týsdagur 26. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 26. februar 2002
27
Tvørágentur staðfestu
føroyameistaraheitið
við at vinna ein
tryggan 3-0 sigur
móti Fleyr í Gunda-
dalshøllini leygardag-
in. Mjølnir vinnur
silvur, men spurning-
urin um bronsuna
stendur enn ósvar-
aður
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Í 1987 bleiv TB føroya-
meistari í fótbólti. Tá
mundi neyvan nakar gruna,
at tað skuldu ganga heili 15
ár, áðrenn eitt lið av Tvør-
oyri aftur skuldi gerast før-
oyameistari. Og enn minni
kundi nakar gita, at tað
næsta føroyameistaraheitið
skuldi koma í kvinnuflog-
bólti.
Men leygardagin hendi
tað so, at kvinnurnar hjá TB
– í 1987 vóru tær flestu av
teimum enn ikki farnar at
ganga í skúla – vunnu før-
oyameistaraheitið, og tað er
fyrstu ferð nakrantíð, at TB
hevur verið føroyameistari í
flogbólti.
Hetta varð veruleiki, eftir
at liðið vann 3-0 móti Fleyr
í Gundadalshøllini. Mjølnir
kann enn taka TB aftur í
stigum, men tær fáa einki
gjørt við settmunin, og tí er
kappingin avgjørd, hóast
bæði liðini enn hava tveir
dystir eftir at leika.
Fleyr hevur ligið niðast
meginpartin av kappingini,
og tað varð ikki roknað við,
at tær fóru at gera nakað
serligt við TB-liðið. Og
Fleyr fekk eisini kærleikan
at kenna frá nýklaktu
steypavinnarunum. 25-13,
25-22 og 25-12 er ein sera
tryggur 3-0 sigur, og tá
seinasti bólturin varð vunn-
in, kundu TB-kvinnurnar
annað vikuskiftið á rað
fegnast um gull. Fyrst var
tað steypafinalan, og nú var
tað so landskappingin.
Málið er rokkið
Tað sum hendi leygardagin,
var bara staðfestingin av tí,
sum leingi hevur ligið í
luftini. Heilt frá byrjan setti
TB seg á oddasessin, og tær
sleptu honum ongantíð
aftur. Tær snávaðu á heima-
vølli móti Mjølni í grund-
spælinum, men síðani tá
hava tær bara hugt fram-
eftir, og avgerðin fall í
roynd og veru longu fyri
einum mánaði síðani, tá tær
vunnu heima móti Mjølni í
endaspælinum.
Venjarin Virgar Djurhuus
sigur, at tað sjálvandi kenn-
ist sera væl, nú liðið hevur
vunnið bæði steypafinal-
una og meistaradeildina.
Hetta er tað, sum felagið
setti sær fyri áðrenn kapp-
ingin byrjaði, og sigast má,
at tað hevur gingið uppá
stás.
–Vit fingu tveir góðar út-
lendskar leikarar afturat
okkum, og vit vóru ikki bil-
sin av at fáa eina so góða
byrjan uppá kappingina.
Men eg má siga, at eg var
eitt sindur meira ivasamur,
eftir at vit mistu venjaran
og annan leikaran stutt inni
í kappingini, sigur Virgar,
sum sjálvur yvirtók venj-
ingina aftaná at italski venj-
arin fór av landinum.
Hann heldur, at útlend-
sku leikararnir høvdu stór-
an týdning í byrjanini av
kappingini, men at teirra
týdningur minkaði í seinnu
helvt, tá hinir leikararnir
tóku størri ábyrgd.
–Tær eru sera ungar, men
tær hava spælt saman síðani
tær vóru um sjey ára aldur,
og tað er ein av høvuðsor-
søkunum til, at tað hevur
gingið so væl sum tað hev-
ur. Tær semjast væl, ikki
bert á vøllinum, men eisini
uttanfyri vøllin, og tað hev-
ur týdning. Og tá vit so eis-
ini fingu Gudrid Nolsøe við
til teir seinastu dystirnar,
var tað bara prikkurin yvir
I´ið, sigur Virgar Djurhuus.
Áhugin fyri liðnum hevur
verið stórur á Tvøroyri, ser-
liga í seinastuni, nú meist-
araheitið er komið nærri og
nærri.
–Tað merkist, at fólk her
eru sera glað um, at tað
gongur so væl. Og tað er
ikki bara á Tvøroyri, men í
allari oynni, sigur Virgar,
sum sjálvandi vónar, at
hetta fer at økja enn meir
um áhugan fyri flogbólti á
staðnum.
