týsdagur 26. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 26. februar 2002
15
– Mammur við rús-
drekkatrupulleikum
eru truplastu mál at
handfara hjá sosi-
alum myndugleikum,
serliga tí, at tær sjáld-
an viðganga, at tær
hava ein trupulleika.
Tíverri hava vit ov
ofta lyndi til at geva
mammuni ein møgu-
leika afturat, hóast vit
vita, at tað ikki hjálp-
ir. Bæði barnavernd
og sosialu myndug-
leikarnir eiga at verða
meiri miðvís, sigur
Finnur Helmsdal,
barnaverndarlimur í
Havn
BARNAVERND
Turið Kjølbro
– Mammur, sum drekka, er
svarta samvitskan hjá øll-
um sosialum myndugleik-
um, ikki bara barnaverndini
í Havn. Tað er nógv lættari
at fara eftir øðrum, sigur
Finnur Helmsdal, barna-
verndarlimur í Havn. Í
grein í blaðnum seinasta
leygardag greiðir ein 30 ára
gomul kvinna í Havn, ið er
komin burtur úr stórari rús-
drekkamisnýtslu, frá, at
hóast hon fleiri ferðir hevur
meldað mammur, sum for-
søma síni børn orsakað av
rúsdrekkatrupulleikum, let-
ur barnaverndin í Havn ikki
við seg koma.
– Fleiri av teimum, eg
havi drukkið saman við,
eiga børn og eru einsamøll
við teimum. Tey eru langt
úti, drekka framvegis øgi-
liga illa, og klára ikki at
taka sær av børnunum, men
eingin ger nakað við tað.
Tað er syndarligt at siga,
men eg veit um nógvar
mammur. Sjálv havi eg
meldað fleiri mammur til
barnaverndina, tí eg stúri
fyri børnunum. Men einki
hendir. Barnaverndin eigur
og má taka seg saman, áðr-
enn børnini, sum liva mitt í
drekkarínum hjá foreldrun-
um, taka skaða. Tey gera
ikki sína skyldu, og vit
kunnu spyrja, um tað er for-
eldravernd ella barnavernd,
vit hava, sigur Anna.
Finnur Helmsdal tekur til
eftirtektar, at barnaverndin
ikki ger nóg mikið.
– Í grundini eri eg samd-
ur við kvinnuni. Eg kann
ikki annað enn geva henni
rætt í, at vit hava ikki
megnað uppgávuna nóg
væl. Vit eiga og mugu gera
tað betri. Vit síggja týði-
ligar ábendingar um, at
talið á smábarnamammum
við rúsdrekkatrupulleikum
økist í tali. Í løtuni er hann
serliga stórur. Seinasta
hálva árið veit eg um 4-5
mammum í Havn, sum
drekka so mikið illa, at
støðan heima er óhaldbar,
sigur Finnur Helmsdal.
Hann hevur arbeitt sum
sosialráðgevi í meiri enn
tjúgu ár og hevur seinastu
tíggju árini verið limur í
barnaverndini í Havn.
Torført
Førleikin hjá mammum at
klára mammuleiklutin er
hóttur, tá ið rúsdrekka er
inni í myndini hvønn dag.
– Vanliga er talan um ein-
ligar mammur. Mammur
við rúsdrekkatrupulleikum
eru truplastu mál at hand-
fara hjá sosialum myndug-
leikum. Ein orsøk til tað er,
at tað er ómetaliga trupult
at fáa mammurnar at við-
ganga, at tær hava ein trup-
ulleika. Í flestu førum halda
tær, at tað er púra burtur-
við, at barnaverndin kemur
inn í myndina. Viðgerð
kemur als ikki upp á tal.
– Sum heild er tað ógvu-
liga ringt hjá barnavernd og
sosialum myndugleikum at
vera avmarkandi í slíkum
førum, tí tað er altíð ein
drastisk og hjartaleys gerð
at skilja móður og børn,
hóast tað er betri fyri børn-
ini. Tíverri hava vit lyndi til
at royna at tosa viðkomandi
til sættis og geva mammuni
ein
møguleika
afturat,
hóast vit vita, at tað helst
ikki munar nakað. Tíðin er
kanska komin hartil, at
bæði barnavernd og sosialu
myndugleikarnir
mugu
verða meiri konsekvent í
framtíðini.
At seta tiltøk í verk í eini
familju,
har
mamman
drekkur, er ikki bara sum at
siga tað.
