Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 26 Sosialurin Oyggjablaðið Orð: Snorri Brend Tekstur: Jens Kristian Vang Húsavík: – Tað er gott, at fleiri ung­ ar familjur við børnum eru fluttar higar, vísir Gunnvá á. Hon hevur við gleði sæð, at nýggj sethús eru bygd í Húsavík tey seinastu árini. Og at onnur helst eisini fara at gera tað sama einaferð í framtíðini. Hetta skapar sum vera man vónir fyri eini framtíð í hesi bygdini, her tað búgva 79 fólk í løtuni. – Tað er sjálvandi eisini gleði ligt, at vit hava børn sum eru í skúla­ aldri, og fleiri børn sum eru undir skúlaaldur, sigur hon. Handil Gunnvá er upprunaliga ættað úr grannabygdini Skálavík, men flutti suður higar til Húsavíkar at búgva fyri 28 árum síðani. Hóast bygdirnir liggja so at siga lið um lið her á eystursíðuni á Sand­ oynni, er tað altíð munur á einum staði og einum øðrum. – Nei, eg haldi ikki at munurin var so øgiliga stórur. OK, ein rættiliga stórur munur var kortini møguleikin at fara til handils. – Í Skálavík høvdu vit jú ein størri handil, meðan handilin her í Húsavík var munandi minni. Annars, – nei, tað var ikki tann stóri munurin á Skálavík og Húsavík, greiðir Gunnvá frá. Skal ein kortini tosa um ein av­ ger andi mun á grannabygdunum báðum, so er tað talið av fólki, og serliga talinum av børnum. Lív í Sum víst er á aðrastaðni í blaðnum, hevur Húsavík eisini merkt til aft­ urgongd í fólkatalinum. – Ja, eg legði beinanvegin merki til, at tað vóru nógv fleiri børn her suðuri, vísir Gunnvá á. Hetta hevði sjálvandi ávirkan á bygdarlívið. – Tað var meiri lív í, sum hon málber seg. Her var skúli og nógv av virk­ seminum hjá børnunum gekk fyri seg í nánd av honum. Tey vóru ófør at finna uppá og tyktust ikki keða seg. – Børnini spældu nógv úti, með­ an tey í dag sita ov nógv inni og spæla við teldu ella hyggja í sjón­ varp. Tey eru ikki úti uppá sama máta í dag. – Tá brúkti man náttúruna at spæla í, og tú sást tey spæla alskyns spøl uttandura. Og var kavi, so fing­ ust tey nærum ikki innaftur, sigur hon við einum brosi. Í einum stórkava lá hann so tjúkkur, at børnini gjørdu sær ein smáttu inni í kavanum. Her gjørdu tey vindeygu í og innrættaðu smátt­ una við ljósum og øðrum. – Tað vísti seg, at børnini stór­ trivust her, og tey fingu so sanniliga eisini tey vaksnu at gerast áhuga í hesi smáttuni. Eingin bólkur Hóast minkandi fólkatalið í Húsa­ vík, sær Gunnvá ikki so dapurt uppá framtíðina. Hon hevur eisini við frøi sæð, at fólk eru flutt aftur til bygdina. – Hví fólk koma higar at búgva? Ja, tað er uttan iva tí, at her er so gott at búgva, slær hon rimmarfast. Í bygdini er gott samanhald; ungmannafelagið, sum nú aftur er vorðið virkið, savnar bygdina og fólk koma til tiltøkini ið verða fyriskipað. – Og so eru vit eisini ófør til at skipa soleiðis fyri, at øll eru við. Tað haldi eg er tað góða við at búgva her. – Nei, her ganga vit ikki í bólkum, men eru samlaði um tað sum hendir í bygdini. Og tað er kanska nettupp ein fyrimunur við at búgva í eini so lítlari bygd at fólk vilja halda saman, sigur Gunnvá. snorri@sosialurin.fo Vilja húsast BYGDAMENNING – Eg harmist sjálvandi um, at fólkatalið er minkað her í Húsavík. Men tað er ein vón fyri framman, sigur Gunnvá Magnussen, ið dagliga arbeiðir sum stuðul hjá eini familju í oynni. – Her í Húsavík er í øllum førum gott at vera, sigur hon. Gunnvá Magnussen, sum er bygda ráðs lim ur í Húsa víkar kommunu, er ikki óvæntað heitur for­ sprákari fyri føstum sam bandi við meginlandið: Ein undir sjóvar tunnil má bara koma. – Eg veit um nógv sum hava sagt, at tey fara at flyta suður higar, tá tunnilin kemur. Vit bíða tí framvegis eftir at farið verður undir tunnilin. – Sum er, noyðast vit at fara um Skop unar fjørð við báti, og tekur tað sera langa tíð, vísir Gunnvá á. Dóttir hennara arbeiðir í Havn, og má hon longu av húsum klokkan 7:30 á morgni og er liðug at arbeiða klokkan 3. Men so kemur trupulleikin: Møguleikin at sleppa aftur til hús. – Hon er fyrst aftur klokkan 5, og so er tað heldur ikki altíð vist, at hon sleppur við Teistanum. Ofta eru nógvir og stórir lastbilar við, sum skulu suður higar við rávøru. – Teir mugu bara við, tí vit hava brúk fyri rávøruni sum er grundarlag undir flakavirkinum. Tí mugu persónbilar ofta bíða til næsta túr, og tað er ikki serliga hugaligt, vísir Gunnvá á. – Vit hava tí líka góðan rætt at hava fast samband, eins og øll onnur. Og vit hava líka góðan rætt at kunna búgva í Sand oynni, eins og onnur búgva á øðrum støð um við góðum og føstum ferða sambandi. FRAMTÍÐ - Tað er ein framtíð fyri Húsavík, sigur Gunnvá Magnussen, sum her tosar við borgarstjóran, Jákup Martin Sørensen Fast samband Eg veit um nógv sum hava sagt, at tey fara at flyta suð ur higar, tá tunn­ il in kemur. Vit bíða tí fram­ vegis eftir at farið verður undir tunnilin