Í Suðuroynni er tað blivið
til tað, at kvinnurnar á
Tvøroyri leika flogbólt,
meðan kvinnurnar í Vági
leika hondbólt. Mansflog-
bóltur er hinvegin eingin í
Suðuroy, men TB hevur
yngri lið í dreingjadeildu-
num, sum um nøkur ár
kanska fara at taka táttin
upp eftir kvinnunum.
Vit fara her at ynskja TB
og suðuroyingum hjartaliga
tillukku við meistaraheiti-
num og við »greipuni«.
Sjáldsamur sigur
til Fleyr
Áðrenn hetta vikuskiftið
var Mjølnir einasta liðið,
sum hevði nakran møgu-
leika at køva meistaravónir-
nar hjá TB, men tann
møguleikin var ikki serliga
stórur. Men mjølnirkvinn-
urnar gjørdi sítt leygardag-
in við at vinna 3-1 móti
Drátti í Klaksvík. Tvey tey
fyrstu settini vann Mjølnir
rættiliga lætt 25-12 og 25-
17, men í triðja setti gjørdi
Dráttur so ein vørr og vann
25-20. Men so setti Mjølnir
alt upp á pláss í fjórða setti
við at vinna 25-8. Annað
árið á rað vinnur Mjølnir
silvur, meðan Dráttur, sum
vann gull í fjør, nú roynir
eftir bronsuni.
Hesar royndirnar fingu tó
eitt skot fyri bógvin sunnu-
dagin, tá drátturkvinnurnar
á heimavølli snávaðu móti
Fleyr. Fleyr vann nevniliga
tann dystin 3-2, og nú er tað
knappliga ÍF, sum hevur
bestu møguleikarnar fyri at
enda á triðja plássinum.
Dráttur — Marina Popovic
sat uttanfyri við skaða —
vann annars fyrsta sett móti
Fleyr við heili 25-12, men
so skiftust liðini um at
vinna settini upp til 2-2. Í
síðsta og avgerandi setti-
num vann Fleyr 15-8, og
var hetta fyrsti sigur hjá
fleyrkvinnunum síðani 22.
desember, tá tær í fyrsta
dystinum í endaspælinum
vunnu 3-1 móti ÍF. Altso
ein kærkomin og heldur
sjáldsamur sigur til Fleyr,
sum enn kann koma upp
um Drátt á stigatalvuni.
Men til tað krevst, at Fleyr
vinnur móti Mjølni, sam-
stundis sum Dráttur tapir
móti ÍF. Spádómurin hjá
okkum um, at júst dysturin
millum Drátt og ÍF verður
avgerandi fyri bronsuna,
sær enn út til at halda. ÍF
kann tryggja sær bronsu-
merkini, um tær vinna móti
TB komandi vikuskifti,
men tað er lítið sannlíkt. Tí
eftir hvat skilst, so ætlar TB
sær at vinna teir báðar írest-
andi dystirnar, sjálvt um tað
ikki er neyðugt hjá teimum.
Úrslitini um
vikuskiftið:
Fleyr-TB 0-3
(13-25, 22-25, 12-25)
Mjølnir-Dráttur 3-1
(25-12, 25-17, 20-25, 25-8)
Dráttur-Fleyr 2-3
(25-12, 23-25, 25-19, 20-
25, 8-15)
Dystir eftir:
3.
Mjølnir-TB
6.
TB-ÍF
9.
Fleyr-Mjølnir
09.03.
Dráttur-ÍF
Nú er TB eisini føroyameistari
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er
TB nú føroyameistari í bestu
flogbóltsdeildini. Hetta
gjørdist veruleiki, tá tær
vunnu útidystin ímóti Fleyr
Mynd: Álvur Haraldsen
Fagnaðurin var sjálvandi
øgiligur, tá dysturin var
liðugur, og skríggj, klemm og
annað, sum hartil hoyrir,
vórðu sett á skránna
Mynd: Álvur Haraldsen
Mjølnir greiddu sína skyldu
við at vinna á Drátti, men
hetta munaði tó lítið
Mynd: SáH
27
26
Nr. 39 - 26. februar 2002
Nýggi fótbóltsboss-
urin í Føroyum,
Dánjal Andreasen,
hevur stórar ætlanir.
