Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 31 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 E g stóð úti á altanini, tað var leygardagin 23. Oktober 1954. Eg fekk at vita fríggjadagin frá T.F. Thomsen, sum virkaði sum umboð hjá bretsku trolarunum, at tað skuldi koma eitt flogfar dagin eftir eftir einum fýrbøtara á einum trolara. Hann lá á sjúkrahúsinum, har Rubek Nielsen var lækni tá. Hildið varð, at maðurin hevði svull í heilanum ella okkurt líknandi, og tí mátti hann skjótast gjørligt koma undir viðgerð av serfrøðingi. Ætlan­ in var, at sjúklingurin skuldi flytast til Edinburgh, har hann skuldi leggjast undir skurð sama kvøld. Tað skuldi tískil koma eitt flog­ far, sum kundi lenda á sjónum, eftir manninum. Hetta var eitt stórt Sunderland flogfar við fýra Rolls Royce motorum við 1.000 hestum hvør. Hann hevði eisini tvey dekk. Flogfarið var so stórt, at tað vóru 14 metur frá velinum niður á vatnskorpuna. Hetta vóru flúgvibátar, sum vórðu bygdir fyrst undir krígnum. Teir vóru tá serliga nýttir til langferðir og til at leita eftir manning av søktum skipum. Ferðin var 370 km um tíman Hendan morgun var ruskut veður. Tað var eisini landnyrðing­ ur, kanska ikki so nógvur vindur kortini, men ilsligt og vátaslettings­ ælingur. Skýggini hingu nokk so langt niður, men sýnið var kortini ikki heilt av leið. Eg hugsaði, at landnyrðingur er ein ring ætt. Um hann fann uppá at lenda móti Øravík, so fór at verða galið. Landnyrðingur liggur inn á Øravík. Har var eisini alda í sjónum. Klokkan var um hálvgum tíggju. Eg visti av, at flúgvarin skuldi koma, og eg tosaði við Marinustøðina, um teir ikki kundu fáa samband við hann og biðja hann ikki landa har. Men teir á Marinustøðini vistu ikki, hvønn frekvens flogfarið arbeiddi á, og teir fingu heldur ikki samband við tað. Sá flúgvaran kollsigla Men so kom flúgvarin. Eg var farin út á altanina at hyggja. Hann fleyg nakrar ferðir aftur og fram uttanfyri fjørðin. Tað vóru nøkur vátaslettingsæl beint tá. Men so sleit í. So sá eg, at hann kom inn eftir. Hann var bert um 50 metur uppi, og hann fleyg framvið tí sunnara landinum líka frá flesini og móti Øravík. Hann var so sunnarlaga, at hann fleyg javnt við sunnara landið. Í Øravík var tað soleiðis, at frá dalinum hingu skýggini oman í hálvan hagan. Og ikki fyrr enn hann kemur inn móti sjálvari bygdini, nú kastar hann sær á stýriborð. Aftaná fekk eg at vita, at teir høvdu havt fund kvøldið fyri í Pembroke í Wales sunnast í Bret­ landi, har høvuðsstøðin var. Har høvdu teir kannað kortið yvir økið og lagt ætlanir um, hvussu farast skuldi fram. Har er uttan iva avgjørt at flúgva inn á Trongisvágsfjørð, men nú vóru fjøll fyri. Flúgvarin vendi so knapt, at hann misti nógv av ferðini. Hann kom nú upp móti ættini, og hann byrjaði at fara niður móti sjónum. Vit hoyrdu, at hann pressaði motorarnar alt, hann orkaði fyri at sleppa upp aftur. Tað lukkaðist ikki. Teir fyrstu 100 metrarnar gekk tað væl. Men tá kom hann í tríggjar aldur, og tá hann kom í ta triðju, fór hann beint á høvdið. Tað sum var hendi var, at hann var skrædnaður í botninum. Tað er avmarkað, hvussu nógv aluminium, sum er tilfarið í flogførum, tolir av. Tað var skjótt, at hann stóð á gronini beint upp og niður. Stóð sum lammaður Eg minnist, at mamma og pápi vóru tilvildarliga hjá okkum tann morgunin. Kona mín var eisini har. Eg stóð har púra lammaður. Hetta virkaði so óveruligt, hóast eg visti um vandan fyri, at hetta var tað, ið kundi henda. Men kona mín sigur: “Tú má gera okkurt.” Tá raknaði eg rættuliga við. Eg leyp so avstað og oman á kaiina. Beint tá eg komi oman, kemur eitt áttamannafar framvið. Eg leyp bara niður í bátin og so avstað. Vit vóru annar báturin, sum kom út til flogfarið. Niels J. Mortensen átti ein stóran seksæring, og hann var fyrstur á staðið, og nógvir vóru á veg. Av landi sást við kikara skilliga, hvussu manningin kom sær aftur móti velinum, sum stóð upp úr sjónum, og hvussu manningin síðani royndi at koma sær leys av flogfarinum í gummibátin. Tá ið vit komu út, hevði Niels Juel Mortensen tikið seks av monnunum umborð, millum hesar 1. flogskiparan. Teir vóru tá komnir í gummibátin. Tað vóru 12 mans við, og tríggir teirra doyðu. Tríggir vóru bjargaðir av øðrum bátum. Ein av manningini, Davies flogsjersjantur, doyði á veg til sjúkrahúsið. Hetta var sjálvandi ein hvøkkur hjá Tvøráfólki og fløggini fóru eisini beinan vegin á hálva stong. Flogskiparan Benned greiddi seinni frá, at hann var bangin fyri fjallatoppunum, sum ikki sóust, tí skýggini hingu so lágt. Eisini var kortið hjá teimum ógreitt. Flogfarið lá so tungt í sjónum, tá vit komu, men eg fór so uppá tað, og tveir aðrir mans komu við mær. Eg fór framyvir og hugsaði kanska at finna onkran, sum var á lívi inni í flogfarinum. Men tað sá eg skjótt, at tað ikki var. Eg fór so heilt fram og út á veingirnar, og tað vísti seg, at hann var brotnaður tvørtur av frammanfyri veingirnar. Meðan eg stóð fremst á vrakinum, flotnaði ein maður upp, deyður. Ejler Djurhuus: Flogvanlukkan í 1954 Tað hava verið dramatiskar hendingar í samband við virkið hjá Ejler. Ein av teimum var flogvanlukkan í 1954 á Trongisvágsfirði Hetta kortið vísir hvar flogfarið fórst. Av misgávum fleyg tað inn móti Øravík og ansaðu ov seint mistakið. Tí kom tað at seta seg ov langt úti á fjørðinum Tað var ein Sunderland vatnflúgvari, sum gekk burtur á Trongisvágsfirði Manningin á Frederiksvaag mátti kappa mastrarnar fyri ikki at fara á land í illveðrinum, sum Kristian Djurhuus greiðir frá Í komandi parti greiðir Ejler framhaldandi frá søguni um hesa flogvanlukku. Kristian greiðir frá abba sínum í Porkeri, tá ið hann fór á fjall at bjarga bygdarfólkinum undan hungri, men tá hendi nakað...