– Vita mammurnar, at nú
er álvari, fáa tær sær ein
sakførara, sum tosar teirra
søk og ætlanin hjá barna-
verndini dettur á gólv.
Nógv dømi eru um hetta,
hóast bæði mamma og sak-
førari vita, at støðan er
óhaldbar. Eisini eru nógv
dømi um, at familjan hjá
hesi mammuni, sum drekk-
ur, kemur upp í leikin og
traðkar til. Er mamman
ógvuliga illa fyri, hevur
hon ikki orku til at seta seg
upp ímóti nøkrum, men
mangan halda tær ógvuliga
fast í børnunum og eru til-
vitaðar.
Ymsar loysnir
Er mamman við rúsdrekka-
trupulleikum
samstarvs-
hugað, mælir barnaverndin
henni til at fara í viðgerð.
– Viðganga tær, at tær
hava rúsdrekkatrupulleikar,
er tað so øgiliga nógv lætt-
ari at gera nakað, men oft-
ari og oftari hoyra vit, at
kvinnur ikki vilja inn á teir
viðgerðarstovnarnar,
vit
kenna. Tær vilja ikki lata
seg úr sálarliga saman við
eitt nú monnum, sum tær
kanska kenna. Tí eiga vit at
taka spurningin upp, um vit
eiga at seta á stovn viðgerð,
sum burturav er til kvinnur.
Gjørdu vit tað, rokni eg við,
at nógv fleiri kvinnur fóru í
viðgerð.
Eru sálartrupulleikar inni
í myndini, koma kvinnurn-
ar í samband við sálarfrøð-
ing. Í førum verða mamm-
ur, sum hava livað í vána-
ligum parlagi og eru illa
fyri, sendar á familjuhá-
skúla.
– Til mammur, sum ikki
klára av vera mammur,
bjóða vit stuðul í heimið.
Fer mamman í rús-
drekkaviðgerð, fara børnini
til familjuna, um tað er
ráðiligt, ella á barnaheimið.
– Er trupulleikin stórur
og álvarsligur finna vit eina
fosturfamilju til børnini.
Fostur- og umlættingarfam-
iljur eru rættiliga vanligar í
dag.
– Tað er ymiskt, hvussu
børnini eru fyri, og tað er
ógvuliga torført at meta her
og nú um, hvønn prís børn-
ini rinda. Ofta kemur tað
ikki til sjóndar fyrr enn
fleiri ár eftir. Tí kunnu vit
siga, at børnini á ein ella
annan hátt rinda prísin. Tey
eru fá sum sleppa undan og
tí mugu vit verða meiri
miðvís í royndunum at
hjálpa. Hinvegin haldi eg,
at tað er ov einfalt at siga,
at drekkur mamman, so
mugu børnini ikki vera
saman við henni. Alt annað
líka er mamman tað besta
fyri børnini. Gransking vís-
ir, at uttan mun til, hvussu
heimið er, so er vónleyst at
finna nakað betri, men har-
við ikki sagt, at einki skal
gerast.
Áheitanir
Barnaverndin í Havn fær
rættiliga ofta áheitanir og
frágreiðingar
frá
fólki,
skúlum og stovnum um
mammur, sum drekka.
– Fólk duga betur og bet-
ur at siga frá. Vit taka allar
áheitanir í álvara og gera í
hvørjum einstøkum føri av,
um vit skulu á vitjan í
heiminum, og um vit boða
viðkomandi, tað snýr seg
um, frá ella ikki. Vit tosa
við tann, sum tað snýr seg
um, og siga, hvat vit hava
fingið at vita, men vil við-
komandi ikki samstarva og
einki kann ávísast eftir eina
ella tvær heimavitjanir, er
torført at gera nakað. Tað er
eisini ein spurningur um
orka er til at fylgja málin-
um upp.
At fylgja málum upp, er
ein av veikleikunum hjá
barnaverndini, viðgongur
Finnur Helmsdal.
– Í veruleikanum hava vit
ikki orku til at fylgja mál-
um upp, hóast vit eiga.
Limir í barnaverndini verða
ikki brúktir til at hava
regluligt eftirlit við fólki.
Er ein familja endað sum
eitt mál hjá barnaverndini,
tekur sosiala deild yvir.
