Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2002 29 Málverjin hjá Christian Høgna og teimum varð skaddur í innandura dystinum ímóti AAB ÚTISETI Jóannes Hansen Tað royndist stak illa, tá nýggja felagið hjá Christ- ian Høgna Jacobsen spældi síðsta venjingardystin, áðr- enn tað komandi vikuskifti verður farið undir aftur landskappingina í Dan- mark. Vejle var sunnudagin í Aalborg, og teir á heima- liðnum vóru ikki petti gestablíðir. AAB vann 4–0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2–0. Fyrrver- andi danski landsliðsspæl- arin Mikkel Beck hevur júst gjørt leiguavtalu við AAB, og hann vísti bein- anvegin, at hann framvegis hevur nøs fyri álopsspælin- um. Hann skoraði sjálvur eitt mál og legði upp til tvey. Vetrarveðrið í Danmark hevur havt við sær, at tað bara eina viku undan kapp- ingarbyrjan ikki hevur bor- ið til at spælt venjingar- dystir á grasvallunum. Hetta hevur havt við sær, at fleiri feløg eru flýdd av landinum at spæla venj- ingardystir. Eitt nú hevur Brøndby um vikuskiftið verið í Spania, og í gjár- kvøldið skuldu Todi Jóns- son og liðfelagarnir hjá honum í FCK spæla venj- ingardyst í Manchester ímóti City, sum fyri stuttum keypti Niclas Jensen úr FCK. Skaddur á graslíki Vejle og AAB spældu sunnudagin í nýggja stóru høllini í Aalborg, sum verð- ur nevnd Gigantium. Gras- líki er á vøllinum, og undir- lagið var orsøk til, at Vejle málverjin varð skaddur. Í Vejle hava tey fegnast nógv um, at tað fyri stuttum eydnaðist at fáa leigusátt- mála við Glasgow Rangers, so málverjin Jesper Christ- iansen í vár skuldi spæla við Vejle. Men nú er hann skaddur. Longu undan dystarbyrjan sunnudagin stóð hann fastur í gras- líkinum. Øklaknúturin varð skaddur, og tað er óvist, um málverjin verður tøkur, tá Vejle sunnudagin fer at spæla í Lyngby. Fyri sjálvsálitið hjá Christian Høgna Jacobsen og liðfeløgunum kom tað ikki væl við, at teir taptu stórt í Aalborg. Teir mugu í vikuni troysta seg við, at tá síðsta royndin er vánalig, so verður ofta tikið til, at frumframførslan plagar at verða góð! Hollendska toto-deildin v t d v- j - t mál mál +/- stig 1 Excelsoir + 24 15-7 - 2 58 21 37 52 2 FC Zwolle 24 15-5 - 4 44 26 18 50 3 RBC Roo'daal 24 14-5 - 5 54 28 26 47 4 Emmen 23 13-6 - 4 38 22 16 45 5 ADO Den Haag 23 11-6 - 6 35 24 11 39 6 Cambuur/L. + 24 11-5 - 8 36 26 10 38 7 BV Veendam 22 10-6 - 6 37 32 5 36 8 FC Volendam 24 9- 6 - 9 44 36 8 33 9 Dordrecht '90 23 8- 7 - 8 44 41 3 31 10 Haarlem 23 8- 6 - 9 27 31 -4 30 11 Storm/Telstar 24 7- 8 - 9 38 32 6 29 12 Heracles A. 24 8- 4 -12 35 40 -5 28 13 Helmond Sp. 24 6- 9 - 9 25 37 -12 27 14 G.A. Eagles 24 6- 8 -10 32 42 -10 26 15 VVV 24 8- 2 -14 40 54 -14 26 16 MVV 24 5- 6 -13 32 47 -15 21 17 Eindhoven 24 3- 6 -15 34 61 -27 15 18 Top/Oss 24 3- 4 -17 19 72 -53 13 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 34 22 - 7 - 5 50 24 26 73 2 Luton 34 19 - 6 - 9 66 43 23 63 3 Mansfield 33 18 - 6 - 9 54 36 18 60 4 Scunthorpe 35 15 - 11- 9 63 44 19 56 5 Rochdale 34 15 - 11- 8 48 39 9 56 6 Hull C. 35 15 - 10- 10 48 35 13 55 7 Shrewsbury 35 15 - 9 - 11 51 42 9 54 8 R&D 35 14 - 10- 11 45 42 3 52 9 Cheltenham 31 13 - 12- 6 45 35 10 51 10 Hartlepool 34 14 - 8 - 12 53 36 17 50 11 Kidderm. 