týsdagur 26. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
17
–Tá landsstýrið valdi at
skerja blokkstuðulin við
366 mió. kr., sá eg hvussu
øll tann ráðgevingin, sum
vit í Hvítubók góvu politik-
arunum, um hvussu skerj-
ingarnar kundu fremjast,
varð kveistrað til viks, sigur
ein avgjørdur Magni Laks-
áfoss, tá vit spyrja hann
eftir orsøkini til, at hann
hevur valt at lata seg stilla
upp til løgtingsvalið fyri
Sambandsflokkin í Norð-
oyggjum. Magni Laksáfoss
gjørdist kendur í Føroyum,
tá hann við lærda háskúlan
í Keypmannahavn fekk
nakað so sjálvsamt sum eitt
13-tal fyri sína høvuðsupp-
gávu í útbúgving sínari sum
b ú s k a p a r f r ø ð i n g u r ,
cand.polit. Enn meira sjálv-
samt var tað, at uppgávan
var eitt umfatandi búskap-
armodell av føroyska bú-
skapinum. Hann starvaðist
eina tíð á Hagstovuni, tá
boð vóru eftir honum at
vera við í arbeiðinum við
Hvítubók. Hann var millum
berandi kreftirnar í tí ar-
beiðinum. Eftir at arbeiðið
var liðugt í 2000, flutti
hann saman við konu og
tveimum børnum til Grøn-
lands, har ein góður møgu-
leiki stóð honum í boði.
Magni hevur eisini sum
yngri búð heili tvey ár í
Grønlandi, so hann
var eisini rættiligur
spentur at síggja
Grønland
aftur.
Bæði hann og kon-
an fingu góð størv,
og hann dylir ikki
fyri, at tíðin í Grønlandi
hevur verið góð, men hann
vendir kortini aftur til Før-
oya við familjuni, tí hann
hevur valt at stilla upp til
løgtingsvalið.
Magni
Laksáfoss er í dag 32 ár.
Hann stillar upp fyri Sam-
bandsflokkin í Norðoyggj-
um, tí hann kennir eitt heilt
serligt tilknýti til Norð-
oyggjar og serliga Klaks-
víkina, hóast hann eisini
hevur búð aðrastaðni í Før-
oyum.
–Eg kenni meg heima í
Klaksvík, og tá tað varð
heitt á meg um at stilla upp,
segði eg ja takk til tilboðið,
hóast tað ongantíð hevur
verið mín lívsætlan at ger-
ast politikari, men eg havi
tó leingi gingið runt við
tankanum um, at tað hevði
verið áhugavert, at gjørt
sína ávirkan galdandi, sigur
Magni.
Savna undir eitt
Ógvusligi niðurskurðurin í
blokkinum var tann so
kendi dropin, sum fekk bik-
arið at flóta yvir hjá Magna
Laksáfoss.
–Tað var ikki tað, at
sjálvur blokkstuðulin varð
skerdur, tí tað visti mann jú
skuldi fremjast. Tað var
sjálvur mátin, ið tað varð
gjørt uppá. Tú kanst ikki,
eins og fráfarandi lands-
stýri, skerja blokkin í ein-
um uttan at gera neyðugar
tillagingar, áðrenn tað verð-
ur gjørt, og als ikki í evstu
stund í valskeiðnum, fyri at
lata komandi landsstýri sita
við
rokningini,
sigur
Magni.
–Sjálvt um hetta var tað,
sum fekk meg til at taka
stigið, so er tað ikki nakar
nýggjur tanki. Eg havi
mangan hugsað um, at
onkur átti at gjørt meiri fyri
at savna Føroyar og føroy-
ingar um tey virðini, sum
veruliga gera mun í míni
verð – nevniliga at tryggja
føroyingum góð livikor og
ikki halda áfram við at
skapa teir ótryggu karmar-
nar, sum fráfarandi lands-
stýri hevur skapt, sigur
Magni Laksáfoss.
