Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2002 21 NSÍ skal spæla stevnudyst ímóti TB, EB/Streymur ímóti HB og VB fær vitjan av B36 STEVNUDYSTIR Jóannes Hansen Fyri fótbóltshugaðu norð- oyingarnar kastaði tað myrkan skugga yvir norð- oyarstevnuna í fjør, at Kí so dyggiliga varð sett upp á pláss í stevnudystinum. Uppflytararnir úr EB/ Streymi vitjaðu, teir vunnu 4–0 og fóru avstað við steypinum, sum býráðið hevði givið. Eftir summar- steðgin spældi EB/Streym- ur aftur klaksvíkingunum eitt puss. Teir vunnu lands- kappingardystin á Mølini á Eiði 4–2. Sambært uppskotinum til kappingarskipan, sum varð býtt út á aðalfundinum hjá FSF leygardagin, so fær KÍ ein nýggjan møguleika á norðoyarstevnu ímóti EB/ Streymi. Norðoyarstevnan verður 1. og 2. juni, og 2. juni er ein av teimum fimm landskappingardystunum í 1. deild tann millum KÍ og EB/Streym. Skálafjarðarstevnan verður 15. og 16. juni. NSÍ skal 16. juni spæla lands- kappingardyst ímóti TB. Undanfarin ár hevur NSÍ ofta flutt stevnudystin til leygardag. Í fjør taptu teir 2–1 ímóti GÍ, sum skoraði sigursmálið í yvirtíðini. Sundalagsstevnan verður 22. og 23. juni. Henda seinna dagin skal EB/ Streymur spæla landskapp- ingardyst á heimavølli ímóti HB. Í fjør varð dyst- urin fluttur til leygardag. Tá var tað eitt stórt vónbrot hjá EB/Streymi, at teir taptu 2–1 ímóti B71. Jóansøkan verður 29. og 30. juni. Hon v erður í Vági, og VB skal sunnu- dagin spæla landskapping- ardyst ímóti B36. Í 1. deild eru tíggju um- før undan summarsteðg- inum. Tað 10. er á skránni sunnudagin 7. juli. Í 2. deild eru níggju umfør á skránni undan summar- steðginum. 9. umfarið er á skránni 29. juni. Varmakeldustevnan í Fuglafirði verður viku- skiftið 13. og 14. juli. Tað vil siga, at ÍF í 2. deild fer ikki at spæla í landskapp- ingini á stevnuni. Spildurnýggja liðið skal spæla fyrsta landskappingardystin á útivølli ímóti KÍ. TB leggur fyri ímóti EB/Streymi, meðan meistararnir úr B36 fáa vitjan av NSÍ LANDSKAPPINGIN Jóannes Hansen Nýggja liðið í 1. deild fær sama mótstøðufelag í fyrsta umfarinum í landskapp- ingini, sum teir í fjør høvdu í síðsta umfarinum í 2. deild. Í fjør vunnu teir í 18. umfarinum í 2. deild stórt á heimavølli ímóti KÍ. Eftir endaumfarið ímóti B71 var greitt, at Skála skuldi royna seg í bestu deildini. Sunnudagin 5. mai verður fyrsta uppgávan á skránni. Tá skal Skála á útivølli spæla ímóti KÍ. Fyri Skála kann avbjóð- ingin kanska tykjast stór, men uppgávan fer ivaleyst at kennast meiri tyngjandi fyri Kurt Mørkøre og hans- ara menn. Fyri Skála fer tað neyvan at kennast sum tann stóri skaðin, um teir ikki fáa stig við aftur úr Klaks- vík. Fáa teir eitt, so er tað fínt, og fáa vinna teir og fáa øll, so verður tað framúr. KÍ ætlar sær at vera við til at seta dám á landskapp- ingina. Og um tað skal eydnast, so er tað einki sum eitur. Teir mugu fáa øll stigini á heimavølli ímóti uppflytarunum. Fáa teir ikki tað, so verður tað einki minni enn ein skandala. Hitt nýggja liðið í bestu deildini er ein gamal kenningur. Hjá