Sosiala deild í Havn er væl
fyri viðvíkjandi væl skikk-
aðum fólki, og barnavernd-
in er væl samansett við
fólki við førleika innan
nógv ymisk øki. Deildin
ræður yvir sosialráðgevum
og sálarfrøðingi, men trup-
ulleikin er, at trupulleikarn-
ir á økinum eru so nógvir,
ymiskir og umfatandi og
taka ógvuliga nógva orku.
Og tí detta mál niður ímill-
um. Skulu sosialu myndug-
leikarnir í Havn og barna-
verndin fylgja øllum mál-
um upp, sum eitt nú hesum
við mammum, sum drekka,
eiga nógv fleiri fólk at
verðið sett í starv.
Um barnaverndin er nóg
nógv úti um seg, sigur
Finnur Helmsdal.
– Vita vit um familjur,
sum hava álvarsligar trup-
ulleikar, viðgera við málið
á fundi og avtala, hvat vit
gera. Reglan er, at fáa vit
áheitanir frá fólki, viðgera
vit málið beinanvegin. Vit
liggja ikki á boðum, sigur
Finnur Helmsdal at enda í
viðtali.
Mammur sum drekka ringa
samvitskan hjá barnaverndum
– Vit síggja týðiligar ábendingar um, at talið á
smábarnamammum við rúsdrekkatrupulleikum økist í tali. Í
løtuni er hann serliga stórur. Seinasta hálva árið veit eg um 4-
5 mammum í Havn, sum drekka so mikið illa, at støðan
heima er óhaldbar, sigur Finnur Helmsdal
15
14
Nr. 39 - 26. februar 2002
Samanumtikið standa
føroyskir
myndugleikar
frammanfyri eini røð
av torførum og
møguliga eisini
kostnaðarmiklum
valum í sambandi við
at skula hýsa eini
oljuvinnu, verður
m.a. sagt um
umhvørvi í Menas-
frágreiðingini
MENAS-
FRÁGREIÐINGIN
Heri á Rògvi
Í hesari fyrstu av fleiri
greinum, ið viðgera Menas-
frágreiðingina, verður hugt
eftir umhvørvispartinum.
Greitt er, at Føroyar standa
frammanfyri nøkrum stór-
um spurningum á um-
hvørvisøkinum í sambandi
við eina komandi olju-
vinnu, og hetta hevur eisini
fingið pláss í teirri so nógv
umstríddu Menas-frágreið-
ingini. Sagt verður í frá-
greiðingini, at høvuðs-
spurningarnir í hesi gjøg-
numgongd fyri Føroyar
hava samband við hørðu
veðurlíkindini á sjónum.
Ótíðarhóskandi
Menas-frágreiðingin sigur
seg sakna ein greiðan og
ítøkiligan umhvørvispoli-
tikk.
– Í Føroyum eru týdn-
ingarmiklastu ásetingarnar
viðvíkjandi
umhvørvis-
stýring í sambandi við olju-
leiting og framleiðslu at
finna í lógini um kolvetnis-
virksemi frá 1998. § 1, stk.
2 leggur dent á týdningin av
"varisligari og skynsamari
leiting eftir og gagnnýting
av kolvetnistilfeinginum til
gagns fyri føroyskan bú-
skap og arbeiðsvinnu í
Føroyum, og at virksemið
skal verða skipað soleiðis,
at neyðug fyrivarni eru
tikin fyri fiskiskapi, sigl-
ing, umhvørvis- og náttúru-
áhugamálum, umframt øðr-
um
samfelagssligum
áhugamálum".
Undantikið hesum og
øðrum meira nágreiniligum
krøvum, ið eru ásett í lógini
frá 1998, havumhvørvis-
lógini frá 1999, og í kunn-
gerðunum, sum hava verið,
ella verða ásettar, sambært
hesum lógum, er einki, sum
kann metast sum ein um-
hvørvispolitikkur
við
greiðum raðfestingum og
málum, umframt háttum at
meta um avrik í mun til tey
settu málini. Tað sama er
galdandi í sambandi við
umhvørvið á landi, sum er
fevnt av lógini um náttúru-
vernd frá 1970, og lógini
um umhvørvisvernd frá
1988.
Báðar lógirnar, serliga
tann frá 1970, verða í
stóran mun hildnar at vera
ótíðarhóskandi, og lógin frá
1988 leggur høvuðsdent á
at gera eina skipan fyri
umhvørvisgóðkenningar í
sambandi við virksemi á
landi.