Royndir hjá Magna við
greiningum av føroyska bú-
skapinum, m.a. arbeiðið
við Hvítubók, ætlar hann
eisini at gera sær dælt av í
einari framtíðar yrkisleið
innanfyri
landspolitikk.
Hann heldur, at landsstýrið
hevur skatt búskapin í Før-
oyum. Hann kennir tað vera
bráðneyðugt, at skil fæst á
búskapinum, soleiðis at
niðurskurðurin av blokki-
num ikki fær fleiri keðilig
árin á samfelagið.
Magni Laksáfoss hevur
verið limur í Sambands-
flokkinum í nøkur ár, men
hann hevur ongantíð verið
millum teir mest sæddu
sambandsmenninar í Før-
oyum. Hann hevur tó greið-
ar ætlanir um, hvat hann
ynskir at gera í politikki.
–Mínar ætlanir í politikki
eru at savna Føroyar um ein
búskaparpolitikk, sum er
bygdur á at økja føroysku
framleiðsluna, soleiðis at
livikorini í Føroyum støð-
ugt kunnu gerast betri.
Hetta kanst tú ikki gera við
einvíst at fokusera uppá at
vilja skerja ríkisveitingina,
tí tað er at brúka kreftirnar
skeivt. Tvørturímóti
er
neyðugt at fokusera nógv
meiri uppá at skapa verulig
føroysk virði i Føroyum við
øllum teimum kreftunum,
vit hava, sigur Magni
Laksáfoss.
Politikkurin hjá núver-
andi landsstýrinum hevur
ikki verið heilt eftir bókini,
sambært Magna, sum held-
ur búskaparpolitik-
kin vera destruk-
tivan.
–Politikkurin hjá
sitandi landsstýrið
seinastu fýra árini
hevur í veruleika-
num ikki verið nakar loys-
ingarpolitikkur, tí fokus
hevur verið á blokkinum
heldur enn vinnulívinum.
Útreiðslurnar
eru
bara
voksnar hesi seinastu fýra
árini, og sum heild hevur
sitandi samgonga gjørt bú-
skapin meira heftan. Eg
meini raðfestingin er skeiv,
men tað er tíðanverri hend-
an, ið landsstýrið hevur
valt, heldur Magni.
Tá hann hyggur aftur á
tey seinastu fýra árini, so
kann hann staðfesta, at bú-
skaparliga gongdin sum so
hevur bjóðað upp á vøkstur.
–Vit hava havt ein stóran
búskaparliga vøkstur í Før-
oyum, men talan hevur eis-
ini verið um sera høgar
fiskaprísir. Vit hava eisini
eitt sera gott vinnulív í Før-
oyum. Eisini hava kom-
munurnar í Føroyum klára
seg væl við at sleppa av við
stóran part av skuldini.
Trupulleikin liggur mest
hjá tí almenna, har lands-
kassin ikki hevur yvirskot
longur, og skuldin er stór.
Tískil skulu vit tryggja
okkum móti ringum tíðum,
sigur Magni
Fysiokratur
Tá vit spyrja Magna eftir
grundarlagnum fyri hans-
ara búskaparligu sjónar-
miðum, so er svarið, at
hansara búskaparligu sjón-
armið kunnu kallast fyri at
vera fysiokratisk.
–Hesin
fysiokratiski
hugsunarháttur hevur av-
leiðingar fyri, hvussu man
hugsar um fiskivinnuna,
alivinnuna, ríkisstuðulin og
eina møguliga oljuvinnu.
Ein fysiokratur metir seg
eftir tilfeingi, har blokkurin
og fiskivinnan eru dømi um
tilfeingi, um hesi so fella
burtur ella minka munandi,
fær tað álvarsamar fylgjur,
sigur Magni.
Fysiokratarnir vera ofta
sagdir fyri at vera millum
teir fyrstu teinkjararnar,
sum bóru fram hugsanir um
búskap. Teir livdu í Franka-
ríki í 1700’talinum í einum
bóndasamfelag. Kritikkurin
hevur ljóðað, at hesir eru ov
lítið dynamiskir í teirra bú-
skaparligu sjónarmiðum.
