Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2002 31 Stjørnan rann Sóljuna um koll fyrra partin av dystinum, og so gjørdi tað minni, at tær tóku sær av løttum seinasta hálva tíman HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað var skjótt greitt á Gilja- nesi, hvønn veg tað bar, tá Stjørnan var á vitjan leygardagin. Kanska var munurin ikki hin øgiliga fyrstu tíggju minuttirnar ella so, men miðskeiðis í hálvleikinum settu favorittarnir úr Klaks- vík veruliga ferð á. Sjey mál á rað beindu alt fyri eitt allan iva um sigurin av vegnum, og tó at Sóljan eftir hetta slapp upp í part, so var ikki skuggin av spenningin um, hvør part- urin skuldi fara við stigun- um. Nógv upp á spæl Dysturin var annars ein av teimum, har nógv stóð upp á spæl hjá báðum pørtum. Sóljan stríðist aftur í ár fyri lívinum í deildini, og enn skulu tær onkursvegna bjarga sær stig, um bjargingin skal gerast veruleiki. Móti Stjørnuni, sum stríðist fyri silvurmerkjun- um, munaði tó lítið, og spurningurin er so, um hetta var tað, sum skuldi til, fyri at fáa Stjørnuna í gongd aftur. Avrik teirra hava als ikki verið eins sannførandi í endaspæl- inum, sum tey vóru í grundspælinum, og nú er veruligur vandi fyri, at ætlaðu silvurmerkini verða av ongum. Tær hava tó enn møguleikan at gera hetta av sjálvar, tá tær um tvær vikur vitja hjá Neistanum í Havn. Dysturin í tølum Sóljan-Stjørnan 20-26 (6-15) Málskjúttar: Sóljan: Asta Petrauskiene 7(2), Marjun Johansen 4(1), Heidi Maria Akselsen 4, Heidi Haraldsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Jana Ja- cobsen 1, Jóhanna í Horni 1 Stjørnan: Andrijana Milo- danovic 7(2), Simona Dziu- gyte 5(2), Bára Skaale 5, Joan M. Jeonsen 3, Anna Kristina Samson 3, Beinta Klakstein 2, Jastrid Gullak- sen 1 Brotskøst: Sóljan 4, Stjørnan 9 Útvísingar: Sóljan 1, Stjørnan 1 Dómarar úr VÍF: Agnar Joensen & Piti Negru. Strandingar høvdu fyri tað mesta fult tamarhald á støðuni, tá teir leygardagin vitjaðu hjá H71 HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tá farið varð undir enda- spælið, vóru teir báðir fremstu kandidatarnir til bronsumerkini H71 og StÍF. Leygardagin hittust tey bæði liðini á Hálsi, men tað var valla ein farri av spenn- ingi undan dystinum um, hvussu leikur skuldi fara. Síðani farið varð undir endaspælið hava stranding- ar veruliga fingið ferð á, og sæð burtur frá tapinum seinasta vikuskifti fyri KÍF, so hevur pílurin hjá teimum mest sum peiggjað beint uppeftir. Eingin vilji Hjá hoyvíkingum hevur støðan verið júst hin øvugta, og tað var rættiliga skjótt, at orsøkin til hetta var staðfest leygardagin. Leikararnir hjá hoyvík- ingum tykjast hava blandað ímillum vetrar- og summar- frítíð, ella hava teir í øllum førum slept øllum vónum um at gera seg galdandi hetta kappingarárið. Longu frá fyrsta bríksli sást, at leikarar løgdu lítið í dystin. Lítið bit var í álops- royndunum, og í verjupart- inum tóktist tað ikki bila