Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2002 25 Stílurin tykist ikki at verða tann sami, men nýggi FSF formað- urin hevur drúgvar nevndarroyndir, og hann hevur sum kappingarstjóri verið kendur fyri at avgreiða spurning- arnar FSF FORMANSSKIFTI Jóannes Hansen Tá Torleif Sigurðsson leyg- ardagin legði frá sær sum formaður í Fótbóltssam- bandinum, varð Dánial Andreasen í Leirvík valdur til formann. Tað ljóðaði, at arbeitt varð við at stilla onnur valevni upp, men eingin bjóðaði seg fram, og so var talan ikki um val. Tískil fekst ikki at vita leygardagin, hvussu nógvar av teimum 22 atkvøðunum, nýggi formaðurin hevði fingið. Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, og Dánial Andreasen er triði FSF formaðurin. Hinir báðir hava verið úr Klaks- vík. Undan Torleifi Sig- urðsson var Christian Olsen formaður. Gjógvin og persónarnir Síðani tað varð greitt, at Dánial Andreasen skuldi verða nýggjur FSF for- maður, hevur hann fleiri ferðir sagt í útvarpinum, at viðurskiftini millum FSF leiðsluna og feløgini ikki eru nóg góð. Hann hevur sagt, at tey eru ikki nóg góð politiskt og fyrisitingarliga. Formaðurin hevur polit- isku ábyrgdina, og aðal- skrivarin hevur fyrisit- ingarligu ábyrgdina. Men nýggi formaðurin sigur seg á ongan hátt hava viljað lagt fráfarandi formannin undir at vera orsøkin til at politisku viðurskiftini ikki eru nóg góð. Tað má so við øðrum orðum siga, at tað eru onnur viðurskifti, sum nýggi formaðurin hevur sipað til, og tá er skjótt at hugsa um vánaliga gongu- lagið, sum síðsta kapping- arár var millum feløgini og kappingarnevndina. Tá Dánial Andreasen hevur verið spurdur um, hvussu viðurskiftini skulu betrast, hevur hann svarað tað, sum aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, um ársskiftið hevði frammi í grein í bløðunum. FSF aðalskrivarin segði ikki, at viðurskiftini ikki vóru góð, men hann helt í staðin, at tað eigur at bera til at gera viðurskiftini uppaftur tætt- ari. Í tí sambandinum vísti hann m. a. á, at tað hevði verið rætt og gagnligt, um regluligir fundir vóru millum formenninar í feløgunum og FSF. Hetta hevur Dánial Andreasen tikið uppaftur fleiri ferðir, síðani tað varð greitt, at hann skuldi verða nýggjur FSF formaður. Á samkomuni, sum eftir FSF aðalfundin var í Norð- urlandahúsinum, takkaði Ísak Mikladal Torleifi Sigurðsson fyri gott sam- starv. Samstundis ynskti hann Dániali Andreasen til- lukku við formansstarv- inum og segði seg vóna, at samstarvið teirra millum fer at verða gott. Tað er nóg mikið at takast við. Kontantur Dánial Andreasen er ikki nakar ársungi í FSF. Hann hevur verið nevndarlimur í fimtan ár, og í tólv av árunum hevur hann verið kappingarstjóri í ovastu mannfólkadeildunum. Dánial fær tað skoðs- málið, at hann og fráfarandi formaðurin, Torleif Sig- urðsson, hava havt ymiskar mátar at arbeiða uppá. Har, sum Torleif hevur verið tolin og ofta hevur bíðað leingi at taka endaliga støðu, hevur Dánial ofta verið skjótur at taka støðu, sum hann hevur grundgivið fyri. Feløgunum søgdust dáma væl, at tey altíð vitstu, hvar tey høvdu kappingarstjóran. Nú er royndi FSF nevnd- arlimurin vorðin formaður. Uppgávurnar verða øðrvísi, enn tær hava verið, og tað veit hann væl. Fyrsta takið verður at