Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2002 23 Enn einaferð staðfesti kvinnuliðið hjá Kyndli, at liðið ikki megnar at tackla mótburð, og so vann Neistin eisini fjórðu grannauppgerðina hetta kappingarárið HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Hetta kappingarárið hava vit fyri ein stóran part sæð kvinnuliðið hjá Kyndli frá tveimum síðum. Onnur er hin góða, har liðið veruliga hevur prógvað, at fleiri av leikarunum á liðnum teljast millum tær bestu í landin- um, og hevur liðið tá givið øllum liðunum í deildini – kanska við VÍF sum undan- takinum – ein skarpan gang. Hin – og tað er tann keðiliga – síðan er, tá liðið hevur verið fyri mótgongd. Ferð eftir ferð er staðfest, at eins væl, sum liðið kann spæla upp við tey bestu, so fellur alt saman, tá liðið er fyri mótburði. Tá ber einki til, og heldur enn at stríða seg burtur úr naggatódnini, hevur alt ov ofta bara staðið til Alt gekk galið Hetta seinast nevnda hevur viðført, at Kyndil í ár hevur verið fastur partur av botn- stríðnum, og sunnudagin móti Neistanum góvu tær aftur prógv um, hví so er. Fyrsta hálva tíman og gott og væl tað, var Kyndil við í dystinum. Í verjuni stríddust tær fyri at halda Neistanum burtur, og tó at tær bláu í fleiri førum tókt- ust hava sera lætt við at skora, so var Kyndil alla tíðina við, og fyri ein stóran part høvdu tær eisini leiðsl- una. Seinni hálvleikur byrjaði eisini væl. Kyndil tók seg framum, men so gekk galið. Fýra neistamál á rað skaptu eitt hol a máltalvuni, og so fall alt saman hjá Kyndli. Leikararnir góvust við at hugsa nakran sum helst konstruktivan tanka. Elementerir tekniskir feilir gjørdust aftur gerandis- kostur, og meðan Kyndil fleiri ferðir upp í slag kiksaði í álopsspælinum, so revsaði Neistin mest sum hvørja ferð. Úrslitið av seinna hálv- leiki gjørdist eisini somikið sum 15-6, so talan gjørdist um veruligan stórsigur, men heldur enn at siga nak- að um styrkina hjá Neist- anum, so undirstrikaði hetta veikleikarnar hjá Kyndli. Mugu vinna Kyndil er framvegis næst niðasta liðið í deildini, og skulu tær longur upp, so skal fyrst og fremst ein hugburðsbroyting fara fram á liðnum. Ein møguleika til hetta hava tær longu í kvøld, tá tær skulu inn á Skála. Vinna tær hendan dystin, so lyftir liðið seg upp um StÍF á stigatalvuni, men eitt tap vil hinvegin viðføra, at StÍF er púra leyst, og at botnstríðið verður eitt mál millum Kyndil og Soljuna. Alt veldst um, hvørjari síðu Kyndil nú fer at vísa seg frá. Hjá Neistanum er kósin hinvegin framhaldandi sett móti silvurmerkjunum. Kanska hava tær ikki hitt mest eyðsýnda spælið, men talan er um eitt veruligt lið. Eitt lið, har hvør einstakur leikari hvørja ferð gevur sítt ískoyti til samlaða avrikið, og so ger tað minni, hvørjar stjørnurnar eru. Liðið vinnur, og tað er tað týdningarmesta. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 18-28 (12-13) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 7(3), Annika Ljósstein 3, Ann Mari Wang 2, Marjun Tróndarson 2, Ann Hansen 2, Linda Weihe 1, Jensia Petersen 1 Neistin: Gunnleyg Berg 8(2), Mildrið Jaccbsen 6, Súna Mørk 5, Annika Thomsen 4, Ata Høgna- dóttir 2, Katrin á Neystabø 2, Birita Wardum 1 Brotskøst: Kyndil 3, Neist- in 2 Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 2 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trýgvi Morten- sen. Gleðiligt at teir geva sær stundir til dømingina, hóast fótbólturin er farin í gongd. Á ólavsøku verða finalurnar í kappingini um løgmanssteypið og í steypakappingini hjá kvinnum. Fyrsti spónurin varð leygardagin settur í kappingarnar. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssam- bandinum varð lutur drigin um steypaskránna. Kvinnur 1. umfar: 1) AB–FS Vágar, 2) NSÍ–Sumba, 3) B68–GÍ og 4) B71–Skála. Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: 5) KÍ–V3, 6) HB–V2, 7) B36–V1 og 8) VB–V4. Í hálvfinaluni verður spælt bæði á útivølli og heimavølli. Tá verður spælt soleiðis V6–V8 og V5–V7. Menn Innleiðandi umfar: 1) FS Vágar–Royn, 2) ÍF–AB, 3) Sumba–Fram og 4) B71–LÍF. 1. umfar: 5) V3–V4 og V1–V2. Í bólkaspælinum verða liðini soleiðis flokkað: Bólkur 1: B36, NSÍ, VB og V5. Bólkur 2: GÍ, TB, EB/Streymur og V6. Bólkur 3: B68, Skála, KÍ og HB. Innleiðandi umfarið í kappingini hjá monnunum er á skránni 16. mars, og tá verður eisini farið undir fyrsta umfarið hjá kvinnunum. Steypa- kappingarnar Kyndil-Neistin 18-28 (12-13): Sama søgan Eftir útisigurin hjá VÍF man fáur ivast í, at tað aftur í ár fer at eydnast kvinnu- liðnum hjá VÍF at vinna kappingina við fullum stigatali HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Eingin tekur VÍF. Tað hevur leingi verið ein staðfesting, tá tosað verður um før- oyskan kvinnuhondbólt, og hendan staðfesting varð enn eina ferð undirstrikað, tá VÍF vitjaði í Vági leyg- ardagin. VÍF vann nevnliga trygg- an sigur í einum av teimum meira torføru útidyst- urnum, og tá tað heldur ikki eydnaðist VB at skala VÍF, so er ilt at síggja, hvør yvir høvur ilt at síggja, hvussu nakar skal kunna nerta við tær. Ikki endiliga tí VB saman við VÍF er so nógv betri enn hini liðini í deildini, men tí høllin vesturi á Eiðinum man vera eitt hitt tørførasta staðið at spæla hjá hinum liðunum. Orkan enn einaferð Fyrra umfarið var annars ikki so nógv, sum bendi á, a talan skuldi gerast um veruligan stórsigur til VÍF. Fyri tað mesta var VB sera væl við. Eina løtu hótti VÍF við at renna avstað, men seinastu 10 minuttirnar svaraði VB aftur, soleiðsi at munurin undan steðginum varð minkaður niður í trý mál. Í seinna umfarinum hendi so tað, sum eftir hondini er vorðið eitt ser- eyðkenni, tá VÍF spælir. Tær settu ferðina upp, so mótstøðan hevði torført við at fylgja við, og ikki minst, so varð ferðin hildin á høga stiginum tað, sum eftir var av dystinum. Úrslitið lat seg heldur ikki fornokta, og málini skolaðu oman yvir VB, sum als ikki fekk fótin fyri seg aftur. Tað verður ofta havt á lofti, at VÍF hevur so nógv tað besta kvinnuliðið í landinum, og tað skal sum so ikki pilkast við her. Tær hava helst breiðasta hópin í landinum, og góðskan á leikarunum er eisini yvir høvur hægri enn hjá hinum liðunum. At talentið hjá summum er betri enn hjá øðrum, er kanska heldur ikki nakað, sum hini liðni fáa gjørt nakað við, men tað er merkisvert, at VÍF eisini tykist vinna fleiri av dystum sínum, tí at orkan hjá meistarunum er so nógv betri, enn hon er hjá hinum. Tað at orka nóg væl, er jú einasti eginleikin, har øll eiga at standa líka, og er talentið ikki nóg stórt, eigur at bera til at kompensera við orku og stríðsvilja. Hetta hevur tó ongan tíð verið sjónligt, tá VÍF er annar parturin, og her eiga hini í deildini veruliga at taka í egnan barm. Siga við seg sjálvi, at tann parturin í øllum førum ikki skal liggja eftir. Tað hevur hann gjørt í ár, og tí verður neyvan annað enn ein fjarskotin vón hjá nøkrum liði at basa VÍF hetta kappingarárið. Dysturin í tølum VB-VÍF 23-33 (12-14) Málskjúttar: VB: Gabriella Fekete 8(3), Sólrun Krosslá 3, Margreth Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Gurið Morten- sen 3, Regina Radó 2, Eyðbritt Krosslá 1 VÍF: Iona Rápa 10(2), Sóley Mikkelsen 5, Jacklin Durhuus 5, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 4, Nicoleta Radu 4, Fríða Marjunar- dóttir 3, Alis Høghamar 2 Brotskøst: VB 5, VÍF 3 Útvísingar: VB 1, VÍF 4 Dómarar úr Kyndli: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr. VB-VÍF 23-33 (12-14): Posin verður aftur fullur Fjórðu ferð í ár vunnu Neistakvinurnar lokaluppgerðina, og fjórðu í ár var hugburðurin størsti munurin á