nakað, at strandingar í øðrum hvørjum álopi sluppu at renna beint ígjøg- num tunnu verjuna. Úrslitið var sjálvandi, at StÍF rættiliga skjótt vann sær eina hampuliga trygga leiðslu, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Munurin vaks kanska ikki, men hinvegin vóru heldur ikki líkindi til, at hoyvík- ingar upp á nakran máta høvdu nakrar ítøkjuligar ætlanir um at taka seg saman, so eitt sindur av spenningi kundi koma í dystin. Tað var tó um reppið, at spenningur kortini kom í dystin. Tá hovyíkingar ikki tóktust motiveraðir, fullu strandingar skjótt í grøvina, har teir tóku sær av løttum. Hetta sá bara út til at ganga heilt væl, men seinastu løtuna var um reppi, at hetta gekk galið. Fýra minuttir fyri leiklok var munurin komin niður í eitt mál, og brádliga hómaðist ein neisti í hoyvíkingunum, men gleðin var tó stokkut. Við tveimum skjótum mál- um køvdu strandingarnir seinastu vónina, og so var leyst og liðugt seinastu løtuna. Alt er avgjørt Hóast einki enn er avgjørt við 100% vissu í hond- bóltsoddinum, so hevur støðan seinastu vikurnar verið tann, at býtið av heið- ursmerkjum hevur verið mest sum fastlagt. Vest- menningar endurvinna uttan iva meistaraheitið, og eins ivaleyst fara neista- menn við silvurmerkjun- um. Triðja plássið, sum eitt skifti tóktist at gerast spennandi, má sigast at vera farið inn á Strendur, og tí er spruningurin eisini, hvussu nógv liðini hava at spæla fyri í løtuni. Hetta speglaðist eisini aftur í dystinum, og fyri áskoð- aran má hesin mangul upp á spenning sigast at vera stórt spell. Í øllum førum var hetta viðvirkandi til, at dysturin leygardagin gjørd- ist ein hin keðiligast í langa tíð, men vónandi verður hetta ikki galdandi fyri allar dystirnar, sum eru eftir av kappingarárinum. At bæði H71 og StÍF eru før fyri at spæla góðan hondbólt, er lítil ivi um, men hesa ferð vóru tað so bert strandingarnir, sum prógvaðu sín part. Dysturin í tølum H71-StÍF 31-35 (13-17) Málskjúttar: H71: Bjarni Wardum 13(1), Halgir Dahl Olesen 6, Finnur Hansson 5(1), Kristjan Petursson 4, Olaf Vestergaard 2, Rúni Pat- ursson 1 StÍF: Artur Johansen 8, Andre F. Danielsen 8, Costin Dumitrescu 6(2), Sveinur Justinussen 6(1), Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 2, Janus Trygva- son 1 Brotskøst: H71 3, StÍF 4 Útvísingar: H71 5, StÍF 4 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuel- sen. Høvdu eina lætta upp- gávu. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 569 335 234 26 2 Stjørnan 8 5 - 1 - 2 500 413 87 20 3 Neistin 8 5 - 1 - 2 449 389 60 19 4 VB 8 5 - 1 - 2 466 469 -3 17 5 StÍF 7 2 - 0 - 5 359 448 -89 5 6 Kyndil 8 0 - 1 - 7 444 536 -92 4 7 Sóljan 8 1 - 0 - 7 365 562 -197 4 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 571 472 99 25 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 595 497 98 20 3 StÍF 7 5 - 0 - 2 529 513 16 16 4 Tjaldur 7 3 - 0 - 4 484 537 -53 10 5 Kyndil 8 3 - 1 - 4 472 528 -56 9 