Magni greiðir frá, at í
stuttum ber til at siga um
teirra grundsjónarmið, at
tað eru tær fysisku ramm-
urnar í einum búskapi, sum
avgera, hvussu stórur bú-
skapurin skal vera, og har-
við hvussu nógv fólk skulu
hann kann breyðføða.
–Vit kunnu lættliga fáa
hesar tankarnar at passa
saman
við
Føroyar
í
1700’talinum. Føroyar var
tá eitt bóndasamfelag við
5.000 fólkum. Har vóru
harðar lógir galdandi fyri at
avmarka talið av børnum,
soleiðis at man kundi
tryggja at fólkatalið ikki
bleiv ov stórt, og at
hungursneyð ikki kom í
landinum. So hvørt sum
Føroyar fór yvir til at vera
eitt
fiskivinnusamfelag,
gjørdist tað møguligt at
breyðføða meiri fólki og
harvið varð rúm fyri fólka-
vøkstri.Ein kann nú hugsa,
at eitt modernað samfelag
sum Føroyar als ikki kann
samanberast við eitt sam-
felag frá 1700’talinum. Í
dag kunnu fólk jú fáa eins
nógv børn og teimum lystir,
men tey velja sjálvi at fáa
færri børn. Ein skal bara
minnast til, at breyðføðing
av fólki í dag ikki einans er
matur og klæði, men eisini
útbúgving, bilur, sjónvarp
o.l. Harvið skal meiri
“føði” til eitt fólk í dag enn
í gomlum døgum, heldur
Magni.
Sjálvur vil Magni fegin
kalla seg fyri ein modern-
aðan fysiokrat, og hetta
ávirkar eisini hann, tá hann
skal til at taka dagar ímill-
um, hvørt hann er høgra
ella vinsta, liberalur ella ei.
–Eg meini ikki, at liberal-
ur politikkur er nakað mál í
sær sjálvum, men eitt am-
boð fyri at skapa búskapar-
vøkstur. Tað hevur tó víst
seg, at í nógvum londum,
og á nógvum økjum hevur
ein liberalur politikkur
kunna tryggjað ein búskap-
arvøkstur, sum so aftur
kann tryggja fólki góð livi-
kor. Eg meini sostatt, at
spurningurin um politik-
kurin eigur at vera liberalur
ella ikki, altíð skal setast
upp ímóti, hvat endamálið
er við politikkinum, sigur
Magni.
Hann nevnir, at ein ein
liberalisering
innanfyri
fjarskifti er ynskilig, tí
hetta hevur sum heild góðar
avleiðingar fyri samfelagið
við lægri prísum, ið tryggj-
ar betri kappingarføri. Í
sama mun kundi Magni
ímyndað sær, at orkuveit-
ingin í Føroyum eisini varð
liberaliserað.
–Tað eru eisini dømir um
økir, har tað ikki er rætt at
føra ein alt ov liberalan
politikk, t.d. á fiskivinnu-
økinum. Har hava vit í Før-
oyum avgjørt ikki at loyva
ov nógvan ótilvirkaðan fisk
fara av landinum, tí tann
fría kappingin kundi jú ført
við sær at vit mistu hesa
vinnuna til útlandið. Hetta
er sera skilagott, tí sjálvt
um útlendingar møguliga
høvdu kunnað tilvirkað
fiskin bíligari enn vit
kunnu í Føroyum, so er tað
sera umráðandi, at vit til-
virka fiskin mest møguligt í
Føroyum, og á tann hátt fáa
Magni Laksáfoss:
Flutti heimaftur í úrtíð
orsakað av blokkinum
Tá landsstýrið valdi at skerja blokkin
við 366 mió í einum, so var nóg mikið
hjá Magna Laksáfoss. Hann gjørdi tá av
at stilla upp til løgtingsvalið og flutti
heimaftur til Føroya úr Grønlandi,
hóast hann hevði ætlað at verið longri.