33 13 - 7 - 13 40 35 5 46 12 Exeter 33 12 - 8 - 13 35 50 -15 44 13 Macclesfield 35 11 - 10- 14 32 41 -9 43 14 Darlington 35 11 - 9 - 15 45 54 -9 42 15 Swansea 35 11 - 9 - 15 43 52 -9 42 16 Southend 34 11 - 8 - 15 40 44 -4 41 17 Carlisle 32 9 - 11- 12 37 38 -1 38 18 Oxford Utd. 35 9 - 11- 15 43 47 -4 38 19 Bristol R. 34 10 - 8 - 16 33 42 -9 38 20 Lincoln C. 33 9 - 11- 13 35 46 -11 38 21 York 33 10 - 8 - 15 40 55 -15 38 22 Torquay 35 8 - 11- 16 33 54 -21 35 23 Leyton O. 33 8 - 8 - 17 43 58 -15 32 24 Halifax 34 5 - 11- 18 23 53 -30 26 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Julian Johnsson var á beinkinum alla tíðina, tá Hull avrikið var eitt tað vána- ligasta í hesum kappingarárinum ÚTISETI Jóannes Hansen Síðani Julian Johnsson síðsta summar flutti úr Sogndal og til Hull hevur hann átt fast pláss á besta liðnum. Leygardagin var hann kortini ikki millum teir fyrstu ellivu. Hull venjarin, Brian Little, setti Julian Johnsson á beinkin, og har var hann sitandi allar 90 minuttirnar. Og sjónin var einki ser- lig. Eftir dystin helt Brian Little, venjarin hjá Hull, at avrikið mundi vera eitt tað vánaligasta í hesum árin- um. Macclesfield Town vann 1–0, og sambært Hull venjaranum var tað væl sloppið. Gestirnir sendu fleiri ferðir í træverkið, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu fingið tvey ella trý mál afturat. Málið fingu teir tá 2. Hálvleikur var fimm mi- nuttir gamal. Síðstu løtuna vóru teir á heimaliðnum undirmannaðir, tí ein av vónsviknu monnunum hevði hevnt seg og harvið givið dómaranum orsøk at vísa honum reyða kortið. Vónirnar hjá Hull at røkka triðja plássinum, sum ber beinleiðis uppflyting við sær, kámast í hvørjum. Men enn er góður møgu- leiki at røkka endaspæl- inum um uppflytingarpláss. Skal hetta eydnast, so er neyðugt, at aðrir bollar koma á suppuna í komandi dystunum. Í hesi vikuni skal Hull spæla tvær ferðir á útivølli, og tað skuldu verið møgu- leikar fyri, at Julian Johns- son skjótt fór at endurvinna miðvallarplássið. Fyrri dysturin verður ímóti Rockdale, og leygardagin skulu teir spæla í Swansea. Leygardagin var Jákup Mikkelsen á beinkinum, tá Molde vann 4–0 ímóti svenska Ørgryte ÚTISETI Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen var aftur á beinkinum, tá Molde leyg- ardagin spældi triðja dystin í venjingarkappingini í La Manga. Mótstøðuliðið var svenska Ørgryte, og úrslitið var 4–0, eftir at tað í hálvleikinum hevði verið málleyst. Eddie Gustafssson vardi Molde málið. Tað verður ikki sagt so nógv um av- rikið hjá málverjanum, men sjálvandi telur tað rætta vegin hjá einum málverja, tá hann megnar at fara av vøllinum, uttan at mót- støðumenninir hava skorað hjá honum. Á heimasíðunum verður einki sagt um avrikið hjá Molde málverjanum uttan tað, at hann við longum útkasti stóð fyri uppspæl- inum til 2–0 málið. Rosenborg spældi leyg- ardagin 4–4 ímóti russiska