Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 Sosialurin Nógv lond kring heimin liva av at innflyta rávørur til virkingar og útflyta tær aftur sum liðugtvørur. Tey eiga ikki sjálvi rávørutilfeingið, sum er grundarlagið undir framleiðsluni, og tí verður hetta innflutt úr øðrum londum. Jarn, stál, træ, fiskur og annað mangt. Japanski bilídnaðurin er besta dømi um, at væl ber til at skapa framgongd í einum landi, hóast rávørutilfeingið ikki er í túninum. Øll lond hava sín serkunnleika og finna sína legu í heimssamfelagnum. Flakavinnan Vit føroyingar hava eisini okkara serkunnleika. Hesin kemur av náttúrligum ávum. Vit eiga ríkt tilfeingi úr havinum, og tí hava vit serkunnleika at virka fisk til útflutnings. Gjøgnum árini eru mong flakavirki bygd í landi okkara, og hevur til­ feingið úr havinum saman við flakavinnuni verið høvuðsgrundarlagið undir samfelagsmenningini sein­ astu fimti árini. Hóast flakavinnan øll árini hevur skapt meirvirði og arbeiði til túsundir, hevur hon í sjálvum sær sjáldan verið lønandi. Tí hava flestu flakavirkir til tíð og aðra snarað lykilin um fyri at byrja av nýggjum, tá ein tíð er fráliðin. Altíð hava vit verið samd um týdningin av tímaløntum arbeiði. Eitt land uttan tíma­ lønt arbeiði fer fyrr ella seinni av knóranum. Tað eru tey tímaløntu í útflutnings­ vinnuni, sum eru bulurin í búskapinum. Har verða virðini skapt, og hesi virði eru grundarlag undir allari vælferð. Innflutt rávøra Tíverri eru tekin um, at nøkur eru farin at ivast um týdningin av at virka fisk til útflutnings. Nøkur meina, at flakavinnan er ein farin tíð, meðan onnur tosa um at virka fiskin umborð. Eftir standa spurningarnir: hvat skulu tómar hendur gera? Eru aðrir møguleikar fyri flakavirkini? Og maskin­ urnar? Og serkunnleikanum hjá túsundum av flaka­ virkisfólki? Í tíggju ár – frá 1994 til 2003 ­ innflutti Bacalao í Havn frystan fisk til virkingar. Nógv arbeiði var á virkinum, og mangan varð arbeitt í tveyskiftisvakt. Tíggjutals – kanska hundraðtalst ­ milli­ ónir vórðu goldnar í lønum hesi árini til framgongd og vælferð fyri samfelagið. Og landið læt stuðul! Við tíðini bleiv meiri av fiski frá føroyskum skipum og landið gavst at lata stuðul. Nú er lítið til av fiski, flakavirkini eru stongd, flotin liggur svínabundin og 3.000 fólk eru arbeiðsleys. Nú er løtan Nú er løtan komin at gera, sum mong av framkomnu londunum kring heimin. At innflyta rávøru til virkingar. At lata flakavirkir uppaftur og lata tímalønt sleppa til arbeiðis aftur at skapa virðini, sum eru grundarlagið undir framhaldandi vælferð. Tað loysir seg ikki, verður sagt. Russarafiskur kann ikki innflytast, tí ES leggur toll á. So er bert eitt at gera! At taka táttin uppaftur, sum vit sleptu í 2003: at stuðla við almennum krónum. Lógin um fiskivinnumenning á landi er í gildi framvegis tann dag í dag, og tí er bert upp til Løgtingið at játta peningin. Er tað ein útreiðsla fyri landið? Ja, í fyrsta umfari. Nøkulunda á sama hátt, sum tá ein lastbileigari fyllir tangan við olju fyri at kunna koyra og fáa inntøkur. Miðflokkurin sær møguleikarnar Miðflokkurin hevur á øðrum sinni lagt uppskot fyri Løgtingið um hesi viðurskifti. Hesuferð sum eitt uppskot til samtyktar. Tað ger, at Landsstýrið hevur rúmari ræsur at skipa stuðulsskipanina í samstarvi við vinnuna. Frá ráfiska­ keyparafelagnum hevur Miðflokkurin fingið at vita, at ein slík stuðulsskipan sannlíkt vil seta gongd í og skapa arbeiðspláss, vinnulív og útflutning. Tað góða við slíkari stuðulsskipan er eisini, at um onki virksemi verður og ongin útflutningur spyrst burturúr, verður heldur ongin stuðul latin. Vinnuhúsið partapolitiskt Vinnuhúsið mælir frá at samtykkja uppskot Mið­ floksins. Vinnuhúsið vil heldur hava bygnaðarligar broytingar í fiskivinnuni og metir, at um nøkur hundrað tímalønt sleppa aftur til arbeiðis, fer tilgongdin við bygnaðarbroytingum at seink­ ast. Men hesar kunnu júst gerast, um vit útvega okkum annað rávørugrundarlag enn føroysku fiskastovnarnar. Tá fer at vera lættari at geva stovnunum frið at koma fyri seg aftur. Tá verður trupulleikin ikki so stórur á landi, sum hann er í fiskiflotanum, og harvið verður trýstið á politisku skipanina minni. Vinnuhúsið biður eisini