tvørámonn- um kann tað ivaleyst fara at kennast sum ein lykladyst- ur, tá teir í fyrsta umfarin- um fáa vitjan av EB/ Streymi. Meistaraliðið úr B36 var í fyrsta umfarinum í fjør í Runavík, har tað endaði málleyst. Nú skulu teir spæla á heimavølli ímóti fyrrverandi liðfelaganum Pól Thorsteinsson, sum nú er við til at manna NSÍ liðið. Hjá Jógvan Martini Olsen man tað neyvan kennast óheppið, at fyrsta royndin hjá hansara monn- um verður á útivølli ímóti B36. Um NSÍ fær stig burturúr, er tað væl klárað. Um teir tapa, so er tað væl at liva við. Allir dystirnir í fyrsta umfarinum eru sera áhuga- verdir: B68 fær vitjan av HB, GÍ og Popczynski fáa vitjan av VB. Síðsta umfarið í 1. deild er ásett at vera leygardagin 5. oktober. Hvar tað fer at verða telvað um FM og Europa Cup pláss, og har stríðið fer at vera um at sleppa undan niðurflyting, kann hvør einstakur gera sær sínar metingar um. Dystirnir verða hesir: EB/Streymur–GÍ, TB–HB, B68–Skála, KÍ–NSÍ og B36–VB. B71 í Gundadali Fyrsta umfarið í 2. deild verður leygardagin 4. mai, og síðsta umfarið verður leygardagin 28. september. Í fjør fluttu B71 og FS Vágar niður úr 1. deild. Báðir niðurflytararnir fara í ár at leggja fyri á útivølli. B71 skal spæla í Gundadali ímóti B36, sum tíðliga á árinum, tá tað framvegis eru nógvir, sum venja nógv, tí teir vóna at vinna pláss í 1. deild, plagar at hava eitt gott 2. lið. FS Vágar skal spæla í Klaksvík. Í fjør legði KÍ bragdliga fyri í 2. deild. Hinir dystirnir verða hesir: Sumba–LÍF, ÍF–NSÍ og VB–HB. Í síðsta umfarinum verð- ur spælt soleiðis: B71–VB, B36–LÍF, Sumba–NSÍ, ÍF– FS Vágar og KÍ–HB. Bara fimm lið kunnu flyta upp, og í síðsta umfarinum verður tað bara í dystinum millum ÍF og FS Vágar, at bæði liðini kunnu hava teoretiskan møguleika at flyta upp. Skála fær elddóp í Klaksvík KÍ og EB/Streymur á norðoyarstevnu Bárður Mortansson er komin úr HB, og í vikuni koma tveir rumenskir leikarar til árstalsfelagið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Leingi hevur verið gitt um, hvørjar ætlanir B36 hevur um at styrkja um leikarahópin til komandi kappingarárið. Av hópin- um, sum í fjør gjørdist føroyameistari, hevur talan fyri tað mesta verið um frágongd higartil, men nú er brádliga vent í holuni Úr HB í B36 Leygardagin skrivaðu B36 og Bárður Mortans- son undir avtalu, sum bindur álopsleikarin at árstalsfelagnum komandi kappingarárið. Bárður hevur annars verið HB’ari øll síni fótbóltsár. Hann kom á besta liðið í felagnum í 1998, og tó at hann altíð ikki hevur eins fastur millum teir fyrstu ellivu, so hevur hann átt pláss í hópinum síðani. Sjálvur vil Bárður ikki siga nakað um orsøkina til, at hann nú fer at royna seg í B36, men fyri Sosialinum váttar hann tó, at skifti nú er veruleiki. Har afturat fær B36 í vikuni tveir rumenskar leikarar. Vit hava áður nevnt, at felagið hevur gjørt avtalu við ein leik- ara, sum meira ella minni er ætlaður sum avloysari hjá Jan Guttesen. Navnið á hesum er Dino Sando, og kemur hann ætlandi til landið mikudagin. Saman við honum kemur ein annar rumensk- ur leikari, men hesin er ikki heilt nýggjur í før- oyskum fótbóltshøpi. Tal- an er um Iulian Florescu, sum annars hevur leikt við B71 seinnu árini. Bæði í fjør og í fyrraári var hann tó sera nógv plágaður av skaðum, men í B36 vóna tey, at hetta nú er søga, og at Florescu alt komandi árið fer at styrkja um miðvøllin hjá meistarunum. Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur, at við hesum hevur felagið fingið endaliga leikara- hópin upp á pláss til komandi avbjóðingarnar. B36 er styrkt 21 Nr. 39 • týsdagur • 26. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir nærum tvey tíggju-ára skeið í nevndararbeiðinum hjá FSF segði aðal- fundurin farvæl – men ikki takk – til Jákup Simonsen. Helst var tað ein blanding av landa- frøðiligum og taktisk- um spæli, sum feldi fyrrverandi liðleiðaran hjá landsliðnum NEVNDARVAL Jákup Mørk Nú skal tað vera so langt ífrá, at vit á hesum síðum skulu staðfesta, at nevnd- arlimirnir í Fótbóltssam- bandinum sita og røkja lokal áhugamál. Tað skerst tó ikki burtur, at seinnu árini hevur tað verið ein veruleiki, at eitt ávíst landafrøðiligt býti hevur verið í, hvussu nevndarlimirnir í FSF hava verið valdir. Soleiðis var støðan tann undan aðal- fundinum, at Norðoyggjar áttur ein mann (Torleif Sigurðsson), Eysturoyggin ein (Dánjal Andreasen), Sandoyggin ein (Karl Vidt- feldt), Vágoyggin ein (Jens Erik Magnussen), Suður- oyggin ein (Sveinbjørn Dánjalsson), meðan Jákup Simonsen og Mortan Poulsen so umboðaðu Streymoynna. Tað skal tó leggjast afturat, at Suðuroyggin í veruleikanum hevði hálvan annan mann, tí Óli Holm er í løtuni í farloyvi, meðan Sveinbjørn er í nevndar- arbeiðinum sum kapping- arleiðari , men um so er, at hann ikki heldur fram í landsstýrissessinum eftir komandi val, kemur hann av sær sjálvum aftur í nevndina hjá FSF. Væntaðar broytingar Tað var tí lagt upp til broyt- ingar, tá listin við nevnd- arvalevnum varð lýstur. Greitt var undir øllum um- støðum, at klaksvíkingar skuldu hava ein mann fyri Torlef Sigurðsson, ið fór frá sum formaður, og tí ivaðist fáur í, at Rúni Heinesen fór at fáa ein nevndarsess. Heldur ikki tóktist stór- vegis ivi at valda um, hvørt Karl Vidtfeldt fór at fáa sín sess aftur. Fyri høvuðsstaðarøkið var Christian Andreasen nýggjur kandidatur, og grundað á stuðulin, ið hann tóktist hava sum møguligt formansvalevni, so var einki at ivast í, at eisini hann fór at koma tryggur inn í nevndararbeiðið. Hetta gjørdi, at tað mest sum var greitt, at meðan aðalfundurin fór at bjóða Christan og Rúna góðan dag, so fór talan eisini at gerast um eitt farvæl til ein av teimum trimum: Mortan Poulsen, Jákup Simonsen ella Sveinbjørn Dánjalsson. Grundað á farloyvið hjá Óla Holm tóktist tað vera lítið sannlíkt, at Sveinbjørn skuldi fara, og tí stóð valið ímillum teir báðar havnar- menninar. Avtalað spæl Einki er at ivast í, at tað eisini var ein óskrivað av- tala millum flestu feløgini, hvussu atkvøðurnar skuldu býtast millum valevnini. Tað mundi vera á leið helmingurin av atkvøðu- seðlunum, sum