mikudagur 26. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Væl fyri
fíggjar
liga
Húsavík: Minkandi talið av
íbúgv um hevur ikki havt stór
vegis ávirkan á fíggjarstøðuna
hjá kommununi, sum fevnir
um bygdirnar Húsavík, Dal
og Skarvanes.
Skuldin hjá kommununi
er uppá 1,5 mió krónur, men
tað eru kortini tey viðurskifti,
ið mugu loysast í næstum og
sum fara at kosta pening.
Í løtuni eru kommunan
í ferð við at útvega teimum
báðum fyrrnevndu bygd un
um vatnbrunnar og vatn
leiðingar haðani frá. Eftir
er so at gera tað sama á
hinum báðum støðunum í
kommununi Skarvanes og
húsini ið standa í Djúpadali,
beint við Skarvanes.
Eitt annað arbeiði eru so
kloakkviðurskiftini. Henda
loysning fer eisini at krevja
nógv av kommunukassanum,
men hetta er kortini eitt
arbeiði sum má og skal
gerast.
sb.
Fara
aftur at
skemta
sær
Sandur: Nú verður serstaka
føustlávintsskemtið
aftur
framført á Sandi.
Hetta hendir eftir ein fund
í
ungmannafelagshúsinum
Virkinum á Sandi, har hetta
málið varð umrøtt. Og sum
skilst á Sandoyarportalinum
vóru 20 fólk møtt á fundi, har
væl kom burturúr.
Líkt er til, at fólk hava
saknað hetta skemtið, sum
ikki hevur verið á breddanum
seinastu tvey árini. Og tí
samdust tey um at taka
henda táttin uppaftur í ár.
sb.
Sandur: Í góðveðrinum mikudagin vóru nøkur av børnunum í barnagarðinum á Sandi farin útum eina løtu at hugna sær.
Eitt av teimum stuttligu tingunum úti í garðinum er stóra reiggjan, ið kann rúma nógvum børnum.
Á myndini, sum myndamaður okkara, Jens Kristian Vang tók, síggjast tey sjey børnini í somu
reiggju: Ronja, Klara, Tórhild, Jóhanna, Filip, Jógvan Jón og Fríbjartar.
snorri@sosialurin.fo
7:1