Innanhýsir vil hann
hava sambandið at
rigga betri, og so
hevur hann eisini ein
dreym um, at føroy-
ingar í framtíðini
eisini kunnu spæla
fótbólt um veturin
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
- Og soleiðis skiftu teir
Torleif Sigurðsson út eftir
einum minutti – ella einum
hálvum.
Soleiðis tók orðstýrarin á
aðalfundinum hjá FSF,
Jógvan Arge, heldur skemt-
andi til, tá Dánjal Andrea-
sen uttan atkvøðugreiðslu
varð kosin at vera nýggjur
formaður í Fótbóltssam-
bandi Føroya leygardagin.
Hóast hetta gekk bæði
skjótt, væl og lætt fyri seg,
so er tað neyvan nøkur løtt
uppgáva, sum nýggi for-
maðurin hevur fingið, nú
hann skal stjórna fótbólt-
inum í Føroyum komandi
tvey árini, og kanska nakað
væl afturat.
Skal ikki misskiljast
Tað tykist heldur ikki, sum
um nýggi formaðurin hevur
roknað við eini serliga
lættari uppgávu, og hesar
seinastu mánaðirnar hevur
hann eisini gjørt sær nakrar
tankar um, hvussu hann
kundi hugsað sær, at FSF
varð rikið.
Eitt, sum hevur verið
nógv frammi hesa seinastu
vikuna,
er,
at
Dánjal
Andreasen í samrøðu við
Útvarpið bar fram, at eftir
hansara tykki átti sam-
skiftið ímillum FSF og
føroysku feløgini at betrast.
Hetta er follið nógvum fyri
bróstið, og spurnartekin
hava verið sett við, hvat
nýggi formaðurin hevur
meint við hesum. Leggur
hann eftir fráfarandi for-
manninum fyri væntandi
samskifti, ella leggur hann
eftir nevndini, har hann
sjálvur hevur verið virkin í
15 ár? Vit hava sett nýggja
formanninum spurningin.
- Nei. Ætlanin hjá mær
við hasum úttalilsinum
hevur ongan tíð verið at
lagt eftir Torleif. Vit hava
ígjøgnum nógv ár havt eitt
gott samstarv, og eg havi
onga sum helst orsøk til at
leggja eftir fráfarandi for-
manninum, er fyrsta stað-
festingin
hjá
Dánjali
Andreasen um hetta.
- Tað er bara soleiðis, at
seinastu tíðina hevur onkun
tíð verið graml at hoyrt um,
at samskiftið ikki hevur
verið nóg gott. Er tað veru-
liga soleiðis, so mugu vit
hyggja eftir, hvat vit kunnu
betra í hesum sambandi, og
sum so skal hetta ikki
skiljast øðrvísi enn tað
sama.
- Tað var í hesum sam-
bandi, at eg nevndi, at ein
møguleiki kundi verið ein
árligur fundur við for-
menninar í feløgunum, har
vit viðgjørdu teir lutir, sum
nú vóru uppi í tíðini. Hetta
er framvegis ein loysn, sum
eg gangi inn fyri, og tað er
so eisini ætlanin hjá mær, at
slíkri fundir skulu vera
fastir tættir framyvir, sigur
Dánjal Andreasen.
- Tað eigur jú ongan tíð at
vera soleiðis, at feløgini
ikki kunnu til FSF við kri-
tikki. Nakað sum feløgini
annars hava tókst at verið
bangin um, tí hetta møgu-
liga kundi skaða tey í aðrar
mátar. Tað er jú soleiðis, at
tað eru feløgini, sum eiga
FSF. Vit eru her fyri at
umboða feløgini og ikki
sum ein mótpartur.
- Tað, sum eg segði um
samskiftið millum feløgini
og FSF, skal endiliga ikki
misskiljast, og lat meg enn
eina ferð sláa fast, at tað er
fullkomuliga burturvið, at
eg skal leggja eftir nøkrum
í hesum sambandi, sigur
Dánjal Andreasen.
Spurdur, hvørt tað eisini
eru aðrir lutir, sum hann
hevur ætlanir um at broyta
innanhýsis í FSF, heldur
Dánjal, at kanska er tørvur
á onkrum broytingum í
nevndararbeiðinum.
- Eitt nú hava vit hoyrt
uttanífrá, at feløg hava
verið misnøgd við arbeiðið
hjá kappingarnevndini í
fjør, og er tað so, so skal
hetta betrast, men hetta
hongur so eisini saman við
tí, sum eg havi nevnt um
samskiftið.