høvdu somu nøvd standandi á seðlinum. Nevnliga Christ- ian Andreasen, Rúni Heine- sen og Karl Vidtfeldt. Eisini var skjótt greitt, at Sveinbjørn skuldi gerast fjórði maðurin, og so var spurningurin, hvørt Mortan ella Jákup skuldu missa sessin. Leingi var Mortan tann fremri av hesum, men endin varð, at tað stóð á jøvnum millum teir báðar. Fundarstjórin skeyt tí upp, at lutur skuldi takast ímillum hesar, og tann nú fráfarni formaðurin, Torleif Sigurðsson fekk so upp- gávuna at draga úr krubb- uni. Á lepanum stóð Mort- an Poulsen, sum soleiðis heldur fram í sínum sessi, meðan ein sjónliga vón- svikin Jákup Simonsen mátti lata nevndarsessin frá sær. Offraður Um Jákup onkursvegna mundi kenna á sær, at hann varð offraður í einum taktiskum spæli, so er hetta kanska ikki uttan orsøk. Við landafrøðiligu spjað- ingini av nevndarsessunum, so var sessurin hjá Jákupi longu í vanda frá teirri løtu, at arbeiði við at koyra Christian Andreasen fram byrjaði. Tað vil siga longu seinasta heyst. Tað er heldur eingin loyna, at millum tey, sum arbeiddu fyri uppstillingini hjá Christiani Andreasen, vóru eisini havnarfeløgini, so uttan iva hevur Christian Andreasen vigað meira enn Jákup Simonsen ella Mort- an Poulsen á vektini hjá havnarfeløgunum. Møgu- liga eisini grundað á leik- lutin hjá kappingarnevnd- ini, sum fleiri ferðir í farna kappingarárinum var í andgletti. Aðra staðni á hesum síðum nevndir fyrrverandi formaðurin í FSF, at tað var betri at fara frá sjálvboðin, áðrenn mann varð varpaður úr, og tað er væl møguligt, at Jákup átti at sæð skriftina á vegginum undan nevnd- arvalinum. Ístaðin gjørdist talan um eitt lítið virðiligt farvæl til ein nevndarlim, sum í nærum tvey tíggju- ára skeið hevur røkt álitis- sessir í fótbóltssambandin- um. Landafrøðin feldi Jákup Offur í taktiskum spæli? Møguliga. Undir øllum umstøðum gjørdist aðalfundurin hjá FSF leygardagin eitt farvæl til Jákup S, Simonsen Mynd: Álvur Haraldsen Christian Andreasen, nývaldur nevndarlimur í FSF Mynd: Álvur Haraldsen Rúni Heinesen, nývaldur nevndarlimur í FSF Myd: www.ki-klaksiv.fo C M Y K 20 HONDA NORÐBIL SKODA v Volkswagen Group Pininfarina, Italia, hevur teknað tann nýggja MPV frá , ið er gjørdur til tað virknu familjuna. Innrættanin er smidlig við góðum plássi og gjørd til lag- arligar loysnir, sum lætta um gerandisdagin. Ein sterk og sikkur kabina við útgerð, sum gevur tær kensluna av trygd. Motorveitingin er í topp, meðan brenniorka og ljóð eru lág. Alt hetta fæst fyri ein prís, sum er ótrúligur. Soleiðis er Matrix: Meira fyri minni Trygdarútgerð: 4 airbags, elektroniskt forsterkaðar ABS-bremsur við EBD, síðustoytbjálkar úr hástyrkistáli, stoytdoyvandi tilfar í síðustolpunum, nakka- stuðlar við hæddarinstilling og trýpunktselar, sum kunnu hæddarinnstillast og við kraftavmarking. Modellvariantar: 1,6 GL bensin 5 hurðar MPV bert kr. 152.750,- 1,8 GL bensin 5 hurðar MPV bert kr. 162.750,- 1,5 GL. CRDI. diesel 5 hurðar MPV bert kr. 175.750,- 3 ár/ 100.000 km. virkistrygd, og 6 ára rusttrygd NÝGGJHEIT