mikudagur 26. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
28
Sosialurin
Tórshavnar
Býráð
fer
á
fundi hóskvøldið at taka
støðu til eitt tilmæli frá síni
mentamálanevnd
um,
at
býráðið á hvørjum ári letur
einum listafólki í Havnar
kommunu starvsløn í eitt ár.
Mælt verður til, at hendan
starvsløn verður uppkallað
eftir býarins heimskenda
heiðursborgara
Williami
Heinesen, sum gjørdi vart við
seg í bókmentum, myndlist,
leiklist og tónlist.
Tórshavnar býráð er kent
fyri at virða tann týdning,
sum eitt virkið og fjølbroytt
mentanarlív hevur, og tað
gera vit enn betri við eini
slíkari starvsløn, sum eftir
uppskotinum kann latast lista
fólkum á skiftandi økjum.
Í stødd verður skotið upp,
at starvslønin svarar til eina
læraraløn í eitt ár. Sett verður
ein
serkøn
nevnd,
sum
býráðið og listafólk velja, at
taka støðu til, hvør skal hava
starvslønina. Ætlanin er at
lata hana fyrstu ferð í 2012.
Uppskotið um William
Heinesen starvslønina varð
longu nevnt í einum ment
anaráliti, sum Tórshavnar
býráð útvegaði fyri tíggju
árum síðani. Stórur partur
av
uppskotunum
í
tí
álitinum eru síðani framd,
men uppskotið um William
Heinensen
starvslønina
kemur nústani ítøkiliga á
býráðsins borð.
Vit ásanna samstundis, at
tørvur er á einum nýggjum
dagførdum mentanaráliti fyri
Tórshavnar kommunu. Nógv
er hent á økinum hesi árini,
og nógv nýtt er undir sólini.
Spurningurin um nýtt og
dagført mentanarálitið kemur
tí til viðgerðar í næstum.
Jógvan Arge
formaður í mentamálanevndini í Havn’
Starvsløn í navni
William Heinesens
Mín spurningur til tykkum er hesin.
Kann tað vera í ordan, at mann skal
noyða eitt heilt fólk at gjalda fyri nakað,
sum ongin av okkum sum búgva her í
hesum landi hava ynskt? Er hetta loyvi?
Eg má siga, at hvørja ferð eg komi inn á
SvF, við óvart skal sigast, stendur DR1 ella
DR2 á sjónvarpsskíggjanum, og við tí, veit
eg, at allar tær sendingar, havi eg, eins og
95% av øllum øðrum føroyingum longu
havt møguleikan at síggja á parabolini ella
Televarpinum.
Eg vildi gjarna fingið at vita frá tykkum,
sum hava við SVF at gera, hvør er tað, sum
ynskir hesa tænastu, tit hava at bjóða?
Mær vitandi vilja flest allir føroyingar
sleppa av við at gjalda sjónvarpsgjaldið
til SVF, og tað vil við ørðum orðum siga
mær, í hvussu er, at ongin ynskir tykkara
tænastu.
Tað sum kundi verið stuttligt, var, at SVF
fór undir pay per view. Tað vil siga, at øll tey,
sum vilja síggja SVF, kunna gjalda fyri tað,
og øll vit, sum ikki vilja síggja SVF, sleppa
undan at gjalda.
Eg vil enda hetta bræv við at siga tykkum
hetta. Tíðin er farin frá tykkum. Fólkið
ynskir meira enn gamlar endursendingar
og sendingar, sum vit longu hava sæð á DR1
og DR2, tit hava onki at bjóða, hvørki so ella
so. Sløkk.
Til Kringvarð Føroya
og Mentamálaráðið
Gudmund Larsen
Kjak
Rolf Guttesen
Í málinum um staving og
skriving av landanøvnum í
komandi atlassinum, sum
Skúlabókagrunnurin ætlar
at geva út, hava fleiri enn eg
víst á, at einasta gongda leið
er at skriva soleiðis, sum lond
ini sjálvi siga verða rætt.
Gamla
heimsatlassið
royndi at gera alheimsins
lond ’føroysk’ við at forbjóða
vanligum latínskum bók
stavum,
sum
c,q,w,x,z.
Haraftrat komu royndir at
arkaisera nøvn (geva teim
um eitt gamalt snið), sum
fyri langari tíð síða eru
burturdeyð, Burgundarhólm
og Líðandisnes til dømis.
Teir svara mínum
opna brævi
Eg setti Skúlabókagrunnu
num tveir ítøkiligar spurn
ingar í opnum brævi, dagfest
11. januar í ár. Annan um
skipan
av
innihaldinum
har Ísland fekk umleið 16
ferðir so nógv pláss sum
Danmark. Hin um hvørjar
høvuðsleiðreglur teir ætlaðu
at brúka til staving av landa
nøvnum og øðrum staða
nøvnum úti í stóru verð.
Magnus Tausen svaraði
vegna Grunnin tann 18.
januar. Tað ljóðaði rættiliga
skilagott,
soleiðis
at
dispostiónin
við
Íslandi
í hásæti ikki var endalig.