Hann stillar upp til løgtingsvalið fyri
Sambandsflokkin í Norðoyggum, og ætlanin
er at savna Føroyar um ein búskaparpolitikk,
ið er bygdur á at økja framleiðsluna
LØGTINGSVAL / SAMRØÐA
Heri á Rógvi
–Mínar ætlanir í politikki
eru at savna Føroyar um ein
búskaparpolitikk, sum er
bygdur á at økja føroysku
framleiðsluna, soleiðis at
livikorini í Føroyum støðugt
kunnu gerast betri. Hetta
kanst tú ikki gera við einvíst
at fokusera uppá at vilja
skerja ríkisveitingina, tí tað
er at brúka kreftirnar skeivt.
Tvørturímóti er neyðugt at
fokusera nógv meiri uppá at
skapa verulig føroysk virði i
Føroyum við øllum teimum
kreftunum, vit hava, sigur
Magni Laksáfoss
Mynd: Óluva Ellingsgaard
Seta vit tað upp sum fyrimunir og vansar
í ríkisfelagsskapinum, so eru tað
heilt klárt fleiri fyrimunir við at vera í
ríkisfelagsskapinum enn at vera uttanfyri
Greinarøð
Samrøðan við Magna á Laksáfoss er partur av
greinarøð í Sosialinum. Hósdagin í síðstu viku var
fyrsta greinin í røðini í blaðnum, har tosað varð við
Kári Petersen. Hósdagin verður triðja og síðsta
greinin í røðini í blaðnum. Tá verður tosað við
Kristinu Háfoss.
Tey trý, Kári Petersen, Magni Laksáfoss og
Kristina Háfoss, hava tað til felags, at tey eru
búskaparfrøðingar og stilla øll upp til løgtingsvalið
fyri hvør sín flokk.
sum mest burturúr. Hetta er
jú tað, sum skal breyðføða
okkum á klettunum, heldur
Magni.
Hann er eisini vinarliga
sinnaður móti ríkisfelags-
skapinum, men hann ynskir
ein sjálvberandi búskap.
–Ríkisfelagsskapurin
hevur sum heild virkað øgi-
liga væl, og vit hava í dag
m.a. eitt tað hægsta útbúgv-
ingarstøði
í
heiminum
ígjøgnum Danmark. Seta
vit tað upp sum fyrimunir
og vansar í ríkisfelags-
skapinum, so eru tað so
heilt klárt fleiri fyrimunir
við at vera í ríkisfelags-
skapinum enn at vera uttan-
fyri, heldur Magni. Hann
vísir í hesum sambandi eis-
ini á nýskipanaruppskotið,
Sambandsflokkurin hevur
lagt fram, ið leggur upp til
eina nýskipan av viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark.
Gera sjálvberandi
Sum nevnt var blokkstuðul-
in ein stór orsøk til, at
Magni vendi aftur til klett-
arnar. Men blokkurin fær,
sambært Magna, alt ov
nógva umrøðu.
–Tað verður fokuserað alt
ov nógv upp á blokkin. Tað
er nógv annað í tí føroyska
búskapinum og í føroysk-
um politikki, men tað verð-
ur framvegis bara fokuser-
að á blokkin. Tú kanst held-
ur ikki fokuserað bert uppá
at fáa blokkin vekk. Tað
snýr seg heldur um at gera
blokkin óneyðugan, og har
eru allir flokkar samdir. Vit
hava longu gjørt eitt stórt
fyrireikingar
arbeiði
í
Hvítubók og Caragata, sum
hevur verið fínt. Tað, ið nú
restar í, er, at fara ígongd
við at gera búskapin sjálv-
berandi, t.e. at fáa vinnulív-
ið at gerast betri. Eg uppfati
búskaparpolitikkin hjá frá-
farandi landsstýrið, sum ein
einfaldan keypmansrokn-
skap, ið als ikki leggur upp
fyri einari nútíðarhóskandi
búskaparligari strategi. Vit
mugu sum skjótast fara í
holt
við
búskaparligar
broytingar fyri at tryggja
best møguligar rammur fyri
framtíðina hjá tí føroyska
vinnulívinum,sigur Magni.