6 H71 8 0 - 2 - 6 558 608 -50 8 7 KÍF 8 1 - 1 - 6 523 577 -54 7 Máltindarnir Kvinnur: Asta Petrauskiene Sóljan 169 (27) Simona Dziugyte Stjørnan 160 (49) Ioana Rápa VÍF 144 (33) Lotte Sørensen Kyndil 143 (61) Gabriella Fekete VB 123 (32) Regina Radó VB 104 (24) Annika Ljósstein Kyndil 100 (14) Ileana Manulescu StÍF 100 (17) Katrin á Neystabø Neistin 94 (37) Joan M. Joensen Stjørnan 92 (8) Sóley Mikkelsen VÍF 92 (16) Anna K. Samson Stjørnan 86 (1) Jacklin Durhuus VÍF 81 (4) Andrijana Milodanovic Stjørnan 80 (11) Alina Olaru StÍF 76 (9) Menn: Bjarni Wardum H71 148 (33) Heini Joensen Neistin 134 (40) Jacob Jónsson Neistin 124 (15) Høgni Klein Kyndil 122 (10) Finnur Hansson H71 115 (23) Costin Dumitrescu StÍF 115 (34) Halgir Dahl Olesen H71 113 (12) Dragisa Stojovic Tjaldur 105 Sverri Justinussen Tjaldur 105 (17) Sámal Joensen VÍF 104 (14) Ingi Olsen VÍF 103 (11) Durica Tomic KÍF 101 (30) Artur Johansen StÍF 99 (11) Iljan Topic KÍF 95 Áki Olsen VÍF 83 (11) H71-StÍF 31-35 (13-17): Keðiligt uttan spenning Sóljan-Stjørnan 20-26 (6-15): Skjót avgerð Artur Johansen og teir høvdu lætt spæl, tá teir leygardagin mest sum staðfestu bronsumerkini við at vinna á H71 Mynd: Álvur Haraldsen 31 30 Nr. 39 - 26. februar 2002 Allir tríggir dystirnir í 1. deild endaðu javnir, og teir einastu sum kunnu fegnast um hetta eru klaksvíkingar TALV Carl Eli N. Samuelsen Teir kunnu nú sjálvir avgera FM-heitið í seinasta umfarinum, klaksvíkingar, sum verður eitt serligt fe- lagsumfar har allar deild- irnar telva undir sama taki. Staðið er Eysturskúlaaulan, kl 13.00 leygardagin 2. mars. Sunnudagin 3. mars verður stór barna — og ungdómskapping - tann næsta í røðini - leikt á sama staðið. Tekning er við at venda sær til Havnar Telv- ingarfelag. Vestmenningar iðra seg Enn hava klaksvíkingar ikki roynt at tapt ein dyst, og leygardagin í Klaksvík varð talvgudindan Caissa helst við teimum í topp- dystinum móti vestmenn- ingum. Ólavur Simonsen og IM John Rødgaard deildust um stigini í einum rímiliga jøvnum talvi, meðan Torbjørn Thomsen hevði allar møguleikar at basa Rana Nolsøe. Hesin seinni bjargaði sær tó í taptari støðu javnleikin heim. Stigslúkarin hjá klaks- víkingum, Tummas Martin Anthoniussen (hevur nú heili 8,5 stig av 9!), bjargaði klaksvíkingum frá tapi, tá hann vann á John Jacobsen. Tummas Martin hevur vunnið sær útvið 100 ratingstig ella fleiri, og nærkast nú teimum 2100. Steintór Rasmussen vænt- aði á klaksvíksliðnum, og tí bleiv pláss fyri Finnbjørn Vang. Mótstøðumaður hansara Kári Durhuus, leikti væl og vann uppi- borið. Enn eiga vestmenningar FM-møguleikan, men í seinasta umfari hitta teir havnarmenn, meðan odda- liðið hittur kollfirðingar. Tískil verður ringt hjá vest- menningum at endurvinna FM-heitið frá 1992. Javnt í Havn Tveir dystir blivu leiktir í Havn, har tann mest áhuga- verdi var millum besta havnarliðið og hvalvíking- ar. Martin Poulsen, sum í seinastu viku vann sær NM bronsumerki, tapti heldur óvæntað móti Martini Brekká, sum hevur roynst drúgvur í ár. Olaf Berg, sum hinvegin ikki hevði eitt gott NM, vann sær stórt petti av sjálvsálitinum aftur við at vinna á Finnbjørn Zachariassen. Álitið hjá havnarmonn- um í ár, Herluf Hansen, tapti óvæntað móti Sámal Christiansen á triða borði, meðan Andrias Ziska vísti góðar taktir og vann á Bergi Magnussen. 