Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 Sosialurin Oyggjablaðið í húsaVík FÓLK Tað hevur gingið afturá við fólkatalinum í Húsavík, men búsetingin av fleiri ungum familjum gevur vónir um, at aðrar familjur fara at gera tað samaa Fimm ár við Lista­ savninum Sandur: Heimasandsmaðurin Sofus Olsen gav heimbygdini listasavnið, - listina hann savnaði í árunum 1960- 2006, og savnsbygningin, sum J.P. Gregoriussen teknaði og Articon bygdi. Hetta var stórfingin gáva, sum Sandsbygd varð unt at hýsa. Savnið er hesi 4 árini rættiliga væl vitjað bæði av ferðafólki og gestum, ið leita sær aftur at enduruppliva framsýningina av savninum hjá Sofusi. Listasavnið er hesi árini meir og meir vorðið mentanarhús. Fram úr góðu ljóðviðurskiftini á listasavninum hava elvt til, at vit hava havt nógvar fínar konsertir, eins og vit hava sýnt føroyskar filmar, havt fyrilestrar, upplestur og leik. Umframt listasavnið gav Sofus okkum gomlu húsini hjá ommu og abba hansara, ið standa undir liðini á Listasavninum; eini framúr hugnalig gomul hús, ið tó eru í sera ringum standi. Gomlu lonina, sum stendur vinkulrætt á savnið og er næstan áføst, ætla vit nú at umvæla og byggja fasta í savnið, so vit fáa víðkað virksemið og bjargað gomlu húsunum. Ætlanin er at gera ein kaffikøk og eitt stórt rúm, sum kann brúkast til mangt og hvat, og henda lonin skal eisini hýsa tiltrongdari goymslu. Sum skilst er ætlanin at gera okkurt burturúr í summar, tá Lista- savnið kann hátíðarhalda fimmára dag sín, hin 17. juni. snorri@sosialurin.fo SAVN Liðin eru skjótt fimm ár, síðani Listasavnið á Sandi læt upp í juni mánaði 2006. FIMM ÁR Í summar eru liðin fimm ár, síðani Listasavnið á Sandi lat upp. Ætlanin er at gera okkurt serstakt burturúr henda dagin