týsdagur 26. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nr. 39 - 26. februar 2002
19
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Uppsagnir
Norska útflutningsráð-
ið hevur gjørt av at siga
einum
fjórðingi
av
starvsfólkunum
úr
starvi. Tað ber í sær, at
25 fólk noyðast at finna
sær okkurt annað at
gera.
Fyribils er avgjørt at
koyra 25 starvsfólk á
skrivstovunum í Oslo
til hús, men leiðslan
hevur eisini boðað frá,
at hon fer at leita eftir
sparingum á teimum 39
skrivstovunum,
sum
útflutningsráðið hevur
uttanlands.
Heldur
Evropa
Búskaparfrøðingarnir í
Danske Bank vænta, at
tey evropeisku parta-
brøvini fara at standa
seg betur á marknaðin-
um enn tey ameri-
kansku. Orsøkin er, at
vinningurin hjá teimum
amerikansku fyritøk-
unum, sum eru skrá-
settar á partabræva-
marknaðinum, er ov
lítil samanborin við
kursvirðið.
Danske Bank sigur,
at
tey
amerikansku
partabrøvini eru alt ov
dýr, og sjálvt um kurs-
urin er lækkaður nakað
síðani ársskiftið, eru
tey framvegis alt ov dýr
samanborið við vinn-
ingin hjá fyritøkunum.
Tí mælir bankin sínum
viðskiftafólkum til at
keypa evropeisk parta-
brøv, ætla tey at seta
sínar pengar í parta-
brøv.
Flyta inn
Kanningar
vísa,
at
danir hava ongantíð
keypt so nógv rús-
drekka
sunnan
fyri
týska markið sum nú. Í
fjør seldu handlarnir
sunnan fyri markið 88
prosent meiri av whis-
key, vodka og cognac.
Árið fyri var vøksturin
27 prosent.
Fleiri danskir politik-
arar hava skotið upp at
lækka avgjøldini á rús-
drekka í Danmark, men
stjórnin sigur nei.
Úr Norðurlondum:
Eingin
royking
Læknafelagið í Noregi
vil nú hava myndug-
leikarnar
at
banna
sjúkrahúskioskunum at
selja sigarettir. Lækna-
felagið vísir á, at hóast
flestu sjúkrahúsini siga
seg vera roykfrí, kunnu
fólk keypa sær siga-
rettir í kioskunum á
hesum somu sjúkrahús-
unum.
Talsmaðurin
hjá
læknafelagnum vísir á,
at tá kioskirnar kunnu
selja sigarettir inni á
sjúkrahúsunum, kunnu
fólk fáa ta fatan, at tað
man vera í lagi at
roykja, hóast hagtølini
vísa, at 7.500 norð-
menn doyggja av royk-
ing á hvørjum ári.
Tí vil læknafelagið
hava myndugleikarnar
at banna sjúkrahús-
kioskunum
at
selja
sigarettir.
Aftur stríð
Danski kirkjumálaráð-
harrin, Tove Fergo, er
aftur komin í andglett-
in. Stutt fyri ársskiftið
bleiv hon óklár við
landsins biskuppar um
ta nýggju sálmabókina,
sum er í gerð. Ósemjan
endaði tó við semju
eftir ein kreppufund í
kirkjumálaráðnum,
men nú er aftur kuril á
tráðnum.
Sambært
semjuni
játtaði Tove Fergo at
halda fund við allar
biskupparnar, tá sálma-
bókin varð liðug, men
nú vil hon kortini ikki
hitta allar ísenn. Ráð-
harrin sigur, at danska
fólkakirkjan er ikki ein
biskupakirkja.
Bis-
kupparnir hava hin-
vegin hug at siga, at
Tove Fergo er í ferð við
at gera kirkjuna til eina
ráðharrakirkju.
Út á netið
Svenska løgreglan hev-
ur mælt politikarunum
til at broyta verandi lóg,
so løgreglan kann fáa
heimild til at kunngera
navn og mynd av brots-
monnum á internet-
inum. Uppskotið verð-
ur nú viðgjørt í stjórn-
ini. Amerikanska sam-
veldisløgreglan
FBI
nýtir longu manna-
gongdina við internet-
inum.
Nógvir ísraelsmenn
mintust sunnu-
kvøldið Baruch
Goldstein, sum fyri
átta árum síðani drap
29 palestinar, sum
lógu á knæ og bóðu í
einari mosku
Minningarhaldið var tætt
við ein minnisvarða, sum
varð avdúkaður fyri nøkru-
m árum síðani til minnis
um Baruch Goldstein. Tann
25. februar í 1994 tók hann
maskinbyrsu sína og fór
hann inn í Ibrahim-mosk-
una í Hebron, har hann
skjeyt 29 palestinar, sum
hildu morgunbøn.