Tórsvøllur
Eitt av teimum málum, sum
í løtuni tykjast sera aktuel,
er liðugtgerðin av bygning-
inum við Tórsvøll. Ein
bygning, sum FSF higartil
hevur nýtt sjey milliónir til,
og sum eftir ætlan fer at
kosta sambandinum aðrar
tvær
milliónir.
Hvørja
áskoðan hevur nýggir for-
maðurin hesum viðvíkj-
andi.
- Her er mín fatan stórt
sæð hin sama, sum hjá
fráfarandi formanninum.
Vit hava sum er nýtt sjey
milliónir, og skal nytta fáast
úr hesum, má bygningurin
gerast liðugur.
- Eg kann leggja afturat,
at tær báðar milliónirnar,
sum aðalfundurin nú hevur
givið heimild at nýta, eru
maksimum fyri, hvat hetta
kann kosta FSF. Mær hevði
sjálvandi dámt best, um vit
á komandi aðalfundi kundu
víst á, at vit einki høvdu
nýtt av hesum, men tað fáa
vit at síggja.
- Sum sagt, so meti eg tó,
at vit eiga at fáa gjørt
bygningin lidnan. Málið
skal loysast, so Tórsvøllur
kann fáa endaliga góð-
kenning, og skilnaður eigur
at gerast millum húsið, sum
FSF skal eiga, og vøllin.
Skulu hava
fótbóltshøll
Aloftast er tað so, at nýggir
leiðarar koma við nýggjum
ætlanum, og soleiðis er
eisini við Dánjal Andrea-
sen. Tí tá vit at enda spyrja
hann, hvørt hann hevur
nakrar ítøkjuligar ætlanir
fyri, hvat næsta stigið hjá
føroyskum fótbólti er, er
hann skjótur at svara.
- Tað er neyðugt hjá
føroyskum fótbólti at vit
fáa eina fótbóltshøll. Skal
ein framhaldandi menning
vera, er neyðugt, at vit
eisini fáa spælt um veturin.
Hetta er ikki nakað, sum
hevur
verið
umrøtt
á
fundum hjá FSF áður, men
kortini tykist nýggir for-
maðurin ikki at halda, at
hetta er nakað, sum liggur
alt ov langt frammi í tíðini.
- Nú dugi eg ikki at siga,
akkurát, hvar ellla hvussu
ein slík høll skuldi verið
gjørd, men tað er av stórum
týdningi at hon kemur, og
at hon liggur soleiðis fyri,
at so stórur partur sum
gjørligt av landinum fær
gleði av henni. Ein møgu-
leiki kundi kanska verið at
innilokað vøllin á Toftum.
Um fíggingina av slíkum
vølli, sigur formaðurin, at
UEFA letur stuðul til slíkar
ætlanir, so talan verður als
ikki um eina íløgu upp á
tíggjutals milliónir, sum
Fótbóltssambandið
skal
gera, sigur hann.
Um stutta tíð skulu før-
oyingar annars til Íslands,
har ein slík høll skal takast
í nýtslu. Sjálvur hevur
Dánjal í drúgt áramál verið
limur í landsliðsnevndini
hjá FSF, og hann útilokar
ikki, at hann verður við á
hesi ferðin.
- Tað kann væl vera, men
vit hava eisini áður spælt í
slíkari høll. Bæði í Finn-
landi og í Svøríki varð dyst-
ur leiktur innandura. Talan
var um graslíkisvøllir við
sandi í, sum væntandi
verða góðkendir av UEFA,
og tað riggaði heilt væl.
- Mín vón er so tann, at
slíkir dystir eisini verað
gjørligir um ikki so langa
tíð her hjá okkum, sigur
nýggi føroyski fótbólts-
bossurin at enda.
Nýggi bossurin
Dánjal Andreasen
48 ára gamal leirvíkingur
Útbúgvin maskinmeistari
Giftur Hannu, og saman hava eiga tey trý
børn. Jørgin, Berint og Edith
Nevndarlimur í FSF í 15 ár. Øll árini sum
limur í fíggjarnevndini og 12 ár sum
formaður í kapingarnevndini.
Dreymurin er ein fótbóltshøll
- Tað, sum eg segði um samskiftið millum feløgini og FSF, skal endiliga ikki misskiljast, og tað er fullkomuliga burturvið, at eg skal leggja eftir nøkrum í hesum
sambandi, sigur Dánjal Andreasen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26