2-2 er undir vanligum umstøðum eitt hampiligt úrslit hjá havnar- monnum móti teimum royndu hvalvíkingunum, men tá talan er um at vinna inn á klaksvíkingar, eru havnarmenn ivaleyst skuf- faðir. Havnarmenn hava tó verið sera støðugir í ár, t.d hava teir eins og klaksvík- ingar ongan dyst tapt, men kanska leikt ov nógvir javnir dystir. Triði dysturin í 1. deild varð millum HT 2 og koll- firðingar, sum somuleiðis endaði 2-2. Úrslitið stað- festi at teir á HT2-liðnum nú við vissu flyta niður í 2. deild. Teir hava stríðst væl, og serliga kann liðskiparin á liðnum Jógvan Næs, vera nøgdir við sínum mongu stigum. Støðan undan seinasta umfari 1 KTF, Klaksvík (5-4-0) 24,5 2 VT, Vestmanna (5-2-2) 23,0 3 HT, Tórshavn (4-5-0) 21,5 4 KT, Kollafjørður (2-3-4) 15,0 5 TFS, Hvalvík (2-2-5) 14,5 6 HT2,Tórshavn (0-2-7) 9,5 Seinasta umfar verður sum sagt komandi leygar- dag 2. mars í Eysturskúl- anum, og tá verða hesir dystir: KT - KTF, VT — HT og TFS - HT 2. Toftamenn á veg uppaftur Jens Kristian Hansen og teir av Toftum leika við nærum vissu í 1. deild komandi kappingarár. Teir vunnu 3,5-0,5 (Jákup á R. Andreasen helt javnt móti Jens Kristian) á vestmenn- ingum, sum viðførir eina trý-stigar leiðslu niður til sandavágsmenn, eftir at hesir vunnu tepran sigur á runavíkingum. Vestmenn- ingar muga helst tungu leiðina niður aftur í 3. deild. Toftamenn hitta runavíkingar, meðan sanda- vágsmenn bjóða klaksvík- ingum av í seinasta umfar- inum. Í 3. deild bleiv avgjørt at HT3 vinnur deildina eftir ein 3,5 — 0,5 sigur móti Róki. Fimm stig eru teir nevniliga fremstir undan seinasta umfari. Megnarhál í 2. deild Føroyska liðið í Keyp- mannahavn varð nakað skert undan dystinum móti AS1904 í vikuskiftinum. Bæði Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen væntaðu á liðnum, og tískil varð vónin um at vinna stórt ikki so nógv frammi í tonkunum. Tá rating viðvíkur vóru føroyingar tó petti sterkari. Men skjótt sást at talan fór at verða um stórsigur, tí eftir umleið fýra tímum var støðan 4,5 — 1,5 til okkara menn, og John Arni Nilssen og Terji Petersen sótu eftir við góðum støðum. Tað eydnaðist eisini hesum báðum at vinna talv teirra, og úrslitið bleiv tí heili 6,5 — 1,5 til útisetar okkara. John Arni, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Rógvi W. Rasmussen vunnu, meðan Hliðar Hreinsson, Carl Eli N. Samuelsen og Arild Rimestad leiktu javnt. Av sonnum má hetta úrslit metast sum óvanliga gott, men valla nokk til eina óvæntaða uppflyting til fremstu deildina í Dan- mark. Serliga leiktu John