Tilburðurin
er
ikki
gloymdur. Undir minning-
arhaldinum sunnukvøldið
fagnaðu fólk Goldstein,
sum tey søgdu vera eitt
halgimenni, tí tað, sum
hann gjørdi fyri átta árum
síðani, var ein heilag gerð.
- Mál okkara er at heiðra
Goldstein lækna og ikki at
niðurgera hann, eins og tey
á vinstravonginum gera.
Goldstein er eitt halgi-
menni, segði Itamar Ben-
Gvir, sum var ein av
fyrireikarunum til minn-
ingarhaldið.
Stutt
haðani
mintust
palestinar eisini dagin fyri
átta árum síðani. Har var
eingin fagnaður, og fólk
svóru at hevna tað, sum
Goldstein gjørdi.
- Vit hava einki gjørt
teimum. Tey komu til
moskuna og myrdu menn
okkara, júst sum teir bóðu
morgunbøn. Tey hava tikið
alt frá okkum, og so rópa
tey okkum yvirgangsmenn.
Hendan dagin gjørdu vit
ikki annað enn at biðja.
Kunnu vit, fara vit at beina
fyri teimum øllum, segði
ein 30 ára gomul palestinsk
kvinna. Faðir hennara var
ein av teimum 29, sum
Goldstein drap í moskuni.
Baruch Goldstein, sum
framdi hópmorðið í 1994,
var føddur og uppvaksin í
USA. Hann var útbúgvin
lækni. Sambært einari bók,
sum kom út fyri nøkrum
árum síðani, helt hann, at
palestinar kúgaðu ísraels-
menn, og hann dugdi ikki
at skilja, at ísraelsku her-
menninir bert hugdu at og
lurtaðu,
tá
palestinskir
ungdómar róptu ókvæmis-
orð eftir teimum. Tann 25.
februar í 1994 gjørdi hann
av at taka málið í egnar
hendur.
-Hóast vit hava roynt
at beina fyri honum,
kenni eg meg rætti-
liga sannførdan um,
at Osama bin Laden
framvegis er á lívi,
sigur ovastin fyri
amerikansku
herleiðsluni, Richard
Myers, generalur
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Í samrøðu við amerikanska
sjónvarpið
Fox
segði
generalurin, sjálvandi er
tað ikki óhugsandi, at yvir-
gangsleiðarin er deyður,
men sjálvur kendi hann seg
rættiliga vísan í, at Osama
bin Laden framvegis er á
lívi.
Richard Myers kendi seg
samstundis vísan í, at fyrr
ella seinni fer tað at eydnast
USA at fáa fatur á bin
Laden.
- Men hann er ikki tann
einasti, sum vit leita eftir, tí
hann hevur nógvar med-
arbeiðarar, sum vit eisini
vilja hava fatur á, legði
herovastin afturat.
Samstundis er tað vorðið
týðiligt, at amerikanararnir
og teirra sameindu vita
ikki, hvar bin Laden er.
Sunnudagin skrivaði New
York Times, at hann fjalir
seg onkunstaðni har eysturi
í Afghanistan, men sama
dag skrivaði bretska blaðið
Daily Telegraph, at bin
Laden fjalir seg hjá einum
víðgongdum muslimskum
felagsskapi
í
indiska
partinum
av
Kashmir.
Blaðið visti eisini at siga, at
servandir amerikanskir og
bretskir hermenn leita eftir
honum har.
Amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, segði so seint sum í
gjár, at fyri amerikanarar er
tað avgerandi at tryggja, at
bin Laden ikki kann stýra
felagsskapi
sínum
al-
Qaeda.
Altjóða serfrøðingar í
yvirgangi hava fyrr sagt, at
al-Qaeda
kann
leggja
ætlanir um yvirgang og
fremja tær, sjálvt um boðini
ikki koma frá bin Laden.
Hópdrápsmaður heiðraður
Bin Laden framvegis á lívi
Amerikanska herleiðslan ásannar, at yvirgangsleiðarin Osama
bin Laden framvegis er á lívi, men hvar hann er, veit hon ikki
Mynd: Reuters
Láturin steðgaði
mestsum ikki, tá
Havnar Sjónleikar-
felag og Spírar høvdu
Renn fyri vívinum á
skránni fyri fyrstu
ferð
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Myndir: Sára Svartá
Renn fyri vívinum er eitt
hugtak, ið hjá mongum
hevur fingið ein nýggjan
týdning eftir at hava vitjað
Sjónleikarhúsið í Havn.
Leygarkvøldið var fyrsta
sýningin spæld fyri inn-
bodnum í Sjónleikarhús-
inum.