liðunum 23 22 Nr. 39 - 26. februar 2002 Heðin Mortensen heldur, at Býráðið má gera okkurt við Tórsvøll, og at íslendska modellið er ein gongd leið TÓRSVØLLUR Jákup Mørk Ein av fundarluttakarunum á aðalfundinum hjá FSF var ÍSF forsetin, Heðin Mortensen. Umframt at vera ovastur fyri alla føroy- ska ítrótt, so er Heðin tó eisini varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og hevur hann eisini verið nevndarlimur í Tórsvallar- grunninum, sum í løtuni eigur og rekur Tórsvøll. Býráðið má eiga vøllin Tí hevði Heðin Mortensen kanska ein serligan áhuga í orðaskiftinum um Tórsvøll á aðalfundinum, og tað var ikki sørt, at eitt smíl hóm- aðist, tá Torleif Sigurðsson nevndi møguleikan fyri einum rakstrarmodelli, sum varð samskipað millum Fótbóltssambandið og FSF. Tað vil siga uttan grunnin, sum í løtuni eigur vøllin. Tá vit eftir fundin spurdu Heðin, um hetta var nakað, ið hann sum býráðspolitik- kari kundi brúka til nakað, var í øllum førum einki, sum bendi á, at Heðin Mortensen er ímóti einari slíkari loysn. - Tað sum Torleif tosaði um har, var tann loysnin, sum teir hava valt í Íslandi. Har var tað Býráðið, sum gjørdi vøllin, og at byrja við høvdu teir eisini rakst- urin av hesum um hendi. Tað vísti seg tó skjótt, at nógvir trupulleikar vóru við hesum, og tí varð ein avtala gjørd við íslendska Fótbóltssambandið, vísir Heðin á. - Avtalan inniber, at bý- ráðið í Reykjavík letur Fót- bóltssambandinum á leið eina millión um árið, og aftur fyri er býráðið full- komuliga leyst av øllum. Hetta hevur víst seg at vera ein sera væl virkandi loysn, sum eisini er nógv bíligari fyri býráðið. Treytin fyri eini slíkari loysn er tó, at tað er Býráðið, sum eigur Tórlsvøll, staðfestir varabrogarstjórin. Møguliga reist aftur Hetta við at býráðið skal yvirtaka Tórsvøll, er tó ikki nakað nýtt fyri Heðin Mortensen. Eftir at hann í síni tíð fór út Grunninum fyri Tórsvøll, varð málið reist í Býráðnum, men ta ferðina fall uppskotið. Spurdur, um orðini hjá for- manninum fyri FSF kunnu vera við til at endurreisa málið, sigur Heðin, at tað ikki er óhugsandi. - Nú vóru hetta so orðini hjá fyrrverandi formanni- num, og eg dugi ikki at síggja, hvørja áskoðan ný- kosni formaðurin hevur í málinum, sigur Heðin. - Eftir mínari fatan er tó einki at ivast í, at nakað má henda í málinum. Sum er, so hongur Tórsvøllur í leys- um lofti, og í Býráðnum mugu vit taka eina støðu til, hvat skal henda. - Hetta við at Býráðið let- ur Fótbóltssambandið reka vøllin, er so ein gongd leið. Um hetta verður loysnin, so skal eisini gerast avtala um nýtslurætt hjá havnarfeløg- unum, tí tað má vera ein sjálvsøgd treyt frá Býráð- num. - Eg eri tó onga løtu í iva um, at talan vildi verið um ein stóran fyrimun fyri FSF, um tað vóru teir, sum høvdu dagliga raksturin um hendi. Ikki minst vildi tað verið ein risa fyrimunur í tilrættisleggjanini, tí teir ikki høvdu verið noyddir at spurt seg fyri, nær vøllurin var tøkur. Enn ber tó ikki til at siga, um hetta er tann besta loysnin, men tað er gott at fáa vent málinum, og eg kann bara leggja afturat, at tað als ikki er óhugsandi, at ein møgulig yvirtøka av Tórsvølli verð- ur løgd fyri Býráðið í fram- tíðini, sigur Heðin Morten- sen at enda. Drúgvastu umrøðuna á aðalfundinum fekk uppskotið frá nevnd- ini um at keypa bygn- ingin við Tórsvøll. Uppskotið varð sam- tykt, men viðmerk- ingarnar í málinum vóru nógvar AÐALFUNDUR Jákup Mørk Sum vit skrivaðu fyri viku síðani, so var eitt av málu- num á aðalfundinum hjá FSF eitt uppskot frá nevnd- ini um, at Fótbóltssam- bandið skuldi keypa bygn- ingin við Tórsvøll, so hesin kundi gerast liðugur. Eftirlýstu kunning Í stuttum kann sigast um ætlanina, at eftir at FSF nú hevur nýtt knappar 7 mió. kr. til at inniloka bygningin – sum grunnurin Tórsvøllur framvegis