Arni, Heini og Eyðun væl. Rógvi vísti somuleiðis góð- an stríðsvilja, meðan Terji vann eitt sera svingandi talv. Teir tríggir javnleik- irnir vóru á góðari leið, har eingin var í vanda fyri at tapa. Støðan undan seinasta umfar: K41 31,0 Helsingør 27,5 Føroyar 27,0 Skakspilleren 25,0 Hillerød 22,0 AS1904 20,0 Fredriksberg 20,0 Lyngby-Virum 19,5 Liðið liggur enn á triða plássinum, men munurin er styttur upp til Helsingør og K41 sum er klárt á odda. 17. mars verður seinasta umfar leikt, og tá verður mótstøðulið føroyinga nett- upp K41. Er eitt undur gjørligt? Tríggjar nullloysnir Talvið hesa vikuna II Olaf Berg - Finnbjørn Zachariasen 1. deild (2. Borð — HT-TFS) 24.02.2002 1.c4 c5 2.Ric3 Ric6 3.g3 g6 4.Bg2 Bg7 5.e4 d6 6.Rige2 e5 7.0-0 Rige7 8.d3 0-0 9.Be3 f5 10.Fd2 fxe4 11.dxe4 Rid4 12.Bg5 Be6 13.Rixd4 cxd4 14.Rid5 Bxd5 15.cxd5 Fd7 16.Bh3 Fxh3 17.Bxe7 Rf7 18.Bxd6 Bh6 19.Fe2 Re8 20.Fd3 Fh5 21.Kg2 a5 22.f3 Rc8 23.h3 b5 24.Rae1 Rd7 25.g4 Fg5 26.f4 exf4 27.Bxf4 Fh4 28.Bg3 Fg5 29.Fxd4 Rc2+ 30.Rf2 Rxf2+ 31.Kxf2 Rf7+ 32.Kg2 Bg7 33.e5 h5 34.h4 Fxg4 35.Fxg4 hxg4 36.e6 Rf8 37.e7 Re8 38.d6 1-0 Talvið hesa vikuna Eyðun Nolsøe (2220) — Bo G. Christensen (2194) 2. deild (6. umfar), 24.02.2002 (Viðmerkingar: Eydun Nolsøe) Sisilianskt 1.e4 c5 2.Rif3 e6 (populerur variantur nú á døgum, sum eitt nú Anand oftani leikar) 3.d4 cxd4 4.Rixd4 a6 5.Bd3 Fc7 6.0-0 Rif6 7.c4 Bc5 8.Be3 h5 (danin leikar djarvt og ætlar sær kongaálop) 9.h3 b6 [9...Fb6 10.Fb3=] 10.Ric2 Bb7 11.Ric3 Ric6 12.Bxc5 bxc5 13.f4 d6 14.Fe2 0-0-0 [14...Rid4 15.Ff2 Rixc2 16.Bxc2 og hvítur hevur lítlan fyrimun] 15.Rab1 Rh6? 16.b4! cxb4 17.Rid5!! (vakurt offur, sum helst avgerðir talvið. Um t.d 17.Rixb4? Rixb4 18.Rxb4 Fc5+ og svartur vinnur] 17...exd5 18.cxd5 Fb6+ (Rie7 19.Rixb4 og hvítur hevur stóran fyrimun) 19.Kh1 a5 20.dxc6 Fxc6? [20...Bxc6 21.a3 b3 22.Rfc1 við kortini góðum spæli fyri hvítan] 21.Rixb4 axb4 22.Rfc1 Re8 23.Rxc6+ Bxc6 24.Fc2 Kd7 25.Rxb4 Rg6 26.Rc4 Ba8 27.Rc7+ 1-0 FM í talvi fyri ein- taklingar verður í skúlanum á Giljanesi seinast í mars mánaði TALV Tíðindaskriv frá Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroyar Allir telvarar vera við hesum bodnir at kappast um FM- heitið í talvi fyri einstaklingar í skúlanum á Giljanesi í døgunum 23. — 30. mars. Bólkabýtið verður so- leiðis: Landsliðbólkur, Al- menni bólkur, Unglingar og Veteranar. Byrjað verður at telva hvønn dag kl.13, tó telvar Landsliðbólkurin 2 (tvey) umfør týsdagin 26. mars, kl.10 og kl. 17. Luttøkugjaldið er: Al- menni Bólkur 300 kr., Unglingar 150 kr. og Veteranar 150 kr. Tilmeldingin fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á kontonr. 134.383.3 í Føroya Sparikassa, ella 463.449.9 í Føroya Banka. Tú kanst eisini seta teg í samband við Sandavágs Talvfelag á telefon 227207, 332376, ella tú kanst brúka teldupostadr. rook@post.olivant.fo Seinasta freist at boða frá luttøku er tann 15. mars. FM í talvi 2002 C M Y K 30