skipa nýggju nevndina. Tá tað er gjørt verður farið til verka. Og skal tað eyndast væl, so er týdningarmikið, at politiska og umsitingar- liga leiðslan draga somu línu. Nógv, sum hava havt og hava við føroyska ítróttin at gera, heiðraðu nú fyrrverandi FSF formanninum, tá hann leygardagin legði frá sær FSF FORMANSSKIFTI Jóannes Hansen Onkra lítla løtuna tóktist tað, sum um eyguni høvdu hug at gerast eitt lítið sindur blonk. Men tað var ikki tí, at hann iðraði seg um avgerðina, sum hevur búnast í langa tíð, og sum hevur verið alment kend síðsta hálva árið: – Eingin ivi skal vera um, at eg eri hjartans fegin um at sleppa úr formanssess- inum nú. Eg havi havt eitt langt og gott tíðarskeið sum FSF formaður. Vit hava nátt langt – ikki minst í altjóða høpi, har vit eru komnir longri, enn politikararnir hava megnað at fingið føroysku tjóðina. Um tað ikki fer at hilnast so væl í framtíðini, so verður tað ikki mín skuld, men tað verður heldur kleyvarskap- urin hjá tykkum, sum nú skulu ráða fyri borgum. Torleif Sigurðsson var væl upplagdur, tá FSF eftir aðalfundin leygardagin skipaði fyri móttøku. Or- søkin til móttøkuna var, at FSF formaðurin síðani 1981 legði frá sær. Í hesi meiri enn 21 árini hevur Torleif Sigurðsson havt við nógv fólk at gera. Áðrenn hann kom upp í fótbólts- politikk, fekst Torleif við kappróður – bæði sum íðk- andi og í nevndararbeiði. Nógv av teimum, sum vóru í Norðurlandahúsinum, hava havt við Torleif at gera í fótbóltshøpi, men har vóru eisini fleiri frá kapp- róðrartíðini og tey, sum annars hava havt við ÍSF at gera. Tað er tiltikið, hvussu væl politiski partamaðurin hjá Torleifi Sigurðsson, Jens Otto Krag, var upp- lagdur, tá hann legði frá sær sum danskur forsætismála- ráðharri. Boðini komu púra óvart fyrst í oktober í 1972, og tá hann møtti pressuni, var skoðsmálið, at hann hevði ongantíð verið so væl upplagdur, avslappaður og opin, sum hann var henda dagin. Torleif Sigurðsson hevði ivaleyst ikki lagt í, at vit sammettu hann við fyrr- verandi danska politikaran, og teir báðir líkjast ikki í nógv fleiri førum, enn teir líkjast. Men móttøkan leyg- ardagin fekk hugsanirnar at fara 30 ár aftur í tíðina og niður á Christiansborg. Ongantíð upp og ongantíð niður Skoðsmálið, sum nú fyrr- verandi FSF bossurin fekk, var aftur og aftur tað sama. Eginleikarnir høvdu verið, at tað hevði næstan altíð borið til at tosa seg til eina loysn. Og tá tað ikki hevði borið til, so hevði FSF formaðurin verið førur fyri sjálvur at koma til eina niðurstøðu, at boða frá henni, grundgeva fyri henni og at halda tørn, sjálvt um nógv hevði verið á gosi kring hann. Tá Torleif Sigurðsson takkaði fyri, kom hann sjálvur inn á hetta: – Eg havi ikki í mær at fara uppfrá, tá tað gongst væl og at fara í kjallaran, tá tað ikki gongur væl. Við- hvørt er tað keðiligt, men tað er kanska gott, at tað eru nøkur, sum altíð hava bæði beinini á jørðini. Tá hann hugdi aftur á formansárini, var fyrrver- andi FSF formaðurin ikki í iva um, nær størsti ágang- urin hevði verið: – Tað var, tá vit høvdu gjørt av at taka lut í fyrstu EM undankappingini. Tað vóru mong lesarabrøv, og ágangurin var stórur um hetta vitleysa og hugmóð- uga stigið, sum vit høvdu tikið. Fyri mær og okkum var søkin púra greið. Vit