eigur – ætlar nevndin í FSF nú at yvir- taka bygningin og gera hann lidnan. Kostnaðurin av hesum verður mettur til 10 mió.kr. afturat, harav FSF sjálvt skal runda á leið 2 mió.kr. Restin verður fíggjað við stuðli frá landi- num, UEFA og FIFA. Tað var skjótt greitt undir orðaskiftinum hesum við- víkjandi, at fleiri av feløgu- num hildu seg vera alt ov lítið kunnaði. Sum onkur málbar seg, so var eitt a-4 ark við nøkrum tølum eitt alt ov tunt grundarlag til at taka eina somikið týdning- armikla avgerð á. Víst varð á, at feløgini valla vistu, hvussu bygningurin fór at síggja út, og útrokningar fyri, hvat tær 10 milliónirn- ar skuldu nýtast til, høvdu tey als ikki sæð, varð mill- um annað sagt. Tá formaðurin skuldi svara mongu fyrispurning- unum, so var tað í fleiri før- um soleiðis, at feløgini als ikki tóktust nøgd við svar- ið. Fyrst og fremst legði Tor- leif Sigurðsson dent á, at einastu ráðini hjá FSF í løtuni vóru at keypa húsini. Sum hann málbar seg, so hevur FSF nýtt knappar sjey milliónir, sum eru bók- aðar sum lán til Tórsvøll, og um bygningurin ikki varð gjørdur liðugur, so var sum so eingin nytta í hesum peningi. Við øðrum orðum, so var støðan tann, at føroysku fótbóltsfeløgini í veruleika- num høvdu givið heimild til hetta longu fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina játt- aðu tey nevndini at nýta pening til innilokan av bygninginum, men ikki fyrr enn formaðurin fyrst hevði sett formanssessin upp á spæl, tí feløgini uppruna- liga vóru ímóti uppskoti- num. Nú var støðan tann, at FSF kundi velja ímillum at hava spilt sjey milliónir ella at nýta tvær milliónir aftur- at, soleiðis at bygningurin kann gerast endaliga liðug- ur. Hesum tók aðalfundurin eisini undir við, og í veru- leikanum var mótstøðan ikki so øgiliga stór, tó at tað hevði verið ynskiligt við einum størri meiriluta í ein- um so týdningarmiklum máli. 15 atkvøður vóru fyri uppskotinum, meðan sjey vóru blankar. Eingin at- kvøddi ímóti. Framferðin framyvir Tað, sum nú skal henda í samband við húsið við Tórsvøll, er í fyrsta umfari, at finnast skal útav, hvussu húsini kunnu gerast ogn hjá FSF. Peningaliga er hetta ein- gin trupulleiki, men spurn- ingurin er, hvørt Býráðið skal lata FSF grundøkið, sum bygningurin stendur á, ella um ein langtíðar leigu- sáttmáli skal gerast. Tá hetta er gjørt, kann farast undir sjálvt arbeiði við liðugtgerðina. Tá hetta er liðugt, eigur FSF ein bygning í fýra hæddum, sum í alt fevna um góðar 1.100 fermetrar. Niðasta hæddin, sum er 519 fermetrar er roknað til allar teir hentleikar, ið krevjast til leikarar, tá al- tjóða dystir eru á skránni. Á teimum næstu 252 fermet- runum skal umsitingin hjá FSF halda til. VIP’arar við meira fáa 169 fermetrar á triðju hædd, og á teimum ovastu 183 fermetrunum skulu fjølmiðlarnir halda til undir dystunum. Tær báðar ovastu hæddirnar kunnu harumframt eisini nýtast til skeiðvirksemi og gisting, tá FSF hevur tørv á hesum. Eftir er so spurningurin um, hvussu Tórsvøllur skal rekast. Á fundinum rói Tor- leif Sigurðsson uppundir, at hetta skuldi verða eitt mál millum Tórshavnar Býráð og FSF. Tað vil siga ein loysn uttan fyri grunnin, sum eigur Tórsvøll. For- maðurin vísti her á, hvussu teir hava gjørt í Íslandi, har Býráðið í Reykjavík hevur at kalla útlisiterað vøllin til fótbóltssambandið, sum fyri eina ávísa upphædd um árið tekur sær av øllum rakstrinum. Ein gongd leið Húsið varð keypt Aðalfundurin hjá FSF tók avgerð um, at bygningurin við Tórsvøll skal yvirtakast, men hóast eingin atkvøddi ímóti hesum, so vóru atfinningarnar nógvar –Eftir mínari fatan er tó einki at ivast í, at nakað má henda í málinum. Sum er, so hongur Tórsvøllur í leysum lofti, og í Býráðnum mugu vit taka eina støðu til, hvat skal henda, sigur Heðin Mortensen C M Y K 22