–Um vit vilja seta føtur
undir egið borð, so er brá-
neyðugt, at vit enn hava
eini góð hús at
búgva í. Lat okk-
um heldur fokus-
era uppá at gera
búskapin betri og
sjálvberandi, ikki
fokusera
uppá
bloksstuðulin, sigur ein
avgjørdur Magni Laksá-
foss.
Magni Laksáfoss er ikki
ein av teimum, ið sær tað
heilt ónda í blokkstuðuli-
num, sum hann kallar fyri
at vera normalan í búskap-
um sum tí føroyska.
Búskaparfrøðingar hava
oftani ósamdir um spurn-
ingin, hvørt ríkisveitingin
hevur verið góð fyri tann
føroyska búskapin ella ikki.
Tosað verður eitt nú um
multiplikator effektina og
hálendsku sjúkuna.
–Ríkisveitingin
hevur
eins og fiskivinnan verið
eitt vælsignilsi fyri Føroyar.
Vit hava kunnað brúkt
ríkisveitingina til at tillaga
tað føroyska samfelagið og
gera hópin av ábøtum á in-
frastrukturum og annað.
Tað er eisini púra vanligt
við tílíkum sum ríkisveit-
ingini í øðrum pørtum av
heiminum. Tað er púra van-
ligt í einum felagsskapi, at
man hevur inntøkujavnan,
tí er tað oyðileggjandi at
nýta alla orku uppá henda
eina spurningin við ríkis-
veitingini, sigur Magni.
–Ríkisstuðulin er ein inn-
tøka fyri føroyska sam-
felagið, sum er við til at
gera tað møguligt hjá fleiri
fólkum at búgva í Føroy-
um. Í staðin fyri at hesi fólk
arbeiða innan fiskivinnuna
ella alivinnuna, eru tey í
starvi innan fyri almennu
tænasturnar í Føroyum. T.e.
skúlaverkið, sjúkrahúsverk-
ið, ellisheimum, umsiting
o.s.fr. Hetta merkir sjálv-
sagt, at almenni sektorurin
er størri enn hann hevði
verið uttan ríkisveitingina,
og hetta verður stundum
rópt “Hálendsk sjúka”. Her
skal ein bara minnast til, at
talan er als ikki um eina
sjúku, men einans um, at
búskapurin hevur tillagað
seg til at hava ein størri al-
mennan sektor, tí almenni
sektorurin orsakað av ríkis-
veitingini hevur fingið eitt
størri tilfeingi at liva av,
júst eins og fiskivinnan
kann vaksa, um vit kunnu
troyta nýggj fiskasløg ellar
nýggjar leiðir. Tú kanst
heldur ikki taka ríkisveit-
ingina burtur í einum, tí bú-
skapurin og alt samfelagið
hevur vant seg við blokk-
stuðulin. Tað er ikki nakað
ringt við ríkisveitingini ella
hálendsku sjúkununi, so
leingi hon kemur stabilt
inn, vísir Magni á.
Framtíðin fyri føroyska
búskapin skal, sambært
Magna Laksáfoss, byrja
við, at hann gerst alsamt
meira sjálvbjargin. Menn-
ingin hjá føroyska búskapi-
num er treytað av hesum
eins og at føroyska vinnu-
lívið skal mennast. Her er
Magni eisini av teirri
greiðu fatan, at tað almenna
skal halda seg langt uttan-
fyri.
Privatiseringar eru eisini
ynskiligar í Magnasa verð,
men ikki alt er egnað til at
verða privatiserað.
–Tann privata vinnan skal
hava rásarúm og møguleik-
an til at gera tað, ið hon ger
best, og tað er at styrkja um
búskapin. Politikararnir og
búskaparfrøðingarnir hjá tí
almenna skulu ikki reka
vinnulívið, men vit skulu
skapar karmarnar. Føroya
Banki og aðrar almennar
fyritøkur, sum hava tað best
í tí privata, eiga sjálvsagt at
gerast privat, men heilsu-
verkið eigur at verða ver-
andi á almennum hondum.