Anzhi. Tá tað restaðu tíggju minuttir, var Rosenborg á odda 4–1. Endaliga úrslitið í bólk- inum var, at Rosenborg, Ørgryte og Molde øll fingu fýra stig, meðan Anzhi fekk trý stig. Rosenborg hevði besta málmunin, og teir skulu spæla hálvfinalu. Hini liðini í hálvfinaluni eru Viking, Helsingborg og Lillestrøm. Molde skal spæla tveir dystir afturat. Annar verður spældur í dag ímóti Halmstad, og tann seinni verður fríggjadagin ímóti AIK Solna. Súni Olsen fekk seinastu átta minuttirnar við, tá Zwolle tók seg enn nærri oddinum HOLLAND Jákup Mørk Tað gongur við fúkandi ferð hjá FC Zwolle í næstbestu hollendsku deildini. Um vikuskiftið vunnu teir enn einaferð, og eftir at tað fleiri ferðir á rað bert hevur verið lítil munur á, ivaðist eingin eftir heimadystin móti Dord- recht. Zwolle vann ikki minni enn 6-1 eftir 4-0 í hálv- leikinum, og í hollendsku miðlunum stendur, at talan var um klassamun. Súni Olsen, sum annars hevur verið nógv við í ár, hevur eftir sjúkralegu havt ilt við at komi inn aftur í hópin, men hesa ferð kom hann so á vøllin seinastu sjey minuttirnar. Sigurin hjá Zwolle gjørd- ist ikki verri av, at odda- liðið, Excelsoir, púrasta óvæntað mátti taka til takkar við javnleiki, tá Go Ahead Eagles var á vitjan. Nú eru bert tvey stig ímillum tey bæði fremstu liðini, og sum rákið hevur verið hjá Zwolle síðani vetrarsteðgin, so er væl hugsandi, at teir um ikki so langa tíð fara at lyfta seg upp á ovastu rók í deildini. Stórsigur til Zwolle Vejle vánaliga síðstu roynd Eddie var tættur sum fløskan Hull stórkiksaði 29 28 Nr. 39 - 26. februar 2002 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur vunnin tapt +/– dystir v - t sett sett sett stig 1 TB 14 13- 1 40 10 30 19 2 Mjølnir 14 10- 4 34 19 15 15 3 ÍF 14 5 - 9 23 32 -9 7 4 Dráttur 15 5 - 10 27 34 -7 6 5 Fleyr 15 3 - 12 12 40 -28 5 Meistaradeild menn vunnin tapt +/– dystir v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 14 10- 4 35 22 13 15 2 Fram 15 10- 5 36 25 11 14 3 SÍ 15 9 - 6 35 23 12 12 4 ÍF 14 4 - 10 19 36 -17 8 5 Mjølnir 14 3 - 11 17 36 -19 3 Bárður B. Mikkelsen og hinir í Holte taptu leygardagin í Odense, men dysturin varð nógv merktur av vánaligari døming, sum rakti bæði liðini FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Holte IF við Bárði B. Mikkelsen tapti dystin móti DHG Odense leygardagin, men tað vóru fyrst og frem- st dómararnir, sum fingu umrøðu aftaná dystin. Dómararnir gjørdu nógv mistøk báðar vegir undir dystinum, og venjararnir hjá liðunum tosaðu leingi saman aftaná dystin, har teir ivaðust í, um teir skuldu kæra dømingina til danska flogbóltssambandið DVBF. Til síðst samdust teir um at geva DVBF eina munnliga kæru. Sjálvur dysturin var bæði javnur og spennandi, men endaði við 3-1 sigri til DHG. Settúrslitini vóru 25- 23, 18-25, 25-19 og 25-23. Tað var serliga í álopsparti- num, at DHG hevði munin, og sigurin var í síðsta enda væl uppiborin. Bárður hevur alla vikuna verið plágaður av pínu í vinstra knænum, og hann fekk tí ikki tað stóra burtur- úr leygardagin. Undir van- ligum