høvdu í fleiri ár stríðst fyri altjóða limaskapinum. Tá vit høvdu fingið hann, hevði tað verið burturvið, um vit ikki høvdu tikið við avbjóðingunum, sum stóðu okkum í boði. Tí fóru vit uppí altjóða fótbólt, og nú munnu øll vera samd í, at avgerðin var tann rætta. Avgerðin búnað í fjúrtan ár Torleif segði eisini, at longu í 1987 ætlaði hann fyrstu ferð at taka seg aftur úr formansstarvinum í FSF: – Tað hevði neyvan borið til í dag. Men ta ferðina samdst aðalfundurin um, at tað ikki var skilagott, at teir, sum arbeiddu við mál- inum um altjóða limaskap, tóku seg aftur fyrrenn málið var avgreitt. Tí varð gjørt av, at einki nevndarval skuldi vera tað árið! – Men eg havi alla tíðina verið greiður yvir, at eg sjálvur vildi gera av, nær eg skuldi fara frá. Í mínum eygum er tað sera óheppið, um tað er aðalfundurin, sum varpar teg úr nevndini, áðrenn tú sjálvur finnur hurðina. Elsa Maria, konan, stóð undir liðini á Torleifi, og hon tóktist vera á bylgju- longd við mannin, sum var lættur og fegin, tá Ísak Mikladal, sum hann hevur samstarvað so sera væl við, saman við konuni fóru at bera gávur og blómur út í bilin, meðan høvuðsper- sónurin heilsaði upp á tey, sum seinast fóru úr Norð- urlandahúsinum. Formansskapurin farin um Leirvíksfjørð Torleif hjartans fegin um at sleppa úr starvinum Komandi og farandi. Torleif og Dánjal siga hvørjum farvæl og tillukku eftir aðalfundin Mynd: Álvur Haraldsen Saman við konuni, Elsu Mariu, noyðist Torleif helst at finna nakað av veggjaplássið har heima, um allar gávurnar frá móttøkuni skulu fáa sítt serstaka pláss Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 39 - 26. februar 2002 Neistin vann greitt í grannauppgerðini, og sýndu sostatt Kyndli, at hóast framgongd, so er enn nakað upp til oddin HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað var ikki sørt av spenn- ingi undan seinastu lokal- uppgerðini millum Neistan og Kyndil hetta kappingar- árið. Spenningurin snúi seg kanska ikki so nógv um, hvørja ávirkan úrslitið fór at hava, men hinvegin vóru vánirnar til Kyndil ikki ongar, eftir seinastu góðu úrslitini hjá liðnum, og tá Neistin samstundis tykist hava ein motivatiónstrupul- leika, var alt víðopið. Ella tað hildu fleiri í øllum før- um. Stórur munur Tað var nevnliga skjótt greitt, at her ætlaði Neistin als ikki, at talan skuldi vera um nakað ivamál ella nakr- an opnan dyst. Kyndil fekk kanska fyrsta málið í dyst- inum, men eftir hetta vóru teir ongan tíð á odda. Og tað var so langt ífra, kundi eisini verið lagt afturat. Neistin stýrdi nevnliga tað mesta av tí, sum fyri- fórst gjøgnum allan dystin. Við eini verju, sum til tíðir var sera framrættað, royndu teir at leggja trýst á álops- spælið hjá Kyndli, og fleiri ferðir spurdust eisini skjót- álop burtur úr hesum. Í álopspartinum dugdu teir bláu eisini sera væl at spæla stóru skjúttarnar á liðnum upp, og fáa hesir tíð og pláss, so er lítið at gera hjá mótstøðuni. Tað var tað sum eisini hjá Kyndli, og sum dysturin leið, so gjørdist alt ein spurningur um, hvussu stórur munurin skuldi verða. Tað gjørdust 12 mál, men í veruleikanum kundu tað eins væl verið fleiri, men tað munnu teir í Neist- anum ikki leggja so nógv í. Málið rokkið Tað, sum nú ræður um hjá teimum bláu, er