–Tað er bæði neyðugt at
vaksa um vinnurnar, sam-
stundis
sum
vinnurnar
kunnu gerast meiri effekt-
ivar og harvið kunnu fram-
leiða meiri við færri ar-
beiðsfólki. Hetta er sjálv-
sagt ein torfør uppgáva,
men føroyska vinnulívið
hevur víst góð evni í so
máta, sigur Magni.
Hyggja vit eftir sam-
felagsbygnaðinum,
so
kundi Magni væl hugsað
sær, at uppgávubýti millum
land og kommunu varð um-
skipað.
–Kommunan er tættast at
sínum borgarum, og vit
eiga at leggja so nógv sum
gjørligt út á kommunurnar,
sum eisini hava prógvað, at
tær duga at umsita hetta.
Fleiri kommunur eru øgi-
liga lítlar, og neyðugt verð-
ur mestur við størri eind-
um, men hetta mugu kom-
munurnar sjálvar gera av,
heldur Magni.
Eina høvuðsvinnu
Nógv prát hevur verið um
at skapa alternativa vinnu
afturat fiskivinnuni í Før-
oyum. Tosað hevur verið
um tað triðja vinnubeinið,
sum kanska mest sannlíkt
kann hugsast at gerast olju-
vinnan. Magni Laksáfoss
heldur, at fiskivinnan í Før-
oyum eigur at vera tvíhildin
um.
–Búskaparligar kanning-
ar vísa, at teir búskapir, ið
klára seg væl, eru teir, har
tað er ein høvuðsvinna, og
hendan hevur nakrar hjá-
vinnur, sum veksa rundan
um høvuðsvinnuna. Hetta
kenna vit væl í Føroyum
við fiskivinnuni sum hevur
vinnur sum skipasmiðjir,
trolvirkir, trollemmavirkir,
snelluvirkir o.l. afturat sær.
Hetta vil í stuttum siga, at
vit ikki skulu fara alt ov
langt í okkara dreymum um
nýggjar vinnur, men heldur
hyggja at, hvussu vit kunnu
styrkja og menna tær vinn-
urnar vit longu hava í Før-
oyum, og sum vit trúgva
uppá kunnu gerast enn
størri og betur heldur enn at
droyma um heilt
alternativar vinnur,
heldur Magni.
Gerst oljuvinnan
stór í Føroyum, so
kunnu vit tosa um
tvær høvuðsvinnur í
Føroyum, men hetta liggur
enn longri frammi, heldur
Magni, sum sigur tað hava
ovurstóran týdning, at vit
lurta eftir vinnuni fyri vita
eftir, hvønn tørv og hvørki
ynski vinnan hevur.
–Tað kann tykjast løgið,
at vit Føroyum, sum er ein
stór fiskivinnutjóð, bert
hava ein lítlan fiskivinnu-
skúla, men hava fleiri
handilsskúlar,
men
tað
kann væl vera, at tað er
hetta, ið vinnan hevur tørv
á, metir Magni Laksáfoss,
sum í næstan fer at rigga av
í Grønlandi, áðrenn kósin
verður set móti Føroyum.
–Eg meini ikki, at liberalur politikkur er nakað mál í sær
sjálvum, men eitt amboð fyri at skapa búskaparvøkstur. Tað
hevur tó víst seg, at í nógvum londum, og á nógvum økjum
hevur ein liberalur politikkur kunna tryggjað ein
búskaparvøkstur, sum so aftur kann tryggja fólki góð livikor.
Eg meini sostatt, at spurningurin um politikkurin eigur at
vera liberalur ella ikki, altíð skal setast upp ímóti, hvat
endamálið er við politikkinum, sigur Magni.
Mynd: Óluva Ellingsgaard
Kommunan er tættast at sínum borgarum,
og vit eiga at leggja so nógv sum gjørligt
út á kommunurnar, sum eisini hava prógvað,
at tær duga at umsita hetta.
C
M
Y
K
17
16
Fyri hvønn
Fyri hvønn
Fyri hvønn