Leikurin snýr um tað
heldur øðrvísi tilveruna hjá
hýruvognsførarinum John
Smith. Hann hevur nevni-
liga einki minni enn tvær
konur, ið hann goymir
burtur í hvør sínari íbúð, og
eingin teirra hórar nakað
ilt. At hava tvinnar konur
krevur nógva og gjølla
planleggingin, sum hóskar
væl til yrkisleiðina hjá
John. Í einum óhepnum
óhappi
kemur
ólag
í
tíðarætlanina hjá John, og
ólukkuliga kemur hann til
at uppgeva báðar sínar
bústaðir. Her frá er leik-
gongdin tann reini ruðu-
leiki, har eitt sindur av
hvørjum hópar seg upp, og
tað gongur ikki stillisliga
fyri seg.
Leikurin er nógv merktur
av teirri nógvu ferðini.
Leikararnir reika runt á
pallinum sum stóð heim-
urin á høvdinum. Replikk-
irnar flúgva runt á pallinum
frá einum leikara til annan
við øgiligari ferð. Sum tað
eisini ofta er í einum tílík-
um
glantrileiki
veksur
ferðin
og
ruðuleikin
ekspansivt gjøgnum leikin.
Tilgjørdi veruleikin hjá tí
heldur sermerkta hýru-
vognsførarunum
gerst
støðugt meira fløktur, og
svarið á spurninginum, um
hvør var hvør og hvar,
verður allatíðina endur-
nýggja.
Tað varð sagt undan
leikinum, at tú skal hyggja
eftir leikinum fyri moralin í
leikin, og hetta kundi ein og
hvør sannað, eftir leikurin
var liðugur. Hald teg til
eina konu eru ráðini. Tað
skal eisini sigast, at leikurin
ikki er nøkur minnilig søga,
ið verður liggjandi innan-
borða í longri tíð. Leikurin
stílar eftir at vera skemti-
ligur, og tað er hann eisini.
Tú flennir veruleikanum í
kíki, og Sjónleikarahúsið
livdi veruliga, tá ørskapurin
á pallinum fekk smílibond-
ini at toyggja seg. Leikurin
er eisini stuttligur frá byrj-
an. Byrjan á ruðuleikanum
gerst eisini byrjanin til
láturin, sum eisini javnt og
samt heldur fram til leik-
urin endar.
Evnini eru sex, bøssar,
bigami og eitt sindur meira
av tí fyrsta. Í so máta er
leikurin
eisini
rættliga
nýtmótans. Tað er stuttligt
at flenna at tí veruliga
bøssanum, tí uppdiktaða
skápsbøssanum og øllum
hinum, vit knýta afturat
hesum. Leikurin leggur
heldur
ikki
fingrarnar
ímillum og nýtir hesi í før-
oyskum høpi meira djarvnu
evni til fulnar, og hetta er
eisini eitt av tí, ið heldur
leikinum. Tað ber til at
flenna hesum, og bara
sjónin av samkynda grann-
anum fekk desibellini at
rúka upp millum áskoð-
arnar, ið ung sum eldri
flentu tað, tey áttu.
Meira tú setir teg niður at
hugsa um søgugongdina
eftir leikin, gerst hon meira
og meira minniment, men
tað er ikki við hesum fyri
eygað, at tú skalt seta teg í
stólin í Sjónleikarhúsinum.
Tær áttá leikararnir eiga
rós uppiborna fyri gott
samanspæl. Leikurin er
samansettur av átta ymsum
typum, ið sum leikurin
gongur fara at líkjast meira
stereotypum. Har er tað
serliga
leiklutirnir
hjá
teimum konunum, ið gerst
ov einstáttað í longdini. Tað
sama er galdandi fyri løg-
reglumenninir, sum tó báðir
sleppa rímiliga væl frá
avrikunum. Við bøssanum
er tað jú tað, at hann er
bøssi og sær út sum ein
bøssi, og hetta er stuttligt.
Leikliga stendur Hallur
Hjallgrímsson seg sera væl
sum tann nógv uppbidni
hýruvognsførarin. Hann er
miðpunktið í leikinum, og
tað ber ikki til at siga annað
enn, at hansara sjónleikara-
evni eru framúr.
Eisini eiga bæði leikskrá
og pallur at fáa rós. Ein ser-
lig rós fer eisini til hand-
ritið, ið tekur enska humor-
in og dagliga til Føroya í
heilum líki.
F.A.H.O.F.
Farið
at
hyggja og flenni.
Renn fyri vívinum,
flenn í kíki
Beinta Clothier
spælir aðra av
teimum báðum
konunum, sum fáa
ein ógvusliga hvøkk
Stanley og John, alias Ronni Poulsen og Hallur Hjalgrímsson
Barbara, Kristina S. Ougaard, dugir væl at handfara mannligu løgreglumenninar
Salurin brast
útúr at flenna,
tá Heðin
Johannesen
kom á pallin
sum tann
samkyndi
grannin
C
M
Y
K
19
18