sum so bara at halda fast um silvur- plássið. Sjálvandi kunnu teir vóna, at VÍF fer at snáva, men teir snáva neyv- an somikið álvarsliga, sum neistamenninir vóna. Kyndil kann neyvan røkka heiðursmerkjum í ár, men at teir fara at gera eina roynd, er lítið at ivast í. Skal hendan eydnast, so er neyð- ugt við einum sigri, tá teir í kvøld fara inn á Strendur, har StÍF tekur ímóti. Um hetta fer at eydnast, er ein so ein onnur søga, men so er royndin í øllum førum gjørd, og meira enn tað sama høvdu viðhaldsfólk- ini heldur ikki kravt undan árinum. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 24-36 (10- 17) Málskjúttar: Kyndil: Bárður Johannesen 9(1), Høgni Klein 5, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sør- ensen 3, Josef Abrahamsen 2, Ken Zachariasen 1, Reg- in Johannesen 1 Neistin: Jacob Jónsson 9, Heini Joensen 7(2), Áki Mørk 5, Karl Oddmar Rasmussen 4, Hans Áki Dal Christiansen 3(1), Ári Rouch 3, John Petersen 2, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Ræni Slættanes 1 Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 3 Útvísingar: Kyndil 8, Neistin 2 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen. Komu væl frá uppgáv- uni. Kyndil-Neistin 24-36 (10-17): Einki roks Tjaldur vann eina spennandi uppgerð móti kollfirðingum, og enn livur vónin um heiðursmerki í Runavíkini HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað vóru tvey av niðaru liðunum í deildini, sum fóru á vøllin í Runavík sunnudagin. Runavíkingar hava kanska ikki verið niðastir ein stóran part av hesum kappingarárinum, men tó hevur restað sein- asta pettið, áðrenn teir veruliga hava blandað seg í stríðið um heiðursmerki. Kollfirðingar høvdu í grundspælinum eitt hampuliga gott tak á, men í endaspælinum hevur verið púrasta vónleyst hjá teim- um, og fyrsti sigurin her kom ikki fyrr enn seinasta vikuskiftið, tá teir púra óvæntað vunnu á StÍF. Gekk javnt á Kanska høvdu tey í Kolla- firði væntað, at júst sigurin á StÍF gjørdist vendin fyri teirra viðkomandi, men sunnudagin komu tey so niður aftur á jørðina. Tað eydnaðist nevnliga Tjaldrinum at vinna sær tvey stig í einum sera spennandi dysti, har einki var avgjørt, fyrr enn dóm- arin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Tað skal tó sigast, at tað alla tíðina vóru teir á heimaliðnum, sum vóru á odda. Eina lítla fyrstu løtu var munurin eisini hampu- liga trivaligur, men eftir at KÍF so fann stevið, gekk javnt á á máltalvuni. Eitt stutt skifti var munurin øktur í eini fýra mál, men seinastu tíggju minuttirnar var veruliga líkt til, at gestirnir skuldu gera ein vørr. Soleiðis var munurin aftur minkaður í tvey mál, tá tríggir minuttir vóru eftir at leika, men nærri komu teir ongantíð, og so var sig- urin hjá Tjaldri ein veru- leiki. Vónin er á lívi Undan endaspælinum varð sagt, at Tjaldur fyri fyrstu ferð í stuttu søgu felagsins hevði møguleikan at vinna sær heiðursmerki, og hóast tað nú skal eitt minni undur til, fyri at hetta skal henda, so liva tey í Runavíkini framvegis í vónini um, at hetta skal bera til. Men tað fer so at krevja sigrar í so at siga øllum írestandi dyst- unum, meðan strandingar hinvegin skulu missa stig móti veikaru liðunum í deildini. Hjá kolllfirðingum er hinvegin lítið