Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30 Miðvikan Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 5. partur Hjálpti jarðarmóðrini Mamma hevur sum skilst havt góða heilsu og verið sera sterk. Hon kom eisini at gerast hjálparfólk hjá jarðarmóðrini. Jógvan Waagstein var giftur við Sannu Dahl úr Vági. Hana kendi mamma væl, tí pápi og Jógvan vóru vinir. Tá Sanna skuldi eiga fyrstu ferð, var hon sera hjartkipt og vildi hava onkra, sum hon kendi, at vera til staðar. Hon fekk so mammu at hjálpa jarðarmóðrini. Mamma má hava havt eitt gott handalag, tí sum frá leið mælti jarðarmóðurin kvinn­ um, sum skuldu eiga, um at venda sær til mammu at vera til hjálpar. Eitt var at hjálpa einum, sum vit kendu, men at blíva jarðar­ móðurhjálpari hjá øllum býnum gjørdist nakað nógv fyri pápa og okkum beiggjum. Vit hildu eisini hetta nærum vera eina skomm og royndu at fáa mammu frá hesum. Men her hjálpti einki. Mamma segði, at hon trongdi til at koma út millum fólk, og hetta var besti háttur tað kundi gerast. Mamma gjørdi tað so avgjørt ikki fyri pengarnar. Eg haldi ikki, at hon nakrantíð fekk pening afturfyri. Tað kundi vera onkur lutur nú og tá sum ein ljósadúk, ein vási ella tílíkt. Fyri jarðarmóðurina var tað sjálvsagt ein lætti at hava mammu til hjálpar. Eitt annað var tað, at pápi varð jú vaktur hvørja ferð, boð komu eftir mammu um náttina. Mamma fór tí at sova í einum øðrum kamari, kallað Suggan. Her kundi mamma tilkallast gjøgnum eitt vindeyga uttan at hetta órógvaði pápa. Tað hendi ofta, at mamma varð útkallað seint á kvøldi ella fyrst á náttini, og tá kundi hon koma heim, so hon kundi geva okkum morgundrekka. Hon passaði alt sítt húsliga arbeiði umframt hoygging og tílíkt. Ongantíð merktist á henni, at hon var móð. Tað kom ikki fyri, at hon fekk sær døgurðablund, og hon var altíð tann seinasta, sum fór til songar. Mamma hevði aldri tíð til at sita til borðs við okkum, tá ið vit ótu uttan onkran sunnudag. Men tá setti hon seg soleiðis fyri, at hon kundi leypa upp, um nakað manglaði. Vit høvdu annars ein hentleika. Hetta var ein petroleumskókari við tveimum blussum, sum pápi hevði keypt fyri sínar fyrst vunnu peng­ ar. Kókarin var tí nakað gamal men væl riggaði, og hann lætti væl um. Alt lívið hjá mammu var arbeiði, arbeiði og aftur arbeiði. Eg kann bert minnast einaferð, at hon fekk sær feriu. Hetta var stutt eftir, at eg var farin í skúla. Tá fór hon til Porkeris tvær vikur at vitja sína familju. Eg minnist ikki rættiliga, hvør ið gav okkum mat hesa tíðina, men tað man hava verið grannakonan Suðuroya Johanna, sum tók eina hond í. Eg var fegin, tá ið mamma kom aftur, og vit kundu fáa rættuligan mat. Ólastova stóð trygg Stutt áðrenn míni foreldur giftust umbygdi pápi Ólastovu við einum trimpli og kvisti. Tað kann tykjast løgið, at pápi ikki bygdi egin hús, sum hann væl hevði kunnað gjørt. Men hann var jú einabarn, og tí stóð hann eisini til at fáa húsini sjálvur. Eisini vildi hann stuðla sínum foreldrum. Men hesir yvirbygningar gjørd­ ust nóg so nógv fyri hesi gomlu hús. Hetta merkti, at tá stormur var av útsynningi, máttu øll fara av lofti­ num og liggja á bóli í miðhæddini. Vit beiggjar hildu hetta vera sera stuttligt, og vit gleddu okkum til hesar stormar! Men ikki vóru húsini verri enn so, at tá veruliga stóð á helt Óla­ stova tørn, meðan skaði eina ferð hendi hjá Jens Mohr, sum búði longri uppi í Skansabrekkuni. Tá fór pápi hagar at hjálpa til at bjarga tí, sum bjargast kundi. Pápi var rættuliga ovfarin av arbeiðskonuni har í húsinum. Hon var farin í ringasta veðri at hjálpa við bjargingini. Hon var enntá farin í buksurnar hjá Jens Mohr, sum hon hevði smoygt seg í, hóast tær als ikki passaðu. Slíkt, konufólk í buksum, hevði ikki verið sæð fyrr. Tað at hon tordi at fara út í hesum ódnarveðrinum og samstundis troðsaði allar fordómar um, hvat konufólk kundu fara í, gjørdi pápa so ovfarnan, at langa tíð seinni, tá talan var um tann og tann stormin, nevndi hann altíð Pollan sum eina djarva kvinnu. Hon var úr Klaksvík og æt Poulina, men var kallað Pollan. Hon varð seinni gift við fergumanninum Hans við Stein. Tey fingu nógv børn, og eitt teirra var Johan, kall­ aður Polluks, tað man vera eftir mammuni. Orsøkin til navnið var, at hon, beint áðrenn hon fekk hendan sonin, hevði droymt, at beiggi mín Johan, sum tá lá deyðasjúkur í Keypmannahavn, kom til hennara í dreymi og bað hana kalla sonin Johan. Johan bað hana eisini siga við mammu mína, at tað ommu­ barn, sum var í vænti, eisini skuldi verða kallað Johan. Hon skilti eisini dreymin soleiðis, at annar av hesum Johan seinni skuldi koma út fyri eini vanlukku. Johan hjá Poulinu gjørdist ein stórur og prúður kalur. Hann fór ungur til sjós og sigldi eisini undir seinna heimsbardaga. Eina ferð bjargaði hann einum sjómanni, sum var skolaður fyri borð av einum skipi nærindis Hetland. Johan leyp á bláman uttan línu ella bjargingarbelti í villa havinum. Men so skuldi hann drukna eitt stilt kvøld á Vestaruvág, eisini í samband við eina bjarging. Hann var saman við tveimum øðrum farin út á vánna. Tá teir komu út fyri Tinganesi koppaði báturin. Johan bjargaði øðrum teirra og doyði sjálvur av hjartaslag, sum man hava verið av overvan. Hetta var Polluks, pápi Kára við Stein, sum í fleiri ár hevði grønlandstíðindi í Sosialinum. Kári hevur eisini uppkallað pápan. Hin Johan gjørdist seinni kendur sum skrivstovustjóri í landsstýrinum. Í hesum sama illveðrinum lá skipið hjá Restorff, Frederiksvaag á redini. Orsakað av storminum fór skipið á rák, tí akkerið helt ikki. Teir gomlu sjómenninir og eisini abbi stóðu í bólkum undir neystinum og tosaðu um, hvat ið kundi gerast. Teir samdust um at rógva út til skipið við einum tíggjumannafari at hjálpa teirri manning, sum var umborð. Teir flestu vóru annars við hús, tí teir búðu í Havn. Roynt varð, men tað var vónleyst at koma umborð. Skipið raka meira og meira. So bleiv myrkt og einki sást. Men veðrið batnaði, og tá tað lýsnaði, lá Frederiksvaag eystanfyri Skansatanga uttan mastrar. Manningin hevði kappað mastrarnar, tá stormurin var av tí mesta fyri at bjarga skipi og manning. Kristian Djurhuus: Søguligt tá arbeiðskonan fór í mannfólkabuksur Sum tað skilst var Elin, mamma Kristian, eitt konubrot, sum eisini hjálpti barnakonum. Men minniligt var tað eisini, tá ið Pollan, omma Kára við Stein, fór í buksurnar hjá Jens Mohr Pollan var mamma Johan við Stein, nevndur Polluks. Pollan fekk í dreymi boð um at uppkalla Johan, beiggja Kristian Djurhuus, sum lá fyri deyðanum Niðan eftir Skansabrekkuni. Svarta húsið niðast í brekkuni er Ólastova. Ovast í brekkuni við kvisti húsini hjá Jens Mohr