vinnunevndina kanna, um uppskotið er í stríð við handils­ sáttmálan við ES. Hetta er longu gjørt. Uttanríkisráðið greiddi vinnunevndini fyri einum ári síðani frá, at skipanin ikki er í stríð við handilssáttmálan, og at ES ikki fer at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum. Tíverri tykist Vinnuhúsið at leita eftir grundgevingum fyri at vera ímóti uppskotinum, tí man grundleggjandi er ímóti studningi. Trupulleikin er bara, at tá grundgevingarnar ikki halda, er man fram­ haldandi ímóti. Nakað bendir á, at Vinnuhúsið í hesum spurninginum ikki umboðar arbeiðsgevarar og heldur tekur partapolitisk atlit! Bill Justinussen Nú er løtan Kjak Ætlanin við hesum sendingum er uttan iva at fara í dýpdina við nøkrum – helst kontroversiellum evnum – sum lýsa viðurskifti hjá fólki. Hóskvøldið 20. januar sendi sjónvarpið dokumentarsendingina “Hin nakni sann­ leikin” um føroysku gentuna Victoriu Wild og um lívið hjá henni sum strippari í Keypmannahavn. Sendingin varð endursend sunnukvøldið kl. 22.00, og er nú løgd út á netið undir “Allar sendingar” hjá Kringvarpinum. Lagt til rættis høvdu Elin í Stórustovu og Bjarni Á. Rubeksen. Nakað varð gjørt burturúr at boða frá sendingini frammanundan bæði í sjón­ varpinum og í útvarpinum. Um sjálvt inni­ haldið í sendingini varð sagt í skránni hjá Kringvarpinum, at ætlanin var at lýsa menni­ skjað aftan fyri arbeiðið ella gerningin. Øll sendingin, sum hon var, var ein harmasøga. Lívið hjá ungu kvinnuni hevur á ongan hátt verið lætt. Lýsingin, sum hon gav av lívinum hjá sær, var skelkandi: vantandi umsorgan og kærleiki, kynsliga misbrúkt, nógv svikin og sjálvmorðsroyndir. Við øðrum orðum: stórur umsorganarsvíkur. Hví hetta var soleiðis, og hvørja hjálp Victoria hevði fingið í øllum hesum, segði “dokumentar”­ sendingin einki um! Tvørturímóti! Eftir hesa kunningina frá Victoriu sjálvari, varð hon enn einaferð latin úr av SVF við at lýsa dagliga lívið og arbeiðið hjá Victoriu í myndum í góðum sensasjóns journalistiskum stíli. Okkurt av brotunum, t.d. polterabend showið, fór út um alt mark. Brotið átti ikki at verið í SVF. Brotið var ikki bara óhóskandi fyri børn. Hatta var ikki hóskandi fyri nakran! Sjálvandi sigur onkur, at orðið “hóskandi” er relativt: tað, sum er hóskandi fyri teg er kanska ikki hóskandi fyri meg. Uppgávan hjá sjónvarpinum er ikki í myndum at válka sær í lagnuni hjá menniskjum. Myndin talar meir enn túsund orð. Útvarp er ikki sjónvarp. Sjónvarpið er jú ein nógv, nógv sterkari miðil enn útvarpið. Elin í Stórustovu, sum hevur gjørt nógvar áhugaverdar útvarpssendingar fyri ung – eisini við nógvum kontroversiellum evnum – roynir seg nú eisini við sjónvarps­ miðlinum. Tað er rætt at gera dokumentarsendingar. Men tað er óheppið og skaðiligt við niðurgerandi og nærgangandi myndum, sum hava ringa ávirkan, og einki gott at bera. Sjónvarpssendingin átti at verið meira redigerað, soleiðis at persónurin var meira viðgjørdur og myndirnar ikki so áleypandi. Sjónvarpssendingin “Nakni sannleikin” er uttan iva beiski veruleikin. Men spurningurin er, hvussu vit skilja veruleikan, og hvør setir dagsskránna fyri veruleikan, tá ið tað er talan um at lýsa veruleikan í almennu miðlunum. Ein áhugaverdur spurningur er eisini, hvar markið gongur millum dokumentar og undirhald, um í heila tikið nakað mark er! Kringvarpsstjórin hevur ábyrgdina av dagligu skránni hjá Kringvarpinum og kringvarpsstýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya. Í lógini um Kringvarp frá 2006 verður m.a. sagt: ”Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa (sjónvarpa) sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirk­ seminum leggja dent á upplýsingar­ og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.” Lurtarar og hyggjarar hava krav upp á virðiliga viðferð. Tað eiga stjóri og stýrið at leggja sær í geyma. Vit gjalda, men hava einki at siga uttan at gera vart við viðurskiftini, mótmæla og skriva lesarabrøv. Uni Næs formaður í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag og varalimur í kringvarpsstýrinum Neyð lærir nakna kvinnu at spinna... skal Kringvarp Føroya eisini gera tað? Kringvarp Føroya, sjónvarpið, hevur í seinastuni sent nakrar sokallaðar dokumentarsendingar