Samstarv
Frágreiðingin
eggjar
í
stóran mun til samstarv
tvørturum landamørk og
felagsskapir. Eisini sam-
band Føroya við ES kann
hugsast at fáa stóran týdn-
ing, hóast Føroyar ikki eru
limir í ES.
– Samanumtikið standa
føroyskir
myndugleikar
frammanfyri eini røð av
torførum og møguliga eis-
ini kostnaðarmiklum valum
í sambandi við at skula
hýsa eini oljuvinnu. Hin-
vegin bendir granskingin á,
at ein sterkari umsitingarlig
skipan óivað verður gagnlig
fyri Føroyar, uttan mun til,
um olja verður framleidd
ella ikki. Á henda hátt
hevur oljuvinnan longu
eina hepna ávirkan, av tí at
hon setir ferð á viðgerðina
hjá myndugleikunum av
hesum týðandi spurning-
unum. Harumframt kann
oljuvinnan hava við sær, at
fólk gerast meira var við
umhvørvi, heilsu og trygd
umframt onnur fyrisett mál
á øðrum økjum (eitt nú í
fiskivinnuni, farmaflutn-
ingi og lendisnýtslu) og
sostatt bróta slóð fyri eini
virknari umhvørvisvernd í
landinum, verður sagt í
niðurstøðuni og tilráðing-
ini.
Fyrireikararnir lótu
væl at tiltakinum á
Háskúlanum seinasta
vikuskiftið, tá
politisku ungmanna-
feløgini hildu
ráðstevnu
RÁÐSTEVNA
Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang.
Ráðstevnan, sum politisku
ungmannafeløgini skipaðu
fyri, eydnaðist, tá samanum
kom, sera væl. Uppmøt-
ingin var kanska ikki av tí
allarbesta, og flestu lut-
takararnir vóru limir í
ungmannafeløgum.
Fríggjakvøldið var ung-
dómsting á skránni. Fýra
evni vórðu tikin upp og
roynt var at koma til eina
niðurstøðu í hvørjum evni.
Tað vórðu gjørdar nakrar
semjur. Oftani varð eitt
tvíbýtt millum flokkarnar,
og ymiskt var, hvussu
flokkarnir skipaðu í semjur.
Eitt nú á økinum, sum
róptist fyri vælferð varð
skipað tvær samgongur.
Ein
var
millum
Javnaðarflokkin
og
Tjóðveldisflokkin. Hin var
Fólkaflokkin og Sjálvstýri.
Nógv varð sett á skránna,
og tað var trupult at náða
øllum, men luttakararnir
fingu at kenna, hvussu
spælt verður á politiska
pallinum.
Leygardagin varð skipað
fyri sjálvari ráðstevnuni,
har hurðarnar eisini vórðu
latnar upp fyri almenning-
inum, sum fekk høvi til at
hoyra,
hvat
tey
ymsu
feløgini stóðu. Ymiskt var,
hvussu feløgini vóru mann-
aði, og framløgurnar vóru
eisini rættiliga ymiskar.
Tað, ið kanska var tað
mest forvitnisliga og hend-
ingaríka leygardagin var
kjakið seinnapartin. Øll
høvdu møguleikan at vera
við. At byrja var kjakið
rættiliga nógv merkt av,
hvørja flokssjónarmið, tey
ymsu feløgini umboðaðu,
men so við og við koma
meira persónlig sjónarmið
eisini fram. Teir báðir,
Høgni Mohr og Johm Brian
Hvidtfeldt, stílaðu kjakið,
og alskyns evnið komu upp
at venda. Alt frá fullveldi til
rúsdrekkapolitikk, soleiðis
at tað var eitt sindur til
hvønn.
Fyrireikarnir hava enn
ikki gjørt av, um eitt líkn-
andi tiltak verður komandi
ár, men hetta er als ikki
óhugsandi, verður upplýst.
Menas-frágreiðing:
Umhvørvisliga verður oljuvinnan dýr
Tey ungu
tingaðust
Tað fer at krevja eitt sindur av føroyingum umhvørvisliga, tá
oljuvinnan væntandi ger innrás í føroykst havøki.
Mynd: Jan Müller
Fólkafloksungdómur møtti mannsterkur upp til ráðstevnuna á Háskúlanum um vikuskiftið
Luttøkan var hampulig, tá
politiskt áhugaði ung settu
seg at kjakast
C
M
Y
K
14