Men hin spurningurin um
skriving av staðanøvnum
fekk einki greitt svar. Uttan
tað at eitt komandi Málráð
skuldi viðgera tað.
Magnus Tausen real
istur viðvíkjandi skip
an av innihaldinum
Í tíðindasendingini í út
varpinum hóskvøldið 20.1.
kl 18 slapp eg í eini samrøðu
at greiða frá málinum, og at
leggja míni sjónarmið fram.
Magnus Tausen fekk høvi
at svara og viðmerkja. Men
sama óvissa var eisini her.
Dispositiónin kundi og skuldi
broytast, sum rímiligt var.
Men har kom einki greiðari
svar
um
skrivimátan.
Komandi Málráðið skuldi
taka sær av tí. Annars høvdu
teir gott fólk at spyrja.
Men hví ræðist hann
Staðanavnanevndina?
Men her manglar nakað.
Tað finst ein vælmannað og
virkandi Staðanavnanevnd,
sum má sigast at vera tann
einasta virkandi, almenna
nevndin, sum hevur autoritet
á einum serligum fakmálsøki:
Staðanøvn, bæði í Føroyum
og aðrastaðni.
Hesa nevnd vil Skúlabóka
grunnurin hvørki tosa við
ella um. Teir hava í mínum
samráðingum um møguligt
samarbeiði skýggjað hesa
nevnd. Í tí, sum Magnus
Tausen seinni hevur skrivað
og sagt, hevur Staðanavna
nevndi altíð verið umlopin.
Teir vilja helst ikki taka
Staðanavnanevndina uppá
tungu. Hví?
Hví ikki spyrja
Staðanavnanevndina?
Eg bað teir, ikki bara eina
ferð, men ferð eftir ferð, antin
ringja, skriva ella tosa við teir,
fyri at vita um Staðanevndin
hevði naka principielt boð
uppá leiðreglur. Eg helt, at
tað var løgið ella bakvent,
at
Skúlabókagrunnurin
ikki kundi geva mær nakrar
høvuðsreglur at arbeiða eftir.
Hvat produkt ynsktu teir frá
mær? Men nei, tað skuldi
viðgerðast seinni.
Fram eftir fummum,
ella leiðreglur?
Hví laga ein fínan garð, sum
er kanska 100 metrar langur
og seyðahøgur? Og so, tá tann
fíni garðurin er liðugur, fáa at
vita, at hann bert skuldi vera
50 metrar langur og neyta
høgur (umleið hálva hædd).
Nógv
burturspilt
arbeiði,
haraftrat nógv eyka arbeiði
hjá ’viðgerðarum’ og øðrum
at broyta og ríva niður.
Gamla Málnevndin
hevði ikki tann
rætta førleikan
Henda nevnd, sum sigst
at hava verið ovasti autori
tetur,
tá
gamla
atlassið
skuldi gerast, hevði ongan
geografiskan førleika ella
ráðgeving frá kompetentum
fólki, tá tað kom til skriving
av nøvnum í fremmandum
londum. Tað bygdi mest uppá
avskriving av einum íslend
skum lista. Til tíðir hava teir
so viðgjørt ymsar smálutir,
men ongantíð í nøkrum
heildarperspektivi ella eftir
yvirskipaðum princippum.
Til dømis hava teir á fundi
6. oktober 1999 samtykt at
oyggin Man (partur av Stóra
Bretlandi) skal skrivast Mann,
”tí sjálvljóðið er stutt”. Í atlassi
num, sum var prentað seks ár
fyrr, var tað nóg gott at skriva
Man. Onnur dømir kundu
verið nevnd. Men sovorðið
smáputl og løtuverk uttan
nakrar principiellar leiðreglur
endar altíð í einum hurlivasa.
Leiðreglur eru
neyðugar, og eru
ikki so torskiltar
Tað ber til at fylgja fakligum
reglum.
Men
eisini
við
slíkum reglum vera ivamál
– sjálvandi. Men uttan reglur
verður totalt kaos.
Høvuðsreglurnar
eru
einfaldar:
1: Skriva nøvnini soleiðið,
sum er vanligt í teim ymsu
londunum
2: Loyvt er at brúka kon
ventionell ella hevdvunnin
nøvn
(Keypmannahavn,
Týskland)
3: Minkað mest møguligt
um exonymir (fremmandur
skrivimáti í fremmandum
londum (Ikki Venedig men
Venezia, ikki Grønhøvda
oyggjar men Kap Verde).
Hetta kann sigast at vera
essensurin (úrdrátturin) av
skjalinum við teim 11 punkt
unum, sum eg handaði Skúla
bókagrunninum, ið segði frá
mínari arbeiðsætlan. Ikki
nakað,ið eg hevði uppfunnið,
men tað var ein samandráttur
av tí, sum fakbøkur, nevndir
og –fólk ráða til.
Men
tað
vildu
tit
í
Skúlabókagrunninum slettis
ikki tosa um.
Hví skýggja teir Staðanavnanevndina?