annað enn æran at spæla fyri seinastu umførini. Liðið er í løtuni á niðasta sessinum í deildini, og tó at eingin niðurflyting verður, so vilja leikararnir helst syrgja fyri, at hendan støðan ikki heldur sær til kappingarlok. Dysturin í tølum Tjaldur-KÍF 29-26 (12-11) Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justin- ussen 8(3), Zoran Sarcevic 6, Jens Martin Knudsen 6, Svein í Heiðunum 5, Dragisa Stojovic 3, Arnfinn Langgaard 1 KÍF: Durica Tomic 8(6), Regin Petersen 4, Petur Martin Pouslen 3, Vagnur Johannesen 3, Eddie Joen- sen 2, Jákup Dam 2(1), Jónálvur Johannesen 2, Iljan Topic 2 Brotskøst: Tjaldr 5, KÍF 7 Útvísingar: Tjaldur 3, KÍF 5 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum & Carsten Andersen. Tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minutt- inar, at VB tryggjaði sær sigurin á StÍF HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Annan dystin á rað átti VB heimavøll, tá StÍF var á vitjan sunnudagin. Í mun til dystin móti VÍF dagin fyri, so vóru tær á heimaliðnum favorittar at vinna hendan dystin, og tað eydnaðist eisini VB at vinna sær stigini, men tað var so avgjørt ikki uttan mótstøðu. Hildu leingi Leingi var tað nevnliga StÍF, sum var við yvirlutan. Eftir at VB fyrra partin av fyrra hálvleiki hevði tikið seg framum, vóru tað gest- irnir, sum settu dags- skránna seinasta korterið undan steðginum, og ta eydnaðist teimum eisini at vinna seg fram um hesa løt- una. Soleiðis var ein lítil sensatión at hóma, tá liðini komu út til seinna hálvleik, og tó at VB aftur togaði seg upp, so varð leingi stórur spenningur um, hvussu leikur skuldi fara. Seinastu løtuna av dyst- inum eydnaðist tó heima- liðnum at toga seg avger- andi frá, tá tær innan fyri fýra minuttir skutu fýra mál á rað, og so hjálpti tað lítið, at StÍF royndi at svara aftur seinastu løtuna. Spenningurin varðveittur Við sigrinum tryggjaði VB sær, at tær framhaldandi eru partur av stríðnum um heiðursmerki, tó at tað nú skal vera løgið, um tær kunnu vinna seg hægri upp enn bronsuna. Fyri StÍF hevði eitt stig ella bæði tvey sjálvandi verið vælkomið í dystinum. Soleiðis var ikki, og tí eru tær enn ikki heilt leysar av botninum. Tær eiga tó framvegis sjálvar allar trumfirnar í hesum stríðn- um, tí enn hava tær heima- dyst móti Kyndli og tveir útidystir móti Sóljuni. Fáast tvey stig til høldar í hesum uppgerðum, er lítið at ivast í, at tilveran í deild- ini er bjargað, og so er mál- ið fyri kappingarárið helst rokkið fyri teirra viðkom- andi. Dystutin í tølum VB-StÍF 26-20 (13-14) Málskjúttar: VB: Gabriella Fekete 6(2), Gurið Mortensen 5, Margreth Augustinussen 4, Laila Jespersen 4, Regina Radó 4, Sólrun Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1 StÍF: Anna Maria Berth- elsen 6, Sunfríð B. Dani- elsen 4(4), Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 3, Anna B. Danielsen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1, Ileana Manulescu 1 Brotskøst: VB 4, StÍF 5 Útvísingar: VB 1 Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Sámal Joensen. Talan gjørdist ongan tíð um hin stóra spenningin sunnudagin. Til tess var styrkismunurin alt ov sjónligur Tjaldur-KÍF 29-26 (12-11): Bronsan er ikki slept VB-StÍF 26-20 (13-14): StÍF órógvaði C M Y K 24