umstøðum hevði hann neyvan verið við, men hin hevarin hjá Holte hevur eisini trupulleikar við knø- unum, so noyddist føroyski landsliðsleikarin at koma inn fyri hann nakrar ferðir í dystinum. Møguleikin hjá Holte fyri at koma í hálvfinalur- nar er enn til staðar, men so skulu teir ikki tapa ov nógvar dystir afturat. Kom- andi leygardag spæla teir úti móti Middelfart VK. Tað hjálpti heldur ikki søk- ini hjá Holte, at Gentofte Volley heldur óvæntað vann 3-1 móti Skovbakken Volley, tí nú hava Holte og Gentofte sama stigatal. Dómarar høvdu høvuðsleiklutin Fuglfirðingar fingu hevnd fyri steypa- finalutapið og tóku samstundis ta sein- astu lítlu FM-vónina frá sørvingum. Nú er heilt vist, at føroya- meistaraheitið endar í Havn – spurningurin er bara um tað verður Fleyr ella Fram FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Teir í SÍ høvdu longu áðr- enn hetta vikuskiftið ásann- að, at føroyameistaraheitið ikki endar í Sørvági í ár, og tað hevur ivaleyst havt sína ávirkan á avrikið hjá teim- um á heimavølli móti ÍF sunnudagin. Í øllum førum endaði tað við, at ÍF vann 3-1 og fekk eitt slag av hevnd fyri finalutapið eina viku frammanundan. Hetta var eisini ein heilt annar dystur enn steypafinalan. ÍF vann tvey tey fyrstu sett- ini, sum bæði vóru tøtt. Í triðja setti vendi alt á høvd- ið, tí SÍ vann ikki minni enn 25-8. Men hesin vørrurin hjá sørvingum rakk ikki langt, tí fjórða sett vann ÍF 25-18. Harvið greiddu fuglfirðingar málsetningin, teir settu sær í byrjanini av endaspælinum, nevniliga ikki at enda aftast. Tað ger Mjølnir, sum dagin fyri hevði tapt 3-0 móti SÍ. Við settúrslitunum 25-12, 25- 15 og 25-15 var einki at tosa um í hesum dystinum, sum skuldi verðið leiktur fyrst í hesum mánaðinum, men sum tá bleiv útsettur vegna veður. Sum heild hevur tað bara gingið niður á bakka hjá mjølnirmonnunum, og síðan ársskiftið hava teir tapt hvørjaferð. Vit skulu heilt aftur til 8. desember, tá teir vunnu á Kambsdali, fyri at finna seinasta sigur- in hjá Mjølni í bestu mans- deildini. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Fram, sum greiddi sín setning og vann 3-1 við settúrslitunum 25- 21, 25-15, 23-25 og 25-20. Hevði Mjølnir vunnið, høvdu teir samstundis gjørt Fleyr til føroyameistara, men nú sleppa teir í Fleyr sjálvir at avgera tað. Næsta sunnudag verður dystur í Sørvági millum SÍ og Fleyr, og vinna sørvingar her, verður trýstið á Fleyr liggjandi til síðsta dystin. Men hann er heima móti Mjølni, og vinnur Fleyr ikki tá, verður tað tað mest óvæntaða av fleiri óvænt- aðum úrslitum í manskapp- ingini, sum hevur verið bæði spennandi og merkis- verd. Úrslitini um vikuskiftið Mjølnir-SÍ 0-3 (12-25, 15-25, 15-25) Mjølnir-Fram 1-3 (21-25, 15-25, 25-23, 20- 25) SÍ-ÍF 1-3 (21-25, 23-25, 25-8, 18-25) Dystir eftir: 12. ÍF-Mjølnir 15. SÍ-Fleyr 18. Fram-ÍF 09.03. Fleyr-Mjølnir Gullið endar í Havn Fram helt lív í FM-vónini, tá teir vunnu í Klaksvík, men tað skal ein sensatión til, um tað ikki skulu gerast grann- arnir úr Fleyr, sum vinna gullmerkini Mynd: SáH C M Y K 28